Eykajáttanarskjal 1999 - donorar

Almanna- og heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin

 

Tórshavn, tann

24.03.00

J.Nr.:

0.31-2000611/1

Viðgjørt: JK/JEK

 


Løgtingsins fíggjarnevnd
Løgtingsskrivstovan
E Jalsgøta 6
100 Tórshavn

 

Fíggjarnevndarskjal 

  1. Inngangur
  2. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum søkir við hesum Fíggjarnevndina um eykajáttan í fíggjarárinum 2000 uppá 100.000 kr til høvuðskonto 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands. Játtanin skal nýtast til at rinda livandi organdonorum endurgjald fyri tann lønarmiss, sum hesi vera fyri, av tí, at tey lata eitt av gøgnum sínum til ein sjúkling, ið hevur alstóran tørv á hesum.

  3. Málsfrágreiðing

Landssjúkrahúsið, Heiliráðdeildin hevur sent Almanna- og heilsumálastýrinum eitt skriv, har spurt verður, um tað er møguligt at halda livandi donorar økonomiskt skaðaleysar í samband við, at hesir eru burtur frá arbeiði fyri at kunna lata gøgn síni.

Mett verður, at tað hevur sera stóran týdning, at tað kann lovast møguligum donorum, at teir ikki verða fyri fíggjarligum missi av at lata gøgn síni.

Í skrivinum verður greitt frá, hvussu hesi viðurskifti eru skipað í Danmark.

Sambært hesum skrivi er talan í Føroyum fyrst og fremst um transplantasjón av nýrum, men transplantasjón av beinmergi til leukæmisjúklingar kann eisini gerast aktuel.

Í Danmark eru viðurskiftini skipaði soleiðis, at donorurin fær endurgjald fyri lønarmiss í samband við møguligar forkanningar umframt fyri fráveru undir gøgntøkuni og møguliga fráveru eftir lokna transplantasjón. Hetta er beinleiðis galdandi fyri tímalønt.

Fyri fólk, sum kunnu vera frá starvinum vegna sjúku við løn, verður endurgjald fyri lønina veitt arbeiðsgevaranum, um so er at arbeiðsgevarin ikki er ein almennur stovnur.

Hjá sjálvstøðugum vinnurekandi verður mista inntøkan mett eftir seinasta roknskapinum, har hædd tó verður tikin fyri møguligum broytingum.

Arbeiðsleys, sum missa stuðulin vegna fráveruna fáa hendan endurgoldnan.

Allir donorar verða viðfarnir eins uttan mun til, hvørjum landi teir búgva í. Tvs. at eisini útlendingar fáa fult endurgjald og ferðaútreiðslur endurgoldnar.

Einasta kravið sum sett verður er, at donorurin kann prógva ein fíggjarligan miss.

Endurgjald verður einans veitt donorinum sjálvum, og ikki t.d. hjúnafelaga.

Fyri møguligar skaðar, sum standast av viðgerðini, verður endurgjald veitt; eisini til hjúnafelaga og børn, um so er at donorurin doyr .

Gjaldið verður veitt av sjúkrahúsinum og síðan refunderað av Sundhedsministeriet.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur spurt seg fyri á Landssjúkrahúsinum, hvussu umfatandi ein tílík skipan kann væntast at blíva fíggjarliga?

Landssjúkrahúsið hevur upplýst, at vanliga kann væntast, at ein donorur er burtur frá arbeiði í uml. 3 mánaðir í alt. Tá er hædd tikin fyri fráveru í samband við forkanningar, donasjón og ta tíðina, sum krevst fyri, at donorurin kann koma fyri seg aftur.

Um talið av donasjónum varð upplýst, at ilt er at meta neyvt um, hvussu stórt talið av donasjónum verður í framtíðini, men talan verður ikki um nakað stórt tal. Í 1998 varð ein nýradonasjón framd, og tað sama var galdandi í 1999. Enn er eingin donasjón við beinmergi framd í Føroyum.

Sum tað sæst av hesum tølum, so verður talan ikki um nakra stóra útreiðslu í samband við eina tílíka skipan. Talan gerst um uml. 3 mánaðar løn til donorin umframt møguligar ferðaútreiðslur.

Tað er ynskiligt, at vit í Føroyum hava eina tílíka skipan, soleiðis at eingin, sum roynir at hjálpa einum treingjandi sjúklingi, kann revsast fíggjarliga av hesi orsøk. Tað er greitt, at tá á stendur, verður tann fíggjarligi missurin sjálvdan avgerandi fyri, hvørt hjálp verður veitt. Men vissan um, at ein ikki verður fyri fíggjarligum bakkasti í samband við donasjónina, má metast at vera týdningarmikil fyri donorin.

8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)

Roknað verður við eini meirútreiðslu uppá 100 tkr..

Sundurgreinað ætlan

 

Tús. kr.

2000

2000

2000

 

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

53.196

100

53.296

Útreiðslur

53.196

100

53.296

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

37.500

100

37.600

       

Útreiðslur

37.500

100

37.600

14. Keyp av vørum og tænastum

37.500

-

37.500

52. Tilskot til einstaklingar

-

100

100

       

21. Uppihald

     
       

Nettoútreiðsla

15.696

-

15.696

       

Útreiðslur

15.696

-

15.696

14. Keyp av vørum og tænastum

15.696

-

15.696

 

 

c. Grundgeving fyri framløgu

Orsøkin til at hetta mál hevur skund og verður framlagt nú er, at vit júst nú hava eina átroðkandi nýradonasjón standandi fyri framman, sum ikki kann útsetast. Verður donasjónin ikki framd nú, er vandi fyri, at hendan verður av ongum.

Tað er neyðugt at fáa eina skipan, sum gevur heimild fyri endurgjaldi av lønarmissinum hjá donorinum. Tað finst í løtuni eingin konto á fíggjalógini, sum er tøk til hetta endamálið. Hetta kemst allarhelst av, at hetta ikki hevur verið nakar trupulleiki frammanundan, tí danir hava rindað endurgjaldið. Sum danska skipanin virkar í dag, verður endurgjald bert rindað, um so er, at sjúklingurin býr í Danmark. Býr hesin í Føroyum, verður einki endurgjald veitt, heldur ikki um donorurin er búsitandi í Danmark.

Ætlanin er, at gera okkara skipan eins og ta donsku. Í Danmark er materiella heimildin fyri endurgjaldsskipanini ein átekning ( tekstanmærkning, nr. 104 ) í fíggjarlógini ( Finansloven - konto 16.51.21 ) Í Føroyum verður heimildin ein átekning til høvuðskontoina 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands. Henda skipan verður tikin við á fíggjarlógina fyri 2001, men neyðugt er at fáa hana setta í verk beinanvegin.

  1. Uppskotið
  2. Vísandi til omanfyri standandi verður søkt um eykajáttan og heimild, soleiðis at á fíggjarlógini fyri 2000 verður fylgjandi tikið við:

    § 8.

    B. Játtanir

       

    Útreiðslur

    Inntøkur

       

    tús. Kr.

           
    8.21.3. Sjúkrahúsverkið      
    8.20.3.20 Serviðgerð uttanlands

    J

    53.196

    -

     

    EYJ

    100

     
           

    C. Átekningar

    Nr. 1. ad 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands

    Heimilað verður landsstýrismanninum at rinda nýra- og beinmergsdonorum fult endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku og útreiðslur í sambandi við latan av nýrum og beinmergi ella neyðugar forkanningar, sum verða gjørdar fyri at staðfesta, um viðkomandi er egnaður sum donorur.

  3. Tilsøgn frá Fíggjarmálastýrinum

Fíggjarmálastýrið hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send Fíggjarnevndini, av tí at málið hevur skund.

Váttað:

Karsten Hansen (sign)
landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

/

Petur Alberg Lamhauge (sign.)
fígjarmálalstjóri

____________________________

 

 

Almanna- og heilsumálastýrið

 

Helena Dam á Neystabø (sign)
landsstýrismaður

/

Høgni Joensen
aðalstjóri