Kanningarstjórakanning SVF



Skjal C


Frágreiðing frá Petur Even Djurhuus, advokati sum kanningarstjóri sambært § 38, stk. 2 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.

Innihaldsyvirlit:

  1. Inngangur og arbeiðssetningur
  2. Kanning og kortlegging av gongdini

    1. Samskifti í 1998
    2. Samskifti frá 1.1. til 23.07.99
    3. Samskifti eftir 23.07.99

  3. Meting kanningarstjórans

    1. Avgerðin tann 23. juli 1999
    1. Hvat fór fram tann 23. juli 1999
    2. Forsøga til 23. juli 1999
    3. Gongdin eftir tann 23. juli 1999
    4. Staðfesting
    5. Frágreiðingin hjá Løgtingsgrannskoðarunum

        2. Lógir og reglur fyri útgjaldi úr landskassanum

    1. Grein 43, stk. 2 í Stýrisskipanarlóg
    2. Eru útreiðslur heimilaðar á játtanarlóg
    3. Fíggjarnevndarskjal og umsókn um eykajáttan

        3. Niðurstøða

Appendix 1: Frágreiðingar í málinum.
Appendix 2: Skjalatilfar í málinum
Appendix 3: Roknskapir hjá Svf fyri 1997, 1998 og 1999, brot úr fíggjarlóg
                     fyri 1998 og 1999, yvirlit yvir roknskaparfráboðanir frá SvF til
                     UMMS í tíðarskeiðnum frá 15. juni 1999 til 31. des. 1999 og
                     yvirlit yvir peningarensl hjá SvF frá 1. januar til 31. juli 1999.

Styttingar nýttar verða:

UMMS = Undirvísingar- og mentamálastýrið
FMS = Fíggjarmálastýrið
SvF = Sjónvarp Føroya
Ltgr. = Løgtingsgrannskoðararnir
FSL = Fíggjarskipan Landsins

 

  1. INNGANGUR OG ARBEIÐSSETNINGUR.

Í skrivi dagfest tann 4. mei 2000, útnevnir løgtingsformaðurin, sambært grein 38, stk. 2 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, advokat Petur Even Djurhuus til, sum kanningarstjóri at fáa greiðu á viðurskiftum nevnd eru í skrivi frá 13 tingmonnum dagfest 14. apríl 2000 til løgtingsformannin.

Í hesum skrivi krevja nevndu 13 løgtingsmenn, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra við hesum kanningarsetningi:

"Kanningarstjórin skal kanna og kortleggja gongdina, sum førdi til at landsstýrismaðurin í menta- og undirvísingarmálum rindaði Sjónvarpi Føroya 1,6 mio. kr. úr gjaldføri landskassans 23. juli 1999.

Við støði í hesum kanningum og frágreiðingunum frá løgtingsgrannskoðarunum um roknskapin hjá Sjónvarpi Føroya í 1998 og um landsroknskapirnar 1995 – 1998 skal kanningarstjórin – við atliti at ásetingini í stýrisskipanarlógini um, at "hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt" – meta, um avgerðin hjá landsstýrismanninum var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum, herundir ta játtanarskipan, sum er ásett í fíggjarløgtingslógini."

Kanningarstjórin hevur í sambandi við útinnan av kanningarstarvi sínum fingið munnligar frágreiðingar um málið frá Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismanni, Petur Petersen, aðalstjóri í UMMS, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í UMMS, Bjarna Wilhelm, fulltrúi í UMMS, Kára D. Petersen, advokatur, Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri hjá FMS, Thomas Magnussen, deildarleiðari í FMS, Atli Leo, fulltrúi í FMS, Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF, Finnur Lómstein, fíggjarstjóri í FMS, Jens Albert Simonsen, starvsfólk í SvF, Jógvan Amonsson, eksternur grannskoðari hjá SvF, Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu, Hergeir Nielsen, formaður hjá Ltgr og Leivur Harryson, landsgrannskoðari og skrivari hjá Ltgr.

Kanningarstjórin hevur sett upp skrivliga frásøgn frá teimum munnligu samrøðunum havdar eru í málinum, og eru hesar frásagnir savnaðar sum "Appendix I" til frágreiðingina. Har munnligu frágreiðingarnar umrøða fundir, hevur kanningarstjórin í frágreiðing síni um kanning og kortlegging av gongdini, ið førdi til útgjaldið tann 23. juli 1999, í ein ávísan mun endurgivið munnligar upplýsningar, tá greitt er frá, hvat ið er fyrifarist á fundunum, men vísir kanningarstjórin annars til "Appendix I" í síni heild hvat viðvíkur teimum viðmerkingum og frágreiðingum, sum avhoyrdir persónar hava givið í málinum.

Í starvi sínum hevur kanningarstjórin harumframt gjøgnumgingið skjalasøvn hjá UMMS, FMS, Ltgr, Landsgrannskoðaranum, Føroya Gjaldstovu og SvF. Tey skjøl, ið kanningarstjórin hevur mett viðkomandi í arbeiðinum, eru savnaði í skjalasavn, sum "Appendix II" til kanningina.

Kanningarsetningurin ásetur m.a. at kanningarstjórin skal "…kanna og kortleggja gongdina, sum førdi til, at landsstýrismaðurin í menta- og undirvísingarmálum rindaði Sjónvarpi Føroya 1,6 mió. kr. úr gjaldføri landskassans 23. juli 1999."

Kanningarstjórin hevur mett henda part av kanningarsetninginum sum avmarkaðan í tíð til tíðarskeiðið fram til 23. juli 1999. Fyri tað mesta er kortleggingararbeiðið savnað um tíðarskeiðið frá mánaðarskiftinum mars/apríl 1999 og fram til 23. juli 1999, tó so, at nakað er tikið við frammanundan og aftaná hetta tíðarskeið, í tann mun hetta kann lýsa hendingarnar fram til og við 23. juli. 1999.

Kanningarstjórin hevur í mestan mun kannað og kortlagt tað umsitingarliga samskiftið verið hevur um rakstrar-/roknskaparviðurskifti hjá SvF í nevnda tíðarskeiði, herundir samskifti millum SvF og aðrar almennar stovnar – serstakliga UMMS – og samskifti innanhýsis í UMMS.

Í uppskoti sínum til samtyktar av roknskapinum hjá SvF fyri roknskaparárið 1998 og landsroknskapirnar 1995-1998, taka Ltgr fram og viðgera nógv ymisk viðurskifti og havast teir í niðurstøðu síni at 8 viðurskiftum í roknskapinum hjá SvF fyri 1998. Kanningarstjórin er biðin um at kanna eftir og meta um eitt av hesum viðurskiftum. Frágreiðingar Ltgr viðgera sostatt fleiri viðurskifti, ið liggja uttanfyri kanningarsetningin og sum henda frágreiðing tí ikki viðger.

 

  1. KANNING OG KORTLEGGING AV GONGDINI, SUM FØRDI TIL, AT LANDSSTÝRISMAðURIN Í MENTA- OG UNDIRVÍSINGARMÁLUM RINDAðI SJÓNVARP FØROYA 1,6 MIÓ KR. ÚR GJALDFØRI LANDSKASSANS 23. JULI 1999.

 

1. Samskifti millum m.a. SvF og UMMS í 1998 um rakstrarviðurskifti hjá SvF í 1998. 

Tann 1. mars 1998 kemur í gildi løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m. Henda nýggja kringvarpslóg broytir tað lógarverk, ið er galdandi fyri virksemið hjá SvF. Við heimild í kringvarpslógini setir UMMS upp kunngerð nr. 60 frá 17. juni 1998 um reglugerð fyri SvF. Í kunngerðini eru ávísar ásetingar um roknskaparviðurskifti sjónvarpsins, m.a. at roknskaparárið hjá SvF er álmannakkaárið, ársroknskapurin hjá SvF skal vera grannskoðaður av løggildum grannskoðara og skal sendast landsstýrismanninum til góðkenningar sambært ásetingum um almennar roknskapir, umframt at sjónvarpsstjórin saman við ársroknskapinum skal geva landsstýrismanninum eina frágreiðing um virki hjá stovninum farna árið.

Í skrivi dagfest tann 31. juli 1998 sendir SvF UMMS rakstrarætlan sína fyri 1999, hetta sum liður í uppsetanini av fíggjarlógini fyri 1999 (skjal 1).

Tann 3. august 1998 sendir Føroya Gjaldstova UMMS skriv í samband við kunngerð nr. 60 frá 17. juni 1998, ið er soljóðandi(skjal 2):

"Í kunngerðarblaðð nr. 11 – kunngerð nr. 60 og 61 lýsir tygara stýri reglur fyri sjónvarpið og útvarpið. Í greinunum 3, 4 og 5 í umrøddu kunngerðum, verður nomið við grundleggjandi roknskaparviðurskifti. Í hesum sambandi skal verða víst til § 3 í kunngerð um roknskaparverk landsins o.a., har øll uppskot um lógir, kunngerðir og rundskriv, sum viðvíkja landsins roknskaparverki, skulu leggjast fyri Fíggjar- og búskapardeildina, Føroya Gjaldstovu til góðkenningar (sí fylgiskjal).

Staðfestast kann, at gjaldstovan einki veit um, hvat er farið fram – enn minni hevur góðkent nakað. Tað virkar meiningsleyst, at fleiri fólk í fleiri mánaðir hava arbeitt við einum roknskaparinstruksi fyri alt tað almenna roknskaparverkið, sum m.a. skulu fastleggja tílík viðurskifti, sum her verða nevnd "prokura", og so ger tygara stýri tað bara uttan um roknskaparmyndugleikan á økinum. Lagt kann verða afturat, at bæði sjónvarpið og útvarpið eru tikin við á fíggjarætlanina fyri 1998 sum landsfyritøkur.

Annars - hví tað er neyðugt at áseta við kunngerð, at roknskaparárið hjá hesum báðum almennu stovnunum er álmanakkaárið, tá ið hetta er álagt í stýrisskipanarlógini og roknskaparlógini, skilir gjaldstovan ikki."

Tann 25. august 1998 er fundur á Mentamáladeildini í UMMS, hetta í sambandi við ta rakstrarætlan SvF hevur sent UMMS fyri 1999 og eru tilstaðar Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri, Jeanette Blåsvær, fulltrúi, Bjarni Wilhelm, fulltrúi, Tróndur Djurhuus, SvF, Finnur Lómstein, SvF og Hanna D. Jacobsen, skrivari.

Sum framgongur av frásøgnini frá fundinum (skjal 3), so verður tosað nakað um fíggjarligu viðurskiftini hjá SvF og er partur av hesum endurgivin soleiðis í frásøgnini:

"………
Sjónvarp Føroya:
SVF ynskir meiri pening til rakstur. Staðfest varð, at um hetta ynski verður eftirlíkað fer tað at ganga út yvir tann samlaða karmin, og merkir tað so, at tað fer at ganga út yvir onkran annan………

Í munnligum frágreiðingum frá sama fundi er greitt soleiðis frá:

Jóannes Dalsgaard: "…hetta var ein fundur, har tosað varð um generel viðurskifti…Einki kom fram á fundinum um ítøkilig fíggjarlig viðurskifti hjá SvF fyri 1998."

Finnur Lómstein: "FL kunnugt, var einki frammi á fundinum um aktuellu fíggjarligu støðuna hjá SvF."

Í ódagfestum skrivi (skjal 4 ), sett upp í UMMS sum svar til Føroya Gjaldstovu uppá skriv teirra frá 3. august 1998, verður hetta ført fram:

"Í skrivi dagfest tann 03.08.98 ger FGJ vart við, at roknskaparmynduleikin á økinum ikki er hoyrdur, tá nýggjar reglur verða gjørdar fyri Útvarpið og Sjónvarpið, ið eisini umfata roknskaparviðurskifti teirra.

Hartil er at siga, at væntandi verður málið tikið upp aftur hjá okkum, og tá vilja vit eisini venda aftur til tykkara"

Hin 18. september 1998 senda Ltgr soljóðandi skriv til UMMS viðvíkjandi játtanar- og roknskaparviðurskiftum hjá Sjónvarpi Føroya (skjal 5):

"Virksemið hjá Sjónvarpi Føroya í 1997 varð játtað á fíggjarlógini. Játtanarslagið er "landsfyritøka". Í viðmerkingunum er játtanin sundurgreinað á standardkonti eins og aðrar játtanir. At enda í viðmerkingunum verður ført fram:

"Fyribils eru viðmerkingarnar hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar. Ætlanin er, at hvør "Landsfyritøka" skal fyrileggja ein RÍÚ roknskap, sum er háttaður eins og fíggjarlóg løgtingsins. Sundurgreinað ætlan hjá "landsfyritøkum" eru eisini bert kunnandi, og tryggjar landsstýrið sær rætt til at broyta standardkonto uppsetan. Arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum, t.v.s. at landsfyritøkur ikki mánaðarliga skulu lata roknskapardáta til fíggjarstýringarskipanina, sum Føroya Gjaldstova umsitur. Landsfyritøkur skulu hóast hetta skráseta smb. kontoskipan landsins og rapportera mánaðarliga til landsstýrið. Sostatt er tað bert talið í nettoútreiðslujáttanini, ið er bindandi."

                     Spurt verður um, hvat síðani er hent á hesum øki.

Løgtingsgrannskoðararnir eru farnir undir at viðgera roknskapin hjá Sjónvarpi Føroya fyri 1997, í sambandi við at hesin skal leggjast fyri tingið til góðkenningar, og tí verður heitt á Undirvísingar- og Mentamálastýrið um skjótast gjørligt at svara at svara hesum fyrisurningi. Eisini verður heitt á Undirvísingar- og Mentamálastýrið um at greiða frá játtanar- og roknskaparviðurskiftunum viðvíkjandi 1998."

Í sambandi við roknskaparviðurskifti hjá SvF, verður sett upp innanhýsis upprit í UMMS dagfest hin 15. oktober 1998 (skjal 7), og ljóðar hetta soleiðis:

                    Viðvíkjandi roknskaparviðurskiftunum hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya..

Forsøga.
Báðir stovnarnir verða riknir við sjálvstøðugum roknskapi, ið teirra bókhaldari førir. Leiðslan fær ein mánaðarroknskap, ið er settur upp soleiðis, at eftir leiðslunnar metan, fær hon neyðugan kunnleika um fíggjarviðurskiftini, so hon er før fyri at stýra stovnin fíggjarliga.

Reglur á økinum.
Í kunngerð um roknskaparverk landsins o.a. frá 22.08.96, ið hevur støði í løgtinglóg nr. 33 frá 23.03.94 er ásett hvussu farast skal fram á roknskaparøkinum.
Har stendur m.a., at loyvi skal gevast til at vera ein sjálvstøðug roknskapareind, hava egnar peningakonti v.m.. Eisini er ásett, at ein sjálvstøðug roknskaparførandi eind skal líka somu treytir fyri kunningar-, trygdar-, eftirlits- og tíðarkrøv, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi fyri Búskaparskipan Landsins.
Í kunngerð um reglur fyri Útvarp Føroya frá 17.06.98, ið hevur støði í løgtingslóg nr. 22 frá 20.02.98 stendur í § 3, at "stjórin ger fíggjarætlan og tilráðing um áseting av sjónvarpsgjaldi áðrenn 01.08, sum skal verða galdandi fyri árið eftir. Fíggjarætlan og ásetingin um útvarpsgjald skulu góðkennast av landsstýrismanninum."
Í § 5 stendur um ársroknskapin, at hann verður sendur landstýrismanninum til góðkenningar sambært ásetingunum um almennar roknskapir, og at ein ársfrágreiðing skal gerast.
Tað, sum stendur í roknskaparkunngerðini er ikki nevnt ella víst til í seinri kunngerðini, er tí at her skulu vera serligar reglur?

Spurningur.
Vit hava tvinnanda reglur at fylgja her, so spurningurin er hvat er galdandi á økinum, og hvussu fast skal ÚF og SvF innlimast í FSL.

At taka støðu til.
Hvussu fræls skulu ÚF og SvF verða, skulu tey metast javnt nakað sum líkist almennum partafeløgum ella skulu tey innlimast sum aðrir stovnar, ið føra egnan roknskap í FSL.
Tað er kanska lættast at gera tað seinri umsitingarliga, men verður hugsað um medie og frælsi hjá hesum stovnum, er okkurt, sum talar fyri tí fyrru loysnini, har vit hava eina sjálvstøðuga eind, ið livir sítt egna lív, men vit hava eitt fíggjarligt eftirlit við henni.
At innlima ÚF og SvF sum aðrar stovnar, ið føra egnan roknskap, í FSL, kann setast í verk beinanvegin, tí tekniskt ber tað longu nú stovninum til at rapportera síni roknskapartøl mánaðarliga, kvartalsliga ella árliga til FSL á ein hátt, ið fylgjur landsins kontoskipan.

Næsta stigi.
Tá vit hava sett út í kortið, hvussu farst skal fram, verður farið víðari við uppgávuni.

Sama dag (hin 15. oktober 1998) verður skriv sent til Ltgr (skjal 6), har UMMS vísir til, at teimum kunnugt arbeiðir FMS við spurninginum um játtanarslagið "Landsfyritøkur".

Hin 30. november 1998 er fundur í Keypmannahavn millum umboð fyri SvF og UMMS, og sum skilst, var á hesum fundinum tosað nærri um viðurskifti og trupulleikar í sambandi við, at sjónvarpsstjórin hevði broytt setanarviðurskifti hjá teknikkarum í SvF.

Annars hevur sjónvarpsstjórin upplýst fyri kanningarstjóranum, at hann um mánaðarskiftið nov./des. 1998 fekk kunnleika um, at SvF tá hevði liggjandi ógoldnar rokningar fyri umleið kr. 2,0 mió. kr.:

Tróndur Djurhuus: "Síðst í nov. ella fyrst í des. 1998 verður TD av starvsfólki gjørdur greiður yvir, at ógoldnar rokningar fyri umleið kr. 2 mió. liggja í bókhaldinum."

Hin 7. desember 1998 er sett upp innanhýsis upprit (skjal 8) í UMMS, har mælt verður til svara Føroya Gjaldsstovu uppá fyrispurning um roknskaparviðurskifti hjá SvF, at málið er undir viðgerð og at UMMS skal venda aftur í málinum.

Í skrivi dagfest 14. desember 1998 (skjal 9) frá SvF til UMMS, bjóðar SvF landstýrismanninum, aðalstjóranum, deildarstjóranum, fulltrúanum og øðrum áhugaum starvsfólki í UMMS á vitjan í SvF, har m.a. skal tosast um:

               3) Fíggjarligu viðurskiftini, herundir spurningar sum
                    -     betri fíggjarstýring, deildarfíggjarætlanir og ársfjórðingsætlanir
                    -     gjaldsførisviðurskiftini
                    -     hyggjaragjaldið, nú og frameftir
                    -     nýggja marknaðardeildin og handilsligu inntøkurnar.

Hin 21. desember 1998 er fundur í SvF, har til staðar eru Signar á Brúnni, landsstýrismaður, Petur Petersen, aðalstjóri, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri, Jeanette Blåsvær, fulltrúi og Tróndur Djurhuus, SvF. Tosað verður um fíggjarligu viðurskiftini í SvF, og av fundarfrásøgn (skjal 10) eru hesar samrøður endurgivnar soleiðis:

Fíggjarligu viðurskiftini
SvF fingið betri fíggjarligar karmar – góðan likviditet í 1997. Men SvF hevur ein ómetaligan stóran tørv á teknologiskum investeringum – fyri um. 20. mió. kr. Teknologiin er ov gomul, og investeringar vilja geva rationaliseringar í longdini. Talan er um ógvuligar neyðugar íløgur. Fyrr hevur tað verið ein vánalig fíggjarstýring. Nú er edv lagt um, soleiðis at tað verður møguligt at konsekvensútrokna eina avgerð. Deildarstjórarnar skulu halda egna fíggjarætlan, sum teir skulu yvirhalda, leggja fram fýra ferð um árið. Roknskap fyri ársfjórðingar. Teir fáa yvirblik, sum teir ongantíð hava havt fyrr.

SB spurdi, hvør setur krøvini. Nakrar sendingar eru nógv bíligari at framleiða enn aðrar.

TD svaraði, at tað verða gjørdar program politiskar prioriteringar. Gjaldførisstøðan hjá SvF fer at verða reist politiskt. Tað er í løtuni ógvuliga óstabilt. Ynski um at fáa javnað í likviditetin. t.d. SvF rætt til at fáa kassakreditt, góðkenning aðrastaðni ella annað. Innkrevjingin stór í desember - hyggjaragjald, lýsingar eru nógv størst í desember/juli. Hækka hyggjaragjaldið – eiga ikki at kosta tað sama sum Útvarp Føroya. SvF fer at taka initativ hesum viðvíkjandi.

Spølini – primera mál at tjena pening til aðrar sendingar. SvF sett professionelt fólk til at taka sær av marknaðarføringini.

Investeringar – Tekniskar & edv-stjóra – gjørt notat til TD um, hvønn tørv tað er fyri investeringum. Í dag verður tað KT. Programfólki gera multimedie-dokument – til D&V, internet, og digitalisering. Sjónvarpið fer at verða broytt. Við broyting í teknoligilógini kemur SvF tættari til hyggjarunum – tey gera tilfar.

Pláss fyri fleiri kanalum - teknologiin er sín sak, men fólk til at gera sendingarnar.

Íløgutørvur – sendirúm / móttakarum kostar 3. mill. kr.

Redigeringsrúm við redigeringsteldum kostar 5. mill. kr. um árið yvir 5 ár.

SvF vil at tað almenna er við til at fíggja íløgurnar – mvg’ i fellur jú aftur til landskassan.

PP helt, at SvF skuldi byggja íløgurnar inn í raksturin. Tað er neyðugt við íløgum og íløgurnar fara at tvífalda sendingarnar / framleiðsluna, tí starvsfólkini fara at arbeiða meira sjálvstøðugt.

TD greiddi frá, at SvF er skal investera við 5 mill. kr. nú, tað er tað mest týdningarmikla nú. Tá ið programmleiðslan er buffarin, kann programmframleiðslan koma at svíða fyri hesum investeringum.

Tróndur Djurhuus: "Viðvíkjandi skrivinum hin 14. desember 1998 (skjal 9), fund hin 30. november 1998 og fund hin 21. desember 1998, so greiðir TD frá, at í sambandi við, at stovnurin hevði fingið nýggjan landstýrismann í 1998, so hevði hann mangan borið uppá mál, at landsstýrismaðurin við umsiting skuldi koma á vitjan á SvF. Eisini hevði verið ávísur tvídráttur millum SvF og UMMS, hetta í sambandi við tær bygnaðarbroytingar, ið sjónvarpsstjórin hevði framt í 1998. Tí varð fundur hildin hin 21. desember 1998, har viðurskiftini vórðu fingin í rættlag partanna millum. Áðrenn hetta høvdu Petur Petersen frá UMMS og TD frá SvF hittst á stuttum fundi hin 30. november 1998, har teir høvdu tosað um bygnaðarbroytingarnar í SvF, og vóru blivnir samdir um greiðslu av hesum. Viðvíkjandi skjali 10, fundarfrásøgn frá fundi millum UMMS og SvF hin 21. desember 1998, so las Ingi Højgaard upp undir fíggjarligu viðurskiftum fylgjandi: "TD svaraði, at tað verða gjørdar program politikskar prioriteringar. Gjaldsførisstøðan hjá SvF fer at verða reist politiskt, tað er í løtuni ógvuliga óstabilt. Ynski um at fáa javna í likviditetin, t.d. SvF rætt til at fáa kassakreditt, góðkenning aðrastaðnis ella annað." Til hetta svaraði TD, at hann ikki hevði persónligt notat frá hesum fundi, men metir seg at hava sagt generelt, at eftir verandi bygnaði kundu teir fáa gjaldføristrupulleikar, men hevur helst ikki nevnt konkretu støðuna. Grundin til, at viðurskiftini verða borin upp á mál á fundinum er, at TD tá er vorðin greiður yvir, hvussu óstabil støðan er hjá SvF við tí inntøkubýti, teir hava."

Signar á Brúnni: " Til spurningin um fundin við SvF hin 21. desember 1998, so greiddi SáB frá, at nógv varð gjørt burtur úr teknisku broytingunum á tí digitala tøknifrøðiliga økinum, og knýttar vórðu fíggjarligar viðmerkingar til, at neyðugt varð at SvF fekk sær slíka tøkni. SáB hevði á fundinum beinleiðis spurt, hvør setti krøvini til tað tøkni, ið stovnurin skuldi hava, og í tí prátinum varð komið inn á gjaldførisviðurskiftini hjá SvF, men vildi stovnurin venda sær til UMMS um slík viðurskifti. Somuleiðis varð upplýst, at nýggja tøknin vildi hjálpa munandi um møguleikarnar hjá stovninum, at rationalisera rakstur sín og at fáa betur "kekk" á støðuni á ymsu deildunum. Ikki varð komið inn á dagligu rakstrarviðurskiftini, tó so, at tosað varð um øktan kostnað vegna broyting í setanarviðurskiftunum hjá teknikarunum á stovninum."

Jóannes Dalsgaard: " Viðvíkjandi fundinum hin 21. desember 1998 varð byrjað við at vísa til fundarinnbjóðingina (skjal 9), skriv dagfest 14. desember 1998 frá SvF til UMMS. Í skrivinum verða fíggjarlig viðurskifti v.m. umrødd undir pkt. 3 til fundin. Í innganginum til hetta skriv verður víst til fund í Keypmannahavn hin 30. november 1998, og upplýsti JD, at hann tá als ongan kunnleika hevði til, at ein slíkur fundur hevði verið fyrr enn eftir at fundurin hevði verið. Viðvíkjandi fundinum hin 21. desember 1998 annars, so greiddi JD frá, at tosað varð um programpolitisk viðurskifti (Øravíkarskjalið) og um sjálvan bygnaðin hjá SvF soleiðis, at stovnurin kundi verða brynjaður til kapping frá umheiminum og privatum annars í Føroyum.

Útspyrjarin fyrihelt JD orðingina í fundarfrásøgnini: "Gjaldførisstøðan hjá SvF fer at vera reist politiskt, tað er í løtuni ógvuliga óstabilt. Ynski um at fáa javna í likviditetin, t.d. SvF rætt til at fáa kassakreditt, góðkenning aðrastaðni ella annað. Innkrevjing stór í desember – hyggjaragjald, lýsingar eru nógv størst í desember/juli." Til hetta viðmerkti JD, at so vítt hann minnist, so varð generelt tosað um, hvussu likviditetsstreymurin er hjá SvF, har sjónvarpsgjald kemur inn tíðliga í árinum, lýsingarinntøkur eru lágar um summarið, so hægri aftur í jólamánaðinum, og hvørja ávirkan hetta hevur á gjaldførið stovnsins. Ikki varð tosa um nakran aktuellan gjaldføristørv hjá SvF og einki bleiv nevnt um at SvF í 1998 fór at koma út við einum halli.Viðvíkjandi spurninginum um kassakreditt, so upplýsir JD, at hann persónliga ongantíð hevur havt nakað imóti, at SvF fekk kassakreditt. Umsitingin dámdi tó ikki, at latin varð kassakredittur. Tá tað framgongur av fundarfrásøgnini, at málið viðvíkjandi gjaldførisstøðu hjá SvF fór at verða reist politiskt, so kom Tróndur Djurhuus ongantíð aftur við hesum spurningi, fyrr enn trupulleikarnir tørnaðu fyri."

Petur Petersen: " Viðvíkjandi fundinum tann 21. desember 1998, so bleiv tað fyri mesta tosað um generel rakstrarviðurskifti hjá SvF. Á prinsipiellum plani varð tosað um gjaldførisstøðuna hjá SvF sum stovni, har nógvur peningur gongur inn fyrst í árinum frá sjónvarpsgjaldi, slakt er um summarið, og síðani gongur nakað av peningi inn aftur á heysti, frá spølum og lýsingum. Generelt var tí ynski frá SvF um, at fáa ein trekningsrætt av einhvørjum slagi, fyri at tryggja gjaldføri til dagliga rakstrinum. PP legði áherðslu á, at á hesum fundi varð á ongan hátt tosað um konkret fíggjarlig viðurskifti hjá SvF fyri 1998."

  1. Samskifti um fíggjarlig viðurskifti hjá SvF í 1999 fram til og við 23. juli 1999

Tann 19. februar 1999 sendir FMS skriv til UMMS við fráboðan um, at Útvarp og Sjónvarp Føroya hava fingið soljóðandi skriv sendandi(skjal 12):

"Viðv. játtanarroknskapirnar hjá landsstovnum

Ætlanin er, at Útvarp Føroya skal takast við á játtanarroknskapin sum landsstovnur ár 2000. Hetta merkir, at fíggjarætlanin skal takast við á fíggjarlógina, og roknskapurin skal takast við í landsroknskapin.

Tí er neyðugt,at ÚF fyrireikar seg at skráseta roknskapardáta smb. Kontoskipan landsins. Stovnurin verða tí biðin um at seta seg í samband við gjaldstovuna fyri at ætla, hvussu farast skal fram".

Hin 1. mars 1999 senda Ltgr. UMMS avrit av uppskoti til samtyktar fyri árini 1996 – 1997 av roknskapunum hjá SvF, sum Ltgr hava lagt fyri tingið, og framgongur fylgjandi av uppskotinum (skjal 14) undir "pkt. 7. Viðmerkingar":

"………
Sjónvarp Føroya er við á fíggjarlógini fyri 1997 sum "landsfyritøka". Í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 1997 verður ført fram, at tað hevur víst seg, at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tí verður m.a. gjørt vart við, at fyribils eru viðmekingarnar og sundurgreinað ætlan hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum.

Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" eru ikki loyst, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Fíggjarmálastýrið hevur upplýst, at játtanarroknskapurin hjá Sjónvarpi Føroya kemur við í landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til, at hetta verður gjørt frá fíggjarárinum 1998."

Tann 4. mars 1999 kl. 14.09 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Petur Petersen og Jóannes Dalsgaard viðvíkjandi roknskaparviðurskiftum hjá ÚF og SvF (skjal 14A) og er hetta soljóðandi:

Vit hava fingið skriv, dagfest 19.02.99, frá Petur A. Lamhauge, har hann sigur, at ætlanin er, at ÚF og SvF skullu takast við á játtannarroknskapin sum landsstovnur ár 2000 og verða vit bidnir um at fyrireika ein íverksetan.

Málið er ikki so heilt greitt fyri mær, tí er tað avgjørt at ÚF og SvF skulu metast sum vanligir landsstovnar, jvf hjálagda notat:

………
Skal málið fremjast sum PAL sigur, mugu vit geva stovnunum boð um tað beinanvegin, so teir eru klárir til tíðina. Men hvat siga tit til tað.
………"

Sum skilst á samrøðum kanningarstjórans við Signar á Brúnni og Trónd Djurhuus, so hittust teir í tinghúsinum tann 19. mars 1999 og hava teir greitt soleiðis frá hesum:

Signar á Brúnni: "Viðvíkjandi spurninginum um kunnleika hansara til fíggjarligu gongdina í SvF eftir fundin tann 21. desember 1998, til UMMS móttekur skrivið frá SvF dagfest 30. mars 1999, so greiðir SáB frá, at hann hin 19. mars 1999 var staddur í tinginum, og varð stórt "press" á tingarbeiðinum. Var ávegis upp á loftið, og rendi seg tá í Trónd Djurhuus, ið ynskti at tosa við hann undir fýra eygum. Tróndur Djurhuus segði tá, at hann ynskti at kunna SáB um fíggjarligu støðuna hjá SvF, so SáB ikki frætti hetta aðrastaðni. SvF hevði fíggjarligt hall fyri 1998 uppá kr. 2,4 mió., og var hetta eitt heilt annað tal enn tað Tróndur Djurhuus hevði fingið stillað í væntu. Tróndur Djurhuus segði tó, at hetta skuldi landsstýrismaðurin ikki taka sær av, tí nú var SvF ein sjálvstøðugur stovnur eftir Kringvarpslógini. SáB bað um at fáa eina formliga fráboðan um hetta, so hansara embætismenn kundu taka sær av málinum. Tróndur Djurhuus segði, at hann fyrst mátti hava samskifti við grannskoðara sín, áðrenn hann vendi sær skrivliga til UMMS. SáB sigur seg minnast heilt greitt viðurskiftini undir hesum óformliga samskifti teirra millum, og at hann álegði Trónda Djurhuus sum skjótast at kunna sínar embætismenn um støðuna."

Tróndur Djurhuus: "TD meinar, at hann hin 19. mars 1999 hitti Signar á Brúnni á máli á Tinghúsloftinum. Hetta var ein óformlig samrøða, har TD ynskti at kunna landsstýrismannin um støðuna. TD sigur við Signar á Brúnni, at hann metir hetta vera viðurskifti, ið stovnurin skal greiða sjálvur. Signar á Brúnni varð tikin á bóli og hevði á ongan hátt fyrireikað seg til samrøðu teirra. TD leggur áherðslu á, at fyri hann hevði dagurin 1. apríl 1999 einki at siga í hesum samanhangi, og at hann gevur landsstýrismanninum kunning hin 19. mars 1999, er reint tilvildarligt sæð í mun til 1. apríl 1999. Annars skiljast TD og Signar á Brúnni uppá, at TD skal seta upp eina formliga frágreiðing til UMMS um viðurskiftini. "

Av journalini hjá UMMS viðvíkjandi sak 9800260 framgongur sum pkt. 3 (skjal 16), at ávíst skjalatilfar er kopierað til journalina, og eru hetta ógrannskoðaður rakstrarroknskapur fyri SvF fyri tíðarskeiðið 1. januar til 31. desember 1998, fíggjarstøða hjá SvF pr. 31. desember 1998, yvirlit yvir kostnaðir á sendingum í SvF og endurskoðað fíggjarætlan fyri 1999 við og uttan nýgg átøk, dagfest Tórshavn apríl 1999. Av nevndu endurskoðaðu fíggjarætlan fyri 1999 framgongur fylgjandi:

  1. Endurskoðað fíggjarætlan

Eftir drúgvar og nágreiniligar viðgerðir hevur leiðslan sett upp eina endurskoðaða fíggjarætlan fyri 1999.

1. talvan vísir rakstrarútreiðslur og tekniskar íløgur settar upp í mun til upprunaligu fíggjarætlanina fyri 1999, soleiðis sum hon er í Fíggjarløgtingslógini fyri 1999.

  1. talva
1999 (endursk.) 1999 (uppr.) Munur
Rakstrarútreiðslur 23.500.000 26.125.000 - 2.625.000 (-10,05%)
Tekn. íløgur 3.500.000 4.700.000

- 1.200.000 (-25,53%)

Tilsamans 27.000.000 30.825.000   - 3.825.000 (-12,41%)

Leiðslan hevur soleiðis skorið 2.625 mió. kr. av ætlaða rakstrinum og 1,2 mió. kr. av ætlaðu teknisku íløgunum. Sum tað sæst, er talan um ein stóran niðurskurð – 10 prosent av rakstrinum og ¼ av íløgunum. Hesin niðurskurður kemur eftir, at íløgurnar bæði í fjør og undanfarin ár hava verið alt ov smáar, og leiðslan dugir ikki at síggja, at tað ber til at skerja meira í 1999, uttan tað fær vanlukkuligar avleiðingar fyri stovnin – rakstrarliga við at nógv fólk má sigast úr starvi við teirri avleiðing, at framleiðslan av føroyskum sendingum og menningum av einum betri og meira føroyskum sjónvarpi verður hart rakt.

  1. Inntøkur uttan nýggj átøk

Leiðslan hevur áður mett, at neyðugt var at brúka umleið 30 milliónir krónur til íløgur og rakstur, herundir menning av programmpolitikki og sendingum í 1999. Tá langtíðarfíggjarætlan árini frammanundan varð gjørd – m.a. fyri 1999 – varð roknað við, at landskassin fór at taka lut í fíggingini av tøkni. Tíðliga gjørdist tó greitt, at so fór ikki at verða, og leiðslan miðaði í upprunaligu metingum sínum í staðin eftir at arbeiða dúgligari fyri nýggjum inntøkum. Í hesum sambandi varð hon nakað bjartskygd. Heldur ikki tók landsstýrið undir við eini stigvísari hækking av sjónvarpsgjaldingum. Hetta og fleiri onnur viðurskifti hava borið í sær, at neyðugt er at endurskoða inntøkugrundarlagið.

2. talvan vísir í fyrsta lagi bert tær inntøkurnar, sum kunnu vinnast stovninum við núverandi gongd – tvs. uttan nýggj átøk. Hesar inntøkur eru settar upp móti ávikavist upprunaligu metingini fyri 1999 og veruliga gongdini í 1998:

2. talva:

Mettar innt. í 1999 Endursk. meting   *) Rokn. 1998
Sjónvarpsgjald 15.699.000 13.700.000 13.281.042
Lýsingar 6.500.000 4.300.000 3.719.781
Spøl 8.000.000 6.000.000 5.334.248
Aðrar inntøkur 450.000 170.000 183.297
Rentur 200.000 30.000 44.698
Tilsamans 30.849.000 24.200.000 22.563.066

  *) Metingin byggir á núverandi inntøkugongd – tvs. uttan nýggj átøk.

  1. Hall ella avlop við nýggjum átøkum ?

    1. og 2. talva vísa, at SvF noyðist at brúka 27,0 mió. kr. í 1999, meðan núverandi inntøkugongd bert gevur 24,2 mió kr. í inntøkum. Verða eingi átøk sett í verk á inntøkusíðuni, fær SvF sostatt aftur í 1999 eitt stórt hall á rakstrinum, hóast endurskoðaða fíggjarætlanin hevur munandi smærri útreiðslur enn upprunaliga metingin. Omaná hevur stovnurin so fingið eitt restgjald frá útbyggingini á rakstur sín fyri 1999. Hetta er undrunarvert, av tí at tað hevur verið landskassans uppgáva at byggja stovninum høli.

    Hvussu væl nýggj inntøku-átøk fara at muna í royndunum at venda einum hóttandi gjaldsførishalli til avlops í 1999 veldst m.a. um, hvørt SvF skal átaka sær restgjaldið fyri byggingina, ella stovnurin fær hetta gjald afturgoldið á fíggjarløgtingslógini fyri 2000. 3. talvan vísir, hvussu ársúrslitið hjá SvF kann gerast, um metingarnar fyri inntøku-átøkini halda, ávikavíst við og uttan restgjaldið fyri byggingina í rakstrinum.

Í skrivi dagfest tann 30. mars 1999 (skjal 17) boðar SvF UMMS skrivliga frá, at stovnurin hevur 2,4 milliónir krónur í halli í 1998. Brævið er sent við fylgisskrivi dagfest tann 9. apríl 1999 (skjal 17). Av journaliseringsáriti á sjálvt skrivið framgongur, at hetta er innjournaliserað hjá UMMS tann 12. apríl 1999. Við brævinum fylgir "Frágreiðing um fíggjarligu støðuna hjá Sjónvarpi Føroya – og atgerðarætlan fyri árini 1999-2004". Brævið sjálvt er stílað til UMMS att.: aðalstýrið og sum framgongur av skrivinum er avrit av brævinum og frágreiðing eisini send landsstýrismanninum og mentamáladeildini beinleiðis. Skrivið er soljóðandi:

Sum áður fráboðað landsstýrismanninum í óformligari samrøðu hevði Sjónvarp Føroya 2,4 milliónir krónur í rakstrarhalli í 1998. Hallið kemst av, at inntøkurnar sviku.

Fíggjarliga støðan er eisini vánalig í inniverandi fíggjarári, serliga orsakað av restgjaldinum fyri íløgurnar í byggingina, sum SvF í ár noyðist at átaka sær yvir raksturin. Harafturat hóttir ein umfatandi tørvur á íløgum í nýggja tøkni fíggjarligu støðu stovnsins.

Eisini eru í skrivandi løtu útlit til, at SvF oman á hesi viðurskifti noyðist at átaka sær nógv ta hægstu lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hesi viðurskifti bera í sær, at SvF kann koma í átrokandi gjaldførisvanda longu seinni í ár.

Tað er áskoðanin hjá leiðsluni, at stovnurin í høvuðsheitum skal koma burtur úr fíggjarliga tronganum við egnari megi og undir leiðslunar ábyrgd. Undirritaði hevur skrivað eina nágreiniliga frágreiðing um fíggjarligu støðuna við uppskoti um eina atgerðarætlan fyri tíðarskeiðið 1999-2004. Grannskoðarar stovnsins hava lisið og viðgjørt frágreiðingina, áðrenn hon nú verður send landsstýrinum.

Frágreiðingin vísir á eina fíggjarliga heildarætlan, har tað almenna tekur lut í summum pørtum, fyrst og fremst við at landsstýrismaðurin – og aðrir játtandi myndugleikar, har tað er neyðugt – geva heimild til eina gjaldføristrygging og til nýggjar inntøkumøguleikar.

Leiðslan hevði ætlað at lagt frágreiðingina og atgerðarætlanina fyri landsstýrismannin nakað fyrri. Men neyðugt var at fáa øll tøl til vega, og leiðslan hevur viljað havt grannskoðararnar at viðgera bæði tøl og frágreiðing nágreiniliga. Miðskeiðis í mars hendi so tað, at grannskoðari stovnsins, Jógvan Amonsson, gjørdist semingsmaður í almennu sáttmála-ósemjuni, og síðani rakti arbeiðssteðgurin, so stjórin hevur verið noyddur at røkja aðrar átrokandi uppgávur – herundir at hava eina so fræga skrá sum tilber, so stovnurin ikki missir ov nógv av hyggjaragjaldinum ella inntøkunum av lýsingum og spæli.

Sum avtalað við landsstýrismannin í óformligu samrøðuni heitir undirritaði á stýrið um skjótast tilber at fáa í lag fund millum landsstýrismannin, stýrið, grannskoðarar SvF’s og undirritaða at viðgera spurningarnar í frágreiðingini.

Í tíðarskeiðnum frá 24. til 29. apríl 1999, eru Jóannes Dalsgaard, Signar á Brúnni og Tróndur Djurhuus saman á ferð í Danmark, har luttikið verður á ráðstevnu í Keypamannahavn, umframt at vitjað verður á sjónvarpsstøð á Bornholm. Sum kanningarstjórin hevur skilt á samrøðu við Jóannes Dalsgaard, varð á ferðini einki nevnt um fíggjarligu trupulleikarnar í SvF og er Jóannes Dalsgaard vísur í, at hann hevur ikki sæð ella lisið skrivið dagfest tann 30.03.1999 fyrr enn hann er afturkomin av hesi ferð.

Hin 25. apríl 1999 setur Barni Wilhelm upp innanhýsis upprit í UMMS um fíggjarviðurskiftini hjá SvF (skjal 18), og er hetta soljóðandi:

Um Fíggjarviðurskiftini hjá Svf.
Sjónvarpstjórin hevur í apríl-1999 sent UMMS eina frágreiðing um fíggjarstøðu stovnsins. Upplýst verður, at frágreiðingin eisini er send beinleiðis til Mentamáladeildina og landsstýrismannin.

Frágreiðingin viðgerð støðuna í roknskaparárinum 1998. Av frágreiðingini framgongur, at fíggjarstøðan er sera álvarslig, íkomin serliga av ov stórari nýtslu í 1998 í mun til inntøkurnar. Roknskapurin í 1998 vísir eitt hall uppá 2,4 mill. kr.

Tað er mín fatan av fyriliggjandi tilfari, at stovnurin neyvan fer at klára sínar fíggjartrupulleikar uttan landskassans hjálp, verða tiltøk ikki sett í verk beinanvegin.

Leiðslan hevur ikki megnað at hildið raksturin innan sínar fíggjarkarmar í 1998, men hevur sett útreiðslutiltøk í verk fyri væntaðar inntøkur, áðrenn stovnurin hevur fingið inntøkurnar, og so tá inntøkurnar ikki koma, kemur raksturin at vísa hall.

Mælt verður til at áleggja leiðsluni at seta neyðug tiltøk í verk, so raksturin kemur at javnviga innan fyri fíggjarkarmar stovnsins beinanvegin, og at greiða UMMS frá, hvussu hetta verður framt.

Tað er eisini at undrast yvir, at nú SvF hevur fingið nýggja lóg og kunngerð at virka undir, ið skuldi gera SvF meiri sjálvstøðugt, at leiðslan í SvF biður um at fáa eina gjaldsførisskipan, har tað almenna (landskassin) skal veita SvF ein beinleiðis rakstrarkredit, og harvið kemur at gera stovnin meiri heftan av landskassanum.

Leiðslan í SvF finst eisini at almenna arbeiðsmarknaðinum (UMMS og Fíggjarmála-stýrinum), tí higartil eru stig tikin til at hækka rakstrar útreiðslurnar hjá SvF við at upp-normera og hækka lønirnar hjá starvsfólkinum.

Tað er eisini mín fatan av framsenda tilfarinum, at leiðslan í SvF ikki er heilt greið yvir, um hon skal reka stovnin innan teir fíggjarkarmar, ið stovnurin hevur, ella at landskassin skal luttaka í rakstri og íløgum á stovninum.

Mælt verður til, at UMMS tekur støðuna hjá SvF í stórsta álvarsemi, annars kann fíggjartrupuleikin gerast upp aftur størri. UMMS eigur at greiða leiðsluni frá, hvønn leiklut landskassin í framtíðini skal hava í rakstri og menning av SvF, og hvør fíggjarstýringsuppgávan hjá leiðsluni í SvF er.

(UMMS eigur at tryggja sær, at sparingarnar vera framdar á ein so mikið skinsaman hátt, at SvF ikki tekur hyggjarnar aftur sum gíslar við at lata vera við at senda á Ólavsøku, soleiðis sum leiðslan gjørdi fyri nøkrum árum síðani, tá SvF var í fíggjarligari trongstøðu.)

Hin 19. mai 1999 senda Ltgr. skriv til Signar á Brúnni, landsstýrismann (skjal 19), har spurt verður hvørji tiltøk landsstýrismaðurin hevur sett í verk viðvíkjandi ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftum hjá "Landsfyritøkum" og mælt verður til at fáa roknskap SvF’s við á landsroknskapin fyri 1998.

Hin 19 . mai 1999 kl. 09.47 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Petur Petersen og Jóannes Dalsgaard viðvíkjandi SvF (skjal 19 A). Brævið er soljóðandi:

"………
Jógvan Amundson upplýsti fyri mær áðrenn fundin í gjár við leiðsluna í SvF, at hann hevði tosað við Leivur Harryson um hallið hjá SvF.
Eg skilti ikki tað, sum Jógvan segði frá Leivuri.

JD og eg avtalaðu áðrenn fundin, at eg skuldi sum fyrireiking spyrja Leivur og Gunnleyg um málið.

Eg fekk ikki samband við tey áðrenn fundin ígjár, men legði boð eftir mær.

Á fundinum í gjár upplýsti Jógvan A, at hann hevði tosa við Petur Alberg í gjár um málið.

So hetta málið er kent av fleiri nú.

Bæði Leivur og Gunnleyg hava ringt í morgun, Gunnleyg enntá tvær ferðir.

Leivur er samdur við tí sum vit søgdu ígjár, at talan er um at rakstur hjá landskassanum, ið fær kr. 0,00 í rakstrarjáttan, men at ársúrslitið hjá SvF skal á landskassaroknskapin fyri 1998, hvis man periodiserar rætt, og tað roknar hann við, at vit gera.

Eisini undrast Leivur seg yvir, at SvF ikki hevur biðið um eina eykajáttan longu í heyst, tá teir sóðu hvønn veg leiðin bar, tað átti leiðslan í SvF at gjørt.
………"

Hin 19. mai 1999 kl. 16.11 sendir Petur Petersen innanhýsis teldubræv til Bjarna Wilhelm viðvíkjandi SvF (skjal 19A). Brævið er soljóðandi:

"Nú tíðin viðv. roknskapinum fyri 1998 er við at ganga undan, er neyðugt at handla skjótt. Verður hallið hjá SvF ikki tikið við í 1998 roknskapinum verður støðan hjá SvF óviað sera trupul framyvir, kanska óbótalig. Um vit kunnu gera sum tú sigur, at staðfesta hallið fyri 1998 og fáa tað í roknskapin fyri 1998 sum eina meirnýtsla uttan at biðja um eina eykajáttan, er tað óivað loysnin.

Men alneyðugt er at fáa tey fíggjarligu viðurskiftini hjá SvF upp á pláss, soleiðis at vit ikki aftur enda í somu støðu í ár ella seinni. Vit mugu í hesum sambandi seta krøv til teirra virksemi, at tað til eina og hvørja tíð liggur innanfyri fíggjarligu karmarnar.
………"

Hin 20. mai 1999 kl. 10.15 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Petur Petersen, Jóannes Dalsgaard og Signar á Brúnni viðvíkjandi SvF (skjal 19A). Brævið er soljóðandi:

"Eg havi verið í sambandi við Leif Abrahamsen. Landskassaroknskapurin fyri 1998 er avsluttaður, og er við at fara til prentingar nú, so har koma vit ikki longur.

SvF er slet ikki við í Landskassaroknskapinum. Vit hava fyrr havt spurningin frammi um luttøkuna hjá SvF í landskassaroknskapinum. Málið er m.a. reist beint eftir at kunngerð um reglur fyri SvF var lýst á sumri 1998, tí ásetingarnar í kunngerðini vóru í ansøkn við kunngerðina um roknskaparhald landsins. Roknskaparreglurnar hjá SvF standa í paragraf 5 í kunngerðini. Har stendur, at SvF skal senda landsstýrismanninum ein grannskoðaðan roknskap til góðkenningar saman við einari ársfrágreiðing.

Tað er ikki nógv innlit, vit fáa í teirra loypandi rakstur á henda hátt, men møta í staðin trupulleikunum – sum nú – tá hesir eru vornir eitt problem.

Spurningurin er, um landsstýrismaðurin ikki skuldi álagt SvF at rapportera mánaðarliga til FSL eins og onnur gera, og at hetta var sett í verk beinanvegin og ikki bíða til næsta ár soleiðis sum Fíggjarmálastýrið hevur skotið upp í skrivi til okkara 19. februar 1999

Alt hetta omanfyri er nevnt, tí hvussu er ætlanin frá okkara síðu at roknskaparviðurskiftini skulu vera í framtíðini. Skulu teir liggja uttanfyri ella skulu teir verða innanfyri FSL?

Henda avgerð hevur týdning fyri, hvussu vit fara fram í meirnýtslu – málinum, tí skal SvF gera egnan roknskap, ið okkara landsstýrismaður leggur fyri Tingið ella hvat?

Hvussu skal SvF hava yvirtrekkið dekkað inn aftur við eini eykajáttan í ár? 1998 er avsluttað, ella við einum rakstrarkreditti ella hvat.

Eg haldi at vit taka støðu til teirra roknskaparviðurskifti frameftir, og út frá tí loysnini avgerða hvussu meirnýtslan skal handfarast".

Hin 31. maj 1999 kl. 10.19 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Signar á Brúnni, Petur Petersen og Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi SvF (skjal 19B). Brævið er soljóðandi:

"Vit skuldu fáa tilfar frá SvF í seinastu viku, sum skuldi útdýpa teirra truplu fíggjarstøðu, starvfólkatal v.m.

Eg havi onki sæð enn.

Í seinastu viku havi eg tosað við Jákup Augusteinussen á FGJ um hvussu tað ber til at stovna SvF í Landskassaroknskapinum aftur, um tað er loysnin, ið skal fremjast.

Vit eru samdir um framgangsmátan, at byrjast skal við ársbyrjan at bóka ein byrjunnarstatus inn. Her kemur so eitt hall fram uppá tær 2,4 mill kr. síðani verður mánaðarraksturin bókaður fram til t.d. 31.05.1999, síðani verða teir einstøku rokningarnar bókaðar dag um dag fram yvir eins og arðir stovnar gera.

Eisini allar peningastovnakonti skulu gerast upp og flytast yvir í landskassan.

Fyri SvF merkir tað, at teirra likviditetstrupuleikar verða fluttir yvir í landskassan og sum er so er tann trupleikin burtur fyri SvF

Fyri okkum merkir tað, at SvF hevur ein størri rakstur í 1999 enn teir hava játtan til, tí teir hava eina ávísa inntøku, men størri útreiðslur enn inntøkan svarar til. Í hvussu er tær 2,4 mill kr. Hvat verður av byggirokningini uppá 1,2 mill kr. dugi eg ikki at svara uppá her og nú, tí hon stendur ógoldin enn.

Verður hetta gjørt, má okkara landsstýrismaður í fíggjarnevndina eftir tí væntandi upphæddini nakað skjótt, evt. á Ólavsøku.

Soleiðis sum SvF hevur greitt frá, so koma teir í likviditetstrupuleikar beint eftir summarfrítíðina, tað er kanska eisini orsøkin til, at byggirokningin ikki verður goldin, eisini tí meini eg, at hetta málið má loysast áðrenn summar – frítíðina, umframt tað, at eitt og hvørt rakstrarstað skal hava játtan til sínar útreiðslur til eina og hvørja tíð."

Hin 31. maj 1999 kl. 14.04 sendir Petur Petersen innanhýsis teldubræv til Bjarna Wilhelm, Signar á Brúnni og Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi SvF (skjal 19B). Brævið er soljóðandi:

"Tað at SvF kann flyta sínar trupulleikar í landskassan er at meta sum eitt slag av einum tvíeggjaðum svørði, tí onnur síðan loysir trupulleikarnar hjá SvF, meðan hin síðan gevur okkum eina uppgávu, ið vit ikki høvdu áður ( ikki seinastu árini ) og sum ikki er so einføld. Neyðugt verður, um SvF aftur skal við í landskassaroknskapin, at tryggja eina neyva fíggjarstýring, soleiðis at nýtslu- og játtanarviðurskiftini verða stýrd neyvt, t.d. við váttaðum mánaðarroknskapum.

Áðrenn viðurskiftini við SvF verða loyst á henda hátt, haldi eg at tað er alneyðugt, at fíggjarviðurskiftini hjá SvF fyri 1999 og tey næstu árini verða útgreinaði, soleiðis at vit vita so nágreiniliga sum gjørligt, hvat tað er vit fara umborð til.

Spurningurin er um vit ikki kunna vinna nakað av meirnýtsluni í 1998 inn aftur í 1999? Neyðugt er so í øllum førum at tryggja, at eingin meirnýtsla verður í 1999, helst ein minni nýtsla.

Eg skjóti upp, at BW setur seg í samband við SvF ( stjóran ) og heitir á hann um at koma við lovaða rakstar- og pengastreymsætlanum fyri 1999 til 2004, sum avtalað á seinasta fundi.

Neyðugt er at fáa hetta tilfar til vega skjótast gjørligt, soleiðis at ein støða kann takast í málinum.

Hetta er eitt viðbrekið mál, sum eigur at verða loyst so skilagott sum gjørligt."

Hin 1. juni 1999 kl. 15.48 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Petur Petersen, Bjarna Wilhelm, Signar á Brúnni og Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi SvF (skjal 19B). Brævið er soljóðandi:

"Eg havi í dag tosa við Trónda í SvF, hann er klárur við roknskaparætlanunum fyri ár 2000 til ár 2004.

Vit fáa tilfarið niðan í dag ( til Jóannes ).

Í morgin fáa vit eitt yvirlit yvir starvsfólkatalið frá 01.01.1997 til 01.06.1999."

Hin 1. juni 1999 kl. 17.02 sendir Jóannes Dalsgaard innanhýsis teldubræv til Bjarna Wilhelm, viðvíkjandi SvF (skjal 19B). Brævið er soljóðandi:

"Eg haldi, vit skulu hava ein fund millum SvF og okkum fríggjadagin ella mánadagin, um vit eru klárir at taka støðu til uppskotinum til loysnir frá SvF. Men vit mugu nokk hava ein ráðleggingarfund fyrst, har vit fara ígjøgnum tilfarið. BW og eg venda aftur til málið".

Hin 1. juni 1999 sendir SvF skriv til UMMS (skjal 20). Saman við skrivinum er løgd 5 ára ætlan viðvíkjandi inntøkum, útreiðslum og gjaldføri SvF’s árini 2000-2003, dagfest mai 1999 (skjal 21).

Hin 3. juni 1999 kl. 10.26 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Signar á Brúnni, Petur Petersen og Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi SvF (skjal 19B). Brævið er soljóðandi:

"Eg havi júst havt Leif Abr. í telefonini. Hann og Jákup A. hava tosa um at SvF møguliga skal leggjast inn í landskassaroknskapin.

Skal tað gerast áðrenn summarfrítíðina, má boð koma um tað í hesari vikuni, tí tað tekur so mikið langa tíð at fáa uppá pláss, og so nógvar uppgávir liggja á FGJ, at teir náa ikki at gera tað um ikki byrja verður beinanvegin.

Eg síggi málið at hava skund, tí SvF kemur í likviditetstrupuleikar einafer í eftir summarferiuna, og tað kann umgangast við hesari loysnini. Men hon inniber eisini at Signar má í tingið á Ólavsøku og biðja um kr. 2.872.000,- at dekka hall frá 1998 hjá SvF, umframt at vit ikki enn eru heilt tryggir við hvussu 1999 tørnar út.

Onnur loysn kann vera at SvF fær loyvi til at flyta eitt hall til næsta ár, men er tað ynskiligt?"

Hin 3. juni 1999 kl. 10.31 sendir Jóannes Dalsgaard innanhýsis teldubræv til Bjarna Wilhelm, viðvíkjandi SvF (skjal 19 B). Brævið er soljóðandi:

Takk fyri. Samb. mail frá aðalstjóranum skulu vit báðir gera eitt tilmæli til aðalstj. og landsst. m"

Hin 3. juni 1999 kl. 19.16 sendir Petur Petersen innanhýsis teldubræv til Bjarna Wilhelm, viðvíkjandi SvF (skjal 19C). Brævið er soljóðandi:

"Eg gangi út frá at tú og Jóannes gera eitt tilmæli í málinum so skjótt sum gjørligt, sum vit kunnu taka støðu til.

So skjótt sum hetta er greitt, kann málið vónandi verða avgreitt."

Hin 4. juni 1999 er sett upp innanhýsis upprit í UMMS (skjal 22) viðvíkjandi spurninginum um at loyva Sjónvarpi Føroya at stovna kassakreditt í føroyskum peningastovni, og er uppritið soljóðandi:

"Fyri tað fyrsta er at siga, at lógin um útvarp og sjónvarp inniheldur ongar reglur um, at stovnarnir kunnu taka lán og tá talan er um stovnar undir landinum krevst lógarheimild til lántøku. Sostatt ber ikki til at geva sjónvarpinum loyvi til lántøku, heldur ikki við landskassaveðhaldi sum heldur eingin heimild er fyri.

Annars er hetta at siga; frá 1985 hevði sjónvarpið kassakredittir í føroyskum peningastovnunum við landskassaveðhaldi. Hesir kredittir eru afturgoldnir í 1987, soleiðis at sjónvarpið kom at skylda landskassanum peningin.

Lógin um sjónvarp frá 1982 sum var galdandi tá sigur um lántøku:
    -    Gjørt verður sendinet og sjónvarpsstova
    -    Landsstýrinum verður heimilað at taka tørvandi lán til tess….

Sostatt er her talan um, at landsstýrið fekk eina heimild til lántøku, men til tey har nevndu endamálini og ikki til at fíggja rakstur ella annað.

Løgtingsgrannskoðararnir nevna í áliti sínum fyri 1985, at tað ikki er rætt at landsstovnar hava stórar rentuútreiðslur samstundis sum landskassin eigur pening í peningastovnunum fyri lága rentu, men nevnir einki um væntandi heimild.

Í 1990 hevur spurningurin aftur verið uppi um loyvi til at stovna kassakreditt í peningastovni. Landsstýrið hevur 30. november 1990 svarað, at landsstýrið hevur onga heimild at loyva sjónvarpinum at stovna kassakreditt og áleggur samstundis sjónvarpinum at gjalda skuldina til landsstýrið kr. 2 mill. beinanvegin.

Við skrivi frá 6. desember 1990 sigur sjónvarpið frá, at sjónvarpið hevur ikki tøkan pening til hetta m.a. við tað, at so nógv hyggjaragjald er útistandandi og heitir á landsstýrið um at skipa fyri neyðugari heimild, so sjónvarpið hevur tøkan pening.

Í frágreiðing frá Jákup Thósteinsson, dagfest 7. januar 1991, verður aftur sagt, at eingin heimild er til at geva sjónvarpinum loyvi til at upptaka kassakreditt.

Tað er sostatt greitt, at landsstýrið, í hvussu so er síðan 1990, hevur verið av teirri fatan, at tá galdandi lóg ikki er heimilað tílíkari lántøku. Í núgaldandi lóg er eingin broyting hend hesum viðvíkjandi og tað sæst ikki, at nakað stig er tikið ella at tað í heila tikið hevur verið umhugsað at útvega tílíka heimild.

Niðurstøðan má tí vera, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið kann ikki loyva sjónvarpinum at stovna kassakreditt".

Sambært upplýsingum frá Tróndi Djurhuus og Jens Albert Simonsen, er fundur hin 4. juni 1999 hjá UMMS har Tróndur Djurhuus, Jens Albert Simonsen, Bjarni Wilhelm og Jóannes Dalsgaard eru tilstaðar.

Tróndur Djurhuus: "Tann 4. juni 1999 fær SvF endalig boð um, at ikki er heimild fyri, at stovnurin tekur upp kassakreditt. Sama dag er fundur millum umboð fyri SvF og umboð fyri UMMS. Til staðar eru TD, Jens Albert Simonsen, Jóannes Dalsgaard og Bjarni Wilhelm. Tá fær SvF fráboðan um, at SvF verður innlimað í FSL (búskaparskipan landsins), hetta fyri at SvF skal fáa atgongd til gjaldføri landskassans. TD hevur varhugan av, av Bjarni Wilhelm hevði hesa loysn við á fundin. TD spyr, hvat formliga skal verða gjørt í hesum sambandi. Nøkur fyrisitingarlig stig skulu verða tikin fyri, at skipanirnar kunnu verða koyrdar saman. TD og Jens Albert Simonsen standa nakað spyrjandi yvirfyri hesum, men fáa greitt at vita, at gjaldførisviðurskifti er ein annar spurningur. TD skal um hetta mundi í summarfrí, og fær greið boð um, at hann kann trygt fara, tí gjaldførið skulu teir greiða. Tá TD fer í summarfrí (9. juni 1999), metir hann gjaldføristrupulleikarnar sum loystar. Annað er, at tung tøk skuldu takast rakstrinum viðvíkjandi."

Jens Albert Simonsen: "JAS greiddi frá, at fundur var á Sjónvarpi Føroya hin 4. juni 1999, har til staðar vóru Tróndur Djurhuus, JAS, Jóannes Dalsgaard og Bjarni Wilhelm. Tá ynskti SvF framvegis at taka upp kassakreditt, uttan tó, at enn var fingin endalig greiða á heimildunum fyri hesum. Á fundinum fekk SvF at vita, at ikki varð mett gott at taka upp kassakreditt í privatum peningastovni til høga rentu, samstundis sum landskassin fleyt yvir í pengum. Heldur skuldi SvF koblast uppá FSL hjá Føroya Gjaldstovu og soleiðis fáa beinleiðis atgongd til gjaldføri landskassans. Sum SvF skilti umboðini frá UMMS á fundinum, so skuldi fremjast ein fyribils loysn soleiðis, at SvF varð koblað uppá FSL og síðani kundi greiða sínar fíggjarligu skyldur. Eftirfylgjandi skuldi ein meiri greið loysn fáast, har SvF skuldi koblast upp á FSL. Hettar skiltust partarnir uppá á fundinum 4. juni 1999.Viðvíkjandi loysnini, hareftir SvF skuldi fáa atgongd til gjaldføri landskassans, so varð á fundinum løgd áherðsla á, at hendan loysn innibar, at millumverandið við gjaldstovuna skuldi vera 0, tá árið var runnið, og um hetta ikki lat seg gera, so mátti søkjast um eykajáttan fyri munin."

Hin 7. juni 1999 kl. 14.01 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Signar á Brúnni, Petur Petersen og Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi SvF (skjal 22A).

Brævið er soljóðandi:

"Hjálagt er ein roknskaparuppstilling, ið vísir gongdina hjá SvF fyri tíðarskeiðið 1997 og fram til 2004.

So er spurningurin nær tíð verður at viðgerða hetta málið. Tróndur fer í summarfrí komandi mikudag 9. juni 1999."

Hin 8. juni 1999 sendi UMMS skriv til SvF (skjal 23) viðvíkjandi fíggjartrupulleikum hjá Sjónvarpi Føroya, og er hetta soljóðandi:

"………
Víst verður til brøv sjónvarpsins dagfest 30. mars 1999 og 1. juni 1999 við frágreiðingum og til fundir um fíggjarstøðuna hjá Sjónvarpi Føroy, seinast 4. juni í ár.

Út frá teimum upplýsingum, ið eru komnar fram undir viðgerðini, vísir hjálagda rakstraryvirlit, at Sjónvarpi Føroya tørvar eina eykajáttan í 1999 uppá kr. 2.400.000,- fyri at eginogn stovnsins skal verða positiv, roknað út frá rakstrarætlan stovnsins gjørd í juni 1999, fyri árið 1999. Undirvísingar- og Mentamálastýrið vil arbeiða fyri at útvega Sjónvarpi Føroya hesa játtan.

Leiðsluni í Sjónvarpi Føroya verður álagt 15. í hvørjum mánaða at senda Undirvísingar- og Mentamálastýrinum eina mánaðarliga roknskaparfráboðan, ið vísir raksturin higartil í ár og mett tøl fyri restina av árinum, fyrstu ferð 15. juni í ár pr. 31. mai 1999.

Eisini skal Sjónvarp Føroya senda Føroya Gjaldstovu mánaðarliga roknskap, sundurligaðan sambært kontoskipan landsins, byrjanardagur 1. januar 1999. Leiðslan í Sjónvapi Føroya verður biðin um at seta seg í samband við Føroya Gjaldstovu um hesi viðurskifti skjótast gjørligt.

Hóast Undirvísingar- og Mentamálastýrið arbeiðir við at útvega sjónvarpinum eina eykajáttan, væntar Undirvísingar- og Mentamálastýrið av leiðsluni í Sjónvarpi Føroya, at hon hevur eina so neyva fíggjarstýring, at netto játtanarkarmurin veðrur hildin í 1999."

Tann 9. juni 1999 sendir UMMS Føroya Gjaldstovu skriv við hesi fráboðan (skjal 25).:

"Vit hava í skrivi til SvF 08.06.1999 álagt SvF at senda tykkum mánaðarligan roknskap, sundurligaðan sambært kontoskipan landsins, byrjanardagur 01.01.1999. SvF vil seta seg í samband við tykkum um hesi viðurskifti.

Vinarliga boða okkum frá, tá hesi viðurskifti eru fingin í rættlag og at ásetingarnar í kunngerð um roknskaparverk landsins eru loknar yvir fyri FGJ"

SvF fær í skrivi sama dag (tann 9. juni 1999) sendandi makaskjal av skrivinum til Føroya Gjaldsstovu til kunningar.

Hin 11. juni 1999 sendir UMMS skriv til Ltgr (skjal 26) viðvíkjandi spurninginum, um at taka SvF við á landsroknskapin og verður m.a. hetta ført fram:

"………
…stig (eru) tikin av Fíggjarmálastýrinum til, at roknskapurin hjá Sjónvarpi Føroya verður tikin við í landsroknskapin ár 2000.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur í juni 1999 tikið stig til, at SvF kemur í játtanarroknskap landsins frá 01. januar 1999, og soleiðis eisini við í landsroknskapin ár 1999.

Neyðugar fyrireikingar verða í hesum døgum gjørdar hjá SvF og hjá Føroya Gjaldstovu".

Hin 2. juli 1999 sendir SvF skriv til Føroya Gjaldstovu viðvíkjandi kontoplan, og er hetta soljóðandi (skjal 27):

Sum avtalað í telefonini sendi eg tær eitt nýtt eintak av kontoplaninum. Eg havi nú sletta tær konti, sum ikki verða brúktar longur. Harafturat havi eg rættað teir feilir, sum tú gjørdi vart við í telefonini.

Hin 8. juli 1999 sendir FMS Ltgr. skriv viðvíkjandi upptøku av Sjónvarpi Føroya á landsroknskapin og endar brævið soleiðis (skjal 28):

"………
……… mett verður nú at møguleiki er fyri at SVF kann koma við í landsroknskapin longu í 1999."

Hin 14. juli 1999 er fundur hjá SvF, har tilstaðar eru umboð fyri SvF, Landsgrannskoðaran og Føroya Gjaldsstovu. Evnið fyri fundin er spurningurin um hvussu SvF verður tikið við í FSL. Á fundinum upplýsir umboð fyri SvF annars, at SvF hevur gjaldføristrupulleikar. Í privatu fundarbók síni fyri henda dag, hevur Leif Abrahamsen, ið luttók á fundinum, gjørt hondskrivað notat frá fundinum (skjal 28B). Hetta notat er ikki lætt lesiligt, men lesir kanningarstjórin skjalið soleiðis:

"14. juli 99                                                        -   SVF
                                                                         -   Hvussu taka vit SVF við
                                                                         -   SVF, GDL og FGS 

………

-    Likv.mangulin verður henda mánaða umleið 2,5 mió. kr. Leivur helt, at tað var                  undarligt, at einki var hent fyrr á økinum. SVF greiddi frá, at teir høvdu kunnað ov seint pol. myndugl.   -   Avtala SVF tekur stig til
-        at fáa ávíst gjaldføri
-        at fáa gjørt konteringsumskr.
-        at fáa gjørt uppskot til fíggjarst., raportering OSV"

Eisini Leivur Harryson hevur gjørt privatar noteringar frá fundinum og sum framgongur av hesum, verður á fundinum tosað um gjaldføristørv hjá SvF (skjal 28A). Noteringarnar eru ikki lætt lesiligar, men hevur kanningarstjórin lisið hesar soleiðis:

"………
Likv. 100 t.kr.
Nú ongan likviditet
Við at steðga upp
        -    allar íløgur í ár gjørdar
        -    lønir hægri
        -    lønarkoyring 1,2
………"

Tróndur Djurhuus: "Tann 14. juli 1999 er fundur millum umboð fyri Føroya Gjaldstovu (Leif Abrahamsen, Ingi Vestergaard og Jákup Augustinussen), landsgrannskoðararnar (Leivur Harrysson og Odd Bjellvåg) og Sjónvarp Føroya (TD og Jens Albert Simonsen), hetta í sambandi við, at SvF skal innlimast í FSL. TD spyr á hesum fundi Leif Abrahamsen, hvussu SvF fær fatur á gjaldførið úr landskassanum, og svarar Leif Abrahamsen, at SvF ikki hevur fingið ræðisrætt á játtanarkonto í játtanarroknskapinum og biður SvF um at fáa avgreitt skjal um rindan av gjaldføri beinleiðis frá UMMS, ið situr við ræðisrættinum. Hetta skal verða gjørt sum skjótast, tí Føroya Gjaldstova skal í summarfrí."

Jens Albert Simonsen: "Fundur er millum SvF, Føroya Gjaldstovu og Landsgrannskoðarin helst hin 14. juli 1999, og skuldi á hesum fundi ætlandi tosast um praktisku viðurskiftini í samband við kobling uppá FSL. Tá gjaldføristrupulleikarnir eru íkomnir, verður hetta umrøtt á fundinum, og skjýtur Leif Abrahamsen tá upp, at Jóannes Dalsgaard útskrivar ein útgjaldsordra til Føroya Gjaldstovu, men mátti Jóannes Dalsgaard tó sjálvur standa inni fyri hesum útgjaldsordra."

Leif Abrahamsen: "LA greiddi frá, at fyrsta kunnleika hann fær til trupulleikarnar í SvF, er á fundi í SvF hin 14. juli 1999, har hann, Leivur Harryson, landsgrannskoðari og Jákup Augustinussen, roknskaparstjóri møta. Fundurin skuldi snúgva seg um, hvussu SvF varð tikið við í almenna roknskaparhaldið. Á fundinum fáa luttakararnir at vita frá sjónvarpsstjóranum, at stovnurin hevur akuttan gjaldføristørv á kr. 2.5 mió. Av notati frá fundinum framgongur, at avtalað varð á fundinum, at SvF skal taka stig til at fáa neyðturvuligt gjaldføri."

Sambært upplýsingum frá Tróndi Djurhuus og Jens Albert Simonsen, eru teir tann 15. juli 1999 á fundi hjá UMMS, har teir skilja viðurskiftini soleiðis, at ikki kann verða skrivað undir ávísingarskjal til Føroya Gjaldsstovu soleiðis uttan víðari.

Tróndur Djurhuus: "Tann 15. juli 1999 er fundur hjá UMMS, har til staðar eru TD og Jens Albert Simonsen fyri SvF og Jóannes Dalsgaard, Petur Petersen og Signar á Brúnni frá UMMS. Umboðini fyri UMMS siga nú, at rindan av gjaldførinum úr landskassanum er ein trupulleiki, og um SvF hevur fingið aðra fatan av hesum, mugu teir hava misskilt viðurskiftini. TD heldur tó fast um, at teir á fundi hin 4. juni 1999 hava fingið ta greiðu fatan, at gjaldførið als ikki er nakar trupulleiki hjá SvF, men nústani fær SvF fráboðan um, at rindan av gjaldførinum úr landskassanum kann gerast ein trupulleiki. Fundurin partanna millum endaði mest sum í ongum. TD lat eitt orð falla um, at neyðugt kundi gerast at fremja minni yvirtrekk á bankakonti hjá SvF, fyri at fáa greitt lønirnar fyri juli 1999. Tá TD tosaði um at yvirtrekkja konti, skiltist á hinum fundarluttakarunum, at hettar var einast møguleikin, og so upploystist fundurin uttan at niðurstøðan varð førd í nakra fundarfrágreiðing."

Jens Albert Simonsen: " Fundur var síðani hin 15. juli 1999 millum umboð fyri UMMS og umboð fyri SvF. Á hesum fundi fingu teir upplýst, at UMMS ikki er sinnað at undirskriva slíkan útgjaldsordra. Tosað verður so um, hvør loysn so kann verða fingin, og kemur uppá tal at fremja yvirtrekk á bankkonti stovnsins. Sum JAS skilti støðuna, so skiltust partarnir uppá hetta.

Hin 15. juli 1999 hevur Petur Albert Lamhauge telefonsamrøðu við landsgrannskoðaran, og hevur sett upp hondskrivað notat frá hesi samrøðu (skjal 29). Hetta notat er ikki lætt lesiligt, men sum kanningarstjórin lesur hetta, framgongur fylgjandi av notatinum:

    "Samrøða við LG

        Strandferðsla 1997

        Søkt í eykajátt.
             -     dekka inniverandi ár
            -     dekk 97 ella 96

         Bleiv standandi sum yvirtrekk

        Stýrisskipanarlóg
                Stovnur ikki bara taka lán

                   LG     Bóka sum skjótast upp. 98
                               tó var roknsk. ikki gjørdur

                   LG     Skilji ikki hví langt síðan biði um eykajáttan

          Beinl. ólógligt sjálvt um stuttfreistað lán § 42

         Lønaútgj. 1,2 – 1,5 mió.
        Inntøka minni enn rokna við

LG Upplýsti á fundi at likvidit. 100.000"

Hin 15. juli 1999 sendir FMS viðvíkjandi SvF skriv til Signar á Brúnni, og er hetta soljóðandi (skjal 30):

"Tygum hava kunnað um, at Sjónvarp Føroya er komið í gjaldføristrupuleikar, og at stovnurin hevur ikki tøkan pening til at gjalda starvsfólkinum løn fyri juli mánað. Tygum hava somuleiðis kunnað um, at arbeitt verður við at fáa eina skipan í lag við fíggingarstovn, soleiðis at løn kann verða goldin fyri juli mánað.

Gjørt skal verða vart við, at sjálvt um talan er um eina stuttfreistaða skipan við ein peningastovn, so er ikki heimild fyri hesum í stýrisskipanarlógini.

Grein 42 í stýrisskipanarlógini sigur: "Lán ella borgan o.a.m. í skuldbindur løgting, landsstýri ella stovnar undir landsstýrinum, kann ikki verða tikið ella veitt uttan við heimild í løgtingslóg.

Neyðugt verður sostatt at útvega eykajáttan annahvørt við eykajáttanarlóg ella fíggjanevndarskjali sambært § 44 í stýrisskipanarlógini."

Sum skilst á frágreiðing frá Jóannes Dalsgaard og Tróndi Djurhuus, so verður nú arbeitt við at seta upp fíggjarnevndarskjal og eftir at hetta er sett upp, verður tað viðgjørt á landsstýrisfundi, har øll samgongan er umboðað og tekur undir við tí. Sí annars frágreiðingar frá Tróndi Djurhuus og Jóannes Dalsgaard um hetta.

Tann 19. juli 1999 sendir FMS UMMS skriv viðvíkjandi fíggjarnevndarskjali um eykajáttan til SvF, og er skrivið soljóðandi (skjal 31):

Viðvíkjandi fíggjarnevndarskjali um eykajáttan til Sjónvarp Føroya (SvF)

Í samband við umsókn frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum um eykajáttan til SvF hevur Fíggjarmálastýrið hesar viðmerkingar:

  1. Ásannast má, at landskassin er bundin av tí halli, sum SvF hevði í 1998 á uml. 2,4 mió. kr. Somuleiðis er landskassin bundin av teim bráðfeingis skyldum, sum SvF hevur per dags dato áljóðandi 2,2 mió. kr., harav gjaldføri hjá SvF bert røkkur til 0,6 mió. kr.

  2. Treytir eiga at verða settar fyri hesi eykajáttan. Mælt verður til, at Undirvísingar-  og Mentamálastýrið ger:

    1. eina neyva og ítøkiliga útgreining av hvør atvoldin er til og hvør hevur ábyrgdina av, at SvF hevði eitt hall uppá uml. 2,4 mió. kr. í roknskaparárinum 1998 og nú hevur gjaldføristrot uppá 1,6 mió. kr.
    2. eina meting av úrslitinum fyri fíggjarárið 1999. Víst verður til fíggjarnevndarskjalið, har mett verður, at gjaldføristrotið fyri árið 1999 verður størri enn nú verður søkt um.
    3. eina meting av útlitunum fyri ár 2000.

          3.    Mælt verður til, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger uppskot um hvussu tryggjast
                 kann, at SvF ikki aftur fremur meirnýtslu og gjaldføristrot. Mælt verður til, at SvF sum
                skjótast verður tikið við í landsroknskapin, so

                a)     SvF hevur atgongd til gjaldføri landskassans, og
                b)     SvF er við í fíggjarskipan landsins (FSL), og sostatt fær skipaða fíggjarstýring við
                        mánaðarligum nýtsluyvirlitum frá FSL-skipanini.

            Gjørt skal verða vart við, at avtala longu er gjørd um, at SvF til heystar skal takast við
            í landsroknskapin.

        4.    Mælt verður til, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger eina meting av, í hvønn mun
               hetta mál eigur at fáa avleiðingar fyri leiðsluna hjá SvF.

        5.    Mælt verður til, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger eina ætlan um hvussu SvF
               yvir eitt styttri áramál kann afturrinda landskassanum meirnýtsluna í 1998 og væntaðu
              meirnýtsluna í 1999.

Sama dag (19. juli 1999) verður fíggjarnevndarskjal sent Løgtingsins Fíggjarnevnd, og er hetta soljóðandi (skjal 32):

  1. Inngangur
    Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum søkir við hesum Fíggjarnevndina um eykajáttan í fíggjarárinum 1999 uppá kr. 1.600.000 til høvuðskonto 7.24.4.01 Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka)

  2. Málsfrágreiðing
    Sjónvarp Føroya er í løtuni í einum gjaldføristronga, sum ger, at stovnurin í løtuni vantar gjaldføri til tess at svara hvørjum sítt.

    Roknskapurin fyri 1998, sum er um at verða endaliga grannskoðaður, vísir umleið 2,4 milliónir krónur í halli. Útreiðslumetingar stovnsins hildu og eisini tær flestu inntøkumetingarnar. Men inntøkurnar av eydnuspæli sviku. Tá væl var liðið út á árið gjørdist greitt, at tillagingarnar í spølunum ikki góvu tað av sær, sum roknað var við. Eisini fellur ágóðin av einum átaki til tess at fáa skrásett nýggjar hyggjarar eitt ár seinni enn væntað.

    Inntøkurnar stava í høvuðsheitum frá hyggjaragjaldi, eydnuspæli og lýsingum. Stovnurin noyðist at stýra eftir hesum meira og minni konjunkturavgjørdu inntøkunum í sama fíggjarári – viðhvørt í sama mánaði – sum tær fella. SvF hevur sum sjónvarpsrás eina lítla fíggjarætlan. Tá ein stórur partur av virkseminum hjá SvF byggir á langtíðar sáttmálar og avtalur, og ein munandi partur av útreiðslunum eru sáttmálaásettar lønir til starvsfólk við drúgvari uppsagnartíð, er stovnurin sera viðbrekin mótvegis óvæntaðum gongdum í inntøkunum.

    Stjórin í Sjónvarpi Føroya hevur mælt til, at stovnurin sjálvur arbeiðir seg burtur úr hallinum yvir eitt stutt áramál, og hevur í hesum sambandi biðið um at sleppa at taka upp rakstrarlán ella kassakreditt. Leiðsla stovnsins hevur víst á, at Sjónvarp Føroya virkar at kalla sum ein privat fyritøka, tá tað ræður um inntøkurnar, uttan tó at hava rakstrarlán ella kassakreditt at dúva uppá, um inntøkurnar svíkja í ávísum skeiðum. Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur boðað stovninum frá, at heimildir eru ikki til privata lántøku. Neyðugt er tí at útvega gjaldføri á annan hátt.

    Sjónvarp Føroya hevur í juli 1999 kreditorar fyri tilsamans umleið 2,2 milliónir krónur, sum kunnu verða býttir soleiðis: Lønir: kr. 1.300.000 – Sjónvarpsrættindi: kr. 750.000 – Annað: kr. 150.000. Av tí at stovnurin í løtuni bert er førur fyri at fíggja um 0,6 milliónir krónur afturat í juli, er aktuelli tørvurin á gjaldføri kr. 1.600.000. Hetta svarar til halli í 1998 á 2,4 mió. kr. mótroknað yvirførdum yvirskoti frá árunum frammanundan á 0,8 mió.kr.

    Í mai mánaði í ár vístu framskrivingar, at Sjónvarp Føroya fór at koma í gjaldføristrupuleikar við endan september mánaði í ár. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur saman við Sjónvarpi Føroya og grannskoðara stovnsins arbeitt við spurningunum um gjaldføristrupulleikarnar. Ymsir møguleikar vóru umrøddir og komu partarnir til ta niðurstøðu, at beinast varð, at loysa málið við uppskoti til eykajáttanarlóg, ið fór at verða løgd fyri løgtingið á Ólavsøku. Men av orsøkum, ið ganga fram av omanfyristandandi er gjaldsføristørvurin vorðin akuttur, áðrenn roknað varð við.

    Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur tí gjørt av at royna at loysa tann átroðkandi og sera álvarsama trupulleikan við fíggjarnevndarskjali, har søkt verður um eykajáttan, soleiðis, at stovnurin fær hildið fíggjarligu skyldur sínar. Við verandi gongd verður samlaði gjaldstørvurin í ár møguliga størri enn tann upphædd, ið her verður søkt um. Um so er, verður vent aftur til hendan spurning við uppskoti til eykajáttanarlóg.

    At enda skal verða upplýst, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið saman við leiðsluni í SvF arbeiðir við tiltøkum viðvíkjandi meirnýtslu og fíggjarstýring.

7.24.4.01 Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka)

Sundurgreinað ætlan

tús.kr. J EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan - 1.600 1.600
Útreiðslur 30.101 1.600 31.701
Inntøkur 30.101 - 30.101
  1. Vanligt virksemi
Útreiðslur 30.101   -

31.701

11. Lønir o.a. 15.816   - 15.816
14. Keyp av vørum og tænastum 8.585 - 8.585
15. Keyp av útbúnaði, netto 4.700 - 4.700
16. Leiga, viðlíkahald og skattir 1.000 - 1.000

17. Avskrivingar

- - -
54. Stuðul til annað virksemi - 1.600

1.600

75. Skráseting av keyps-MVG - - -

       

Inntøkur 30.101 - 30.101
21. Søla av vørum og tænastuveit 29.701 - 29.701
.62. Kravd gjøld, bøtur o.a. 200 - 200
67. Rentuinntøkur og vinningsbýti 200 - 200

Keyp av útbúnaði

Útreiðslur - - -
15. Keyp av útbúnaði, netto - - -
75. Skráseting av keyps-MVG - - -

 

  1. Grundgeving fyri framløgu
  2. Um Sjónvarp Føroya skal kunna halda sínar sáttmálabundnu skyldur mótvegis starvsfólkunum, KODA, GRAMEX o.ø. er neyðugt við eykajáttan. Málið hevur skund, tí annars steðga lønarútgjaldingar stovnsins fyri verandi mánað. Eisini kann roknast við, at rættindahavararnir taka stig mótvegis Sjónvarpi Føroya.

  3. Uppskotið
  4. Vísandi til omanfyri standandi, verður søkt um eykajáttan soleiðis:

    § 7.

    B. Játtanir

                                                                                                                         Útreiðslur Inntøkur

    7.24.4.         Mentan

    7.24.4.01     Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka)                                      J -
                                                                                                                  EYJ 1.600

                                                                                                      

  5. Tilsøgn frá Fíggjarmálastýrinum
    Fíggjarmálastýrið hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send fíggjarnevndini, tí málið hevur skund.

    Bræv er sent Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, har mælt verður til, at umrøddu tiltøk verða sett í verk viðvíkjandi meirnýtslu og fíggjarstýring.

Hin 20. juli 1999 kl. 12.40 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Signar á Brúnni, Petur Petersen, Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi hálvársroknskapinum fyri SvF 1999 (skjal 32A). Brævið er soljóðandi:

"………
Vit hava í morgun fingið hálvársroknskapin fyri fyrsta hálvár í 1999 frá SvF. Hann sær soleiðis út:
……
Sum eg havi skilt á SvF, so er ein av orsøkunum til, at lividitetstrupuleikin hjá teimum rakar teir longu nú, er at teir hava gjørt nakrar íløgur (linja 24 og linja 42 í uppsetingini) umframt nøkur nýtslugjøld, ið mugu rindast nú."

Hin 21. juli 1999 er málið til viðgerðar í fíggjarnevndini. Eftir boðum sita umboð fyri UMMS og SvF tilreiðar uttanfyri fundarhølini, fyri at kunna svara spurningum um neyðugt. Til staðar uttanfyri hølini eru Signar á Brúnni, Jóannes Dalsgaard, Bjarni Wilhelm og Tróndur Djurhuus. Sum skilst varð málið als ikki viðgjørt í fíggjar-nevndini vegna minnilutaverju.

Í framhaldi av fíggjarnevndarfundinum sendir Fíggjarnevndin UMMS skriv sama dag (21. juli ), ið er soljóðandi (skjal 33):

"……….
Viðvíkjandi umsókn til fíggjarnevndina, dagfest 19. juli 1999, um eykajáttan til høvuðskonto 7.24.4.01 Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka).

Fíggjarnevndin hevur á fundi 21. juli 1999 viðgjørt umsókn frá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, dagfest 19. juli 1999, um eykajáttan í fíggjarárinum 1999 uppá kr. 1.600.000 til høvuðskonto 7.24.4.01 Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka).

Meira enn tveir fimtingar av nevndarlimunum kravdu, at málið verður viðgjørt sbr. stýrisskipanarlógini § 44, stk. 1, og er umsóknin tí ikki gingin á møti.

Avrit av hesum brævi er sent til Fíggjarmálastýrið."

Sum skilst á Leif Abrahamsen verður hann sama kvøld kontaktaður av Jóannes Dalsgaard, ið heitir á hann um at hyggja ígjøgnum eina roknskaparuppseting fyri SvF fyri 1999 og gera viðmerkingar til hesa. Sjálvt skjalið fær hann eftir midnátt.

Roknskaparuppseting fyri SvF, ið JD hevur sett initialir síni á og dagfest tann 21. juli 1999, er soljóðandi (skjal 34):

Sjónvarp Føroya – uppseting A1

Ár 1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004
Sjónvarpsgjald - - 14.800.000 - - - - -
Lýsingar - - 4 .300.000 - - - - -
Spøl - - 6.000.000 - - - - -
Margmiðlar - - 400.000 - - - - -
Aðrar inntøkur - - 200.000 - - - - -
Inntøkur íalt - - 25.700.000 - - - - -

Serlig inntøku-átøk 1)

Lønir - - 15.200.000 - - - - -
Aðrar útreiðslur - - 7.465.256 - - - - -
Íløgur-rakstur - - 2.100.000 - - - - -
Hall av bygging - - 1.231.535 - - - - -
Útreiðslur íalt - - 25.996.791 - - - - -

 

Rakstrarúrslit - - (296.791) - - - - -

 

Landskassa stuðul - - 1.600.000 - - - - -
Endaligt úrslit - - 1.303.209 - - - - -

 

Eginogn - - (336.373) - - - - -

 

Tal av Svf-síggjarum - - 11.600 4) - - - - -
Tal av starvsf. 1/1 - - 56,7 - - - - -

 

Goldið kred. niður 3) - - 2.100.000 - - - - -
Likviditetur primo - - 93.418 - - - - -
Likviditetur ultimo - - (703.373) - - - - -

Fortreytir: Sjónvarpsgjaldið verður ikki hækkað í tíðarskeiðnum. Lønir hækka árliga +3%, aðrar útreiðslur hækka +5%.

  1. Serlig inntøku átøk í 1999 eru: Eykainnkrevjing av sjónvarpsgjaldi kr. 1.500.000,- og nýtt spæl kr. 2.000.000,-.
  2. Í 1999 kunnu tær 3 mill.kr. fíggjast antin sum lán ella landskassa stuðul.
  3. Við árslok 1998 eru kreditorar uppá kr. 2.100.000,-.
  4. 25.05.199912.120 síggjarar

Hin 22. juli 1999 er fundur á UMMS, har tilstaðar eru Signar á Brúnni, Jóannes Dalsgaard, Petur Petersen, Bjarni Wilhelm og Leif Abrahamsen. Leif Abrahamsen hevur í privatu fundarbók sett upp hondskrivað notat frá hesum fundi. Hetta notat er ikki lætt lesiligt, men lesir kanningarstjórin skjalið at vera soljóðandi (skjal 35):

"22. juli ’99                  -      SVF
                                    -     Ávísing av "undirskoti" hjá SVF
                                    -     Signar, Jóanes, Petur, Bjarni, Leif

Smb. skrivi frá FMS (19.07.99), so hevur FMS staðfest, at landskassin er bundin av tí halli, sum SVF hevði í 1998 upp á uml. 2,4 mió. kr.

Vísandi til hesa støðu og reglurnar um roknskaparverkið annars, her verður hugsað um, nær útreiðslur skulu skrásetast, so má landsstýrið avgreiða skyldurnar "proffesionelt". Gjaldstovan heldur, at landsstýrism. má hava uppbakn. frá starvsfeløgunum, so embætism. ikki verða drignir av órøttum í málið.

Gjaldstovan heldur, at SVF skal ikki hava ein studning / ávegisgjald, men at gjaldið skal vera fyri makaða útreiðslur, sum grannskoðari stovnsins stendur inni skulu gjaldast.

U&M ger eitt bókingarskjal, har útr. sum talan er um omanfyri verða konteraðar smb.kontiskipan landsins.

Gjaldstovan reisti spurn. um hví SVF er komið í ta støðu, sum stovnurin. er í dag og um "hallið" av byggingini er rætt viðgjørt. Átti hallið ikki at verið tikið við sum ein løgujáttan í ’99.

Gjaldsstova heldur, at rætta loysnin er, at taka bókhaldið við í FSL. 100%, men trupulleikin er, at gjaldsstovan einsamøll ikki hevur orku til tess"

Jóannes Dalsgaard: "Viðvíkjandi fundinum tann 22. juli 1999 upplýsir JD, at í fyrireikingum til fundin tosaðu Petur Petersen, Signar á Brúnni, Bjarni Wilhelm og hann um, hvat var at gera. Petur Petersen var nokk ikki persónliga til staðar í UMMS, men var við via telefon úr Fuglafirði. Fundurin skuldi vera fyri at greiða ta støðu, ið var íkomin. Sambært skrivið frá FMS til UMMS dagfest 19. juli 1999 (skjal 31), so hekk landskassin upp á skyldurnar. Lønir skuldu koyrast, og rokningar skuldu rindast. Tróndur Djurhuus hevði málað eina ræðumynd fyri JD hvussu støðan bleiv, um lønirnar ikki vórðu greiddar. Eisini varð JD kontaktaður av Gunnleivi Dalsgarð, ið hevði sagt, at um lønirnar ikki vórðu goldnar, so fekk hetta eygablikkiligar álvarsligar fylgjur fyri SvF. Ikki varð í smálutum upplýst, hvørjar hesar fylgjur vóru, men ímyndaði JD sær, at hetta í minsta lagi varð svartur skermur. Undir fyrireikingunum vóru upp á tal trý alternativ, nevniliga at lata standa til, leggja málið fyri løgtingið, ella at bóka gjaldkomnu skyldurnar yvir Føroya Gjaldstovu og harvið rinda peningin úr landskassanum. Viðvíkjandi triðja møguleikanum, so var tað serstakliga Bjarni Wilhelm, ið førdi hetta fram, og refereraði hann í hesum sambandi til samrøðu við Leif Abrahamsen o.a. og tað samskiftið, man hevði havt við Fíggjarmálastýrið í málinum. Komið varð til at royna møguleika trý, nevniliga at bóka rokningarnar yvir Føroya Gjaldstovu og lata hesar rinda av landskassanum, og í tí sambandi kallaði Signar á Brúnni allar viðkomandi partar inn til fund hendan dag fyri at fáa vissu fyri, at hetta var ein gongd leið. Fundur var síðani hildin, har til staðar vóru Signar á Brúnni, Bjarni Wilhelm, JD, Petur Petersen og Leif Abrahamsen. Fundurin varð innkallaður fyri at taka støðu til, um gjaldkomnu rokningarnar kundu bókast yvir Føroya Gjaldstovu og rindast av landskassanum. Samda niðurstøðan á fundinum varð, at hetta kundi lata seg gera, og skuldi Signar á Brúnni ávísa rokningarnar til bókingar saman við góðkenning frá JD. JD gjørdi vart við, at embætismannaábyrgdin fyri góðkenningini var hansara og bert hansara. Hann hevði tó ikki varhugan av, at nakar av teimum embætismonnum, ið høvdu við málið at gera, vóru ósamdir í mannagongdini. Annars undirstrikaði JD, at tað, ið alt hóvastákið stóðst av og sum var grundin til, at innkallað varð til fund hin 22. juli 1999, var, at lønirnar fyri juli 1999, Gramex og KODA rokningar fyri 1999 vóru gjaldkomnar, og at neyðugt varð at rinda hesar, um tað ikki skuldi fáa álvarsligar fylgjur fyri SvF.

Leif Abrahamsen: "LA møtti á fundi hjá UMMS tann 22. juli 1999, og helt at fundarevnið var at gera viðmerkingar av meira tøkniligum slagi til tað budgett, hann hevði fingið fyrilagt. Tá hann kom á fundin komu Jóannes Dalsgaard, Petur Petersen, Bjarni Wilhelm og Signar á Brúnni við á fund, og var trupulleikin ein annar enn at neyvgreina endurmettu fíggjarætlanina, nevniliga at fáa avgreitt tær gjaldkomnu fíggjarligu skyldur, ið SvF hevði (lønir og upphavsrættindi). Hetta vóru álvarslig viðurskifti hjá sjónvarpinum, og greiðsla mátti fáast á hesum. Hvat annars viðvíkir tí, ið fyrifórst á fundinum hin 22. juli 1999, so vísir LA til innihaldið í tí notati, hann hevur gjørt í fundardagbók síni (skjal 35)."

Signar á Brúnni: "SáB minnist væl fundin hin 22. juli 1999. Tosað varð um støðuna sum var íkomin, og vóru tilstaðar umboð fyri UMMS og Leif Abrahamsen. Talan varð um eitt tekniskt mál, og varð lurtað eftir tí, Leif Abrahamsen førdi fram. SáB minnist, at Leif Abrahamsen var sera vísur í síni sak, tá hann greiddi frá, at peningurin mátti rindast. Tó minnist SáB ikki við vissu, hvat Leif Abrahamsen var so vísur í, kundi rindast."

Bjarni Wilhelm: "Viðvíkjandi fundinum 22. juli 1999, so var BW tilstaðar á fundi. UMMS hevði fingið boð frá Tróndi Djurhuus um, at um lønarútreiðslur ikki verða goldnar, so var hetta til stóran skaða fyri virksemið hjá sjónvarpinum, hetta tí vandi var fyri, at svartur skermur kom, og kundi ávirka raksturin hjá sjónvarpinum herundir lýsingarinntøkur og hyggjaragjaldsinntøkur. Fyri at eftirkanna hesar upplýsingar nærri, var samband millum Jóannes Dalsgarð frá UMMS og Gunnleivur Dalsgarð frá Starvsmannafelagnum, og sum skiltist á Gunnleivi Dalsgarð, so varð hótt við kol og brandi, um lønir ikki vórðu goldnar. Út frá teirri grundgeving, at kassin hjá SvF er ein satelitkassi hjá landskassanum, har landskassin hongur uppá gjaldkomnu skyldurnar, og við tí í huga, at manglandi rindan av lønum kundi føra sjónvarpinum munandi fíggjarligan skaða, so varð avgjørt at ávísa eitt bókingarskjal innan FSL fyri ávísar útreiðslur. Hetta førdi við sær, at útreiðslur, ávístar á bókingarskjalinum, vórðu goldnar via gjaldstovuna. Í sambandi við, at hetta varð gjørt, hevði ein fast samskifti við Føroya Gjaldstovu í Fíggjarmálastýrinum. Leif var eisini við á fundinum hin 22. juli 1999, har viðurskiftini vórðu umrødd. Fundurin var fyrrapart, og bókingarskjalið varð ávíst seinrapart í framhaldi av fundinum fyrrapart. BW upplýsti, at ávísingarnar í bókingarskjalinum eru fyri spesifikt anførdar útreiðslur, og er avgerandi, at tað eru hesar, sum verða goldnar, og ikki, at tað bert er talan um yvirføring av likviditeti frá høvðuskassanum hjá gjaldstovuni til satelitkassan í Sjónvarpi Føroya."

Petur Petersen: "PP minnist væl fundargongdina hin 22. juli 1999 og at Leif Abrahamsen segði, at ikki varð neyðugt við fíggjarnevndarskjali ella eykajáttan fyri at rinda pening út til sjónvarpið. Á fundinum varð tosað nærri um, hvør hevði ábyrgdina av neyðturvuligum gjaldføri. PP minnist seg at hava sagt við Leif Abrahamsen, at tá eingin trupulleiki varð við hesum, so var bara at lata SvF fáa peningin. Leif Abrahamsen vísti annars í hesum sambandi til ta játtanarskipan, ið framgongur av fíggjarløgtingslógini. Leif Abrahamsen metti tó ikki rætt, at peningurin uttan víðari varð greiddur til SvF, men ynskti hann, at UMMS, ið hevði heimildina yvir grein 7 í fíggjarlógini, ávísti pening til gjaldingar fyri gjaldkomnu skyldurnar. Í samsvari við hetta, varð síðani sett upp bókingarskjal, og skyldurnar vórðu greiddar samsvarandi ásetingunum í hesum. Einasta grund fyri, at menn vóru møttir hin 22. juli 1999, og at arbeitt annars hevði verið við at fáa fíggjarnevndarskjalið til vega, var at SvF hevði gjaldkomnar skyldur, ið skuldu greiðast. Hetta fyri, at virksemið hjá SvF ikki skuldi steðga upp. Niðurstøðan á fundinum varð, at UMMS skuldi seta upp bókingarskjal í samráð við Føroya Gjaldstovu. Føroya Gjaldstova var í summarfrí um hetta mundi, men tó skuldi bókingarskjalið greiðast í skundi fyri, at skyldurnar hjá SvF kundu verða goldnar."

Kanningarstjórin hevur fingið upplýst at eftir fundin sama dag (22. juli 1999) varð tosað í telefon av fundinum við Leivur Harryson og er upplýst fylgjandi frá hesi samrøðu:

Jóannes Dalsgaard: "Eftir fundin ynskti SáB at vera heilt vísur í, at farið varð rætt fram um niðurstøðan frá fundinum varð fylgd, og ringdi JD tí til landsgrannskoðaran og fekk fatur á honum. JD greiddi honum frá viðurskiftunum í málinum. Síðani tosaði Signar á Brúnni við landsgrannskoðaran. Sum JD og Bjarni Wilhelm, ið eisini var tilstaðar í hølinum, skiltu telefonsamrøðuna, so upplýsti Leivur Harryson fyri Signar á Brúnni, at tað ikki var heilt rætt, at hann tosaði um hetta mál, tá hann hevði við grannskoðaraviðurskiftini at gera. Annars skilti JD telefonsamrøðuna soleiðis, at Leivur Harryson ikki hevði nakað mótmæli ímóti, at goldið varð. Telefonsamrøðan gekk ymsar vegir og vardi leingi. Teir fingu tó ongantíð ta fatan av samrøðuni, at teir gjørdu nakað galið við at lata rokningarnar rinda. Undir telefonsarmøðuni var hátalari frá, og varð Leivur Harryson kunnaður um hetta, áðrenn so varð gjørt."

Signar á Brúnni: "SáB minnist eisini væl telefonsamrøðu við landsgrannskoðaran tann 22. juli 1999. Hann mátti vera sera varin í hesum máli, og hevði tí loyvt sær at ringja til Leivur Harryson. Tilstaðar í hølinum har ringt varð frá, vóru umframt SáB, eisini Jóannes Dalsgarð og Bjarni Wilhelm. Fyrst tosaði Jóannes Dalsgarð við landsgrannskoðarin, og síðani kom SáB til hornið og tosaði við hann. Leivur Harryson greiddi frá síni støðu sum landsgrannskoðari og gjørdi vart við, at hann ikki átti at luttaka í viðgerð av slíkum máli í fyrstu fasu. Tó upplýsti Leivur Harryson, at hann skilti ikki, at fíggjarnevndin hevði víst málið frá sær umframt at hann metti, at einki annað var at gera enn at fremja ta loysn, ið lá á borðinum. SáB upplýsti, at loysnin sum var á borðinum var, at rinda lønir og KODA.

Leivur Harryson: "Tá ringdi Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri, og upplýsti, at teir høvdu biðið Leif Abrahamsen, stjóra á gjaldstovuni, um fund um SVF-málið, og kundu hugsað sær eisini at fingið meg á fundin um málið. Eg boðaði frá, at eg ikki helt tað vera rætt av mær at koma á fund og luttaka í viðgerðini av málinum. Jóannes Dalsgaard spurdi so, um landsstýrismaðurin kundi fáa orð á meg. So vítt eg minnist, greiddi landsstýrismaðurin frá gjaldføristrupulleikunum viðv. SVF, at fíggjarnevndin ikki hevði viljað viðgjørt fíggjarnevndarskjalið, hóast talan var um skyldur, sum landið hekk uppá undir øllum umstøðum, at talan var um eina so akutta støðu, at fleiri mettu, at tað var rættast at rinda lønir v.m., fyri at SVF ikki skuldi steðgað upp o.s.fr. Eg havi óivað givið landsstýrismanninum rætt í, at talan var um skyldur, sum landið hekk uppá, at tað var óheppið fyri hann, at fíggjarnevndin ikki hevði tikið málið upp, og at landsstýrismaðurin tí var komin í eina trupla støðu, men eg gjørdi landsstýrismanninum púra greitt, at eg undir ongum umstøðum kundi luttaka í ella úttala meg um, hvussu hetta mál verður loyst, nú fíggjarnevndin hevði víst málið frá sær. Eg vísti á, at málið varð vorðið politiskt, og eftir tí, sum fíggjarnevndarformaðurin hevði úttala, var samgongan neyvan samd um, hvussu málið skuldi handfarast. Eg kunnaði eisini landsstýrismannin um, at eg sum stjóri á grannskoðanardeildini og skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum fyrr ella seinni kom upp í málið, tá løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja roknskapin fyri tingið til samtyktar, og at tað tí var umráðandi, at eg ikki varð blandaður uppí avgerðina. Tí hvørki kundi ella skuldi eg ráða landsstýrismanninum til nakað sum helst. Landsstýrismaðurin mátti byggja sína avgerð uppá tilmælir frá sínum embætismonnum, gjaldstovuni o.ø., og har vóru óivað skilafólk, hann kundi halda seg til. Um eg skuldi úttala meg í eini tílíkari støðu, so kravdi hetta vanliga ein skrivligan fyrispurning, har tað eisini verður grundgivið fyri, hví fyrispurningurin verður settur einum stovni/persóni, sum skal vera óheftur av umsitingini. Um valt verður at svara einum tílíkum fyrispurningi, tekur tað sína tíð, skjøl og tilfar skal gjøgnumgangast, ymsir partar skulu hoyrast o.s.fr. Samrøðan endaði við, at, landsstýrismaðurin boðaði frá, at hann sjálvandi fult út skilti mína støðu, og at hann mátti síggja burtur frá mínum sjónarmiðum.

Annars er hetta upplýst kanningarstjóranum um sjálva uppsetingina av bókingar-skjalinum (skjal 36) tann 23. juli 1999:

Jens Albert Simonsen: "SvF er síðani ikki inni aftur í prosessini fyrr enn teir móttaka fráboðan frá UMMS um, at útgjald nú skal fara fram um Føroya Gjaldstovu. JAS verður biðin um alt fyri eitt at koma niðan á UMMS við lønarseðlum og rokning frá KODA, ið skuldu rindast. JAS fór niðan á UMMS við hesum skjølum, og saman við Svanhild Joensen frá UMMS fekk JAS greiðu á, hvussu flytingarnar skuldu konterast eftir FSL-kontoplani. JAS fekk bókingarstempul frá FSL við oman á SvF, og grundað á hettar, setti hann upp bókingarskjal (skjal 37)."

Hin 23. juli 1999 ávísir Signar á Brúnni í bókingarskjali, góðkent av Jóannes Dalsgaard, upphædd stóra kr. 1.652.349,67 til gjaldingar fyri nærri í bókingarskjalinum tilskilaðar útreiðslur hjá SvF. Bókingarskjalið sær soleiðis út (skjal 36):

Sjónvarp Føroya

Dgf.: 23.07.99 Góðkent: Jóannes Dalsgard (sign.)
Dgf.: 23.07.99 Ávíst: Signar á Brúnni (sign.)

Upphædd

Stovnsnr

StRk

Útgr

Stað

Endam

           

72.418,12

106020

1110

0000

   

950.683,12

106020

1110

0510

   

9.000,00

106020

1110

0520

   

12.295,27

106020

1110

0530

   

425,52

106020

1110

0540

   

22.674,69

106020

1110

1910

   

5.341,44

106040

1110

1920

   

3.367,15

106020

1112

0000

   

22.716,53

106020

1112

*0510

   

3.297,12

106020

1112

0530

   

4.759,52

106020

1112

0540

   

23.259,57

106020

1160

0200

   

5.814,90

106020

1160

0300

   

1.748,63

106020

1160

0400

   

53.355,62

106020

1170

0500

   

2.267,47

106020

1170

1900

   

447.525,00

106020

#1620

0300

   

11.400,00

106020

1930

9000

   

* rætta í hond til 0000 í skjalinum
# rætta í hond til 1479 í skjalinum

Upphæddin kr. 1.652.349,67 er til rindan av hesum upphæddum (skjal 37):

Lønir til starvsfólk í SvF fyri tíðarskeiðið juli 1999                  kr. 1.131.989,21
Akontofakturi frá KODA fyri "TV-virksomhed"
í tíðarsk. 1/1-31/12-99 "Vederlag æterbårent lokal-tv"          kr.    447.525,00
Seinasti rættstundis gjaldsdagur er 2. juli 1999.

Ymisk gjøld í smb. við lønarflytingina fatandi um:
       
        Føroya Lívstrygging                   kr. 32.504,29
        Blaðmannafelagið                      kr.    1.000,00
        Havnar Arbeiðskvinnufelag        kr.      440,86
        Starvsmannafelagið                    kr. 14.637,78
        Starvsmannafelagið                    kr. 24.252,53               kr.      72.835,46

Íalt goldið                                                                              kr. 1.652.349,67

Sambært fráboðan um útgjalding frá Føroya Gjaldstovu dagfest 23. juli 1999 (skjal 38), so hevur UMMS ávíst upphæddina til útgjaldingar, og sum skilst á upplýsingum frá SvF, so verður upphæddin innanhýsis í roknskapinum hjá SvF bókað soleiðis, at hon verður debiterað á konto hjá SvF í P/F Føroya Banka og krediterað í roknskapi hjá SvF sum inntøka.

Kanningarstjórin hevur í bókhaldinum hjá Svf staðfest, at lønarflytingar íroknað gjøld, vórðu greiddar tann 26. og 27. juli 1999, at inngjaldið frá Føroya Gjaldsstovu varð bókað á konto hjá SvF í P/F Føroya Banka tann 28. juli 1999 og at gjaldið til KODA fór fram tann 2. august 1999.

Føroya Gjaldsstova bókar viðurskiftini upphæddini viðvíkjandi beinleiðis inn á FSL í samsvari við ásetingarnar í bókingarskjalinum (skjal 36).

Sambært hondskrivaðum notati (skjal 38) frá starvsfólki hjá SvF, verður farið soleiðis fram við bóking av eykajáttan í oktober 1999:

"Tá eykajáttanin uppá kr. 1.600.000 var samtykt, vóru kr. 52.349,67 debiteraðar á inntøkukontoina og krediteraðar sum skuld til Gjaldsstovuna.

Reguleringin varð gjørd í samráð við Gjaldsstovuna."

Frá samrøðum sínum, loyvir kanningarstjórin sær annars at taka fram hesar viðmerkingar til gjaldið tann 23. juli 1999 og bókingini av hesum:

Leif Abrahamsen: " Viðvíkjandi útgjaldinum tann 23. juli 1999, so greiddi LA frá, at hetta í bókunum hjá Føroya Gjaldstovu varð bókað beinleiðis inn á játtanarroknskapin, og samanhelt hann bókingarskjalið (skjal 36) við postarnar í landsroknskapinum. Hann vísti soleiðis á, at postur 7.24.4.01 í landsroknskapinum vísur til stovnsnummar 1060 í bókingarskjalinum. Víðari vísti hann á, at tvey tey fyrstu tølini í "StRk" í bókingarskjalinum vísa til tær standardkontur, ið framganga av landsroknskapinum. Sama dag, sum bóking fór fram, kundi ein soleiðis síggja á játtanarroknskapinum, at disponeraðar vóru kr. 1.652.349,67 undir kontunr. 7.24.4.01. Víðari greiddi LA frá, at í staðin fyri sjálvur at fremja tað faktiska útgjaldið av lønum v.m. til øll tey, sum stóðu á lønarlistanum, so valdi Føroya Gjaldstova - hetta tí stovnurin var í summarfrí - at fremja útgjaldið í einum gjøgnum FSL-kreditorskipanina, hetta soleiðis, at peningurin varð fluttur til Sjónvarp Føroya, ið síðani framdi faktiska útgjaldið í samsvari við ásetingarnar í bókingarskjalinum (skjal 36). Fyri Føroya Gjaldstovu var tað sera umráðandi, at víðariavgreiðslan fór fram samsvarandi útreiðsluskjalinum – tvs. at man tryggjaði sær, at peningurin veruliga varð goldin fyri gjaldkomnar útreiðslur fyri juli 1999, og ynskti gjaldstovan tí, at grannskoðari stovnsins (SvF’s) skuldi koma upp í sjálva gjaldavgreiðsluna. Hetta framgongur eisini av noteringum hjá LA frá fundi 22. juli 1999 (skjal 35). Kanningarstjórin fyrihelt LA fráboðan um útgjald frá Føroya Gjaldstovu til Sjónvarp Føroya (skjal 38) harav framgongur, at hin 23. juli 1999 eru útgoldnar kr. 1.652.349,67 til Sjónvarp Føroya frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Sum skilst á noteringum á hesa flyting, so er hetta gjald innanhýsis í Sjónvarpi Føroya bókað soleiðis, at hon varð debiterað á konto hjá Sjónvarpi Føroya í P/F Føroya Banka og krediterað sum inntøka. Hesi bóking er LA ikki samdur í, av tí at hann ikki meinar, at gjaldið skal metast sum ein inntøka í roknskapinum hjá Sjónvarpi Føroya. Viðurskiftini viðvíkjandi bóking av hesi upphædd vórðu fingin í rættlag, tá Sjónvarp Føroya bleiv ein partur av játtanarroknskapinum."

Jens Albert Simonsen: " Viðvíkjandi útgjaldinum 23. juli 1999, so bókaði SvF hetta í egna bókahaldi sínum sum eina inntøku. Tá JAS ikki metti, at hetta skuldi rindast aftur, ynskti hann at bóka tað sum inntøku. SvF sendi mánaðarligar roknskaparuppgerðir til UMMS. Frá Bjarna Wilhelm á UMMS fekk hann beinleiðis fráboðan um, at útgjaldið frá 23. juli 1999 ikki skuldi bókast sum inntøka í hesum uppgerðum. Hetta varð fyrst gjørt eftir at kr. 1.600.000 vórðu játtaðar til SvF. Tá SvF varð koblað uppá FSL, fær JAS boð um at bóka inngjaldið á kontonr. 0649 í FSL, ið er ein millumrokningskonto. Eftirfylgjandi fær SvF eykajáttan upp á kr. 1,6 mió., men verður hendan upphædd ikki bókað í roknskapinum hjá SvF. Hetta tí upphæddin ongantíð verður útgoldin stovninum. JAS er soleiðis beinleiðis í samband við Jákup Augustinussen frá Føroya Gjaldstovu eftir at upphæddin kr. 1,6 mió. er játtað stovninum, og eru teir samdir um, at um peningaupphæddin ikki verður goldin stovninum, so kann upphæddin, útgoldin varð SvF í juli 1999, metast sum afturgoldin.

Sama dag (hin 23. juli 1999) sendir UMMS SvF skriv við hesum innihaldi (skjal 39):

Víst verður til bræv okkara til sjónvarpsstjóran, dagfest 08.06.1999, har Undirvísingar- og Mentamálastýrið gjørdi vart við, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið væntar av leiðsluni í Sjónvarpi Føroya, at hon hevur eina so neyva fíggjarstýring, at netto játtanarkarmurin verður hildin í 1999.

Nú stovnurin er komin í gjaldføristrupulleikar fyrr enn roknað var við, og trupulleikin ikki kann verða loystur við eykajáttan útvegað við fíggjarnevndarskjali, hevur landsstýrismaðurin gjørt av at loysa bráfeingis gjaldførisspurningin á annan hátt. Hetta merkir, at Sjónvarp Føroya fær nøktað sín mest átrokandi gjaldstørv.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið roynir framvegis at útvega sjónvarpinum eykajáttan á komandi eykajáttanarlóg.

Í hesum sambandi skal Undirvísingar- og Mentamálastýrið leggja tygum eina við boðini, ið standa í brævinum frá 8. juni í ár. Hetta merkir, at uttan mun til, hvussu málið um eykajáttan endar, so hevur stjórin í Sjónvarp Føroya ábyrgdina av, at samsvar er millum rakstur og játtan, tá verandi fíggjarár endar tann 31.12.1999.

Tann 23. juli 1999 sendir UMMS til FMS umsókn um eykajáttan á 1,6. mió kr. Sum Atli Leo, fulltrúi hjá FMS hevur greitt frá, so gjørdi FMS í skrivi dagfest tann 20. januar 1999 (skjal 39B) landsstýrinum og aðalstýrunum greitt viðvíkjandi fíggjarárinum 1999, at

"………
Ætlanin er at hava 3. eykajáttanarløgtingslógir í ár, sum verða ávikavíst í mars, august og november mánað.
Freistirnar at lata umsóknir inn í Fíggjarmálastýrinum eru ávikavist 20. februar, 23. juli og 23. oktober.
………"

Sum liður í, at UMMS sendi inn sínar generellu umsóknir um eykajáttan fyri § 7 í fíggjarløgtingslógini, so varð undir § 7.24.4.01 Sjónvarp Føroya (stuðulsjáttan) søkt um eykajáttan á kr. 1,6 mió. Í tekstpartinum til hesa umsókn, varð m.a. viðmerkt, at her kom ein nýggjur tekstur og varð nýggjur tekstur latin FMS nakrar dagar seinri. Tann tekstpartur varð einsljóðandi við tekstin, ið endaliga varð settur í uppskotið til eykafíggjarlóg fyri sept. 1999, tó so, at FMS hevði fingið skoytt uppí avsluttandi reglubrotið um at:

"Framhaldandi verður kannað, hví henda støða er íkomin, og um hon skal fáa avleiðingar"

Í UMMS verður sett upp útkast til tíðindaskriv at senda út í sambandi við at SvF varð veitt bráfeingis gjaldføri hin 23. juli 1999 (skjal 39A), men sum skilst er hetta ongantíð sent út. Tíðindaskrivið er soljóðandi:

"Sum kunnugt hevur Sjónvarp Føroya fingið gjaldføristrupulleikar, ið hava gjørt, at stovnurin ikki hevur kunnað hildið sínar sáttmálabundnu fíggjarligu skyldur í juli mánaði.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur staðfest, at landskassin er bundin av teimum somu skyldum, sum ein og hvør annar almennur stovnur hevur til eina og hvørja tíð.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur viðurkent sína skyldu mótvegis sjónvarpinum og hevur útvegað stovninum bráfeingis gjaldføri, so at stovnurin fær hildið sínar fíggjarligu skyldur í juli mánaða. Fíggjarligu trupulleikarnir hjá Sjónvarpi Føroya er tó ikki loystir.

Trupulleikarnir kunnu, sum støðan er, loysast við eykajáttan, og Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur tí gjørt av at søkja um eykajáttan á tí eykajáttanarlóg, ið verður løgd fyri løgtingið á ólavsøku.

Leiðslan í Sjónvarpi Føroya arbeiðir við loysnum fyri at tryggja, at fíggjarligu viðurskiftini hjá stovninum verða í lagi."

Sum skilst so er skrivið ikki viðgjørt umsitingarligt í UMMS.

3. Samskifti eftir tann 23. juli 1999 um fíggjarlig viðurskifti hjá SvF.

Hin 10. august 1999 fær UMMS frá SvF sendandi ársroknskap sjónvarpsins fyri 1998 saman við grannskoðarafagreiðing til góðkennningar (skjal 40).

Hin 12. august 1999 kl. 11.31 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Signar á Brúnni, Petur Petersen og Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi SvF (skjal 40A).

Brævið er soljóðandi:

"………
Hjálagdur er roknskapurin fyri SvF fram til 31.07.1999. Eg havi strika upphæddina, ið teir seta sær sum inntøku og kallað "landsskassastuðul", tí man kann ikki taka hana við fyrr enn hon er tøk. Hetta skuldi tí verið eitt meira realistiskt bílæt av 1999………."

Hin 10. september er í UMMS sett upp hetta innanhýsis upprit (skjal 41A) við yvirskriftini "Stutt lýsing av gongdini í SvF málinum í 1999":

Málið um fíggjartrupulleikarnar hjá SvF her í summar byrjar í UMMS við at leiðslan í SvF sendi UMMS eina frágreiðing í apríl 1999, har greitt var frá støðuni á stovninum. Stutt sagt var boðað frá, at stovnurin hevði 2,4 mill.kr. í halli í 1998, og at stovnur kom í likviditets-trupuleikar tíðliga í heyst.

Málið var viðgjørt í UMMS í mai-1999. Niðurstøðan verður send leiðsluni í SvF í skrivi, dagfest 08.06.1999, har leiðsluni verður gjørt greitt, at hóast UMMS arbeiðir við at útvega eina eykajáttan, so væntar UMMS av leiðsluni í SvF, at játtanarkarmurin verður hildin í 1999. SvF fær eisini boð um at senda neyðugar roknskaparupplýsingar til FGJ, so rokn-skapur SvF’s kemur við í landskassaroknskapin beinanvegin. Løgtingsgrannskoðararnir hava ynskt, at roknskapurin hjá SvF kemur við í landskassaroknskapin longu í 1998. FMS hevur skrivað til UMMS í februar-1999 og biðið UMMS seta neyðugar fyrireikingar í verk, so roknskapurin kemur við í ár 2000.

Við soleiðis at gera SvF til part í landskassans peningarensli kemur SvF uttan um likviditets-trupuleikar, men árliga játtanin skal haldast, eins og hjá øllum øðrum landsstovnum.

Tað verður eisini álagt SvF at senda ein mánaðarroknskap til UMMS, so tað ber til at fylgja við gongdini í rakstrinum í 1999.

UMMS avtalar fyrst í juni-1999, at SvF nú skal leggjast inn í landskassaroknskapin.

Í juli-1999 boðar leiðslan í SvF frá, at teir koma í likviditetstrupulleikar seinast í juli, so neyðugt verður við likviditetshjálp í juli.

Í samráð við FMS ger UMMS av at biðja Fíggjarnevndina um eina eykajáttan, men fíggjar-nevndin vísir málið frá sær.

Vent verður so aftur til upprunaliga ætlanina, tí roknskapurin hjá SvF verður partur í landskassaroknskapinum í 1999, og harvið verður SvF partur í gjaldsrensli landskassans.

SvF er á hvørjum ári við á árligu fíggjarlógini sum landsfyritøka. Fíggjarætlanin hjá SvF vísir, at inntøkur og útreiðslur hvíla í sær sjálvum.

Tað er út frá hesum fortreytum, og at tað ikki er neyðugt at inntøkur koma áðrenn útreiðslur í sama fíggjarári, at avgjørt varð at lata landskassan rinda lønir og Koda-avgjøld vegna SvF ultimo juli 1999, men at roknskapurin fyri árið skal svara til játtanina fyri árið.

Samstundis var í skrivi, dagfest xx.07.1999, innskerpað fyri leiðsluni í SvF, at játtanin fyri 1999 skal haldast, tá gjørt verður upp til 31.12.1999.

Tann 16. september 1999 leggur Karsten Hansen, landsstýrismaður uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999 fyri Løgtingið (skjal 41B). Viðvíkjandi konto nr. 7.24.4. Fjølmiðlar, 7.24.4.01 Sjónvarp Føroya (Landsfyritøka), so er upplýst fylgjandi:

"Fíggjarliga eydnast 1998 ikki so væl, sum upprunaliga ætlað, fyri Sjónvarp Føroya. Útreiðslumetingar stovnsins hildu og eisini tær flestu inntøkumetingarnar. Men inntøkurnar av eydnuspæli sviku.Tá væl var liði út á árið, gjørdist greitt, at tillagingarnar í spølunum ikki góvu tað av sær, sum roknað varð við. Eisini fellur ágóðin av einum átaki til tess at fáa skrásett nýggjar hyggjarar eitt ár seinni enn væntað. Tí kom roknskapurin fyri 1998, sum er um at verða endaliga grannskoðaður, at vísa umleið 2,4 milliónir krónur í halli.

Tá hendan støðan gjørdist greið fyri UMMS, varð stig tikið til at leggja roknskaparskipan SvFs um, so henda verður partur í landsroknskapinum eins og fyri aðrar almennar stovnar, so UMMS á tann hátt fær eitt betri innlit í roknskaparviðurskiftini hjá SvF. Hetta fekk SvF boð um fyrst í juni, so henda umleggingin er við at verða framd nú. Gjaldførið hjá SvF gjørdist tó so mikið vánaligt í juli, at neyðugt gjørdist at framskunda part av hesi umlegging, so SvF kundi fáa gagn av gjaldføri landskassans, uttan at hetta ávirkar roknskapar- ella játtanarviðurskiftini hjá SvF.

Fyri ikki at nerva framleiðsluna av føroyskum tilfari í SvF óneyðugt, verður biðið um eina eykajáttan í 1999 uppá kr. 1.600.000,-, ið saman við ymiskum sparitiltøkum fer at hjálpa SvF úr trongstøðuni, og á henda hátt stuðla um framleiðsluna av føroyskum tilfari.

Framhaldandi verður kannað, hví henda støða er íkomin, og um hon skal fáa avleiðingar."

Sundurgreinað ætlan

tús.kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

0

1.600

1.600

Útreiðslur

30.101

-

30.101

Inntøkur

30.101

- 1.600

28.501

20. Vanligt virksemi      
       
Útreiðslur

30.101

-

30.101

11. Lønir

15.816

-

15.816

14. Keyp av vørum og tænastum

8.585

-

8.585

15. Keyp av útbúnaði, netto

4.700

-

4.700

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

1.000

-

1.000

       
Inntøkur

30.101

-1.600

28.501

21. Søla av vørum og tænastum

29.701

-1.600

28.101

62. Kravd gjøld, bøtur o.a.

200

-

200

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

200

-

200

Hin 21. september 1999 kl. 10.12 sendir Bjarni Wilhelm teldubræv til Signar á Brúnni, Petur Petersen og Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi nýggjari uppseting yvir fíggjarligu gongdini hjá SvF fyri 1999 (skjal 41C), ið er soljóðandi:

"………
Hjáløgd er roknskapar uppsetan fyri 8 faktiskar mánaðir og 4 mettar mánaðir av 1999.
Úrslitið hjá SvF er sama hall enn sum tá vit góðu teimum boð um at spara so játtanin kom at halda 8. juni 1999. Við øðrum orðum, enn sæst onki til sparingar í mun til útgangsstøðið 8. juni 1999."

Sama dag kl. 12.05 svarar Jóannes Dalsgaard aftur til Bjarna Wilhelm (skjal 41 C), ið er soljóðandi:

"Vit taka hetta upp mánadagin."

Kl. 12:30 sama dag sendir Bjarni Wilhelm svar aftur til Jóannes Dalsgaard viðvíkjandi sama (skjal 41C), ið er soljóðandi.

"………
Kann hetta bíðja til mánadagin at gera meira við ?? 31.12.1999 nærkast skjótt, tað eru bara 101 dagur eftir av árinum, íroknað sunnu- og halgidagar !!

Skal nøkur sparing síggjast í mun til budgetteraða hallið uppá kr. 700.000,-, ið var, áðrenn vit báðir góðu Trónda boð um at spara 8. juni 1999, so mugu boðini gevast tíðuligari enn higartil er gjørt, skal botnlinjan vísa kr. 0,00 31.12.1999 !!

Endurskoðaði roknskapurin fyri 8 faktiskar mánaðir og 4 mettar mánaðir vísir sama hall uppá kr. 700.000,-, tað er ongin minking í lønum, ferðaútreiðslur eru 25 % hægri enn ætlað, húsaútreiðslurnar eru 33 % hægri enn budgetterað, edv-íløgur eru 50 % hægri enn budgetterað. So hetta sær ikki gott út.

Eg kunni Signar um málið, tú og Petur síggjast í kvøld, so hoyri eg aftur frá tykkum. Petur kann kunna teg um fundin við Trónda seinasta fríggjadag."

Hin 23. september 1999 sendir UMMS skriv til SvF, har fylgjandi m.a. verður ført fram (skjal 42):

"………
Undirvísingar – og Mentamálastýrið var í vár kunnað um fíggjartrupulleikar sjónvarpsins. Í endurskoðaðari fíggjarætlan fyri 1999, gjørd fyrst í juni 1999 vildi raksturin hetta árið geva eitt hall uppá kr. 731.535,-.

Ásannandi, at tað ikki er heimild fyri, at almennur stovnur, í hesum føri landsfyritøkan SvF, kann hava hall, men at rakstur og játtan í einum fíggjarári skal hanga saman, boðaði Undirvísingar- og Mentamálastýrið leiðsluni í SvF í skrivi, dagfest 8. juni 1999, frá, at "Hóast Undirvísingar- og Mentamálastýrið arbeiðir við at útvega sjónvarpinum eina eykajáttan, væntar Undirvísingar- og Mentamálastýrið av leiðsluni í SvF, at hon hevur eina so neyva fíggjarstýring, at netto játtanarkarmurin verður hildin í 1999".

Fyri at undirstrika týdningin í hesum boðum, vóru hesi boðini endurtikin soleiðis í skrivi, dagfest 23. juli 1999 "Í hesum sambandi skal Undirvísingar- og Mentamálastýrið leggja tygum eina við boðini, ið standa í brævinum frá 8. juni í ár. Hetta merkir, at uttan mun til, hvussu málið um eykajáttan endar, so hevur stjórin í SvF ábyrgdina av, at samsvar er millum rakstur og játtan, tá verandi fíggjarár endar tann 31.12.1999".

Undirvísingar- og Mentamálastýrið fær nú 15. í hvørjum mánaði ein roknskap við faktiskum tølum fram til seinasta mánaðarskifti og mett tøl fyri restina av árinum. Á fundi seinasta fríggjadag 17. sept. 1999 við leiðsluna í SvF var roknskapurin fyri faktisk tøl fram til 31. august og mett tøl fyri restina av 1999 gjøgnumgingin. Leiðslan í SvF greiddi frá, at tað vantaðu nakrar periodiseringar, og tí vóru nakrir útreiðslupostar nakað høgir. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur tí fingið nýggjan roknskap sendandi ígjár, 22.09.1999, har hædd er tikin fyri skiftispostunum.

Støðan sær soleiðis út fyri 1999:

Hall samb. fíggjarætlan frá fyrst í juni                     731.535
Hall samb. Mánararroknskap 31.08.1999               695.901
Úrslit av sparitiltøkum                                              35.634
Uppgerðin er fyri eitt 12 mánaðarskeið.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið dugir ikki at síggja annað enn, at úrslitið av teimum sparitiltøkum, ið leiðslan í SvF hevur sett í verk, bert hevur ført til sparingar uppá kr. 35.634,- í 1999, og at leiðslan í SvF higartil ikki hevur megnað at skapa javnvág millum játtan og rakstur.

Við hesum verður leiðslan í SvF vinarliga biðin um at koma við viðmerkingum til omanfyri standandi.

Biðið verður um eitt aftursvar í seinasta lagi miðvikudagin 29. september 1999."

Hin 24. september 1999 sendir Føroya Gjaldstova skriv til FMS viðvíkjandi roknskaparviðurskiftunum hjá SvF (skjal 43), og er skrivið soljóðandi:

" Roknskaparviðurskiftini hjá SvF:

Tað er fleiri ferðir boðað frá, at tað verður arbeitt við SVF-málinum. T.d. stendur í viðmerkingunum til fíggjarlóg:

"Tá hendan støðan gjørdist greið fyri UMMS, varð stig tikið til at leggja roknskaparskipan SvFs um, so henda verður partur í landsroknskapinum eins og fyri aðrar almennar stovnar, so UMMS á tann hátt fær eitt betri innlit í roknskaparviðurskiftini hjá SvF. Hetta fekk SvF boð um fyrst í juni, so henda umleggingin er við at verða framd nú."

Gjaldstovan skal gera vart við, at so einfalt er málið ikki, og heldur, at tað eru so nógvir spurningar, at hesir mugu lýsast, fyri farið verður í gongd. At taka bókhaldið og fíggjar-stýringina við í FLS, soleiðis uttan nakað forarbeiði og nakra ætlan, fer at skapa ónøgd fyri allar partar, og uttan iva verður loysnin vánalig.

Spurningurin, sum gjaldstovan sær hann, kann lýsast í hesum pørtum:

  1. Loysn av sjálvum roknskaparhaldinum
  2. Ein loysn á innkrevjingaruppgávuni
  3. Gjøgnumførsla av eini umlegging (verkevni og tíðarætlan) og ressursir í hesum sambandi"

Í skrivinum viðger Føroya Gjaldsstova síðani hesi trý punkt og gevir síni tilmæli til hesi. Skrivið endar við hesi viðmerking:

"…………
Samanumtikið, so kann ein staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur ein trupulleika í dag, sum skal loysast. Spurningurin er, um ein loysn í gamla umhvørvinum ella ein millumloysn er nøktandi fyri hann. Hetta er tann lættasta loysnin upp á stutt sigt, men gjaldstovunnar tilmæli er ein burðardygg loysn, sum verður sett í verk, ætlað og við teimum ressoursum, sum eru neyðugar."

Hin 27. september 1999 svarar SvF aftur skrivinum frá 23. september 1999 frá UMMS (skjal 44), og er hetta svar soljóðandi:

"Undirvísingar- og metamálastýrið hevur í skrivi, dagfestum 23. september 1999, biðið um viðmerkingar frá leiðsluni í SvF til nøkur fíggjarlig viðurskifti, viðgjørd í skrivinum.

Niðanfyri verður roynt at gera so neyvar og viðkomandi viðmerkingar sum tilber.

  1. Játtan og javnvág
  2. Stýrið sigur í skrivinum, at leiðslan eftir tess meting higartil ikki hevur megnað at skapa javnvág millum játtan og rakstur í 1999. Hesar metingar vísa til framskrivingar byggjandi á tøl frá fyrisiting Sjónvarpsins.

    Hvør einstøk deild hevur frá stjóranum fingið at vita, hvat hon í mesta lagi kann brúka restina av árinum. Saman við fyrisitingini hava deildirnar gjørt eitt yvirlit yvir útreiðslur, sum tær við sáttmálum ella á annan hátt eru bundnar til at gjalda, og sum einki er at gera við í inniverandi fíggjarári. Sparingarnar hava síðani snúð seg um tey umráðini, har møguligt er at gera átøk, um enn tey kunnu virka oyðileggjandi.

    Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava útreiðslur stovnsins verið kr. 18.384.686. Íroknaðar eru fleiri stórar óvanligar útreiðslur. Sáttmálar og onnur ófrávíkilig viðurskifti binda stovnin, soleiðis at hann í minsta lagi kann kosta kr. 23.993.686 í 1999. Stjórin hevur nú sett útreiðslukarmarnar fyri árið til kr. 24.480.000, tvs. at eftir eru kr. 486.314 at brúka út um bundnu uppphæddirnar.

    Ætlanin er, at roknskapur SvF’s fyri 1999 skal javnviga soleiðis:

    Inntøkur:   kr. 25.720.000
    Útreiðslur:      kr. 24.480.000
    Avlop: kr. 1.240.000
    Hall av bygging: kr. 1.231.535
    Úrslit   kr. 8.465

                  
Roknað verður við hesum inntøkum:

     

    Sjónvarpsgjald: kr. 14.800.000
    Sektarpeningur: kr. 100.000
    Lýsingar/margmiðlar:   kr. 4.700.000
    Spøl   kr. 6.000.000
    Aðrar inntøkur: kr. 100.000
    Rentur:   kr. 20.000
    Tilsamans kr. 25.720.000

    Av tí at útreiðslur stovnsins eru á einum óforsvarliga lágum støði, og tí at eingin vissa er fyri nøkrum av inntøkupostunum, fer SvF at leggja doyin á at fáa fatur á øllum teimum húskjum, sum antin ikki eru skrásett sum hyggjarar, hóast tey hava sjónvarpstól, ella ikki gjalda rokningarnar. Miðað verður móti at fáa inn enn meira av hyggjaragjaldi enn omanfyri nevnt, men vissa er eingin.

  1. Sparingar og rationaliseringar

Í skrivinum frá 23. september 1999 rør stýrið upp undir, at Sjónvarp Føroya í einum 12 mánaðar skeiði smb. framskrivingum ikki hevur sett munandi sparitiltøk í verk. (Tá roknar stýrið við kr. 25.144.366 í rakstrarútreiðslum umframt kr. 1.231.535 í halli av bygging, tvs. einum samlaðum negativum úrsliti við árslok 1999). Í hesum sambandi skal leiðsla stovnsins vísa á, at eydnast tað at halda útreiðslunum og inntøkur sum omanfyri nevnt, merkir hetta, at

Hetta er gjørt í eini tíð, har

Bygnaðarbroytingarnar í SvF hava í hesum sambandi lagt lunnar undir munandi rationaliseringar.

Leiðslan er altíð til reiðar at greiða nágreiniligari frá einstøkum viðurskiftum."

Hin 4. oktober 1999 er fundur í FMS viðvíkjandi roknskaparhaldinum hjá SvF og spurninginum um hvussu hetta verður samskipað við FSL. Tilstaðar vóru Petur Alberg Lamhauge, Atli Leo, Regin Hammer, Leif Abrahamsen, Jákup Augustinussen, Finnur Lómstein, Jógvan Amonsson, Petur Petersen og Bjarni Wilhelm. Av fundarfrágreiðingini (skjal 45) framgongur m.a. fylgjandi:

"………
JAm segði, at gjaldførið hjá SVF frá nú av og nakað fram verður vánaligt, og hann upplýsti, at tað vanta 700 túsund fyri september mánaða. Hetta er ikki tekin um, at SvF fær eitt størri hall, enn fyrr er umrøtt í t.d. umsóknini um eykajáttan, men er ein spurningur um, hvussu inngjaldingar og útreiðslur fella í mun til hvønn annan. Í jólamánaðinum, tá ið SVF hevur stórar lýsingarinntøkur, verður aftur javnvág í gjaldførinum hjá SVF.

LA segði, at verður SVF tikið við í landsroknskapin (hetta óansæð um valda (fyribils-) loysnin er FSL-tilknýtisháttur 4), so verður SVF ein integreraður partur av búskaparrensli lands-kassans, tí allur mánaðarsaldojavnvágin verður bókaður í FSL. Sostatt skal eitt gjaldføris-undirskot eitt skeið ikki blandast saman við eitt rakstrarundirskot. LA helt, at so nógvir "fótfeilir" eru gjørdir í málinum, at tað eftirhondini er eingin røtt loysn! Her verður hugsað um umfarið við fíggjarnevndina og umfarið, sum FMS hevur havt við løgtings-skrivstovuna. LA ivaðist í um seinasta umsóknin um eykajáttan fyri 1999 var rætt greinað á standardkonti. Umboð fyri FMS greiddu frá, hví umbønin um eykajáttan var sett soleiðis upp í eykafíggjar-lógini, sum hon var. Neyðugt at verða nágreiniligur og varðin í málinum helt LA.
………"

Hin 4. oktober sendir UMMS skriv til FMS (skjal 45A) við viðmerkingum til skriv frá FMS dagfest 29.09.1999. Av skrivinum framgongur m.a.

"………
Fíggjarmálastýrið spyr í skrivi, dagfest 29.09.1999, hvørji ítøkilig tiltøk UMMS hevur tikið, s.b. skrivi frá FMS, dagfest 19.07.1999. Hartil er at siga til tey einkultu punktini í hesum skrivi frá FMS:

  1. Ásannast má, at landskassin er bundin av tí halli, sum SvF hevði í 1998 á uml. 2,4 mio.kr. Somuleiðis er landskassin bundin av teim bráðfeingis skyldum, sum SvF hevur per dags dato áljóðandi 2,2 mio. kr., harav gjaldførið hjá SvF bert røkkur til 0,6 mio. kr.
    Hartil er at siga, at UMMS hevur givið FGJ boð um at rinda tær bráfeingis skyldur, ið SvF hevði seinast í juli 1999 uppá 1,6 mio.kr., og soleiðis fyribyrgt, at hesin trupulleikin gerst óneyðuga stórur.

                ………

  1. Mælt verður til, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger eina ætlan um, hvussu SvF yvir eitt styttri áramál kann afturrinda landskassanum meirnýtsluna í 1998 og væntaðu meirnýtsluna í 1999.

UMMS hevur gjørt leiðsluna í SvF greitt, at raksturin í 1999 skal svara til játtanina í 1999, kr. 0,-. UMMS hevur fingið mánaðarroknskap fyri raksturin hjá SvF síðani 31.05.1999. Enn vísur mánaðarroknskapurin ikki eitt nøktandi úrslit. UMMS hevur tí aftur álagt leiðsluni í SvF at seta so mikið stórar sparingar í verk, at hallið verður til kr. 0,- innan 31.12.1999. Leiðslan í SvF arbeiðir miðvíst fyri at náa hetta mál.

Enn er ikki støða tikin til, hvussu hallið frá 1998 skal rindast aftur, men ein upphædd svarandi til nettoroknskaparhallið fyri 1998 er tikin við á eykafíggjarjáttanina fyri september 1999."

Hin 6. oktober 1999 heitir UMMS á Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe um at kanna og staðfesta orsøkina til, at SvF er komið í fíggjarligar trupulleikar í 1998 og 1999, og meta um dygdina av fíggjarstýringini og fíggjarligu stýrisamboð stovnsins.

Hin 7. oktober 1999 sendir Føroya Gjaldstova skriv til UMMS viðvíkjandi primobókingum hjá SvF, og er innihaldið í skrivinum hetta (skjal 46):

" Gjaldstovan og SVF eru komin so mikið langt áleiðis nú, at tað er greitt at leggja inn primofíggjarstøðuna fyri SVF.

Gjaldstovan skal formliga gera vart við, at rokningin upp á góðar 1,2 mió., sum varð útfakturrerað av Sjónvarp Føroya, løgujáttan í landsroknskapinum 1998 ikki er tikin við í roknskapin hjá SVF í 1998. Sostatt er ikki samsvar millum landsroknskapin og roknskapin hjá SVF. Víst kann eisini verða til part 2 í játtanarskipanini, har tað stendur:
………
Av tí at eingin er skrásettur at disponera yvir høvuðskonto 7.24.4.04, so heldur gjaldstovan, at landsstýrismaðurin / aðalstjórin eigur at ávísa bókingarnar av primofíggjarstøðuni. Tá ið primofíggjarstøðan er bókað, verða mánaðarroknskapirnir fyri 1999 bókaðir.

Hin 8. oktober 1999 leggur Fíggjarnevndin fram álit í smb. við uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999, og hevur hesar viðmerkingar til umsókn um eykajáttan til Sjónvarp Føroya (skjal 47):

"………
Undir viðgerðini hevur Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum upplýst fíggjarnevndini, at við árslok er útgoldna upphæddin afturgoldin til landskassan. Fíggjarnevndin heitir á landsstýrismannin um at hava eftirlit við, at peningurin verður endurrindaður.

Annars er fíggjarnevndin samd um hesar viðmerkingar til málið.

Einasta lóggáva og harvið játtanarheimild, tá almennur peningur verður ávístur og nýttur til eitt hvørt endamál, fæst við løgtingslóg.

Við støði í hesi grundreglu er í okkara stýrisskipanarlóg ásett, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni á teirri fíggjarlóg ella á aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ávíst verður, smb. § 43, 2. stk., í stýrisskipanarlógini.

Til tess at geva almennum stovnum møguleika fyri at nýta pening í sera átrokandi førum uttan beinleiðis løgtingslóg hevur stýrisskipanarlógin gjørt eittans undantak frá nevndu meginreglu.

Hetta undantak snýr seg um heimildina hjá fíggjarnevndini at veita eykajáttan sambært reglunum í § 44, 2. stk.

Í § 44, 2. stk., er ásett, at fíggjarnevndin kann veita eykajáttan, men bert tá mál hava bráðskund, og tá avgerandi samfelagslig fyrilit tala fyri tí.

Í viðmerkingunum til regluna í § 44, 2. stk., er tilskilað, at í ávísum førum koma útreiðslur at standast av landshúsarhaldinum, sum ikki kunnu bíða og mugu gjaldast alt fyri eitt.

T.v.s. í slíkum førum kann serliga undantaksreglan um, at fíggjarnevndin játtar peningin, takast í nýtslu.

Víðari verður sagt, at orsøkin til, at henda mannagongd skal nýtast, kemst av, at trygd má vera fyri, at lóggávuvaldið, t.e. løgtingið og løgmaður, seinni góðkenna játtanina.

Sambært omanfyristandandi er greitt, at við løgtingslóg er einasti játtandi myndugleikin, og at fíggjarnevndin bert ávegis og í undantaksførum kann veita eykajáttan og tá einans, um málið hevur bráðskund og avgerandi samfelagslig fyrilit tala fyri tí.

Útinnandi valdið, t.v.s. landsstýrið, umboðað av einstøku landsstýrismonnunum, kann sostatt bert útgjalda pening, um onnur av hesum avgerandi fortreytunum er lokin. Er ongin slík játtan tøk, kann landsstýrismaðurin tískil ikki útgjalda pening úr landskassanum.

Í viðmerkingunum til hetta uppskotið verður víst á, at SvF hevur fingið gagn av gjaldføri landskassans í samband við umleggingina.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- & mentamálum hevur í fíggjarnevndini váttað, at peningur er goldin SvF av gjaldføri landskassan frammanundan hesi umsókn um eykajáttan.

Umbønin um nevndu eykajáttan upp á 1,6 mió.kr. snýr seg sostatt um eina góðkenning aftaná, at landsstýrismaðurin hevur handlað og peningurin er nýttur, og ikki um eina vanliga heimild til sambært reglunum í stýrisskipanarlógini um frammanundan at fáa eina játtan fyri síðani at gjalda peningin til SvF.

Fíggjarnevndin átalar hesa mannagongd.

Fíggjarnevndin er samd um, at meginreglan um, at almennur peningur einans kann útgjaldast sambært góðkenning frá játtandi myndugleikanum, sum er við løgtingslóg og løgtingsins fíggjarnevnd, ikki kann skúgvast til viks og altíð eigur at verða vird.

Verður henda reglan brotin, er ovurstórur vandi fyri, at slík framferð fer at verða nýtt sum fordømi fyri líknandi mál við tí úrsliti, at virðingin fyri játtandi myndugleikanum, sum frá líður, verður undirgrivin.

Tað er tískil neyðugt at taka hetta mál í størsta álvara og kanna allar upplýsingar til lítar á røttum stað.

Sambært løgfrøðisliga ráðgevara nevndarinnar tilkemur tað tó ikki fíggjarnevndini at viðgera henda partin av málinum, sum í løtuni verður kannaður av rætta avvarandi myndugleika.

Viðvíkjandi sjálvari umbønini um játtan til SvF uppá 1,6 mió.kr., fer fíggjarnevndin at mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tá neyðugt er við hesi játtan, um raksturin av SvF skal halda fram á verandi støði.

Nevndin ger vart við, at støða nevndarinnar ikki skal takast sum nøkur góðkenning av framferðarháttinum hjá landsstýrismonnunum í juli 1999, hetta er mál, sum løgtingsgrannskoðararnir taka sær av sbr. stýrisskipanarlógini § 45, stk. 2, 2. pkt."

Hin 11. oktober 1999 kl. 14:10 sendir Bjarni Wilhelm innanhýsis teldubræv til Signar á Brúnni, Petur Petersen, Jóannes Dalsgaard, viðvíkjandi rakstrinum í SvF í 1999 (skjal 47A).

Brævið er soljóðandi:

"………
Tað er neyðugt at halda fast um tann stramma raksturin hjá SvF í 1999. Sjálvt um SvF fær eina eykajáttan her í 1999 uppá 1,6 mio kr., svarar tað bara til hallið, ið SvF hevur hangandi frá 1998.

Hallið frá 1998 uppá 2,4 reduserað við eini eginognini 1/1-1998 uppá 0,8 gevur eitt byrjunnarhall í 1999 uppá 1,6 mio kr. Tí gevur ein eykajáttan uppá 1,6 mio. kr. í 1999 og við at halda fast uppá ein rakstur í 1999 sum júst svarar til játtanina í 1999 at samlaða úrslitið við fyri bæði árini stadigvek verður 0,00. Klárar SvF hetta, hava teir klára skerini hesaferð og kunnu byrja uppá ein vanligan rakstur í 2000, uttan at hanga uppá gamlar bygningsútreiðslur. Tó so, at teir nok hava reparatiónir uppá tól at gera, ið eru útsettar vegna vantandi játtan.

Hetta er sjálvandi treytað av, hvat kanningin, ið er sett í verk, kemur til.

Annars vanti eg at fáa mánaðarroknskap pr 30.09.1999 frá SvF komandi fríggjadag."

Hin 19. oktober 1999 senda Ltgr. skriv til UMMS (skjal 48) við ymsum spurningum um viðurskifti i roknskapinum hjá SvF fyri 1998.

Hin 21. oktober 1999 verður eykajáttanarlógin fyri sept. 1999 endaliga samtykt.

Hin 27. oktober 1999 (skjal 50) sendir Føroya Gjaldstova telefax til UMMS við FSL-bókingarskjølum fyri stovnar við tilknýtishátti 4 viðvíkjandi mánaðarligu fráboðanum frá SvF fyri rakstur sín mánaðirnar jan. 99, feb. 99, mars 99, apríl 99, mai 99, juni 99, juli 99, august 99, sept. 99, og umbókingarskjal fyri juli 99.

Hesi umbókingarskjøl verða játtaði hin 3. november 1999 av Signar á Brúnni og Jóannes Dalsgaard við undirskrift teirra á einstøku skjølini.

Hin 29. oktober 1999 er fundur á UMMS um raksturin hjá SvF. Sambært noteringum eru tilstaðar á fundinum Signar á Brúnni, Jóannes Dalsgaard, Kári D. Petersen og Bjarni Wilhelm. Noteringar frá fundinum, eru fest á á roknskaparyvirlit hjá SvF pr. 30. sept. 1999 (skjal 50A) og sambært yvirlitinum, fær SvF eitt yvirskot á kr. 858.414,00, um sæð verður burtur frá byggirokningum á kr. 1.231.535,00. Av noteringunum framgongur, at tøl í roknskaparyvirlitinum eru gjøgnumgingin á fundinum.

Hin 12. november 1999 sendir Føroya Gjaldstova skriv til SvF, Fíggjarmálastýrið, UMMS, INPACT, Grannskoðaradeild Landskassans og Løgtingsgrannskoðararnar um SvF og roknskaparhald landsins ( skjal 51 ), og er skrivið soljóðandi:

"Arbeitt hevur verið við ætlanum, hvussu SVF skal takast við í roknskaparhald landsins.

Víst kann verða til

                -     skriv gjaldstovunnar 24.09.99,
                -     fundarfrágreiðing frá 4.10.99,
                -     viðmerking send við telduposti 10.10.99,
                -     upplegg gjaldstovunnar um SVF-verkevni 15.10.99 sent við telduposti
                -     upplegg frá SVF 19.10.99

Møguleikarnir, sum talan er um, eru:

  1. Roknskaparhaldið hjá SVF er ein integreraður partur av FSL
  2. Roknskaparhaldið hjá SVF er partvís ein integreraður partur av FSL (síggjaraskipanin verður koyrd víðari í verandi umhvørvi)
  3. Roknskaparhaldið hjá SVF koyrir á egnari skipan.

FMS staðfesti á fundinum 4.10.99, at arbeitt átti at verið við ein loysn 3. Treytin fyri eini loysn 3 er, at eisini hyggjaraskipanin hjá SVF er integrerað við FSL. Gjaldstovan hevði í hesum sambandi eitt hugskot um, at varð FSL-vegskattaskipanin broytt nakað, so kundi hendan nýtast sum hyggjaraskipan eisini. SVF gjørdi tí eina yvirorðnaða tørvsuppgerð, sum gjaldstovan hevur gjøgnumgingið saman við SVF og Sam-Teld, sum er útvegari av FSL-vegskattaskipanini, fyri at meta um, hvørt hetta kundi gerast við fáðum tillagingum. Niðurstøða hjá gjaldstovuni er, at FSL-vegskattaskipanin ikki er hóskandi karmur um eina hyggjaraskipan. Neyðugt er at forrita skipanina heilt av nýggjum, um henda skal verða partur av FSL-umhvørvinum.

Gjaldstovan heldur tí, at neyðugt er at evna eina verkætlan, har gjørd verður ein tørvsuppgerð og ein nágreinilig kravfesting av hyggjaraskipanini. Arbeiðið at gera skipanina má síðan bjóðast út. Ein annar møguleiki er at integrera verandi hyggjaraskipan við FSL, um ein víðari greining vísir, at loysnin er framtíðartryggjað. SVF / UMMS má verða stigtakari til eina slíka verkætlan. Gjaldstovan luttekur so í tann mun, hetta er neyðugt at tryggja viðurskiftini / standardmarkamótini við FSL og formligu roknskaparkrøvini, sum verða sett.

Ein onnur loysn er sjálvandi at dispensera frá krøvunum í roknskaparkunngerðini og t.d. broyta verandi hyggjaraskipan t.v.s. halda fram við verandi loysn, evt. í einari kombinatión við, at senda krøvini eftir ávísum fyritreytum í DEMM skipanina til serliga innkrevjing. Men eftir tí, sum gjaldstovan hevur fingið burturúr higartil, so verður hetta neyvan tann optimala loysnin upp á sigt.

Leggjast kann afturat, at mánaðarsaldi úr roknskaparskipanini hjá SVF verða nú bókaðar í játtanarroknskapi landsins."

Hin 22. november 1999 leggur Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe fram frágreiðing í samband við fíggjarligu trupulleikarnar hjá Sjónvarpi Føroya í 1998 og 1999 og meting um dygdina av fíggjarstýringini og fíggjarligu stýringsamboðunum hjá Sjónvarpi Føroya. Henda frágreiðing er viðløgd sum skjal 52.

Hin 27. januar 2000 senda Ltgr. skriv til UMMS við fyrispurningum um roknskaparviðurskifti hjá SvF (skjal 56) har m.a. hetta verður ført fram:

"………
Í uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999 verður søkt um eykajáttan uppá 1,6 mio. kr. til SVF. Sum grundgeving fyri hesi játtan vísir landsstýrismaðurin á eitt hall í 1999 uppá 2,4 mio. kr., og víst verður á, at tað gjørdist neyðugt at SVF fekk tilført gjaldføri, uttan at hetta "ávirkar roknskapar- ella játtanarviðurskiftini hjá SVF."

Heitt verður á landsstýrismannin um at upplýsa, hvussu hetta skal skiljast, og hvat eykajáttanin uppá 1,6 mio. kr. er ætlað til, og um talan er um hallið í 1998 uppá 2,4 mio. kr., frádrigið "eginognina" uppá 0,8 mio.kr., sum SVF hevði við ársbyrjan.

Í álitinum frá fíggjarnevndini verður m.a. upplýst:

"undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentamálum upplýst fíggjarnevndini, at við árslok er útgoldna upphæddin afturgoldin til landskassan. Fíggjarnevndin heitir á landsstýrismannin um at hava eftirlit við, at peningurin verður endurrindaður."

Heitt verður á landsstýrismannin um at upplýsa, hvussu umrøddu viðmerkingar skulu skiljast."

Hin 14. februar 2000 sendir UMMS bræv til Ltgr. (skjal nr. 58) sum svar uppá fyrispurningar teirra um ymisk viðurskifti í roknskapinum hjá SvF fyri 1998 v.m. og verður m.a. upplýst hetta:

"………
Tá ið ársroknskapurin fyri 1998 var Undirvísingar- og Mentamálastýrinum kunnugur, varð alt fyri eitt farið undir at umrøða henda spurning og at umrøða orsøkirnar til, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið so seint gjørdist vart við, at roknskapurin fyri 1998 gav hall.

Henda umrøða gjørdist aktuel út frá tí, at tað um mánaðarskiftið apríl/mai 1999 tóktist at vera greitt, at SvF fór at koma í fíggjarligar trupulleikar í 1999 (Sí upprit frá Bjarna Wilhelm, dagfest 25. apríl 1999) Av brævaskifti millum sjónvarpið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið og av fundum, eitt nú 4. juni 1999, gjørdist greitt, at SvF fór at tørva eykajáttan í 1999 og hildið var tá, at eykajáttanin skuldi vera á kr. 2,4 mill., fyri at eginogn stovnsins skuldi vera positiv. Hetta varð roknað út frá rakstrarætlan, sum stovnurin hevði gjørt í juni 1999 fyri árið 1999. Gjørt varð av í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum at arbeiða fyri at útvega SvF eykajáttan – og boðað varð sjónvarpinum frá hesum.

Á fundi 4. juni 1999 varð álagt leiðsluni í SvF 15. í hvørjum mánaði at senda Undirvísingar- og Mentamálastýrinum eina mánaðarliga roknskaparliga fráboðan, ið vísti raksturin og mettu tølini fyri restina av árinum, og hetta skuldi henda fyrstu ferð 15. juni pr. 31. mai 1999. Eisini varð álagt SvF at senda Føroya Gjaldstovu mánaðarligan roknskap sundurliðaðan sambært kontoskipan landsins við byrjanardegi 1. januar 1999. Álagt var leiðsluni í SvF at seta seg í samband við Føroya Gjaldstovu skjótast gjørligt. (Skjal dagf. 8. juli 1999). Vent verður stutt aftur til 1999-trupulleikan seinni í hesi frágreiðing.

………

Fyrispurningur frá Løgtingsgrannskoðarunum, dagfestur 27. januar 2000
Í skrivi frá Løgtingsgrannskoðarunum, 27. januar 2000, j.nr. LGR 1999/185-2, verður spurt, um hvussu grundgevingin fyri eykajáttanini uppá kr. 1,6 mio. í september 1999 skal skiljast.

Til hetta er at siga, at ætlan landsstýrismansins var at skapa javnvág í eginogn Sjónvarpsins til komandi árskiftið 1999/2000.

Sum rakstrarútlitini hjá SvF vóru seinasta summar (fyri 1999), so kom SvF at hava eitt avlop av rakstrinum í 1999. Tó gekk gjaldføri Sjónvarpsins undan í juli 1999, tí fíggjarstøðan var ikki so mikið góð, at hon kundi fíggja eitt hall, ið stavaði frá 1998.

Landsstýrismaðurin gjørdi tí av, at lata landskassan leggja neyðugt gjaldføri út, og álegði samstundis stjóranum í SvF at spara so mikið av rakstrinum, at javnvág kom at vera millum inntøkur og útreiðslur hjá SvF í 1999.
………"

Við støði m.a. í svarinum hjá UMMS frá 14. februar 2000, seta Ltgr. upp fyribilsuppskot til samtyktar viðvíkjandi góðkenning av roknskapinum hjá SvF fyri 1998, og í skrivi dagfest 24. februar 2000 (skjal 59) verður uppskotið sent Signar á Brúnni UMMS við viðmerking um, at um so er at UMMS heldur at okkurt er misskilt ella komið skeivt fyri, verður heitt á UMMS um at boða Ltgr. frá.

Í fyribilsuppskotinum til samtyktar, hava Ltgr. (skjal 63) hesa viðmerking um eykajáttan uppá 1,6 mio. kr.:

"………
Hjá stovnum, ið hava skiftandi inntøkur, ella har talan er um, at kommunur ella onnur refundera ávísan part av úteiðslunum, kann tað koma fyri í fíggjarárinum, at gjaldføristørvurin er hægri enn nettojáttanin á fíggjarlógini. Sambært roknskaparkunngerðini er tað álagt gjaldstovuni at taka sær av at fíggja gjaldføristørvin, harundir taka avgerð um, hvørjir stovnar kunnu trekkja uppá peningastovnskonti landskassans. Viðvíkjandi heimild at fíggja ein skiftandi gjaldføristørv hjá landsstovnum í fíggjarárinum kann vísast til § 25 á fíggjarlógini, har tað m.a. verður heimilað at fíggja broytingar í "virði" og "skuld v.m.". Teir roknskaparpostar, sum hetta fevnir um, eru t.d. tænastu-, vøru- og tænastukreditorar v.m. Ein landsstýrismaður hevur skyldu at ansa eftir, at játtanin á fíggjarlógini samanumtikið heldur, og at tann peningur, sum verður lagdur út kemur innaftur.
…….

c) Eykajáttan uppá 1,6 mio.kr.
Tann 19. juli 1999 bað landsstýrismaðurin fíggjarnevndina um eina eykajáttan uppá 1,6 mio. kr. Tann 21. juli 1999 boðaði fíggjarnevndin frá, at meira enn tveir fimtingar av nevndarlimunum kravdu, at eykajáttanin skuldi veitast við løgtingslóg.

Tann 23. juli 1999 gav landsstýrismaðurin gjaldstovuni boð um at flyta sjónvarpinum 1,65 mio.kr. til rindan av lønum og øðrum útreiðslum.

Í uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999, sum varð lagt fyri tingið tann 16. september 1999, varð løgtingið biðið um eina eykajáttan uppá 1,6 mio.kr. til SvF.

Í álitinum til uppskotið vísir fíggjarnevndin á, at peningurin longu er nýttur, og at talan tí ikki er um eina vanliga eykajáttan sambært stýrisskipanarlógini. Fíggjarnevndin átalar hesa mannagongd og ger vart við, at tilmælið frá nevndini um at samtykkja uppskotið ikki skal skiljast, sum at nevndin góðkennir framferðarháttin hjá landsstýrismanninum í juli 1999.

Løgtingsgranskoðararnir hava heitt á landsstýrismannin um at upplýsa, hvat eykajáttanin uppá 1,6 mio. kr. er ætlað til.

Í frágreiðingini til løgtingsgrannskoðararnar váttar landsstýrismaðurin, at eykajáttanin er at skilja sum hallið í 1998 uppá 2,4 mio. kr., frádrigið "eginognina" uppá 0,8 mio.kr., sum SvF hevðí við ársbyrjan. Landsstýrismaðurin vísir á, at gjaldførið hjá sjónvarpinum gekk undan í juli 1999, orsakað av hallinum frá 1998, og at ætlan landsstýrismansins við hesi eykajáttanini var at skapa javnvág í eginogn sjónvarpsins til komandi árskifti 1999/2000.

Tí gjørdi landsstýrismaðurin av at lata landskassan leggja neyðuga gjaldførið út, og landsstýrismaðurin álegði samstundis stjóranum í SvF at spara so mikið á rakstrinum, at javnvág kom at vera millum inntøkur og útreiðslur í 1999.

Í hesum sambandi kann nevnast, at sambært fyribilstølum vísir roknskapurin hja Sjónvarpi Føroya fyri 1999 eitt hall uppá uml. 1,5 mio. kr.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at í álitinum frá fíggjarnevndini til uppskotið um eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999 stendur:

"undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentaálum upplýst fíggjarnevndini, at við árslok er útgoldna upphæddin afturgoldin til landskassan. Fíggjarnevndin heitir á landsstýrismannin um at hava eftirlit við, at peningurin verður endurrindaður."

Løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á landsstýrismannin um at upplýsa, hvussu umrøddu viðmerkingar skulu skiljast.

Í frágreiðingini frá landsstýrismanninum er hesin spurningur ikki svaraður. Aðalstjórin hevur síðani upplýst, at her má vera talan um eina missskiljing, tí eykajáttanin varð ætlað til at fíggja gjaldførishallið í 1998."

Við støði í viðmerkingum sínum til eykajáttanina á 1,6 mio.kr., koma Ltgr í fyribilsuppskoti sínum (skjal 63)til hesa fyribils niðurstøðu:

"………

Nevnda fyribils niðurstøða gevur UMMS høvi til fylgjandi viðmerkingar í skrivi til Ltgr dagfest 1/3-2000 (skjal 65):

"………
Ad. 4 Í frágreiðingini frá løgtingsgrannskoðarunum á síðu 5 verður sagt: "Hjá stovnum, ið hava skiftandi inntøkur, ella har talan er um …… kann tað koma fyri, at gjaldføristrupulleikin er hægri enn nettojáttanin á fíggjarlógini."

Tað er júst tað, sum gjørdi seg galdandi hjá SvF á sumri 1999, tí stovnurin restaði gjaldføri, men tað vóru trinni útlit, ið gjørdu, at landsstýrismaðurin kundi føla seg tryggan við, at SvF kom at halda játtanina í 1999.
Fyrsta var, at landsstýrismaðurin hevði givið stjóranum í SvF boð um at spara so mikið, at javnvág varð millum játtan og rakstur við árslok í 1999. Landsstýrismaðurin hevði ta greiðu fatan av stjóranum, at hann megnaði at halda hesi boðini.
Onnur orsøkin var, at sjónvarpsstjórin greiddi landsstýrismanninum frá, at arbeitt var við einum nýggjum spæli, ið skuldi geva eitt gott avkast tíðliga á heysti í 1999. Hetta var rútar seks, ið landsstýrismaðurin eftirfylgjandi gav SvF loyvi til at seta í verk í august 1999, umframt at eitt nýtt skavispæl var á veg. Víðari var upplýst, at gekkaspælið var eitt sindur misvísandi , tí tað fór at ganga betri út á heystið.
Eisini var eitt jólaspæl hvørt ár, ið væntandi eisini gav gott avlop, umframt vanligu stóru lýsingarinntøkuna beint fyri jól.
Ein triðja orsøk var, at Fíggjarmálastýrið í skrivi, dagfest 19.07.1999, ásannaði, at landskassin var bundin av teimum bráðfengis gjaldførisskyldum, ið SvF hevði. Tí var inntrivið hjá landsstýrismanninum eisini gjørt, fyri at skyldur landskassans ikki skuldu gerast størri enn neyðugt varð".

Í endaligu útgávu síni av uppskotinum til samtyktar dagfest tann 16. mars 2000 (skjal 67) er niðurstøðan viðvíkjandi ávísingini tann 23. juli 1999 orðað soleiðis:

"…løgtingsgrannskoðararnir mega staðfesta, at …
5) landsstýrismaðurin tann 23. juli 1999 ávísti pening fyri útreiðslur, ið havda vóru í farna fíggjarári, uttan játtan frá løgtinginum, hóast tveir fimtingar av nevndarlimunum í fíggjarnevndini, vísandi til § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini, kravdu málið avgjørt við løgtingslóg…"

Hin 08.04.2000 setir Bjarni Wilhelm í UMMS notat upp um ætlaðu framferðina við SvF á vári/sumri 1999 (skjal 74A), ið er soljóðandi:

"Leiðslan í SvF lat UMMS fáa at vita, bæði í skrift og talu í apríl, mai 1999, at SvF væntandi fór at koma í gjaldsføristrupuleikar út á heysti 1999, orsakað av, at SvF hevði hall í 1998, ið varð rindað við síggjaragjaldinum fyri 1999, ið kom inn á vári 1999.

Aftaná eina grundiga umhugsan var ein ætlan løgd í mai/juni 1999 um, hvussu ein neyvari fíggjarstýring skuldi fara fram, og hvussu gjaldføristrupuleikin kundi umgangast. SL var havd sum fyrimynd.

Í samráð við FGJ var avgjørt, at SvF skal leggja sítt bókhald um, so teir koma at bóka sum aðrir landsstovnar á FSL. Á henda hátt vildi SvF fáa beinleiðis atgongd til gjaldføri landskassans, og soleiðis umganga gjaldføristrupuleikar.
Treytin var, at UMMS skuldi hava eitt neyvt játtanareftirlit við SvF fyri at tryggja at nýtslan ikki skuldi gerast hægri enn játtan var til í árinum.
Í hesum føri var talan um eina 0,- játtan á fíggjarlógini fyri 1999.

3. juni 1999 var avtalað millum partarnar, at SvF umgangandi skuldi seta seg í samband við FGJ fyri at náa at fáa lagt um til FSL innan summarfrítíðin byrjaði. Avtalað var við leiðsluna á FGJ, at var farið undir hetta arbeiðið beinanvegin, tí so bar til at gera tað liðugt í summar. Sjónvarpsstjórin fór í summarfrí frá 9. juni til 4. juli. Sjálvur fór eg í summarfrí seinast í juni fram til 20. juli. Bókhaldið í SvF fór undir uppgávuna beinanvegin.
Fyri at formalia skuldi vera í lagi, fekk sjónvarpsstjórin skriv, dagfest 8. juni 1999, har boðað verður frá, at SvF skal 15. í hvørjum mánaða senda UMMS eina roknskaparfrágreiðing um raksturin fram til seinasta mánaðarskifti, og eina meting av rakstrinum restina av árinum, rættað upp við faktiskum rakstrartølum fram til seinasta mánaðarskifti.
Eisini fekk sjónvarpsstjórin boð um at fara undir umleggingina til FSL beinanvegin.
Haraftrat verður boðað frá, at sjónvarpsstjórin skuldi hava eina so neyva fíggjarstýring, at netto karmurin verður hildin í 1999.

Var henda ætlan fylgd, og høvdu gjaldførisútlitini, ið henda ætlan bygdi á, hildið, so høvdu vit komið uttan um trupulleikarnar í juli 1999.
Sæð í baksýninum hvussu 1999 nú gekk hjá SvF, so hevði trupuleikin fyrst komið fram, tá úrslitið av rakstrinum í 1999 fyrilá, seinast í januar 2000.

Á fundi millum FGJ, Landsgranskoðaran og SvF umleið 15. juli 1999 kom fram, at SvF longu tá var komið í likviditetsneyð her í juli-1999, so okkurt mátti gerast umgangandi. Tað tykist, sum stígur kom í innlimanina í FSL fyri summari eftir henda fund.

Eisini var avrátt við leiðsluna í SvF fyrst í juni 1999, at landsstýrismaðurin í Undirvísingar- & Mentamálum vildi leggja eina umsókn um eykajáttan fyri tingið á Ólavsøku, so eginognin kundi gerast positiv aftur, og skuldi hetta føra við sær, at inntøkurnar hjá SvF fóru at verða nýttar til útreiðslur sama játtanarár, heldur enn, at SvF skuldi vinna hallið frá 1998 inn aftur í rakstrarárinum (1999), men lagt var sjónvarpsstjóranum eina við at spara so mikið í rakstrinum, at nettojáttanin 31.12.1999 vísti kr. 0,-. Hann mátti ikki rokna við eykajáttanini tí hon var ikki samtykt í tinginum.

At SvF kom í gjaldføristrupuleikar longu hálvan juli 1999 broytti alla gongdina, tí tað førdi jú við sær tað gongd, ið lýst er í øðrum skrivi. Nú kom raðfylgjan av teimum mannagongdum at verða umvend, við tað at farið var undir at bóka útreiðslur fyri bókhaldinum hjá SvF inn í FSL longu í juli 1999, sum FGJ síðani rindaði av gjaldføri landskassans. Tá gong kom á innleggingina av SvF í FSL á heysti í 1999, vóru mánaðarroknskapirnir bókaðir mánaða fyri mánaða líka frá 01.01.1999 fram til 31.12.1999. Bókingin, ið var gjørd í juli 1999, var um sama mundi bókað út aftur, tí samlaði mánaðarroknskapurin fyri hvønn mánaða sær var bókaður inn.

Skrivið frá FMS, dagfest 19.07.1999, til UMMS, mælti eisini UMMS til at fremja omanfyri ætlaðu loysn, at SvF kemur við í FSL og fær atgongd til gjaldføri landskassans.

Støðan hjá SvF í 1999 og støðan í 2000 eru meinlíkar. Aftur í 2000 ætlar SvF at vinna hallið frá árinum frammanundan inn aftur."

Hin 10.04.2000 seta Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri og Bjarni Wilhelm, fyrisitingarleiðari í UMMS notat upp um SVF (skjal 75). Av notatinum framgongur m.a.:

"………
Tann 22. juli 1999 kom bræv frá fíggjarnevndini, har formliga varð bðað frá, at meira enn tveir fimtapartar av nevndarlimunum kravdu málið lagt fyri løgtingið, og at umsóknini tí ikki varð gingið á møti.

Eftir hetta varð støðan umrødd saman við landsstýrismanninum. Hildið varð, at støðan var sera álvarsom og trupul við tí støðu, sum fíggjarnevndin hevði sett landsstýrismannin í. Umsóknin um eykajáttan hevði verið til viðgerðar á landsstýrisfundi um kvøldi tann 19. juli. Fundurin endaði hann við fullari semju um at sáttmálabundnu skyldurnar máttu haldast og um uppskotið til fíggjarnevndarskjal.

Einki á hesum fundi gav Signari á Brúnni, landsstýrismanni, ella tí embætismanni, ið var við honum á fundinum, nakra ábending um, at parlamentariskir trupulleikar fóru at standast av umsóknini. Tað var eisini torført frammanundan at síggja, at nakar limur í fíggjarnevndini fór at nýta minnilutagarantiin í eini støðu, har talan var um at rinda sáttmálabundnar útreiðslur.

Støðan tann 21. – 23. juli 1999
Nú var talan um eina veruliga neyðstøðu. Lønirnar skuldu koyrast fyri Ólavsøku, og krøv frá rættindahavarum skuldu innfríast. Formaðurin í starvsmannafelagnum hevði kontaktað deildarstjóran á Mentamáladeildini og hótt við tiltøkum, um ikki lønirnar fullu til tíðina. Rokningar frá KODA og GRAMEX kundu sambært upplýsingar frá SvF ikki longur bíða.

Saman við landsstýrismanninum umrøddu embætismenn í UMMS støðuna.
Niðurstøðan var, at UMMS hevði tríggjar valkostir:

  1. at lata standa til
  2. at fáa løgtingið kallað saman at viðgera eina umsókn um eykajáttan
  3. at lata SvF fáa atgongd til rinda tær mest átroðkandi útreiðslurnar av gjaldføri landskassans

ad 1: Hesin møguleiki varð umrøddur og niðurstøðan gjørdist, at valdi landsstýrismaðurin hesa loysn, so

  1. fingu vit svartan skerm
  2. SvF varð koyrt á "húsagang"

Hetta fór so aftur at føra til óbøtandi skaða fyri stovnin sjálvan og stóran fíggjarligan skaða fyri landskassan, ið sambært skrivinum 19.07.99 frá FMS er bundin av sjónvarpsins fíggjarligum skyldum. Hetta at stovnurin fór at verða stongdur viku fyri Ólavsøku fór at gera,

  • at stovnurin fór at missa álitið hjá lýsarunum, og SvF fór at missa spæliinntøkur
  • hyggjaragjaldið skuldi partvíst afturrindast
  • ivasamt var, nær lønirnar fóru at verða rindaðar
  • stovnurin fór at missa álit og virðing millum manna
  • stovnurin fór at missa álit hjá rættindahavarum
  • ivasamt var, nær stjónvarpið fór at virka aftur, um tað stongdi undir hesum umstøðum
  • stovnurin skuldi so at siga byrja av nýggjum
  • stovnurin hevði liðið stóran skaða

- og kortini hevði landskassin, tá samanumkom verið noyddur at goldið.

ad 2:
Møguleikin at kalla løgtingið saman varð umrøddur, men niðurstøðan gjørdist, at tað var vónleyst at kalla løgtingið saman í ótíð fimm dagar fyri Ólavsøku til at viðgera eina eykajáttan.

Ad.3:
Spurningurin varð viðgjørdur í fundi 22. juli 1999. Til staðar vóru Signar á Brúnni, landsstýrismaður, Bjarni Wilhelm fyrisitingarleiðari, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri, Petur Petersen, aðalstjóri og Leif Abrahamsen, gjaldstovustjóri.

Havandi fylgjurnar í huga av valkosti 1, varð gjørt av at leggja út av gjaldføri landskassans (smb. Grein 25.64.1 Útvegan av Gjaldføri + Játtanarskipanir 6.1 Útreiðslur uttan játtan, s. 434 Fíggjarløgtingslóg fyri 1999, dagførd útgáva) fyri lønir og ávís krøv.

Fyri at fyribyrgja at virksemið hjá SvF skuldi minka ógvusliga orsakað av, at gjaldføris-hjálpin í juli skuldi vinnast innaftur innan árslok, varð umsókn um eykajáttan uppá 1,6 mio. kr. tann 23. juli 1999 send Fíggjarmálastýrinum (hallið 1998).

Hetta varð gjørt ásannandi, at um einki varð gjørt, so mátti landskassin tá samanumkom kortini rinda (sí annars skrivið frá FMS 19.07.99). Full semja varð í leiðsluni á UMMS um hesa avgerð, ið var tikin tann 22. juli.

Málið varð avgreitt til Føroya Gjaldstovu tann 23. juli við bókingarskjali áteknað av Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra og Signar á Brúnni. Skjalið varð bókað á gjaldstovuni og rindað av gjaldstovuni.

Áðrenn málið varð avgreitt ringdi Signar á Brúnni til landsgrannskoðarin, Leiv Harryson, fyri at ráðføra seg við hann. Landsgrannskoðarin var sera bilsin um atburðin hjá fíggjar-nevndini. Samrøðan endaði við, at landsgrannskoðarin segði, at her var einki annað at gera enn at leggja út fyri SvF.

Landsstýrismaðurin kunnaði sínar kollegar í landsstýrinum áðrenn avgerðin um at leggja út av landskassagjaldførinum varð sett í verk7.

………

UMMS hevur:

  1. í 1998 ikki framt játtanareftirlit, tí mett varð ikki, at hetta varð í tráð við ásetingarnar í nýggju kringsvarpslógini.
  2. við tí vitan UMMS hevur í dag og tí kós sum bæði landsgrannskoðarin og løgtingsgrannskoðararnir hava sett út í kortið viðv. landsfyritøkum, sum framvegis er eitt "grátt" øki, kann ásannast at eftirlit við rakstri SvF’s átti at verið framt í 1998.
  3. Í juni 1999 hevur UMMS sett eitt mánaðarligt játtanareftirlit í verk, og samstundis givið SvF boð at fyri tað fyrsta mátti sannkenna, at eitt slíkt eftirlit var neyðugt og fyri tað annað tí UMMS viðurkendi/boygdi seg fyri kravinum frá FMS um at lata SvF bóka upp móti gjaldstovuni
  4. hevur givið leiðsluni boð um (innskerpingar) er fremja neyðugar bygnaðar- og fíggjarligar tillagingar, so SvF fær javnvág í roknskapin fyri 1999. Hóast leiðslan hevur boða frá, bæði skrivliga og munnliga at so er gjørt, hevur veruleikin tíverri víst seg at verið annarleiðis
  5. gjørt tað sum gerast kundi í 1999 fyri at tryggja at raksturin javnvigaði.
    Skuldi meira verið gjørt, so var bert eftir at seta stovnin undir administratión. UMMS hevði ongar orsøkir til at fremja hetta í 1999
  6. fingið sær neyðuga fakliga ráðgeving í sambandi við atgongd til landskassans peningarensl, tann 23. juli 1999, í neyvum samstarvi við FMS, fyri at tryggja sær at rætt varð atborið.

………"

  1. METING KANNINGAARSTJÓRANS.

Eftir seinra partinum av kanningarsetninginum, skal kanningarstjórin

"…meta, um avgerðin hjá landsstýrismanninum var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum, herundir ta játtanarskipan, sum er ásett í fíggjarløgtingslógini."

Soleiðis sum kanningarstjórin lesur henda part av setningi sínum, so er tað avgerð landsstýrismansins tann 23. juli 1999 um ávísar dispositiónir viðvíkjandi fíggjarligum viðurskiftum hjá Sjónvarpi Føroya, ið kanningarstjórin skal meta um heimildini fyri.

Fyri at svara hesum parti av kanningarsetninginum, verður greiða fyrst at fáa á, hvørja avgerð landsstýrismaðurin tók tann 23. juli 1999 viðvíkjandi fíggjarligum viðurskiftum hjá Sjónvarpi Føroya.

Eftir at greiða er fingin á hesum, verður at meta um henda avgerð var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum.

  1. Avgerðin tann 23. juli 1999.

    Fyri at svara hesum spurningi, metir kannngarstjórin rættast, fyrst at gjøgnumganga, hvat farið er fram tann 23. juli 1999. Síðani verður tað, ið farið er fram henda dag, at samanhalda við gongdini í málinum frammanundan og eftir henda dag.

A. Hvat fór fram tann 23. juli 1999.
Sum framgongur av skjølunum 36 og 37, so skrivar landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og mentamálum saman við deildarleiðara tann 23. juli 1999 undir ávísingarskjal innan FSL, hareftir útreiðslur á íalt kr. 1.652.349,67 verða ávístar til bókingar/gjaldingar undir stovnsnr. 106020, ið innan FSL er tað sama sum kontonr. 7.24.4.01 í kontoskipanini í fíggarløgtingslógini. Nevnda konto í fíggjarlógini viðvíkur Sjónvarpi Føroya.

Tær útreiðslur, ið ávístar verða til bókingar/gjaldingar, fata um lønir til starvsfólk í SvF fyri juli 1999 á íalt kr. 1.131.989,21, ymisk gjøld í sambandi við hesar lønir á kr. 72.835,46 og gjald fyri sjónvarpsvirksemi í 1999 til KODA á kr. 447.525,00. Allar hesar gjaldingar eru á bókingarskjalinum settar upp samsvarandi bókingarskipanini hjá FSL.

B. Forsøga til avgerðina 23. juli 1999.
Kanningarstjórin metir í kanningar- og kortleggingararbeiði sínum at kunna staðfesta fylgjandi fyri at lýsa avgerðina tann 23. juli 1999, nevniliga

at
SvF í 1998 hevði eitt rakstrarhall á kr. 2,4 mió og í hesum sambandi hevði gjaldkomnar skyldur á tkr. 2,5 mió við ársskiftið 1998/99 við einum tøkum gjaldføri á kr 0,13 mió. Víðari er staðfest, at hesar gjaldkomnu skyldur hevur SvF í 1999 rindað við pørtum av tí gjaldføri SvF hevur fingið inn fyrra hálvár 1999;

at
sjónvarpsstjórin í mars/apríl 1999 kunnar UMMS um rakstrarúrslitið fyri 1998 og um, at væntast má, at SvF fær gjaldføristrot í 1999;

at
UMMS, í tíðarskeiðnum eftir at teir eru gjørdir kunnugir við fíggjarligu trupulleikarnar hjá SvF arbeiðir við spurninginum um, hvussu greiðsla skal vera fingin á hesum trupulleikum. Við støði í m.a. skrivinum frá UMMS til SvF dagfest tann 8. juni 1999 (skjal 23) metir kanningarstjórin, at UMMS um mánaðarskiftið maj/juni 1999 er komið til ta niðurstøðu, at "eginpeningurin" hjá SvF skal vera fingin positivur við umsókn um eykajáttan, at neyvt eftirlit skal vera hildið við rakstrinum hjá SvF og at raksturin hjá SvF skal bókhaldsliga knýtast til FSL;

at
UMMS dagarnar 14.–15. juli 1999 frá sjónvarpsstjóranum fær fráboðan um, at SvF ikki við verandi gjaldføri sínum kann greiða lønir fyri juli 1999, umframt aðrar gjaldkomnar skyldur. (At gjaldføri um hetta mundið er farið at ganga undan, er helst nakað fyrr enn væntað varð.);

at
tað dagarnar 14.-15. juli 1999 til 23. juli 1999 verður arbeitt við at fáa greitt hesar gjaldkomnu skyldur SvF’s. Soleiðis sum kanningarstjórin á frágreiðingum og brævaskifti í málinum skilir gongdina, so hevur fyrst verið tosað um at lata hesar skyldur greiða um Føroya Gjaldsstovu. Síðani hevur verið tosað um kassakreditt/stutt yvirtrekk av bankkonti hjá SvF í peningastovnunum. FMS hevur tó avvíst hetta í skrivi frá 15. juli 1999, har FMS vísir á, at søkjast skal um eykajáttan, antin við eykajáttanarlóg ella fíggjarnevndarskjali. Arbeitt hevur síðani verið dagarnar 15.-16. til 21. juli 1999 við at greiða málið við fíggjarnevndarskjali. Eftir at fíggjarnevndin hevur avvíst at ganga umsóknini á møti, verður arbeitt við spurninginum um gjaldkomnu skyldurnar kunnu vera greiddar um Føroya Gjaldsstovu og verður hetta viðgjørt á fundi í UMMS tann 22. juli 1999 og eftirfylgjandi telefonsamrøðum. Kanningarstjórin metir, at landsstýrismaðurin hevur ráðført seg við serfrøðingar innan umsitingina í spurninginum og hevur fingið boð um, at gjaldkomnu skyldurnar hjá SvF eru skyldur landskassin er bundin av.

Kanningarstjórin vísir til tær frágreiðingar viðkomandi fólk innan umsitingina, ið hava luttikið í arbeiðinum dagarnar uppundir tann 23. juli 1999, hava givið í málinum og skrivliga tilfarið frá hesum tíðarskeiðið, herundir serstakliga inngangin í skrivinum frá FMS til UMMS tann 15. juli 1999 (skjal 30), har sagt verður, at

"Tygum hava kunnað um, at Sjónvarp Føroya er komið í gjaldføristrupulleikar, og at stovnurin hevur ikki tøkan pening til at gjalda starvsfólkinum løn fyri juli mánað. Tygum hava somuleiðis kunnað um, at arbeitt verður við at fáa eina skipan í lag í fíggjarstovni, soleiðis at løn kann verða goldin fyri juli mánað."

og grundgevingina í fíggjarnevndarskjalinum dagfest tann 19. juli 1999 (skjal 32), har í sjálvum skjalinum verður ásett sum grundgeving fyri framløgu, at

"Um Sjónvarp Føroya skal kunna halda sínar sáttmálabundu skyldur mótvegis starvsfólkum, KODA, GRAMEX o.ø. er neyðugt við eykajáttan".

Kanningarstjorin metir soleiðis, at forsøgan til avgerðina tann 23. juli 1999, vísir, at SvF ikki hevur gjaldføri til at greiða lønir fyri juli 1999 og gjøld til rættindahavarar og at tað í døgunum frá 14.-15. juli til 23. juli 1999 verður arbeitt við at fáa hesar skyldur goldnar.

C. Gongdin eftir avgerðina tann 23. juli 1999.
Kanningarstjórin metir í kanningar- og kortleggingararbeiði sínum at kunna staðfesta fylgjandi útfrá gongdini eftir tann 23. juli 1999 fyri at lýsa avgerðina tann 23. juli 1999, nevniliga

at
UMMS í skrivi dagfest sama dag ( skjal 39), boðar frá, at landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at loysa gjaldførisspurningin og at hetta merkir, at SvF fær nøktað sín mest átrokandi gjaldstørv. Víðari verður sagt, at arbeitt verður við at útvega sjónvarpinum eykajáttan á komandi eykajáttanarlóg, men verður samstundis lagt stjóranum á SvF eina við, at stjórin hevur ábyrgd av, at samsvar er millum rakstur og játtan tá verandi fíggjarár endar tann 31.12.1999 - uttan mun til hvussu málið um eykajáttan endar;

at
UMMS sama dag letur inn umsókn um eykajáttan, har í viðmerkingunum til umsóknina – ið tó verða skrivaðar nakrar dagar seinri - verður viðmerkt, at hvat viðvíkur grundini fyri umsóknini, so verður víst til rakstrarviðurskifti hjá SvF fyri 1999, samstundis sum tað í viðmerkingunum verður upplýst, at

"Gjaldførið hjá SvF gjørdist tó so mikið vánaligt í juli, at neyðugt gjørdist at framskunda part av umlegging, so SvF kundi fáa gagn av gjaldføri landskassans, uttan at hetta ávirkar roknskapar- og játtanarviðurskiftini hjá SvF" (kanningarstjórin hevur undirstrikað);

at
peningurin útgoldin verður - via konto hjá Sjónvarp Føroya – fer til gjalding av teimum útreiðslum landsstýrismaðurin hevur ávíst tær fyri við undirskrift síni, nevniliga lønir fyri juli 1999 og gjald til rættindahavarar og at gjaldið á FSL hjá Føroya Gjaldstovu verður bókað í samsvari við ávísing í skjalinum frá 23. juli 1999 á konto 7.24.4.01 á fíggjarlógini;

at
UMMS eftir tann 23. juli 1999 hevur játtanareftirlit við rakstrinum hjá SvF og sum framgongur av hesum, so verður innan UMMS disponerað sum at játtanin hjá SvF skuldi haldast, sama um umsókn um eykajáttan til SvF verður gingin á møti;

at
UMMS - í samband við uppsetan av mánaðarligum roknskaparfráboðanum frá SvF – hevur strikað upphædd SvF hevur sett sær sum inntøku og kallað "landskassastuðul" – sí innihald í innanhýsis teldubræv hjá UMMS tann 12. aug. 1999.

Kanningarstjórin hevur tó skilt, at SvF innanhýsis í rakstri sínum hevur bókað gjaldið tann 23. juli 1999 sum inntøka.

Kanningarstjórin metir soleiðis, at umsitingarliga gongdin eftir avgerðina tann 23.juli 1999 vísir, at UMMS hevur havt fyri eygað, at útgjaldið tann 23. juli 1999 er fyri at greiða gjaldkomnar skyldur hjá SvF. Soleiðis hevur UMMS havt fyri eyga, at gjaldið tann 23. juli 1999 greiðir gjaldføristrupulleikar í rakstrinum fyri 1999, samstundis sum UMMS’ er greitt, at endaligi játtanarkarmur fyri árið 1999 skal haldast.

D. Staðfesting.
Grundað á framferð landsstýrismansins tann 23. juli 1999, forsøguni fyri hesi og umsitingarligu gongdini eftir hetta, so staðfestir kanningarstjórin, at landsstýrismaðurin tann 22. ella 23. juli 1999 hevur avgjørt og tann 23. juli 1999 hevur skrivað undir ávísingarskjal hareftir gjaldkomnar skyldur hjá SvF fyri juli 1999 verða bókaðar yvir FSL og goldnar um Føroya Gjaldsstovu.

E. Frágreiðing Løgtingsgrannskoðaranna.
Í kanningarsetninginum er ásett, at kanningarstjórin m.a. við støði í frágreiðingunum frá løgtingsgrannskoðarunum (Ltgr.) um roknskapin hjá Sjónvarpi Føroya í 1998 og um landsroknskapirnar 1995-1998, skal meta, um avgerðin hjá landsstýrismanninum var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum.

Í nevndu frágreiðingum eru Ltgr. komnir til ta niðurstøðu, at

"landsstýrismaðurin tann 23. juli 1999 ávísti pening fyri útreiðslur, ið havdar vóru í farna fíggjarári, uttan játtan frá løgtinginum, hóast tveir fimtingar av nevndarlimunum í fíggjarnevndini, vísandi til § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini, kravdu málið avgjørt við løgtingslóg".

Hvat viðvíkur nærri grundgeving Ltgr. fyri hesi niðurstøðu síni, verður víst til frágreiðing teirra (skjal 67) í síni heild, umframt til tað brævarskifti, verið hevur millum UMMS og Ltgr. undan avgerðini (skjølini 56, 58, 63 og 65). Harumframt verður víst til munnligu frágreiðingina hjá Leivur Harryson, landsgrannskoðara, skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum (Appendix I).

Tá kanningarstjórin í staðfesting síni omanfyri undir pkt. D er komin til,

"…at landsstýrismaðurin tann 22. ella 23. juli 1999 hevur avgjørt og tann 23. juli 1999 hevur skrivað undir ávísingarskjal hareftir gjaldkomnar skyldur hjá SvF fyri juli 1999 verða bókaðar yvir FSL og goldnar um Føroya Gjaldsstovu."

afturímoti niðurstøðuni hjá Ltgr, har staðfest verður, at

"landsstýrismaðurin tann 23. juli 1999 ávísti pening fyri útreiðslur, ið havdar vóru í farna fíggjarári, uttan játtan frá løgtinginum…"

loyvir kanningarstjórin sær at vísa á, at ikki er semja millum kanningarstjóran og Ltgr hesum viðvíkjandi.

Kanningarstjórin hevur tó hvørki í frágreiðing Ltgr, samskiftinum millum UMMS og Ltgr. undan frágreiðing Ltgr ella í egna kanningar- og kortleggingararbeiði sínum, funnið grundalag fyri niðurstøðu Ltgr. og gevur hon tí ikki kanningarstjóranum høvi til at broyta staðfesting sína undir pkt. D.

  1. Lógir og reglur galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum.

Spurningurin er síðani um avgerð landsstýrismansins tann 23. juli 1999 var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum.

  1. Grein 43, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini.
  2. Hvat viðvíkur lógum og reglum galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum, so verður víst til grein 43, stk. 2, 1. petti í Stýrisskipanarlógini, har ásett er, at

    "Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður."

    Henda áseting kom í gildi við nýggju stýriskipanarlógini (Løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994). Danski teksturin av somu áseting, er soljóðandi:

    "Ingen udgift må afholdes, som ikke har hjemmel i den på anvisningstiden gældende finanslov eller i anden bevillingslov."

    Av viðmerkingunum til nevndu áseting í Stýrisskipanarlógini framgongur, at henda áseting er endurtøka av § 21 í Stýrisskipanarlógini galdandi var frammanundan. Ásetingin í § 21 stk. 2, 1. petti í "gomlu" stýrisskipanarlógini, var soljóðandi:

    "Eingin útreiðsla má verða goldin, ið ikki er heimilað í fíggjarlóg, galdandi, tá ið útreiðslan verður ávíst, ella í aðrari galdandi heimildarlóg."

    og danska umsetingin soljóðandi:

    "Ingen udgift må afholdes, som ikke har hjemmel i den på anvisningstiden gældende finanslov eller anden gældende bevillingslov."

    Lesir ein inngangsorðini í ásetingini í § 43. stk. 2, 1. petti í nýggju lógini: "Eingin útreiðsla má vera goldin, uttan at heimild er fyri henni…", so kann ein í eini málsligari tulking av ásetingini spyrja um orðið "…henni…" vísir aftur til orðið "…útreiðsla…" við kravi um at útreiðslan skal hava heimild í fíggjarlóg ella til orðið "…goldin…" við kravi um at gjaldingin skal hava heimild í fíggjarlóg.

    Samanber ein nevndu orðing við orðingina í "gomlu" stýrisskipanarlógini, har ásett var, at "Eingin útreiðsla má verða goldin, ið ikki er heimilað í fíggjarlóg…", so metir kanningarstjórin, at tað greiðari framgongur, at ásetingin í einari málsligari tulking skal lesast sum, at orðið "…henni…" vísir aftur til orðið "…útreiðsla…".

    Kanningarstjórin metir soleiðis ásetingina í § 43, stk. 2, 1. petti í Stýrisskipanarlógini sum eitt lógarkrav um, at ein útreiðsla skal hava heimild á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg fyri at hon kann verða goldin.

    Hevur ein donsku orðingina av somu áseting fyri eyga - bæði tað gomlu og ta nýggju- so verður har nýtt orðingin, at "Ingen udgift må afholdes…" og stuðlar hetta eisini nevndu tulking sum eitt krav um, at útreiðsla skal hava heimild á fíggjarlóg ella aðra játtanarheimild.

    Í § 46, stk. 2 í Grundlógini er ásett, at "Ingen udgift må afholdes uden hjemmel i den af folketinget vedtagne finanslov….", og er henda orðing meinlík donsku umsetingini av § 43, stk. 2, 1. petti í Stýrisskipanarlógini. Hvat viðvíkur tulkingini av hesi áseting í grundlógini, so verður kravið mett sum eitt krav um, at útreiðsla skal hava heimild á játtanarlóg.

    Tá kanningarsetningurin soleiðis tosar um…." tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum…" so metir kanningarstjórin hetta sum ein spurning um tað goldið verður fyri, hevur heimild í galdandi játtanarlóg.

    Tá støða skal takast til, um gjalding tann 23. juli 1999 er heimilað, verður tí at kanna eftir, um tað, ið goldið verður fyri henda dag, hevur heimild á galdandi játtanarlóg.

  3. Eru útreiðslurnar goldnar vóru tann 23. juli 1999 heimilaðar á játtanarlóg.
  4. Fyri at svara hesum spurningi, má støða fyrst takast til um virksemið hjá SvF er heimilað á fíggjarlóg.

    Er virksemið hjá SvF á fíggjarlóg.

    Í fíggjarlógini fyri 1999 er í tekstpartinum av fíggjarløgtingslógini ásett í grein 7 (útbúgving og mentan):

    "7.24.4 Fjølmiðlar

    01. Sjónvarp Føroya (landsf.) 0"

    Víðari er sum C átekning í tekstpartinum ásett, at

    "Nr. 5. ad 7.24.4.01. Sjónvarp Føroya

    Loyvt verður Sjónvarp Føroya at flyta eitt møguligt yvirskot til næsta fíggjarár."

    Í viðmerkingunum í fíggjarlógini til nevndu høvuðskonto 7.24.4.01, eru løgfrøðiligu karmarnir hjá SvF eftir kringvarpslógini nærri gjøgnumgingnir, umframt at rakstrarætlanin hjá SvF fyri 1999 er sett upp, saman við roknskapartølum fyri SvF fyri 1997, játtanartølum fyri 1998 og ætlaðum tølum fyri raksturin í 2000 til 2002. Loksins í viðmerkingunum er ásett, at

    "Fyribils eru viðmerkingarnar fyri Sjónvarp Føroya á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 bert til kunningar. Sundurgreinað ætlan er eisini bert kunnandi. Í fíggjarárinum 2000 verður virksemið hjá Sjónvarpi Føroya tikið við á játtanarroknskapin. T.v.s. at sjónvarpið ikki mánaðarliga skal lata roknskapardáta til fíggjarstýringarskipanina, sum Føroya gjaldstova umsitur."

    Nevndu viðmerking, lesur kanningastjórin ikki sum eina viðmerking, ið ávirkar játtanarligu støðuna hjá SvF á fíggjarlógini.

    Hvat viðvíkur spurninginum um hvat liggur í orðinum "landsfyritøka" játtanarliga, so verður víst til ta játtanarskipan, ið fylgir við sum ískoyti til fíggjarlógaruppskotið, har ásett er fylgjandi undir pkt. 5.5. viðvíkjandi orðinum "landsfyritøka":

    "Fyri landsfyritøkur eru í høvuðsheitum tær somu ásetingar galdandi fyri rakstrarjáttanir, tó við teimum niðanfyri nevndu undantøkum.

    Játtan fyri landsfyritøkum er eitt nettotal, sum er ein játtanarkarmur til nettoútreiðslur hjá fyritøkuni.

    Fyri landsfyritøkur kann tað harumframt verða heimilað við átekning at hava eina skipan til at flyta fram ella nýta yvir-/og undirskot eftir.

    Vanligu avmarkingarnar frá at flyta frá rakstrarkonto til lønarkonto eru ikki galdandi fyri landsfyritøkur.

    Heldur ikki eru landsfyritøkur umfataðar av karmum um lønarupphæddir, men nýggj tænastumanastørv og onnur størv í lønarflokki 36. ella hægri, skulu góðkennast av lønardeildini í fíggjarmálastýrinum."

    Við omanfyri nevndu ásetingum í fíggjarløgtingslógini í huga, metir kanningarstjórin, at virksemið hjá SvF fyri 1999 er beinleiðis játtað og heimilað á fíggjarløgtingslógini fyri 1999 undir játtanarslagnum landsfyritøka.

    Eru goldnu útreiðslurnar heimilaðar.

    Tá støða skal takast til, um ein ávís útreiðsla er heimilað á fíggjarlóg, so verður hetta at greiða við eini tulking av viðkomandi áseting í fíggjarlógini. Kannast skal soleiðis um endamálið við útreiðsluni liggur innanfyri endamálið fyri viðkomandi konti á fíggjarlógini, um støddin á útreiðsluni liggur innanfyri játtanarkarmar á fíggjarlóg og harafturat um útreiðslan í tíð er fevnd av fíggjarlóg galdandi tá úreiðslan verður ávíst.

    Hvat viðvíkur endamálinum við útreiðslunum ávístar verða til gjaldingar tann 23. juli 1999, so vísir kanningarstjórin á, at sum framgongur av kanningar- og kortleggingararbeiði kanningarstjórans í málinum, so avger landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tann 23. juli 1999 at rinda ávísar gjaldkomnar útreiðslur hjá SvF fyri juli 1999 og fataðu hesar um lønir til starvsfólk fyri juli 1999 og gjald til KODA fyri sjónvarpsvirksemi í tíðarskeiðnum 1/1-99 til 31/12-99 har seinasti rættstundis gjaldsdagur var tann 2. juli 1999.

    Við ásetingini í konto nr. 7.24.4.01 í tekstpartinum av fíggjarlógini fyri 1999 og viðmerkingunum til tekstpartin í huga, metir kanningarstjórin, at útreiðslurnar ávístar verðu til gjaldingar, liggja innanfyri endamálið við nevndu konto á fíggjarlógini.

    Hvat viðvíkur støddini á útreiðsluni, so er talan um útreiðslur fyri íalt kr. 1.652.739,67. Virksemið hjá SvF er á fíggjarlógini játtað undir játtanarslagnum "landsfyritøka", ið merkir, at ikki er ásett neyvt hvør upphædd er játtað til hetta virksemið, tá SvF bert í rakstri sínum skal uppfylla ta nettojáttan (inntøkur minus útreiðslur fyri viðkomandi játtanarár) ásett er í fíggjarlógini. Nettojáttanin fyri virksemið hjá Svf fyri 1999 er í fíggjarlógini fyri hetta ár ásett til kr. 0, ið merkir, at raksturin fyri SvF ikki má geva hall fyri árið 1999. Kanningarstjórin vísir í hesum sambandi á, at tá talan er um vanligar lønarútreiðslur til starvsfólk hjá SvF fyri juli 1999 og vanlig rindan fyri sjónvarpsrættindi og UMMS samstundis hevur havt sær fyri eygað, at nettojáttanarkarmurin hjá SvF fyri 1999 skal halda og hevur grundarlag fyri at meta um hetta er gjørligt, so metir kanningarstjórin at goldna upphæddin í stødd liggur innanfyri játtanarupphæddini á fíggjarløgtingslógini.

    Loksins er spurningurin um útreiðslurnar í tíð liggja innanfyri ta fíggjarlóg, ið er í gildi, tá útreiðslurnar verða ávístar. Útreiðslurnar verða ávístar í skjali 36 dagfest tann 23. juli 1999 og viðvíkja lønarútreiðslum í juli 1999 og sjónvarpsrættindum í tíðarskeiðnum frá 1/1 til 31/12 í 1999. Kanningarstjórin metir tí, at útreiðslurnar í tíð liggja innanfyri ta fíggjarlóg, sum er í gildi, tá útreiðslurnar verða ávístar til gjaldingar.

  5. Fíggjarnevndarskjal og umsókn um eykajáttan.

Sum framgongur av gongdini í málinum, so verður tann 19. juli 1999 latið inn fíggjarnevndarskjal til fíggjarnevndina, har søkt verður um eykajáttan á kr. 1,6 mió. Harumframt verður tann 23. juli 1999 sent umsókn til FMS um, at játtaðar verða kr. 1,6 mió. á eykafíggjarlóg til raksturin hjá SvF fyri 1999.

Fíggjarnevndarskjøl og umsóknir um eykafíggjarlóg viðvíkja generelt løgfrøðiliga spurninginum um, hvønn játtanarkarm raksturin hjá viðkomandi, ið søkt verður broyttan játtanarkarm fyri, skal hava.

Í tann mun tær útreiðslur ávístar vórðu til gjaldingar tann 23. juli 1999 longu eru heimilaðar í fíggjarløgtingslógini fyri 1999 - og soleiðis liggja innanfyri galdandi játtanarkarm - eru fíggjarnevndarskjalið tann 19. juli 1999 ella umsóknin um eykajáttan ikki viðkomandi fyri spurningin um heimild er fyri útgjaldinum.

3. Niðurstøða kanningarstjórans.

Vísandi til, at kanningarstjórin staðfestir

at landsstýrismaðurin tann 22. ella 23. juli 1999 hevur avgjørt og tann 23. juli 1999 hevur skrivað undir ávísingarskjal hareftir gjaldkomnar skyldur hjá SvF fyri juli 1999 verða bókaðar yvir FSL og goldnar um Føroya Gjaldsstovu;

at virksemið hjá SvF er heimilað á fíggjarløgtingslógini fyri 1999;

at tær útreiðslur, ið goldnar eru, liggja innanfyri karmarnar á fíggjarløgtingslógini fyri 1999;

so kemur kanningarstjórin til ta niðurstøðu, at tær útreiðslur landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum tann 23. juli 1999 ávísti til bókingar á FSL og til gjaldingar um Føroya Gjaldsstovu eru heimilaðar á fíggjarløgtingslógini fyri 1999 og

 

m e t t    v e r ð u r     t í:

at avgerðin hjá landsstýrismanninum var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum, herundir ta játtanarskipan, sum er ásett í fíggjarløgtingslógini.

Tórshavn, tann 1. august 2000

Petur Even Djurhuus, kanningarstjóri