Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

Tórshavn 19.06.2000

Løgtingið
Erling Jallsgøta 6
100 Tórshavn
Landsstýrismálanevndin
att. Kristina Samuelsen, skrivari

Viðv. fyrispurningi, dagf. 15. juni - J.nr. 7.13-20000001

Landsstýrismálanevndin biður um viðmerkingar til upplýsingarnar frá Toll- og Skattastovuni, um at skattalógarbroytingar ikki taka støðu til, um viðbøtur í almannalóggávuni skulu broytast, men einans til upphælddina av tí frádrátti, pensjónistarnir skulu hava ávikavist í útroknaða skattinum (Ásetingarlógin) og samlaðu inntøkuni (Skattalógin) ?

Hertil er at siga, at tað er rætt, at skattalógarbroytingarnar einki siga um, hvussu hesar skulu umsitast, og tískil heldur einki siga um, hvørt broytingar skulu gerast í viðbótunum samb. almannapensjónslógini.

Tað skal í hesum sambandi gerast vart við, at eingin trupulleiki er av broytingunum í Ll. nr. 41 frá 24. mars 2000, tí hesin frádráttur ikki tekur hædd fyri inntøkuviðurskiftunum. Talan er einans um ein frádrátt í skattinum av samlaðu inntøkuni. Hesin frádráttur verður umsitin av Toll- og Skattastovuni.

Viðv. Ll. nr. 40 frá 24. mars 2000 eru tað onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi. Her er talan um, at ein ávísur partur av pensjónini skal haldast uttanfyri skattskyldugu inntøkuna hjá ávikavist hægstu - og miðal fyritíðarpensjónistum.

Orsøkin til hesa broytingina er, at tann upphæddin sum í dag nevnist viðbót, og sum er skattskyldug inntøka, er komin í staðin fyri 3 ymiskar viðbøtur, harav avlamisviðbótin var skattafrí. Av tí, at avlamisviðbótin var skattafrí, meðan øll viðbótin bleiv skattskyldug, merktu pensjónistarnir ikki ætlaðu pensjónshækkingina til fulnar. Politisk semja var tí í samgonguni um, at veita hesum pensjónistum ein skattalætta heldur enn at fara og broyta viðbótina fyri hesar persónar. Hetta bleiv gjørt við omanfyrinevndu lóg, sum í prinsippinum verður umsitin á sama hátt, sum t.d. sjómansskatturin, t.v.s. at ein ávísur partur av pensjónini ikki verður skattaður.

Orsøkin til at lógaruppskotið bleiv broytt, soleiðis at orðingin "í mesta lagi" bleiv sett inn í lógina er tann, at um pensjónisturin hevur eina fitta inntøku við síðuna av pensjónini, so vildi tann parturin av pensjónini, sum skattabroytingin skal kompensera fyri, blivið burtur við inntøkureguleringini av pensjónini. Um henda broytingin ikki bleiv gjørd, so vildi ein pensjónistur, sum onga pensjón fær útgoldnað orsaka av ov høgari inntøku, kortini kunna fingið skattalættan í aðrari inntøku, og harvið fingið nakað, sum hann annars ikki hevur rætt til, tí hann onga pensjón fær.

Trupulleikin er sostatt, at omanfyri nevndi frádráttur ikki kann veitast øllum hægstu - og miðal fyritíðarpensjónistum við fullari upphædd. Víst verður í hesum sambandi til hjáløgdu kunning til Fíggjarnevndina, merkt sum skjal 1.

Við at leggja skattafría partin av viðbótini aftrat sjúkrakassaviðbótini, so verður hesin útgoldin uttanum skattaskipanina, soleiðis sum broytingin í skattalógini ásetir. Av tí, at pensjónin verður inntøkuregulerað, so tekur útgjaldingin eisini hædd fyri orðingini í mesta lagi, tí at teir pensjónistar, sum bert fáa ein part av pensjónini útgoldnað, samsundis fáa teirra partvísa skattafrádrátt. Er talan um ein pensjónist, sum onga pensjón fær orsakað av inntøku, so fær hesin heldur ongan skattalætta orsakað av lógarbroytingini.

Landsstýrismálanevndin spyr, um tað er Almanna- og heilsumálastýrið, sum umsitur serliga frádráttin í skattskyldugu inntøkuni til hægstu og miðal fyritíðarpensjónistar, og í so føri í hvønn mun, og hvussu hetta verður gjørt ?

Her skal vera upplýst, at tað er Almannastovan, sum umsitur hendan frádráttin, og at hetta er gjørt í samráð við Toll- og Skattastovuna / Fíggjarmálastýrið. Almanna- og heilsumálastýrið hevur eisini spurt seg fyri hjá Toll- og Skattastovuni, um hvør skal umsita broytingina, og var ætlanin hjá T&S, at Almannastovan skuldi umsita broytingarnar, sum stóðust av Ll. nr. 40. Sí annars hjáløgdu skjøl merkt ávikavist nr. 2 og 3.

Landsstýrismálanevndin spyr, um nakar ivi er um, hvussu frádrátturin skal umsitast, og í so føri, hvussu ætlanin er at loysa hetta ivamálið ?

Sagt skal vera frá, at Almanna- og heilsumálastýrið ikki heldur nakran iva vera um, hvussu frádrátturin skal umsitast.

Landsstýrismálanevndin spyr, hvussu líður við arbeiðinum at lata Toll- og Skattastovuni eitt yvirlit yvir teir persónarnar, sum eru umfataðir av broytingunum í Ll. nr. 40 ?

Sagt skal vera frá, at arbeitt verður við hesum, og at hetta yvirliti skuldi kunna verið Toll- og Skattastovuni í hendi innan heilt stutta tíð. Talan er kortini einans um eitt yvirlit yvir teir persónar, sum skuldu havt ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri tíðarskeiðið jan. - apríl. Í hesum sambandi gerst neyðugt hjá Almannastovuni at finna fram til hesar persónarnar. Hetta kemst av, at skattabroytingarnar komu í gildi í mars, men høvdu virknað frá 1. jan. 2000. Tá hesir upplýsingarnir eru fingnir til vega, verða teir sendir Toll- og Skattastovuni, soleiðis at skattskylduga inntøkan hjá hesum persónum kann blíva niðurskriva samsvarandi uppgerðini.

Tá talan er um framtíðarárinini av Ll. nr. 40, so eru hesi longu innbygd í útgjaldingarskipanina hjá Almannastovuni.

Annars skal vera upplýst, at AHS hevur rykt Almannastovuna eftir yvirlitinum, sum skrivarin hjá Landsstýrismálanevndini ynskti at fáa. Almannastovan sigur í hesum sambandi, at hon væntar at kunna fáa upplýsingarnar til vega í hesari vikuni.

Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaður