Eykajáttanarskjal 1999 - løn Fiskivinnuskúlin

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

Aðalstýrið

Dagfesting: 10-07-00
Skrátal: 21401/107
Máltal: 9901137/12/AK

Løgtingsins fíggjarnevnd
Løgtingsskrivstovan
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn

Fíggjarnevndarskjal

  1. Inngangur
  2. Landstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentamálum søkir við hesum Fíggjarnevndina um, at lønarkarmurin á undirkonto 23. Fiskivinnuskúlin á høvuðskonto 7.23.3.04. Yrkisskúlar verður hækkaður við tkr. 327 úr tkr. 2.436 upp í tkr. 2.763. Meirlønarútreiðslan verður fíggjað við meirinntøkum frá skeiðvirksemi.

  3. Málsfrágreiðing
  4. Skúlin hevur í vár skipað fyri skeiðum til fiskaídnaðin og alivinnuna. Tað hevur víst seg at vera stórur tørvur á hesum skeiðum, og er ætlanin tí at halda fleiri skeið í heyst. Skeiðini eru mett til íalt at geva eina inntøku, sum er tkr. 655. Í játtanarskipanini stendur tó:

    "Meirinntøkur geva rætt til at hava samsvarandi meirútreiðslur, tó er ikki loyvt at fara uppum ásettan lønarkarm"

    7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan)
    Lønarkarmurin á undirkonto 23. Fiskivinnuskúlin verður hækkaður við tkr. 327.

    Sundurgreinað ætlan

    Tús. kr.

    J+EYJ

    EYJ2

    J+EYJ2

    Nettoútreiðslujáttan

    48.372

    0

    48.372

    Útreiðslur

    53.962

    555

    54.517

    Inntøkur

    5.590

    555

    6.145

    23. Fiskivinnuskúlin

    Nettoútreiðsla

    3.111

    0

    3.111

    Útreiðslur

    3.211

    555

    3.766

    11. Lønir v.m.

    2.436

    327

    2.763

    14. Keyp av vørum og tænastum

    691

    -

    691

    15. Keyp av útbúnaði, netto

    5

    -

    5

    16. Leiga, viðlíkahald og skattir

    79

    228

    307

    Inntøkur

    100

    555

    655

    21. Søla av vørum og tænastum

    100

    555

    655

  5. Grundgeving fyri framløgu
  6. Skúlin ætlar at halda fleiri skeið enn ætlað í heyst, og er sostatt neyðugt við hægri lønarkarmi. Skeiðini, ið byrja longu í august ella september, skulu lýsast, og søkjast skal eftir lærarum. Tí kann ikki bíðast til næstu eykajáttan at fáa svar uppá umsóknina.

  7. Uppskotið
  8. Vísandi til omanfyristandandi verður søkt um heimild til hægri lønarkarm, ið verður fíggjaður við hægri inntøkum. Nettoútreiðslujáttanin verður sostatt ikki hækkað.

    §7

    B. Játtanir

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Tús. kr.

    7.23.3. Miðnámsútbúgvingar
    7.23.3.04. Yrkisskúlar

    J+EYJ

    48.372

    -

    EYJ2

    -

    -

    C. Átekning

    Nr. 1. ad. 7.23.3.04.23. Fiskivinnuskúlin
    Heimilað verður landsstýrismanninum at hækka lønarkarmin við tkr. 327.

  9. Tilsøgn frá Fíggjarmálastýrinum
  10. Fíggjarmálastýrið hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send Fíggjarnevndini, av tí at málið hevur skund.

    Váttað:

    Karsten Hansen
    landsstýrismaður

    /Petur Alberg Lamhauge
    fíggjarmálastjóri

_________________________________________

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

Høgni Hoydal
landsstýrismaður

/ Petur Petersen
aðalstjóri