Orðaskifti

1-2   Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999.

 

Brot úr orðaskifti undir 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999.

 

Signar á Brúnni, landsstýrismaður:

......

Vit hava gjørt okkum tann ómak at vent okkum til løgfrøðing og biðið um at gjørt responsum í hesum málinum, og eg fari at loyva mær við formansins loyvi at lesa tað upp.

 

Stýrisskipanarlógin § 43, stk. 2 fyriskipar, at eingin útreiðsla má verða goldin úr landskassanum, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.

Eftir § 44, stk. 1, kann eykajáttan veitast við løgtingslóg.

Í § 44, stk. 2, verður sagt, at um mál hevur skund, kann Løgtingsins fíggjarnevnd eftir uppskoti frá landsstýrinum veita eykajáttan, uttan so at 2/5 av nevndarlimunum krevja málið avgjørt við løgtingslóg.

Fíggjarlógin er ein meting av, hvørjar útreiðslur landsstýrið fer at hava í umrødda fíggjarárinum og samstundis ein játtan frá Løgtinginum til landsstýrið at hava hesar útreiðslur. Samstundis sum fíggjarlógin eisini er ein meting av, hvørjar inntøkur landskassin fær. Samanhangur skal vera ímillum hesar inntøkur og útreiðslur, og er fíggjarlógin eisini grundarlagið undir at áleggja borgarunum skattir og avgjøld.

Fíggjarlógin fatar um alt árið soleiðis at skilja, at vísir landskassaroknskapurin, at ikki er meira brúkt, enn játtað er, má fíggjarlógin, hvat útreiðslum viðvíkir, haldast at vera hildin.

Um landsstýrið sær, at tørvur verður á hægri játtan enn teirri, sum er veitt í fíggjarlógini, ella mál tekur seg upp, har eingin játtan er á fíggjarlógini, kann við løgtingslóg verða veitt eykajáttan.

Høvuðsreglan er sostatt tann, at peningur má ikki nýtast, uttan játtan er til tess, annaðhvørt í fíggjarlóg ella eykajáttanarlóg. Vísir tað seg, at útreiðslurnar á einum ávísum øki eru ov lágt mettar, soleiðis at tað er greitt, at játtanin fer ikki at røkka til, eigur landsstýrið í góðari tíð at leggja uppskot fyri Løgtingið um eykajáttan. Sama er, um nakað nýtt tekur seg upp, sum krevur pening í verandi fíggjarári.

Men tað kann henda, at loysnin á einum peningatørvi er so bráðneyðug, at tað ikki ber til at bíða, til málið kann leggjast fyri og verða viðgjørt í Løgtinginum. Tí hevur lógin ásett í § 44, stk. 2, at fíggjarnevndin kann veita eykajáttan. Í hesum liggur, at bert tá málið hevur tílíkan skund, eigur at verða gingið hendanvegin.

Fíggjarnevndin hevur fleiri ferðir noktað at viðgera umsóknir um eykajáttan vísandi til, at málið eigur at verða lagt fyri Løgtingið, ella rættari sagt, tað sær út til, at fíggjarnevndin hevur avvíst málið uttan at kanna tað. Hetta er helst skeiv mannagongd, við tað at fíggjarnevndin má taka støðu til, um játtanin er so bráðneyðug, og má tí í ein ávísan mun kanna málið. Við øðrum orðum § 44, stk. 2, áleggur fíggjarnevndini eina skyldu at kanna umsóknir um eykajáttan. Úrslitið hjá fíggjarnevndini kann tá verða eitt av tveimum, annaðhvørt tá at avvísa málið, tí tað ikki verður mett at hava so stóran skund, at tað ikki kann bíða eftir løgtingsviðgerð, ella taka ta støðu, at málið hevur skund. Í tí seinna førinum kann so úrslitið verða, at játtan verður veitt, ella at fíggjarnevndin noktar at játta. Spurningurin er so, hvat liggur í tí, at eitt mál hevur tílíkan skund, at tað ikki kann bíða, til tað kann verða viðgjørt í Løgtinginum. Helst skal hetta skiljast so, at tað fær beinleiðis skaðiligar avleiðingar, um ikki ein játtan fæst beinanvegin, og at hetta møguliga eisini hevur beinleiðis fíggjarligt tap við sær.

Út frá hesum má sigast, at tað er ikki rætt atborið, um fíggjarnevndin avvísir eitt mál uttan at kanna, um tað hevur tílíkan skund.

Tað, sum málið viðvíkjandi fíggjartørvinum hjá Sjónvarpinum snýr seg um í hesum samanhangi, er, at Sjónvarpinum fer at tørva pening í hesum fíggjarárinum m.a. av teirri orsøk, at inntøkurnar ikki verða tær, sum mett var í byrjanini av árinum, og at um Sjónvarpið skuldi halda sama støði restina av fíggjarárinum, verður neyðugt við eini eykajáttan, Hetta í sjálvum sær kann ikki metast at vera so bráðneyðugt, at tað ikki kundi bíða, til Løgtingið kundi viðgera uppskot um eykajáttan.

Men samstundis høvdu hesar vantandi inntøkur við sær, at Sjónvarpið fekk gjaldføristrupulleikar soleiðis, at peningur var ikki tøkur til lønir og ávís onnur gjøld, sum fullu í juli mánaði. Her skal ikki verða roknað upp, hvat ið hent kundi, um hesar útreiðslur ikki vórðu goldnar, men møguleikarnir eru fleiri so sum verkfall, rættarmál og møguliga krav um konkurs.

Tá Sjónvarpið er ein landsfyritøka, høvdu tey krøvini, sum kundu reisast, dottið aftur á landskassan, sum so til endans hevði verið noyddur at rinda og tá ivaleyst meira vegna kostnað og annað, sum henda kundi.

Sostatt má sigast, at málið var bráðneyðugt, og at fíggjarnevndin átti at havt viðgjørt tað.

Sjónvarpið er við á fíggjarlógini sum ein landsfyritøka. Játtanin til landsfyritøkur á fíggjarlógini er eitt nettotal, tvs. útreiðslur minus inntøkur.

Hatta var tað responsum, sum eg havi fingið frá løgfrøðingi, sum hevur gjørt sær ómak við at viðgjørt hetta her málið.

..........

Avskrivað 30.09.1999MR.