Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: jok@ahs.fo [SMTP:jok@ahs.fo]
Sendt: 14. juni 2000 12.00
Til: kris@logting.fo
Emne:

Hey Kristina - her eitt avrit av fyrispurninginum, sum AHS hevur sent Almannastovuni viðv. umbøn tykkara um konkret dømir um útgjaldingar av pensjónum v.m. 

v.h.

Almanna- og heilsumálastýrið
Fyrisitingardeildin
Johnhard Klettheyggj
jok@ahs.fo

Almanna- og heilsumálastýrið

Tórshavn, tann 09.06.00
J.Nr.:0.01-2000887/16

(at tilskila í svari)
Viðgjørt: JK
Tygara skriv

 

Viðv. fyrispurningi frá skrivaranum hjá Landsstýrismálanevndini

Landsstýrismaðurin hevur gjøgnum fyrisitingarstjóran fingið eina áheitan frá skrivaranum hjá Landsstýrismálanevndini, um at útvega nevndini nøkur dømir um konkretar upplýsingar í sambandi við útgjaldingina av pensjónunum fyri mei-mánaða.

Avrit av teldubrævinum við umbønini er viðlagt hesum brævi, so tit kunnu síggja, hvørjar upplýsingar talan er um.

Landstýrismaðurin fer í hesum sambandi at heita á Almannastovuna um at útvega hesar upplýsingarnar so skjótt sum tilber.

vinarliga  

Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaður

/Høgni Joensen
aðalstjóri

EIRARGARÐUR 2 • 100 Tórshavn
Tel. 30 40 50 •  Fax 35 40 46 •  E-post: ahs.ahs.fo