Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

 

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin

______________________________________________________________

15. juni 2000
j. nr. 7.13-20000001

Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 

 

Landsstýrismálanevndin fekk í gjár svar frá Fíggjarmálastýrinum, viðvíkjandi fyrispurningi í sambandi við løgtingslóg nr. 40 frá 24. mars 2000 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og løgtingslóg nr. 41 frá 24. mars 2000 um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Avrit av svarinum er hjálagt.

Í sambandi við tað, sum tygum hava upplýst um, at man í sambandi við broytingarnar í skattalógini gjørdi av at broyta lutfallið millum skattskylduga og ikki-skattskylduga partin av pensjónsútgjaldinum, og at hetta førdi við sær, at skattskylduga viðbótin sambært almannalógini minkaði, meðan serliga persónliga viðbótin eftir § 8 í kunngerðini um serligar viðbøtur hækkaði, viðmerkir Toll- og Skattstovan, at "skattalógarbroytingarnar ikki taka støðu til, um viðbøturnar í almannalógini skulu broytast, men einans til upphæddina av tí frádrátti pensjónistarnir skulu hava ávikavist í útroknaða skattinum (Ásetingarlógin) og samlaðu inntøkuni (Skattalógin)".

Biðið verður um tygara viðmerkingar til hetta.

Toll- og Skattstovan upplýsir eisini, at:

"Ætlanin var, at Almannastovan skuldi geva Toll- og Skattstovuni tær upplýsingar, sum vóru neyðugar fyri, at frádrátturin í inntøkuni kann verða lagdur automatiskt inn í fyribilsskránna, sum eisini stendur í viðmerkingunum. Hetta kann verða navn og p-talið á tí persóninum, sum verður ávirkaður av hesari broyting. T&S legði so frádráttin inn í fyribilsskránna, ella Almannastovan gjørdi hetta sjálv í samráð við Toll- og Skattstovuna."

Viðvíkjandi broytingini, sum varð gjørd í fíggjarnevndini, verður upplýst, at:

"Hvussu upphæddirnar skulu lækka sambært inntøku, og hvørji inntøku roknast skal við, ella hvussu upphæddirnar skulu skiljast sum "í mesta lagi" er ógreitt fyri Toll- og Skattstovuni.

Toll- og Skattstovan kann tí bert hyggja eftir, at frádráttirnir ikki fara upp um mest loyvdu upphæddir, og soleiðis sum lógin er orðað, má T&S eisini krevja grundgeving fyri, hví ein frádráttarupphædd møguliga er lækkað orsakað av inntøku, og í mun til hvørja inntøku hon er lækkað.

Grundgevingin fyri hesum er, at T&S skal kunna geva einum borgara upplýsingar um, hvussu hann verður viðgjørdur skattliga. Tað kunnu vit ikki í løtuni, tí T&S ikki veit, hvussu Almanna- og Heilsumálastýrið umsitur broytingaruppskotið "í mesta lagi".

Eftir hesum at døma, er tað Almanna- og Heilsumálastýrið sum umsitur, ella í øllum førum í ein vissan mun umsitur serliga frádráttin í skattskyldugu inntøkuni til miðal og hægstu fyritíðarpensjónistar. Eisini letur til, at Toll- og Skattstovan er í iva um, hvussu frádrátturin skal umsitast.

Heitt verður á tygum um at upplýsa, um Almanna- og Heilsumálastýrið umsitur serliga frádráttin í skattskyldugu inntøkuni til miðal og hægstu fyritíðarpensjónistar, og í so føri í hvønn mun og hvussu hetta verður gjørt. Sami spurningur er settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Eisini verður biðið um at fáa upplýst, um ivi er um, hvussu frádrátturin skal umsitast, og í so føri hvussu ætlanin er at loysa hetta ivamálið? Sami spurningur er settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Landsstýrismaðurin upplýsir í svarinum, at "Almannastovan skal geva Toll- og Skattstovu Føroya yvirlit yvir persónarna, soleiðis, at tann í lógini ásetti frádrátturin kann skrásetast í skattaskipanunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya." Sagt verður, at inntøkufrádráttirnir verða skrásettir í skráunum hjá Toll- og Skattstovuni, "tá upplýsingarnar koma frá Almannastovuni".

Biðið verður um at fáa upplýst, hvussu líður við hesum arbeiði.

Biðið verður um svar skjótast gjørligt. 

Edmund Joensen
formaður