Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

 

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin

______________________________________________________________

2. juni 2000
j. nr. 7.13-20000001

Karsten Hansen,
landsstýrismaður í fíggjarmálum 

 

Viðvíkjandi løgtingslóg nr. 40 frá 24 mars 2000, um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og løgtingslóg nr. 41, frá 24. mars 2000, um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Landsstýrismálanevndin hevur frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni, fingið upplýst, at man í sambandi við broytingarnar í skattalógini gjørdi av at broyta lutfallið millum skattskylduga og ikki-skattskylduga partin av pensjónsútgjaldinum, og at hetta førdi við sær, at skattskylduga viðbótin sambært almannalógini minkaði, meðan serliga persónliga viðbótin eftir § 8 í kunngerðini um serligar viðbøtur hækkaði.

Á seinasta fundi í landsstýrismálanevndini, tann 2. juni 2000, gjørdi nevndin av at spyrja tygum, um hetta merkir, at fólk ikki fáa ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni og útroknaða skattinum, ella um hesin verður givin umframt "frádráttin" í vanligu viðbótini sambært almannapensjónslógini. Gjørt varð eisini av at biðja um eina frágreiðing um, hvussu hesar skattalógarbroytingarnar annars verða umsitnar.

Svarfreistin er sett til 1 viku. 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari