Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

 

Ásetingar um og útgjaldingar av pensjónsveitingum aftaná 1. januar ár 2000 og skattur av hesum

Veitingar sambært Ll. nr. 35 frá 16.04.1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v. fl. sum, broytt við Ll. nr. 28 frá 13.03.2000, eru ikki umrøddar/tiknar við. Harafturímóti er stuðul til hjálparráð, sambært kunngerð nr. 101. frá 20. desember 1999, sum vísir til heimild í § 18, stk. 6 í forsorgarlógini, tikin við.

Tann 23. apríl 1999, samtykti Løgtingið við 3. viðgerð at seta í gildi nýggja lóg um almannapensjónir o.a., sum skuldi avloysa m.a. fólkapensjónslógina og avlamispensjónslógina. Nýggja lógin kom í gildi tann 1. januar 2000.

Fólkapensjónistar hava rætt til hesar upphæddir

Ll. nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a. ásetir, at allir "fólkapensjónistar" (persónar, sum hava fylt 67 ár (§ 4), og sum annars uppfylla treytirnar í lógini) hava rætt til eina grundupphædd til fólkapensjón uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá tí, ið fær pensjón (§ 18). Sambært ásetingarlógini (Ll. nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum) § 3 er árliga grundupphæddin fyri gift kr. 39.756,- hvør, og fyri støk kr. 50.028,-.

Umframt grundupphæddina til fólkapensjón verður veitt fólkapensjónistum ein viðbót, sum verður útroknað eftir inntøku (§ 18). Sambært ásetingarlógini § 3 er árliga viðbótin til fólkapensjón fyri gift kr. 13.832,- og fyri støk kr. 19.732,-.

Tann upphæddin, ið verður goldin í árligari viðbót til fólkapensjón, er tó fyri gift 13.836,- kr. og fyri støk 19.728,- kr.

Í skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 7. juni 2000, upplýsir landsstýrismaðurin, at orsøkin til munin er tann, at upphæddirnar eru avrundaðar, sum ásett í § 5 í ásetingarlógini. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at ístaðin fyri at hækka viðbøturnar 1. januar 2000, og síðani javna hesar 1. apríl 2000, so eru upphæddirnar hækkaðar og javnaðar pr. 1. januar 2000. Landsstýrismaðurin upplýsir eisini, at "Tær upprunaligu árligu upphæddirnar í lógaruppskotinum uppá ávíkavist 14.832 og 18.732 kr. kundu býtast við 12, og høvdu tískil ikki fyri neyðini at verða avrundaðar smb. § 5. Men Løgtingið broytti sum kunnugt hesar upphæddir til ávíkavist 13.832 og 19.732 kr. Tískil mugu upphæddirnar avrundast samb. § 5."

§§ 4 og 5 í ásetingarlógini eru soljóðandi:

§ 4. Upphæddirnar sambært § 3 verða tann 1. apríl á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum.
Stk. 2. Tó verða upphæddirnar sambært § 3 ikki javnaðar 1. apríl 2000.

§ 5. Javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, meðan frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.

Lógin heimilar sostatt bara, at javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar, og hetta kann fyrstu ferð verða gjørt tann 1. apríl 2001.

Fyrsti spurningurin er tí, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum ikki manglar heimild til at gera hesa avrundingina nú?

Almannapensjónslógin § 20, stk. 5, og ásetingarlógin § 3 áseta eina "frádráttarfría inntøkuupphædd", sum inniber, at fólkapensjónistar, sum hava eina ársinntøku, sum er í mesta lagi kr. 20.600,-, fáa ongan frádrátt í viðbótini.

Ein fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku oman fyri 20.600,-, hevur sostatt rætt til árliga at fáa útgoldið kr. 53.588,-, um hann er giftur, og kr. 69.760,-, um hann er stakur.

Fer inntøkan upp um hetta mark, verður viðbótin lækkað við 60 oyrum fyri hvørja krónu. Hjá giftum pensjónistum verður viðbótin lækkað við grundarlagi í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans. Almannapensjónslógin ásetir, hvør inntøka hevur týdning í hesum sambandi.

Við Ll. nr. 41 frá 24. mars 2000, um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti varð árligi frádrátturin í skattinum fyri persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og persónar, sum fáa fyritíðar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, settur til kr.10.500,- fyri gift og kr. 16.200,- fyri støk.

Landsskattatalva 2000

Er inntøkan

men minni enn

verður latið

av

og av restini %

0

17.000

0

0

0

17.000

60.000

0

17.000

9,0

60.000

120.000

3.870

60.000

20,0

120.000

140.000

15.870

120.000

25,0

140.000

 

20.870

140.000

37,0

Við einum kommunu- og kirkjuskatti upp á 24% (Inntøkan javnað niður til fyrsta krónutal, ið kann býtast við 100 og eingin kommunuskattur verður álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0 - 17.000 kr.) merkir hetta at ein fólkapensjónistur sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjónina, hevur ein tøkan pening upp á kr. 52.043,- árliga, um hann er giftur, og kr. 67.502,- árliga, um hann er stakur.

Fyritíðarpensjónistar hava rætt til hesar upphæddir

Ll. nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a. ásetir, at "fyritíðarpensjónistar" (sum uppfylla tey ymisku krøvini um avlamni og annars uppfylla treytirnar í lógini) hava rætt til eina grundupphædd og eina viðbót, sum verður útroknað eftir inntøku (§ 18). Árliga grundupphæddin er tann sama sum grundupphæddin til fólkapensjón fyri gift kr. 39.756,- hvør, og fyri støk kr. 50.028,-. Sambært ásetingarlógini § 3 er árliga viðbótin til hægstu fyritíðarpensjónistar fyri gift kr. 53.160,- hvør og fyri støk kr. 68.340,-, til miðal fyritíðarpensjónistar fyri gift kr. 29.796.- hvør og fyri støk kr. 36.036,- og til lægstu fyritíðarpensjónistar fyri gift kr. 9.828,- hvør og fyri støk kr. 12.732,-.

Almannapensjónslógin § 20, stk. 5, og ásetingarlógin § 3 áseta eina frádráttarfría inntøkuupphædd, sum inniber, at fyritíðarpensjónistar, sum hava eina ársinntøku, sum er í mesta lagi kr. 41.200,- fáa ongan frádrátt í grundupphæddini ella viðbótini.

Ein hægsti, miðal ella lægsti fyritíðarpensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku oman fyri 41.200,-, hevur sostatt rætt til árliga at fáa útgoldið ávikavist kr. 92.916,-, 69.552,- ella 49.584,- um hann er giftur, og ávikavist kr. 118.368,-, 86.064,- ella 62.760,- um hann er stakur.

Fer inntøkan upp um hetta mark, verða bæði grundupphæddin og viðbótin lækkað við 60 oyrum fyri hvørja krónu. Almannapensjónslógin ásetir, hvør inntøka hevur týdning í hesum sambandi.

Við Ll. nr. 40 frá 24. mars 2000, um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, varð ásettur ein frádráttur í skattskyldugu inntøkuni hjá giftum og støkum persónum, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, upp á ávikavist 17.900,- kr. og 16.700,- kr. í mesta lagi um árið og hjá giftum og støkum persónum, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, upp á ávikavist 15.900,- kr. og 16.200,- kr. í mesta lagi um árið.

Við Ll. nr. 41 frá 24. mars 2000, um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, varð árligi frádrátturin í skattinum fyri persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og persónar, sum fáa fyritíðar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, settur til kr.10.500,- fyri gift og kr. 16.200,- fyri støk.

Landsskattatalva 2000

Er inntøkan

men minni enn

verður latið

av

og av restini %

0

17.000

0

0

0

17.000

60.000

0

17.000

9,0

60.000

120.000

3.870

60.000

20,0

120.000

140.000

15.870

120.000

25,0

140.000

 

20.870

140.000

37,0

Við einum kommunu- og kirkjuskattið upp á 24% merkir hetta at ein hægsti, miðal ella lægsti fyritíðarpensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjónina, hevur ein tøkan pening upp á ávikavist kr. 82.626,-, 67.974,- og 49.359,- árliga, um hann er giftur, og kr. 102.074,-, 83.762,- og 62.760,- árliga, um hann er stakur.

Frádráttirnir í skattskyldugu inntøkuni hjá persónum, sum fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón

Í skrivið frá Almanna- og Heilsumálastýrinum til Almannastovuna, dagfest 12. apríl 2000, verður m.a. boðað frá, at:

"Løgtingið hevur í ár samtykt løgtingslóg nr. 40 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og løgtingslóg nr. 41 um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógina).

Hesar lógir áleggja Almannastovuni at útgjalda eina ávísa upphædd út skattafrítt hjá hægstu og miðal fyritíðarpensjónistum."

Í tíðindaskrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum frá 26. apríl 2000 um almannapensjónir og broytingar í skattinum verður sagt, at broytingarnar í skattalógini skuldu geva miðal og hægstu fyritíðarpensjónistum "ein serligan frádrátt í pensjónsinntøkuni", og at "frádrátturin skuldi fremjast við at broyta lutfallið millum skattskylduga og ikki-skattskylduga partin av pensjónsútgjaldinum".

Í tíðindaskrivinum stendur eisini, at:

"Frádrátturin er ein mestaupphædd á tann hátt, at hann ikki verður latin fult út, um skattskylduga viðbótin hjá einum pensjónisti, orsakað av aðrari inntøku, minkar.

Hendan broyting hevur við sær, at miðal og hægstu fyritíðarpensjónistar við pensjónsútgjaldinum fyri mai fara at fáa eina fráboðan frá Almannastovuni við broyttum viðbótum. Serliga persónliga viðbótin, ið er skattafrí, er hækkað, meðan vanliga viðbótin, ið er skattskyldug, er lækkað. Ein minni partur av pensjónini verður sostatt skattaður. Pensjónsupphæddin tilsamans er tó hin sama sum frammanundan."

Í tíðindaskrivinum eru broytingarnar eisini lýstar í eini talvu (sum tó einans lýsir viðurskiftini hjá teimum miðal og hægstu fyritíðarpensjónistunum, sum ikki hava aðra inntøku og tí fáa fullar upphæddir), har tað framgongur, at vanliga viðbótin, ið er skattskyldug, verður lækkað við eini upphædd, sum hevur sama áljóðandi sum frádrátturin í skattskyldugu inntøkuni, meðan serliga persónliga viðbótin, ið er skattafrí, verður hækkað somuleiðis við eini upphædd, sum hevur sama áljóðandi sum frádrátturin í skattskyldugu inntøkuni.

Í skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 7. juni 2000, upplýsir landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum, at "Av tí at Løgtingið samtykti eftirfylgjandi, eftir at almannapensjónslógin var sett í gildi, at ein partur av teirri vanligu viðbótini nú skuldi gerast skattafrí, var neyðugt tekniskt at koyra vanligu viðbótina í tvey. Ístaðin fyri at gera eitt nýtt felt í rokniarkinum, t.v.s tvey felt til vanligu viðbótina, var tann parturin av viðbótini, sum sambært skattalógini var gjørd skattafrí, løgd tekniskt oman á sjúkrakassaviðbótina ístaðin. Henda er skattafrí, tí hon verður givin sum ein persónlig viðbót."

Í viðmerkingunum til uppskot til Ll. nr. 40 frá 24. mars 2000 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt stendur:

"At broytingarnar í skattalóggávuni føra við sær slakar 10 mió. kr. minni í skatti fyri landskassan kemst av, at hækkaði frádrátturin í skattinum fevnir um allar intøkur hjá pensjónistunum, og ikki kann avmarkast til bert at fevna um pensjónirnar. Frádrátturin, sum framman undan fevndi um grundupphæddina í pensjónunum, skal nú eisini fevna um ein part av ískoytunum, um skattaskipanin skal tryggja øllum pensjónistum hækkaðu pensjónirnar. Ein stórur partur av pensjónistunum hevur aðrar inntøkur enn pensjónirnar. Ískoytini til hesar pensjónistar minka, tá aðrar inntøkur fara upp um eina ávísa upphædd, men tey kunnu tó frameftir brúka frádráttin í sambandi við hesa inntøku. Eftir broytingunum sambært hesum uppskoti koma tey ikki at gjalda skatt av einum parti av hesi "aðrari" inntøku, sum tey higartil hava gjørt."

Í álitinum frá fíggjarnevndini, tann 22. mars 2000, stendur, at:

"Á fundinum við Almanna- og Heilsumálastýrið varð heitt á fíggjarnevndina um at seta fram broytingaruppskot í § 1, nr. 1, soleiðis, at tað verður gjørt heilt greitt, at upphæddirnar, ið nevndar verða, kunnu verða lækkaðar orsakað av inntøku og tí eru at rokna sum upphæddir í mesta lagi. Út frá hesum setir ein samd fíggjarnevnd fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, nr, 1, pkt. 15, verður aftaná "16.700 kr." sett inn "í mesta lagi".
  2. Í § 1, nr, 1, pkt. 16, verður aftaná "16.200 kr." sett inn "í mesta lagi" "

Lógaruppskotið varð samtykt við broytingaruppskotinum frá fíggjarnevndini.

Í innanhýsis notati hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, dagfest 16. mai 2000, frá fundi við Kurt Madsen á Toll- og Skattstovu Føroya, stendur skrivað, at:

"AHS hevur munnliga fingið at vita frá Kurt Madsen, Toll- og Skattstovu Føroya, at ætlanin var, at Almannastovan skuldi umsita løgtingslóg nr. 40, t.v.s. rokna út, hvussu nógv av viðbótini skuldi verða skattafrítt, og hvussu nógv av viðbótini skuldi skattast.

Upp á spurningin, um upphæddin sambært lóg nr. 40 var ein kompensatión fyri avlamisviðbótina. Svarið var, at upphæddin var ein kompensatión fyri avlamisviðbótina."

Landsstýrismálanevndin hevur biðið landsstýrismannin í fíggjarmálum um at koma við sínum viðmerkingum til málið.

Í skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 13. juni 2000, upplýsir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at inntøkufrádráttirnir ikki verða skrásettir í skráunum hjá Toll- og Skattstovuni, fyrr enn ávísir upplýsingar eru komnar frá Almannastovuni.

Upplýst verður, at:

"Viðvíkjandi inntøkufrádráttunum er at siga, at talan er um eitt avmarkað tal av persónum, ið skulu fáa hendan frádrátt. Almannastovan skal geva Toll- og Skattstovu Føroya yvirlit yvir persónarnar soleiðis, at tann í lógini ásetti frádrátturin kann skrásetast í skattaskipanunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Sambært áliti frá fíggjarnevndini, hevur Almanna- og Heilsumálastýrið á fundi við nevndina heitt á hana um at seta fram broytingaruppskot til § 1, nr. 1, soleiðis, at tað verður gjørt heilt greitt, at upphæddirnar, ið nevndar verða, kunnu verða lækkaðar orsakað av inntøku og tí eru at rokna sum upphæddir í mesta lagi. Út frá hesi áheitan setti fíggjarnevndin inn í lógina, at upphæddir skuldu skiljast sum "í mesta lagi".

Hvørki Fíggjarmálastýrið ella Toll- og Skattstovan vórðu spurd til ráðs um hesa broyting. Fíggjarmálastýrið roknar við, at orsøkin má vera, at talan er um eina almannapolitiska reglu, ið sett varð í skattalógina, og er hetta helst orsøkin til, at tað dregur út at fáa upplýsingarnar frá Almannastovuni til Toll- og Skattstovuna."

Viðlagt skrivinum, frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er avrit av skrivi frá Toll- og Skattstovu Føroya, dagfest 8. juni 2000, við viðmerkingum til málið.

Í sambandi við tað, sum landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum hevur upplýst um, at man í sambandi við broytingarnar í skattalógini gjørdi av at broyta lutfallið millum skattskylduga og ikki-skattskylduga partin av pensjónsútgjaldinum, og at hetta førdi við sær, at skattskylduga viðbótin sambært almannalógini minkaði, meðan serliga persónliga viðbótin eftir § 8 í kunngerðini um serligar viðbøtur hækkaði, viðmerkir Toll- og Skattstovan, at "skattalógarbroytingarnar ikki taka støðu til, um viðbøturnar í almannalógini skulu broytast, men einans til upphæddina av tí frádrátti pensjónistarnir skulu hava ávikavist í útroknaða skattinum (Ásetingarlógin) og samlaðu inntøkuni (Skattalógin)".

Í skrivinum verður eisini upplýst, at:

"Ætlanin var, at Almannastovan skuldi geva Toll- og Skattstovuni tær upplýsingar, sum vóru neyðugar fyri, at frádrátturin í inntøkuni kann verða lagdur automatiskt inn í fyribilsskránna, sum eisini stendur í viðmerkingunum. Hetta kann verða navn og p-talið á tí persóninum, sum verður ávirkaður av hesari broyting. T&S legði so frádráttin inn í fyribilsskránna, ella Almannastovan gjørdi hetta sjálv í samráð við Toll- og Skattstovuna."

Viðvíkjandi broytingini sum varð gjørd í fíggjarnevndini, verður upplýst, at:

"Hvussu upphæddirnar skulu lækka sambært inntøku, og hvørji inntøku roknast skal við, ella hvussu upphæddirnar skulu skiljast sum "í mesta lagi" er ógreitt fyri Toll- og Skattstovuni.

Toll- og Skattstovan kann tí bert hyggja eftir, at frádráttirnir ikki fara upp um mest loyvdu upphæddir, og soleiðis sum lógin er orðað, má T&S eisini krevja grundgeving fyri, hví ein frádráttarupphædd møguliga er lækkað orsakað av inntøku, og í mun til hvørja inntøku hon er lækkað.

Grundgevingin fyri hesum er, at T&S skal kunna geva einum borgara upplýsingar um, hvussu hann verður viðgjørdur skattliga. Tað kunnu vit ikki í løtuni, tí T&S ikki veit, hvussu Almanna- og Heilsumálastýrið umsitur broytingaruppskotið "í mesta lagi".

Landsstýrismálanevndin hevur biðið landsstýrismannin í Almanna- og Heilsumálum um at koma við sínum viðmerkingum til skrivið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Í skrivið til landsstýrismálanevndina, dagfest 19. juni 2000, upplýsir landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, at "tað er rætt, at skattalógarbroytingarnar einki siga um, hvussu hesar skulu umsitast, og tískil heldur einki siga um, hvørt broytingarnar skulu gerast í viðbótunum samb. almannapensjónslógini".

Landsstýrismaðurin ger í hesum sambandi vart við, "at eingin trupulleiki er av broytingunum í Ll. nr. 41 frá 24. mars 2000, tí hesin frádráttur ikki tekur hædd fyri inntøkuviðurskiftunum. Talan er einans um ein frádrátt í skattinum av samlaðu inntøkuni. Hesin frádráttur verður umsitin av Toll- og Skattastovuni."

Hinvegin sigur landsstýrismaðurin, at "viðv. Ll. nr. 40 frá 24. mars 2000 eru tað onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi. Her er talan um, at ein ávísur partur av pensjónini skal haldast uttan fyri skattskyldugu inntøkuna hjá ávikavist hægstu - og miðal fyritíðarpensjónistum."

Landsstýrismaðurin førir fram, at:

"Orsøkin til hesa broytingina er, at tann upphæddin, sum í dag nevnist viðbót, og sum er skattskyldug inntøka, er komin í staðin fyri 3 ymiskar viðbøtur, harav avlamisviðbótin var skattafrí. Av tí, at avlamisviðbótin var skattafrí, meðan øll viðbótin bleiv skattskyldug, merktu pensjónistarnir ikki ætlaðu pensjónshækkingina til fulnar. Politisk semja var tí í samgonguni, um, at veita hesum pensjónistum ein skattalætta heldur enn at fara og broyta viðbótina fyri hesar persónar. Hetta bleiv gjørt við omanfyrinevndu lóg, sum í prinsippinum verður umsitin á sama hátt, sum t.d. sjómansskatturin, t.v.s. at ein ávísur partur av pensjónini ikki verður skattaður."

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), við seinni broytingum, § 60, stk. 1 er ásett, at:

"Sum A-inntøka verður roknað:
1)...
2)...
....
9) Fiskipartar o.a.m. gjørdir upp sambært § 25a, stk. 3-7, tá hesir eru lækkaðir við 15%. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann tó í kunngerð áseta, at tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn 500.000,-, verður ikki lækkaður. Landsstýrimaðurin kann somuleiðis í kunngerð áseta, at reglan í 2. pkt. einans er galdandi fyri fiskimenn, sum eru mynstraðir við fiskifari skrásett í Føroyum, ella einans fyri fiskimenn, sum eru mynstraðir við fiskifari, sum ikki er skrásett í Føroyum."

Hendan ásetingin sigur heilt greitt, at landsstýrismaðurin fær heimild til við kunngerð at broyta høvuðsregluna um, at A-inntøka av fiskiparti skal lækkast við 15% fyri allar fiskimenn.

Í tí, sum á løgfrøðimáli verður nevnt "legalitetsprinsippið", liggur m.a. eitt krav um, at allar fyrisitingarligar avgerðir skulu hava lógarheimild. Snýr tað seg um tyngjandi fyrisitingaravgerðir, skal lógarheimildin ikki vera ivasom.

Legalitetsprinsippið inniheldur eisini eitt krav um, at ein lægri fyriskipað áseting ikki má stríða móti eini hægri fyriskipaðari áseting.

Lagt skal verða til merkis, at:
Í grundlógini § 43 verður m.a. ásett, at: "Ingen skat kan pålægges, forandres eller ophæves uden ved lov."

Í stýrisskipanarlógini § 41, stk. 1, verður ásett, at: "Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg."

Í bókini "Danmarks riges grundlov med kommentarer, redigeret af Henrik Zahle, Jurist- og Økonomforbundets forlag 1999" undir yvirskriftini "omfanget af delegationsforbudet" stendur á síðu 231 skrivað: "I praksis forefindes bestemmelser om dispensation og individuel tilladelse udelukkende i tilknytning til lovregler på indkomstsiden. Delegation anvendes således alene til fravigelse af bebyrdende bestemmelser. Selv om grl. § 43 ikke skelner mellem bebyrdende skattebestemmelser og begunstigende skattebestemmelser, må det hævdes, at grl. § 43 forhindrer, at der sker delegation til at fravige begunstigende regler på udgiftssiden (fradrag, henlæggelser, bundfradrag etc.). Se hertil Jens Olav Engholm Jacobsen m.fl. 1995 bd. 1 s. 67f."

Í hesum sambandi merkir ein "delegatión", at umsitingin fær delegerað lóggávuheimild frá Løgtinginum.

Í omanfyrinevnda skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 19. juni 2000, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, at: "Við at leggja skattafría partin av viðbótini aftrat sjúkrakassaviðbótini, so verður hesin útgoldin uttan um skattaskipanina soleiðis, sum broytingin í skattalógini ásetir. Av tí, at pensjónin verður inntøkuregulerað, so tekur útgjaldingin eisini hædd fyri orðingini í mesta lagi, tí at teir pensjónistar, sum bert fáa ein part av pensjónini útgoldnan, samstundis fáa teirra partvísa skattafrádrátt. Er talan um ein pensjónist, sum onga pensjón fær orsakað av inntøku, so fær hesin heldur ongan skattalætta orsakað av lógarbroytingini."

Upp á fyrispurning frá landsstýrismálanevndini upplýsir landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum eisini, at tað er Almannastovan, sum umsitur frádráttin í skattskyldugu inntøkuni til hægstu og miðal fyritíðarpensjónistar, og at hetta er gjørt í samráð við Toll- og Skattastovuna / Fíggjarmálastýrið, og heldur Almanna- og Heilsumálastýrið ikki nakran iva vera um, hvussu frádrátturin skal umsitast."

Viðvíkjandi at lata Toll- og Skattastovuni eitt yvirlit yvir teir persónarnar, sum eru fevndir av broytingunum í Ll. nr. 40, sigur landsstýrismaðurin, at "arbeitt verður við hesum, og at hetta yvirlitið skuldi kunna verið Toll- og Skattastovuni í hendi innan heilt stutta tíð. Talan er kortini einans um eitt yvirlit yvir teir persónar, sum skuldu havt ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri tíðarskeiðið jan. - apríl. Í hesum sambandi gerst neyðugt hjá Almannastovuni at finna fram til hesar persónarnar. Hetta kemst av, at skattabroytingarnar komu í gildi í mars, men høvdu virknað frá 1. jan. 2000. Tá hesar upplýsingarnar eru fingnar til vega, verða tær sendir Toll- og Skattastovuni soleiðis, at skattskylduga inntøkan hjá hesum persónum kann blíva niðurskrivað samsvarandi uppgerðini. Tá talan er um framtíðarárinini av Ll. nr. 40, so eru hesi longu innbygd í útgjaldingarskipanina hjá Almannastovuni."

Landsstýrismálanevndin hevur biðið landsstýrismannin í fíggjarmálum um at koma við viðmerkingum til skrivið frá Toll- og Skattstovu Føroya og í hesum sambandi eisini um at svara nøkrum spurningum. Harumframt er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum biðin um at koma við sínum viðmerkingum til skrivið frá landsstýrismanninum í Almanna- og Heilsumálum.

Í skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 26. juni 2000, upplýsir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at:

"Toll- og Skattstova Føroya umsitur skattalóggávuna og harvið eisini teir frádráttir, ið skattalóggávan til eina og hvørja tíð heimilar. Evstu fyrisitingarligu ábyrgd í álíkning av tí einstaka borgaranum hevur Toll- og Skattaráð Føroya.

Tá ið um frádráttir ræður, er meginreglan tann, at tann einstaki skattaborgarin sjálvur á fyribilsskjali og sjálvuppgávu upplýsir skattavaldinum inntøkur og frádráttir sínar.

Vanligt er tó, bæði í Føroyum og grannalondum okkara, at skattavaldið fær upplýsingar beinleiðis frá kelduni at nýta í álíkningini. Í summum førum er hetta ásett í lóggávuni, og í øðrum er tað sambært umsitingarligari siðvenju. Hetta verður gjørt bæði fyri at lætta um hjá borgarunum og fáa álíkningina effektivari og rættari."

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upplýsir í hesum sambandi, at:

"Frádráttirnir sambært løgtingslóg nr. 40 frá 24. mars 2000 skulu, sum áður nevnt, umsitast á tann hátt, at Almannastovan finnur fram til, hvørjir persónar skulu hava frádrátt, og hvussu nógv frádrátturin hjá hvørjum einstøkum møguliga skal minkast.

Toll- og Skattstova Føroya kannar síðan rættleikan av frádráttunum og leggur teir inn í fyribilsálíkningarskipanina og seinni skipanina fyri endaligu álíkningina."

Viðvíkjandi tulkingini av orðunum "í mesta lagi" skrivar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at:

"Toll- og Skattstova Føroya upplýsir, at tá upplýsingarnar um frádráttir koma frá Almannastovuni, fer stovnurin og Toll-og Skattaráð Føroya at meta, um hesir eru samsvarandi galdandi lóggávu, og eru teir ikki tað, fer stovnurin beinanvegin at seta seg í samband við Almanna- og Heilsumálastýrið og Almannastovuna fyri at fáa hetta rættað.

Fíggarmálastýrið er annars av tí áskoðan, at so skjótt høvi verður til tað, má lógarteksturin gerast greiðari. Útgreinast má, hvørjar inntøkur roknast skal við, tá frádráttarlækking skal gerast, og hvussu henda lækking skal gerast."

Eftir áheitan frá nevndarskrivaranum hevur Fíggjarmálastýrið, í skrivi dagfest 29. juni 2000, útgreinað sínar viðmerkingar til skrivið frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum nærri. Fíggjarmálastýrið skrivar, at:

"Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstova Føroya ásanna, at Almanna- og Heilsumálastýrið og Almannastovan leggja upp til eina lækking av skattafrádráttinum hjá pensjónistum. Tað má helst vera rætt at lækka frádráttin í summum førum, tá lógin ásetir, at frádrátturin skal vera í mesta lagi….

Almanna- og Heilsumálastýrið og Almannastovan leggja eisini upp til, at frádrátturin verður lækkaður orsakað av inntøku. Hetta má helst eisini vera rætt, tá tað er í samsvar við álitið frá fíggjarnevndini.

Tá lóg og álit ikki geva nærri útgreiningar, kunnu Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstova Føroya ikki við síni núverandi vitan taka støðu til, um tann takt, Almanna- og Heilsumálastýrið og Almannastovan leggja upp til at lækka frádráttin eftir, er í samsvari við galdandi lóg.

Toll- og Skattstova Føroya metir tað teknisku loysnina, sum almannamyndugleikarnir leggja upp til, at vera eina brúkbara loysn."

Næsti spurningurin er, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur heimild til at lækka ta lógarásettu skattskyldugu pensjónina og ístaðin hækka ta umsitingarligt ásettu skattafríu pensjónina, vísandi til eina áseting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt um frádrátt í skattskyldugu inntøkuni?

Triði spurningurin er, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimild til at lata vera við at geva hægstu og miðal fyritíðarpensjónistum tann í løgtingslóg um landsskatt og kummunuskatt ásetta serliga frádráttin í skattskyldugu inntøkuni, vísandi til at hesi reint teknist og fyri ein part hava fingið ein samsvarandi frádrátt í skattskyldugu pensjónini?

Hevur "legalitetsprinsippið" og ásetingin í stýrisskipanarlógini, um at "Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.", nakran týdning í sambandi við hesar báðar spurningarnar?

Viðbøtur

Umframt omanfyrinevndu grundupphædd og viðbót, kann sambært almannapensjónslógini verða veitt einum pensjónisti barnaviðbót, hjálparviðbót, røktarviðbót og/ella persónlig viðbót.

Sambært § 29, nr. 13, í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt teljast hesar viðbøtur ikki við til skattskyldugu inntøkuna.

"Persónlig viðbót kann verða veitt einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor" (§ 12 í almannapensjónslógini).

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur m.a., at "Persónlig viðbót kann verða veitt pensjónistum, sum hava serliga trupul kor. Fyrsta fyritreytin fyri at veita persónliga viðbót er, at talan er um stuðul til eina rímiligt grundaða stakútreiðslu ella til rímiligar og neyðugar framhaldandi útreiðslur hjá pensjónistinum. Mett verður, um tað, sum pensjónisturin søkir um eyka stuðul til, er neyðugt og rímiligt, um kostnaðurin er á einum rímiligum støði, ella um trupulleikin kann loysast á annan ódýrari hátt. Onnur fyritreytin er, at pensjónisturin ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur. Kannað verður, um pensjónisturin sjálvur hevur pening at gjalda fyri, ella um hann hevur fastogn ella leysafæ, sum við sølu kann geva pensjónistinum tann pening, sum søkt verður um ískoyti til. Somuleiðis verður inntøka hjá pensjónistinum kannað, og mett verður, um inntøkan er á einum slíkum støði, at viðkomandi átti at verið førur fyri sjálvur at gjalda. Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður ein ítøkilig meting av fíggjarliga tørvinum gjørd sum grundarlag fyri støðutakanini til stuðul. Føstu útreiðslur pensjónistsins, ið verða mettar neyðugar, verða sammettar við inntøku hansara."

Við skrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum til almannastovuna, dagfest 13. januar 2000, verður boðað frá, at:

"Almanna- og heilsumálastýrið hevur tikið støðu til, hvussu farast skal fram viðv. teimum pensjónistunum, sum vegna nýggju lógina vildu fáa eina lægri veiting enn frammanundan. Ein kunngerð hesum viðvíkjandi er gjørd, men hon verður ikki lýst, innan februar-pensjónin skal gjaldast út.

Landsstýrismaðurin fer tí við hesum skrivi at áleggja Almannastovuni at gjalda pensjónirnar fyri februar samsvarandi uppskotinum til kunngerð.

Somuleiðis skal Almannastovan hesa ferð gjalda út serligu viðbøturnar fyri bæði januar og februar, tí kunngerðin fær virknað frá 1. januar 2000.

Viðvíkjandi %-satsinum fyri uppihaldsútreiðslur í sambandi við tørvsmetingar, verður neyðugt at nýta gamla satsin (60%) hesaferð, av tí at stundir ikki verða at kanna, um hesin skal broytast. Vendast kann aftur til hendan satsin, tá vegleiðingarnar verða endurskoðaðar seinni í hesum mánaðinum.

Fyri at eingin misskiljing skal vera, kann upplýsast, at upphæddirnar á serligu viðbótunum eru:

§ 8: 160 kr./mðr.
§ 9: 721 kr./mðr.
§ 10: 856 kr./mðr.
§ 11: 759 kr./mðr.
§ 12: 312 kr./mðr.

Viðbøturnar samb. §§ 8 og 10-12 verða inntøkureguleraðar. Allar viðbøturnar verða goldnar skattafrítt sum vanligar persónligar viðbøtur."

Við kunngerð nr. 8. frá 11. februar 2000 hevur Almanna- og Heilsumálastýrið sett í gildi reglur um persónliga viðbót, vísandi til heimild í § 12 í almannapensjónslógini. Talan er um tvey sløg av viðbøtum, vanligar persónligar viðbøtur (§§ 1-7) og serligar persónligar viðbøtur (§§ 8-13).

Í skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 27. mai 2000, upplýsir landsstýrismaðurin, at "Løgtingið partvís hevur samtykt" tær serligu persónligu viðbøturnar, ella "skiftisveitingarnar", sum landsstýrismaðurin eisini kallar tær.

Landsstýrismaðurin upplýsir harumframt, "at tá veittar verða serligar persónligar viðbøtur / skiftisveitingar, so verður ikki farið undir eina konkreta meting av fíggjarviðurskiftunum hjá pensjónistinum í hvørjum einstøkum føri, eins og gjørt verður, tá talan er um vanligu persónligu viðbøturnar, sum pensjónisturin søkir um". Upplýst verður tó, at inntøkureguleringin sambært § 19 í almannapensjónslógini merkir, at serligu persónligu viðbøturnar falla burtur, áðrenn inntøkuhámarkið fyri vanligari persónligari viðbót er rokkið. Landsstýrismaðurin førir fram, at serligu persónligu viðbøturnar tískil lúka treytirnar um serliga trupul kor.

Í sambandi við ásetingina í § 13 í kunngerðini vísir landsstýrismaðurin á, at umsitingin av skiftisviðbótunum verður foreinklað soleiðis, at ikki verður neyðugt at fara inn í konkreta málsviðgerð í hvørjum einstøkum føri. Ein slík umsiting hevði verið ógjørlig hjá Almannastovuni við verandi arbeiðsorku. Men, sigur landsstýrismaðurin, pensjónistarnir, sum fáa skiftisviðbøtur eftir §§ 8 og 11 – 12, lúka kortini inntøkukrøvini í §§ 5 - 6 í kunngerðini.

Upplýst verður, at tá talan er um skiftisveitingarnar, verður eingin beinleiðis inntøku- og ognaruppgerð gjørd. Ført verður fram, at talan heldur ikki er um varandi veitingar, tí §§ 9 og 11 - 12 gerast óvirknar í seinasta lagi 01.01.2001. Viðv. sjúkrakassaviðbótini eftir § 8 so upplýsir landsstýrismaðurin, at ætlanin er at broyta sjúkrakassalógina í heyst, og verður hendan skiftisupphæddin samstundis tikin burtur. Sagt verður, at hetta merkir, at einans § 10-veitingin verður verandi eftir í ár 2001, men hon er ásett í Ásetingarlógini.

Í § 8 í hesi kunngerð er ásett, at "øllum pensjónistum verður latin ein upphædd á 160 kr. um mánaðin". Tað er eisini ásett, at upphæddin er eitt endurgjald fyri gjaldið til sjúkrakassarnar, og hon verður inntøkuregulerað samsvarandi reglunum í § 19 í almannapensjónslógini.

Sambært § 20 í "almannapensjónslógini" verður inntøkureguleringin (jbr. § 19) gjørd við grundarlagi í einum inntøkugrundarlagi, sum er "skattskylduga inntøkan sambært skattalógini, undantikið sosialar pensjónir, herímillum pensjónir eftir hesi lóg.....".

Einhvør fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku oman fyri 20.600,-, hevur hereftir rætt til at fáa útgoldið kr. 53.748,-, um hann er giftur, og kr. 69.920,-, um hann er stakur, og ikki kr. 53.588,-, um hann er giftur, og kr. 69.760,-, um hann er stakur, sum annars ásett í "ásetingarlógini".

Einhvør hægsti, miðal ella lægsti fyritíðarpensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku oman fyri 41.200,-, hevur hereftir rætt til at fáa útgoldið ávikavist 93.076,-, 69.712,- ella 49.744,-, um hann er giftur, og ávikavist kr. 108.256,-, 75.952 ella 52.648,-, og ikki ávikavist kr. 92.916,-, 69.552,- ella 49.584,-, um hann er giftur, og ávikavist kr. 108.096,-, 75.792,- ella 52.488,-, um hann er stakur, sum annars ásett í "ásetingarlógini".

Sambært § 11, stk. 1, 2. pkt., í avtiknu "fólkapensjónslógini" (lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om folkepension", sbr. lógarkunngerð nr. 103 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997) var ásett, at "For hver pensionist ydes herudover et beløb, svarende til det normale årlige bidrag for et nydende medlem af sygekassen." Hendan ella ein líknandi áseting varð ikki endurtikin í nýggju "almannapensjónslógini".

Millum skiftisreglurnar í nýggju "almannapensjónslógini" eru ongar skiftisskipanir ásettar í sambandi við, at "sjúkrakassaviðbótin" varð avtikin.

Í omanfyrinevnda skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 27. mai 2000, upplýsir landsstýrismaðurin, at "Tá nýggja lógin varð gjørd, varð henda upphæddin ikki tikin við, og mett var rættast ikki at broyta lógina um áseting og javning av almannaveitingum og hækka viðbótina við sjúkrakassagjaldinum, tí landsstýrismaðurin ætlaði at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið í ár 2000, har øll, eisini pensjonistarnir, sluppu undan at gjalda sjúkrakassagjald, eins og í dag."

Í skrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, dagfest 1. juni 2000, verður upplýst, at kostnaðurin av sjúkrakassaviðbótini smb. § 8 í kunngerðini er uml. 8,57 mió. kr., har fortreytirnar eru framrokningar gjørdar við støði í útgjaldingunum fyri mánaðirnar jan. – apr. (tvs. bókingarnar fyri jan., feb. og mars). Upplýst verður eisini, at frá apríl mánaði er skattafríi parturin av vanligu viðbótini eisini bókaður saman við sjúkrakassaviðbótini.

Fjórði spurningurin kann býtast í tveir høvuðsspurningar:

1. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, uttan lógarásettar skiftisreglur, útseta ígildissetanina av reglunum í nýggju almannapensjónslógini, sum innibera at sjúkrakassaviðbótin dettur burtur?

2. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, við eini persónligari viðbót og uttan at ein ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, hækka pensjónirnar hjá øllum pensjónistum, sum ikki hava aðra inntøku umframt pensjónina, vísandi til at hesi hava serliga trupul kor?

2a. Hevur tað í hesum sambandi nakran týdning, at Løgtingið beint frammanundan við lóg ásetti pensjónsupphæddirnar til pensjónistar, sum ikki hava aðra inntøku umframt pensjónina, ella er tað so, at Løgtingið ikki tekur hædd fyri korunum hjá pensjónistunum, tá pensjónsupphæddir verða ásettar, men letur hetta til landsstýrismannin at meta um?

2b. Hevur tað í hesum sambandi nakran týdning, at tað ikki verður hugt at ognarviðurskiftunum hjá pensjónistunum, hóast viðmerkingarnar til lógarheimildina fyri at veita persónliga viðbót m.a. seta sum eina fyritreyt, at ognar- og inntøkuviðurskiftini hjá pensjónistinum eru soleiðis, at hann ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur?

§ 10 í almannapensjónslógini ásetir, at "Barnaviðbót verður veitt einum pensjónisti, sum hevur uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis einum barni undir 18 ár.
Stk. 2. Hava fleiri pensjónistar uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis sama barni, verður barnaviðbót útgoldin til tann, sum er álagdur at rinda gjald til barnið, ella um gjald ikki er ásett, til tann, sum einsamallur ella í størstan mun uppiheldur ella hevur uppihildið barninum.
Stk. 3. Barnaviðbót verður útgoldin við somu upphædd fyri hvørt barnið sum vanliga gjaldið eftir lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
Stk. 4. Barnaviðbót verður ikki veitt í førum, sum nevnd eru niðanfyri:
um pensjónisturin býr saman við einum persóni, ið ikki er pensjónistur, og hesin hevur uppihaldsskyldu mótvegis sama barni,
um pensjónisturin fær ella hevur rætt til gjald eftir 1. ella 2. parti í lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. ella beinleiðis móttekur gjald frá tí uppihaldsskylduga,
um barnið er uppihildið uttan fyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni.
Stk. 5. Barnaviðbótin verður útgoldin eina ferð um mánaðin saman við pensjónini.
Stk. 6. Broyting av barnatali undir 18 ár hjá einum pensjónisti fær gildi frá 1. í mánaðinum aftaná broytingina."

Í mun til gomlu "fólkapensjónslógina" eru treytirnar fyri at fáa barnaviðbót herdar eftir nýggju "almannapensjónslógini". Hetta er í sambandi við ásetingina um, at barnaviðbót ikki verður veitt tá pensjónisturin býr saman við einum persóni, ið ikki er pensjónistur, og hesin hevur uppihaldsskyldu mótvegis sama barni.

Upphæddin, talan er um, er at finna í "ásetingarlógini" § 3 og ljóðar upp á kr. 8.652,- árliga.

Millum skiftisreglurnar í nýggju "almannapensjónslógini" eru ongar skiftisskipanir ásettar í sambandi við, at treytirnar fyri at fáa barnaviðbót eru herdar.

Í § 9 í omanfyrinevndu kunngerð um persónliga viðbót er ásett, at "teimum pensjónistum, sum frammanundan hevur verið veitt barnaviðbót, men sum ikki longur hava rætt til hesa sambært lógini, verður veitt ein skiftisupphædd svarandi til barnaviðbótina." Tað er eisini ásett, at upphæddin verður latin í eitt ár, og ikki er tengd at fíggjarligu støðuni hjá pensjónistinum.

Í omanfyrinevnda skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 27. mai 2000, upplýsir landsstýrismaðurin, at "Siðvenjan eftir gomlu lógini var tann, at ein sambúgvandi (ikki-giftur) pensjónistur, sum livdi saman við tí, sum hevði uppihaldsskyldu mótvegis barninum, fekk barnaviðbót, meðan hesin sami onga viðbót fekk, um hann var giftur. Eftir nýggju lógini verður viðbótin heldur ikki veitt teimum, sum eru sambúgvandi. Um hendan viðbót fall burtur pr. 1. jan. 2000, uttan at pensjónisturin hevði møguleika fyri at fyrireika seg til hetta, vildu hesir pensjónistar verið sera illa fyri fíggjarliga, tí tey vildu mist 721 kr. um mánaðin pr. barn. Landsstýrismaðurin helt tí, at rættast var at veita hesum pensjónistunum eina skiftisveiting í eitt ár, har boðað bleiv frá, at veitingin fall burtur 1. jan. 2001. Av tí, at veitingin er tíðaravmarkað, og at tað vildi verið sera trupult hjá hesum pensjónistunum, um viðbótin bara fall burtur, verður mett, at kravið um serliga trupul kor er rokkið. Tá talan er um eina barnaviðbót, skal hendan eisini síggjast í ljósinum av, at hon knýtir seg at teimum eykaútreiðslum, ið standast av barni/børnum, og ikki er ein "lønarinntøka" eins og vanliga pensjónin. Hendan skiftisviðbótin verður ikki inntøkuregulerað við m.a. teirri grundgeving, at barnaviðbót ikki verður íroknað, tá inntøkumørkini fyri veitan av persónligari viðbót, sambært § 5, stk. 4, og § 6, stk. 4, í kunngerðini verða gjørd upp. Hetta er í tráð við tær leiðbeiningar og siðvenju, sum var galdandi frammanundan hesari kunngerðini."

Í skrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, dagfest 1. juni 2000, verður upplýst, at ein meting frá Almannastovuni er, at uml. 85 barnaviðbøtur verða útgoldnar sambært kunngerðini, og at kostnaðurin av hesum er uml. 7-800.000,- kr., har fortreytirnar eru framrokningar, gjørdar við støði í útgjaldingunum fyri mánaðirnar jan. – apr. (tvs. bókingarnar fyri jan., feb. og mars).

Fimti spurningurin kann eisini býtast í tveir høvuðsspurningar:

1. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, uttan lógarásettar skiftisreglur, útseta ígildissetanina av herdu reglunum í nýggju almannapensjónslógini fyri at fáa barnaviðbót?

2. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, uttan at ein ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, veita teimum, sum missa barnaviðbótina eina persónliga viðbót, vísandi til at nýggju reglurnar innibera, at korini hjá hesum pensjónistunum verða serliga trupul?

2a. Hevur tað nakað at siga, at tað er Løgtingið sum hevur ásett nýggju reglurnar, ella tekur Løgtingið ikki hædd fyri korunum hjá pensjónistunum, tá pensjónsupphæddir verða ásettar, men letur hetta til landsstýrismannin at meta um?

2b. Hevur tað í hesum sambandi nakran týdning, at tað ikki verður hugt at hvørki inntøku- ella ognarviðurskiftunum hjá pensjónistunum, hóast viðmerkingarnar til lógarheimildina fyri at veita persónliga viðbót m.a. seta sum eina fyritreyt, at ognar- og inntøkuviðurskiftini hjá pensjónistinum eru soleiðis, at hann ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur?

§ 7, stk. 2, í ásetingarlógini ásetir, at: "Pensjónistur, sum er giftur við ikki-pensjónisti, sum áðrenn 1. januar 2000 fekk eina hægri grundupphædd, varðveitir rættin til hesa upphædd so leingi, sum hjúnafelagin ikki er pensjónistur. Munurin millum ta grundupphædd, pensjónisturin hevði rætt til sambært lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum og hesi lóg, verður útgoldin sum persónlig viðbót."

Grundupphæddin eftir lóg nr. 107 frá 22. desember 2000 § 3 er kr. 39.756,- til gift hvør. Í viðmerkingunum til § 3 stendur, at "Ein giftur pensjónistur er ein persónur, sum er giftur við einum pensjónisti ella við einum, sum ikki er pensjónistur."

Grundupphæddin eftir lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 § 3, sum javnað við kunngerð nr. 9 frá 26. januar 1999, var kr. 50.028,- til hjún annað og støk. Sambært gomlu "fólkapensjónslógini" § 3 var tað bara, tá hjúnafelagin eisini fekk pensjón, at ein bara hevði rætt til ta lægru grundupphæddina. Skerdu grundupphæddirnar til avlamispensjónistar (herundir hjún) eftur gomlu avlamispensjónslógini hava ikki týdning í hesum sambandi, við tað at tær eru lægri enn lægra grundupphæddin eftir nýggju "almannapensjónslógini". Grundupphæddin á kr. 50.028,- er tann sama sum hægra grundupphæddin (til støk) eftir lóg nr. 107 frá 22. desember 2000.

Í § 10 í omanfyrinevndu kunngerð um persónliga viðbót er ásett, at "Øllum pensjónistum, sum eru giftir við ikki-pensjónisti, og sum frammanundan fingu eina hægri grundupphædd, verður, samsvarandi § 7, stk. 2, í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, veitt ein serlig persónlig viðbót svarandi til munin ímillum grundupphæddina fyri ávíkavist støk og gift.
Stk. 2. Hendan viðbótin verður bert veitt so leingi, sum hjúnafelagin ikki er pensjónistur.
Stk. 3. Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður viðbótin inntøkuregulerað samsvarandi reglunum í § 19 í lógini."

Tey, ið eru fevnd av § 10, fáa hereftir sum útgangsstøði eina meirveiting upp á 50.028-39.756=10.272,- kr.

Burtursæð frá ásetingini í stk. 3 um inntøkuregulering og samanberingina millum støk og gift heldur enn millum gomlu og nýggju grundupphæddina er § 10 ein beinleiðis endurgeving av § 7, stk. 2, í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum. Sum sæst omanfyri, so er upphæddin tann sama, tá samanborið verður millum støk og gift, sum tá samanborið verður millum gomlu og nýggju grundupphæddina, og grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum eftir gomlu lógini skuldi eisini inntøkuregulerast.

Í skrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, dagfest 1. juni 2000, verður upplýst, at kunngerðin íroknað skiftisveitingarnar smb. ásetingarlógini kostar uml. 17,97 mió. (skiftisupphædd til viðbót og grundupphædd og sjúkrakassaviðbót), og at sjálv kunngerðin kostar uml. 10,91 mió. kr. (skiftisupphæddin til viðbót og sjúkrakassaviðbót), um skiftisveitingarnar fyri grundarupphæddina verða frároknaðar, og har fortreytirnar eru framrokningar, gjørdar við støði í útgjaldingunum fyri mánaðirnar jan. – apr. (tvs. bókingarnar fyri jan., feb. og mars). Kostnaðurin av skiftisveitingini fyri grundupphæddina má sostatt verða 17,97 – 10,91 = uml. 7,06 mió. kr.

Í § 11 í omanfyrinevndu kunngerð um persónliga viðbót er ásett, at "Teimum, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, og eru gift við einum ikki-pensjónisti, og sum harvið framman undan fingu eina hægri viðbót, verður veitt ein serlig persónlig viðbót svarandi til 60% av muninum ímillum viðbøturnar fyri ávikavist støk og gift.
Stk. 2. Hendan viðbótin verður bert veitt so leingi, sum hjúnarfelagin ikki er pensjónistur, tó í mesta lagi í eitt ár.
Stk. 3. Hendan viðbótin verður inntøkuregulerað samsvarandi reglunum í § 19 í lógini."

Tey, ið eru fevnd av § 11, fáa hereftir sum útgangsstøði eina meirveiting uppá 60% av 68.340-53.160=9.108,- kr.

Árligu veitingarnar umframt grundupphæddina eftir lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 § 3, sum javnaðar við kunngerð nr. 9, frá 26. januar 1999, til hægstu avlamispensjónistar, sum vóru giftir við einum ikki-pensjónisti og sum ikki høvdu arða inntøku, vóru avlamisviðbót á kr. 23.304,-, pensjónsviðbót á kr. 7.728,- og óarbeiðsførisviðbót á kr. 32.304,-, í alt kr. 63.336,-.

Viðbótin til hægstu fyritíðarpensjónistar, eftir lóg nr. 107 frá 22. desember 2000 § 3 er kr. 53.160,- til gift hvør.

Millum skiftisreglurnar í nýggju "almannapensjónslógini" eru ongar skiftisskipanir ásettar í sambandi við hesa lækkingina í veitingunum til hægstu fyritíðarpensjónistar, sum eru giftir við einum ikki-pensjónisti. Ásetingarlógin hevur heldur ongar skiftisreglur í sambandi við hesa lækking, t.d. samsvarandi tí skiftisreglu, sum er galdandi fyri grundupphæddina.

Í skrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, dagfest 1. juni 2000, verður upplýst, at kostnaðurin av §§ 11 og 12 í kunngerðini er uml. 2,34 mió. kr, har fortreytirnar eru framrokningar gjørdar við støði í útgjaldingunum fyri mánaðirnar jan. – apr. (tvs. bókingarnar fyri jan., feb. og mars).

Sætti spurningurin kann eisini býtast í tveir høvuðsspurningar:

1. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, uttan lógarásettar skiftisreglur, útseta ígildissetanina av lækkingini í tí veiting, sum hægstu fyritíðarpensjónistar, ið eru giftir við einum ikki-pensjónisti, skulu fáa, sambært nýggju almannapensjóns- og ásetingarlógini?

2. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, við eini persónligari viðbót, og uttan at ein ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, hækka pensjónirnar hjá øllum hægstu fyritíðarpensjónistum, ið eru giftir við einum ikki-pensjónisti. og sum ikki hava aðra inntøku umframt pensjónina, vísandi til at hesi hava serliga trupul kor?

2a. Hevur tað í hesum sambandi nakran týdning, at Løgtingið beint frammanundan við lóg ásetti hesar pensjónsupphæddirnar, ella tekur Løgtingið ikki hædd fyri korunum hjá pensjónistunum, tá pensjónsupphæddir verða ásettar, men letur hetta til landsstýrismannin at meta um?

2b. Hevur tað í hesum sambandi nakran týdning, at tað ikki verður hugt at ognarviðurskiftunum hjá pensjónistunum, hóast viðmerkingarnar til lógarheimildina fyri at veita persónliga viðbót m.a. seta sum eina fyritreyt, at ognar- og inntøkuviðurskiftini hjá pensjónistinum eru soleiðis, at hann ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur?

Í § 12 í omanfyrinevndu kunngerð um persónliga viðbót er ásett, at "Teimum, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, og eru gift við einum ikki-pensjónisti, og sum harvið framman undan fingu eina hægri viðbót, verður veitt ein serlig persónlig viðbót svarandi til 60% av muninum ímillum viðbøturnar fyri ávikavist støk og gift.
Stk. 2. Hendan viðbótin verður bert veitt so leingi, sum hjúnarfelagin ikki er pensjónistur, tó í mesta lagi í eitt ár.
Stk. 3. Hendan viðbótin verður inntøkuregulerað samsvarandi reglunum í § 19 í lógini."

Tey, ið eru fevnd av § 12, fáa hereftir sum útgangsstøði eina meirveiting upp á 60% av 36.036-29.796=3.744,- kr.

Veitingarnar umframt grundupphæddina eftir lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 § 3, sum javnaðar við kunngerð nr. 9, frá 26. januar 1999 til miðal avlamispensjónistar, sum vóru giftir við einum ikki-pensjónisti, og sum ikki høvdu aðra inntøku, vóru avlamisviðbót á kr. 23.304,-, og pensjónsviðbót á kr. 7.728,-, í alt kr. 31.032,-.

Viðbótin til miðal fyritíðarpensjónistar, eftir lóg nr. 107 frá 22. desember 2000 § 3 er kr. 29.796,- til gift hvør.

Millum skiftisreglurnar í nýggju "almannapensjónslógini" eru ongar skiftisskipanir ásettar í sambandi við hesa lækkingina í veitingunum til miðal fyritíðarpensjónistar, sum eru giftir við einum ikki-pensjónisti. Ásetingarlógin hevur heldur ongar skiftisreglur í sambandi við hesa lækking, t.d. samsvarandi tí skiftisreglu, sum er galdandi fyri grundupphæddina.

Í skrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, dagfest 1. juni 2000, verður upplýst, at kostnaðurin av §§ 11 og 12 í kunngerðini er uml. 2,34 mió. kr, har fortreytirnar eru framrokningar gjørdar við støði í útgjaldingunum fyri mánaðirnar jan. – apr. (tvs. bókingarnar fyri jan., feb. og mars).

Sjeyndi spurningurin kann eisini býtast í tveir høvuðsspurningar:

1. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, uttan lógarásettar skiftisreglur, útseta ígildissetanina av lækkingini í tí veiting, sum miðal fyritíðarpensjónistar, ið eru giftir við einum ikki-pensjónisti, skulu fáa, sambært nýggju almannapensjóns- og ásetingarlógini?

2. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, við eini persónligari viðbót, og uttan at ein ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, hækka pensjónirnar hjá øllum miðal fyritíðarpensjónistum, ið eru giftir við einum ikki-pensjónisti, og sum ikki hava aðra inntøku umframt pensjónina, vísandi til at hesi hava serliga trupul kor?

2a. Hevur tað í hesum sambandi nakran týdning, at Løgtingið beint frammanundan við lóg ásetti hesar pensjónsupphæddirnar, ella tekur Løgtingið ikki hædd fyri korunum hjá pensjónistunum, tá pensjónsupphæddir verða ásettar, men letur hetta til landsstýrismannin at meta um?

2b. Hevur tað í hesum sambandi nakran týdning, at tað ikki verður hugt at ognarviðurskiftunum hjá pensjónistunum, hóast viðmerkingarnar til lógarheimildina fyri at veita persónliga viðbót m.a. seta sum eina fyritreyt, at ognar- og inntøkuviðurskiftini hjá pensjónistinum eru soleiðis, at hann ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur?

Í § 14, stk. 2, í omanfyrinevndu kunngerð um persónliga viðbót er ásett, at "Leypandi persónligar viðbøtur, sum eru játtaðar innan 1. januar 2000, verða ikki ávirkaðar av hesi kunngerð, fyrr enn tær verða endurskoðaðar, ella í seinasta lagi 1. januar 2001."

Millum skiftisreglurnar í nýggju "almannapensjónslógini" eru ongar skiftisskipanir ásettar í sambandi við møguligar broytingar í leypandi persónligum viðbótum, sum hava beinleiðis grundarlag í teimum broytingunum, sum eru gjørdar í sjálvari lógini.

Tað er hvørki kannað ella staðfest, um broytingar verða í leypandi persónligum viðbótum, sum hava beinleiðis grundarlag í teimum broytingunum, sum eru gjørdar í sjálvari lógini.

Áttandi spurningurin er, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur heimild til at útseta ígildissetanina av møguligum broytingum í leypandi persónligum viðbótum, sum hava beinleiðis grundarlag í teimum broytingunum, sum eru gjørdar í sjálvari lógini?

Stuðul til hjálpiráð/avlamisveiting
Í gomlu "avlamispensjónslógini" § 16, stk. 1 var ein áseting um, at "Invalider, der har en sådan erhvervsindtægt, at de efter den i § 3, stk. 5, foreskrevne bedømmelse ikke har ret til invalidepension, men hvis invaliditet lægeligt bedømt er så alvorlig, at de ville have ret til pension efter § 3, stk. 2, eller stk. 3, hvis de ikke havde erhvervsmæssigt arbejde, er berettiget til en invaliditetsydelse. Berettiget hertil er også personer, der på grund af alvorlig høreskade har svære kontaktvanskeligheder."

Avlamisveitingarnar eftir lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 § 3, sum javnaðar við kunngerð nr. 9, frá 26. januar 1999, vóru til hjún hvør kr. 18.228,-, til hjún annað og støk kr. 22.440,-, og til hjún (hin fær avlamisveiting) kr. 5.820,-. (Avlamisískoyti (fólkapens við avl. veiting) kr. 4.932,-)

Hesar ella líknandi ásetingar vórðu ikki endurtiknar í nýggju "almannapensjónslógini".

Í viðmerkingunum til nýggju "almannapensjónslógina" verður sagt, at: "Henda veiting fellur burtur. Hetta kemst av, at sambært uppskotinum verður øll fyritíðarpensjónin inntøkuregulerað, og fellur pensjónin harvið burtur, tá pensjónisturin hevur inntøku yvir eina ávísa upphædd. Tí verður mett, at rættast er, at avlamisveitingin fellur burtur. Mett verður eisini, at henda veiting ikki er so neyðug sum fyrr. Avlamisveitingin skuldi dekka tær eykaútreiðslur, brekið hevði havt við sær. Aðrar lógir og aðrar skipanir, so sum forsorgarlógin og avsláttur við strandferðsluni, dekka sama endamál."

Ongar broytingar eru tó gjørdar í forsorgarlógini hesum viðvíkjandi.

Millum skiftisreglurnar í nýggju "almannapensjónslógini" eru ongar skiftisskipanir ásettar í sambandi við, at avlamisveitingin skuldi detta burtur. Ásetingarlógin hevur heldur ongar skiftisreglur í hesum sambandi t.d. samsvarandi tí skiftisreglu, sum er galdandi fyri grundupphæddina.

§ 18 í Lb. nr. 100 af 02.03.1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við Ll. nr. 48 frá 10.05.1999, er soljóðandi:

18. Når det anses for påkrævet af hensyn til en persons mulighed for fremtidig at klare sig selv og sørge for sin familie, kan der ydes pågældende hjælp til uddannelse og erhvervsmæssig optræning eller omskoling.
Stk. 2. Hvis det skønnes rimeligt ud fra den pågældendes økonomiske forhold, kan der ydes hjælp til anskaffelse af værktøj og arbejdsmaskiner, når det er af afgørende betydning for en person med nedsat erhvervsevne.
Stk. 3. Der kan endvidere ydes hjælp til iværksættelse af selvstændig virksomhed. Hjælpen kan ydes som lån, når det findes rimeligt under hensyn til pågældendes fremtidige erhvervsmuligheder.
Stk. 4. Til invalidepensionister, der har en uudnyttet delvis erhversevne i behold, kan der ydes et rentefrit lån svarende til højst 2 års pension, når der herved kan opnås en varig forbedring af pågældendes erhvervsevne.
Stk. 5. Til personer med invaliditet eller varig sygdoms- eller aldersbetinget svagelighed kan der ydes støtte til medicin, hjælpemidler, herunder merudgifter til særlige beklædningsgenstande, som,
1) er nødvendige for, at den pågældende kan udøve et erhverv, eller
2) i væsentlig grad kan afhjælpe pågældendes lidelse, eller
3) i væsentlig grad kan lette den daglige tilværelse i hjemmet.
stk. 6. Landsstyret kan fastsætte nærmere regler om ydelser efter stk. 1-5, íroknað reglur um egingjald, og nær stuðul til hjálpitól kann veitast sum lán."

Við kunngerð nr. 101. frá 20. desember 1999 hevur Almanna- og Heilsumálastýrið sett í gildi reglur um stuðul til hjálparráð, vísandi til heimild í § 18, stk. 6 í forsorgarlógini.

Í § 1 í hesi kunngerð er ásett, at "Stuðul til hjálparráð upp til kr. 1.870,- um mánaðin kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, sum fáa avlamisveiting, men sum missa hesa sum avleiðing av løgtingslóg um almannapensiónir o.a."

Í omanfyrinevnda skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 27. mai 2000, upplýsir landsstýrismaðurin m.a., at "Almannastovan hevur fingið boð frá Landsstýrismanninum um, at øll millum 18 og 67 ár, sum fingu avlamisveiting, men mistu hana sum avleiðing av almannapensjónslógini, skulu fyribils hava kr. 1.870 frá 1. januar 2000, men kunngerðin er soleiðis orðað, at talan er um eina maximala veiting. Sum sagt fyrr, var ætlanin, at hesir persónar, talan er um, skuldu fáa dekkað tær eykaútreiðslur, brekið hevði havt við sær, við heimild í forsorgarlógini frá 1. januar 2000. Hetta er eisini tað, kunngerðin gevur heimild til. Rættast hevði tó verið, at ein konkret meting varð gjørd fyri hvønn einstakan, men av tí at tað vóru kr. 1.870, sum var tann konkreti missurin av lógarbroytingini hjá hvørjum einstøkum, og orka var ikki til at tørvsmeta hvønn einstakan persón, var mett rættast, i fyrsta umfari, at geva øllum ta fullu upphæddina og hareftir heita á Almannastovuni um at tørvsmeta hvønn einstakan persón."

Í e-brævi til Almanna- og Heilsumálastýrið, dagfest 10. desember 1999, sigur stjórin á Almannastovuni, at:

"Problemið, ið kemur av tínari orðing er ikki smávegis! Hvør skal døma, um tey vildu havt rætt til miðal ella hægstu avlamispensjón – læknaliga sæð – um tey ikki høvdu inntøku? Almannastovan er ikki før fyri tí. FUR kann ikki døma um rættin til eina veiting, ið ikki er til longur. Og FUR hevur ikki skyldu til at døma, um treytirnar eru komnar fyri eina veiting, ið skal játtast sambært § 18 í forsorgarlógini.

Um stýrið metir, at tað var skeivt at taka avlamisveitingina burtur, og tað sostatt ikki handlar um at "dulma" avleiðingarnar av so bráum skifti hjá teim, ið hava fingið hana, so skjóta vit upp, at lógin verður broytt soleiðis, at veitingin kemur innaftur. Í hvussu so er sum skiftisreglu fyri tey, ið fáa hana nú. Hetta hava vit áður skotið upp."

Landsstýrismálanevndin hevur ikki fingið fult innlit í tað samskiftið, sum liggur aftan fyri hetta e-brævið, men mett verður ikki, at hetta samskiftið kann hava tann stóra týdningin.

Í skrivi frá Almanna- og heilsumálastýrinum, dagfest 1. juni 2000, verður upplýst, at meirkostnaðurin av kunngerðini um hjálparráð er uml. 1,91 mió. kr.

Níggindi spurningurin kann eisini býtast í tveir høvuðsspurningar:

1. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, uttan lógarásettar skiftisreglur, fyribils útseta ígildissetanina av reglunum í nýggju almannapensjóns- og ásetingarlógini, sum innibera, at avlamisveitingin dettur burtur?

2. Kann landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, útgjalda avlamisveitingina sum stuðul til hjálparráð við heimild í forsorgarlógini, og fyribils uttan at ein ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri? 

Landsstýrismálanevndin, 30. juni 2000 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

 

Ásetingar um og útgjaldingar av pensjónsveitingum aftaná 1. januar ár 2000 og skattur av hesum í tølum.

Veitingar sambært Ll. nr. 35 frá 16.04.1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v. fl. sum broytt við Ll. nr. 28 frá 13.03.2000 eru ikki umrøddar/tiknar við, og heldur ikki vanligar persónligar viðbøtir, hjálparviðbøtir og røktarviðbøtir.

Einhvør fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku

 

Árligar upphæddir

Giftur við pensjónisti Giftur við ikki-pensjónisti Stakur pensjónistur

Lóg1

Umsiting2

Lóg

Umsiting

Lóg

Umsiting

Grundupphædd
Viðbót
Tilsamans
Landsskattur
Kommunu- og kirkjuskattur = 24%
Skattur tilsamans
Frádráttur í skattinum
Tøkur peningur
Serligar persónligar viðbøtur3:
§ 8 í kunngerðini
§ 9 í kunngerðini4
§ 10 í kunngerðini5
Tøkur peningur

39.756
13.832
53.588
3.285

8.760
12.045
10.500
52.043

 


52.043

39.756
13.836
53.592
3.285

8.760
12.045
10.500
52.047

1920

53.967

39.756
13.832
53.588
3.285

8.760
12.045
10.500
52.043

 

10.272
62.315

39.756
13.836
53.592
3.285

8.760
12.045
10.500
52.047

1920

10.272
64.239

50.028
19.732
69.760
5.810

12.648
18.458
16.200
67.502

 

 

67.502

50.028
19.728
69.756
5.810

12.648
18.458
16.200
67.498

1920
(8652)

69.418
(78.070)

Einhvør hægsti fyritíðarpensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku

Giftur við pensjónisti

Giftur við ikki-pensjónisti

Stakur pensjónistur

Lóg

Umsiting

Lóg

Umsiting

Lóg

Umsiting

Grundupphædd
Viðbót
Tilsamans
Frádráttur í skattskyldugu inntøkuni
Landsskattur
Kommunu- og kirkjuskattur = 24%
Skattur tilsamans
Frádráttur í skattinum
Tøkur peningur
Serligar persónligar viðbøtur:
§ 8 í kunngerðini
§ 9 í kunngerðini
§ 10 í kunngerðini
§ 11 í kunngerðini
Tøkur peningur

39.756
53.160
92.916

17.900
6.870

13.920
20.790
10.500
82.626

 

 

82.626

39.756
35.256
75.012

17.900
6.870

13.920
20.790
10.500
64.722

19.824

 

84.546

39.756
53.160
92.916

17.900
6.870

13.920
20.790
10.500
82.626

 

10.272

92.898

39.756
35.256
75.012

17.900
6.870

13.920
20.790
10.500
64.722

19.824

10.272
9.108
103.926

50.028
68.340
118.368

16.700
12.190

20.304
32.494
16.200
102.074

 

 

102.074

50.028
51.636
101.664

16.700
12.190

20.304
32.494
16.200
85.370

18.624
(8652)

103.994
(112.646)

Einhvør miðal fyritíðarpensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku

Giftur við pensjónisti Giftur við ikki-pensjónisti Stakur pensjónistur

Lóg

Umsiting

Lóg

Umsiting

Lóg

Umsiting

Grundupphædd
Viðbót
Tilsamans
Frádráttur í skattskyldugu inntøkuni
Landsskattur
Kommunu- og kirkjuskattur = 24%
Skattur tilsamans
Frádráttur í skattinum
Tøkur peningur
Serligar persónligar viðbøtur:
§ 8 í kunngerðini
§ 9 í kunngerðini
§ 10 í kunngerðini
§ 12 í kunngerðini
Tøkur peningur

39.756
29.796
69.552

15.900
3.294

8.784
12.078
10.500
67.974


 

67.974

39.756
13.896
53.652

15.900
3.294

8.784
12.078
10.500
52.074

17.820

 

69.894

39.756
29.796
69.552

15.900
3.294

8.784
12.078
10.500
67.974

 

10.272

78.246

39.756
13.896
53.652

15.900
3.294

8.784
12.078
10.500
52.074

17.820

10.272
3.744
83.910

50.028
36.036
86.064

16.200
5.830

12.672
18.502
16.200
83.762

 

 

83.762

50.028
19.836
69.864

16.200
5.830

12.672
18.502
16.200
67.562

18.120
(8652)

85.682
(94.334)

Einhvør lægsti fyritíðarpensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku

Giftur við pensjónisti Giftur við ikki-pensjónisti Stakur pensjónistur

Lóg

Umsiting

Lóg

Umsiting

Lóg

Umsiting

Grundupphædd
Viðbót
Tilsamans
Landsskattur
Kommunu- og kirkjuskattur = 24%
Skattur tilsamans
Frádráttur í skattinum
Tøkur peningur
Serligar persónligar viðbøtur:
§ 8 í kunngerðini
§ 9 í kunngerðini
§ 10 í kunngerðini6
Tøkur peningur

39.756
9.828
49.584
2.925

7.800
10.725
10.500
49.359

 

 

49.359

39.756
9.828
49.584
2.925

7.800
10.725
10.500
49.359

1920

51.279

39.756
9.828
49.584
2.925

7.800
10.725
10.500
49.359

 

(10.272)
49.359
(59.631)

39.756
9.828
49.584
2.925

7.800
10.725
10.500
49.359

1920

(10.272)
51.279
(61.551)

50.028
12.732
62.760
4.410

10.968
15.378
16.200
62.760

 


62.760

50.028
12.732
62.760
4.410

10.968
15.378
16.200
62.760

1920
(8652)

64.680
(73.332)

1Hesar upphæddir fylgja beinleiðis av almannapensjónslógini og skattalóggávuni.
2Hettar eru útgoldnu upphæddirnar, sambært útskriftum frá Almannastovuni, sum vóru lætnar landsstýrismálanevndini tann 29. juni 2000. Mánaðarupphæddir eru umroknaðar til árligar upphæddir. Skattaútrokningin er sambært "kunning frá Almanna- og Heilsumálastýrinum: Nýggja pensjónslóggávan galdandi frá 1. januar ár 2000".
3Upphæddirnar ið verða upplýstar eru árligar upphæddir. Lagt skal verða til merkis at nakrar av ásetingunum bert eru galdandi í eitt ár.
4Teimum pensjónistum, sum frammanundan hevur verið veitt barnaviðbót, men sum ikki longur hava rætt til hesa sambært lógini, verður veitt ein skiftisupphædd svarandi til barnaviðbótina. Hendan upphædd er ikki við í útskriftunum frá Almannastovuni.
5Bert pensjónistar, sum áðrenn 1. januar 2000 fingu eina hægri grundupphædd
6Lægstu avlamispensjónistar høvdu eftir gomlu lógini bert rætt til ½ grundupphædd. Ein partur av teimum sum fingu pensjón eftir gomlu fólkapensjónslógini og sum tí fingu fulla grundupphædd áðrenn 1. januar 2000, eru í dag fevnd av reglunum fyri lægstu fyritíðarpensjónistar, og fáa tí eina lægri grundupphædd.

Landsstýrismálanevndin, 30. juni 2000 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari