Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

2. juni 2000
j. nr. 7.13-20000001

Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 

 

Á seinasta fundi í landsstýrismálanevndini, tann 2. juni 2000, har málið um pensjónsútgjaldingar varð viðgjørt, umrøddi nevndin skriv frá tygum, dagfest 1. juni 2000, við umbidnari frágreiðing og upplýsingum um støddina av teimum pensjónsupphæddum, ið eru/verða útgoldnar.

Av tilfarinum framgongur m.a., at man í sambandi við broytingarnar í skattalógini, gjørdi av at broyta lutfallið millum skattskylduga og ikki-skattskylduga partin av pensjónsútgjaldinum, og at hetta førdi við sær, at skattskylduga viðbótin sambært almannalógini minkaði, meðan serliga persónliga viðbótin eftir § 8 í kunngerðini um serligar viðbøtur hækkaði.

Nevndin gjørdi av at spyrja tygum, hvussu ætlanin er, at hendan avgerðin skal umsitast, hvat viðvíkur tíðarskeiðnum aftur til 1. januar. Víst verður í hesum sambandi á, at skattalógarbroytingarnar skulu hava virknað aftur til 1. januar 2000.

Eisini varð gjørt av at biðja um konkret dømir um útgjaldingar til giftar og stakar fólkapensjónistar og hægstu, miðal og lægstu fyritíðarpensjónistar, sum ikki hava aðra inntøku, og við dømum um útgjaldingar av serligum persónligum "skiftisviðbótum" og veitingum sambært kunngerðini um hjálparráð.

Harumframt varð gjørt av at spyrja, hvat pensjónsøkið kemur at kosta í 2000, i mun til játtanina á fíggjarlógini til pensjónir.

Biðið verður um svar skjótast gjørligt.

 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari