From: Bjarni Wilhelm [bjarni@mmr.fo]
Sent: 6. desember 2005 16.44
To: Høgni Joensen
Cc: Jógvan á Lakjuni; Jóannes Dalsgaard; Urd Johannesen
Subject: Svar uppá munnligar fyrispurningar

Attachments: Stuðul úr konto 104104_2005.doc

Góði Høgni

 

Vísandi til fyrispurningar tínar í morgun, so hava vit fylgjandi at upplýsa:

 

7.24.1.25 Ungdóms- og bygdahús. Henda játtan verður umsitin samb. LØGTINGSLÓG NR. 50 FRÁ 24. MAI 1974 UM STUDNING TIL BYGGING AV UNGDÓMSHÚSUM.

 

7.24.1.13.04 Ymiskir studningar – onnur endamál. Listi yvir stuðulsmóttakar er lagdur við.

 

7.24.3.10 Fornminnissavnið. Í uppskoti sínum til játtan fyri 2006 hevur Fornminnissavnið mett kostnaðin av savnsinsparti til útgrevstrur í samband við kirkjugarð á Sandi til 200 tús. kr. Eftirfylgjandi hevur savnið upplýst, at tørvur er á øðrum 2-300 tús. kr. til líknandi neyðgrevstrar í Vestmanna og í Sumba. Tá ið fíggjarlógaruppskotið var gjørt, var  ikki gingið umbønini ámøti vegna sparingar á § 7.

 

7.24.3.20 Menning av mentan og mentanarvi. Henda játtanin verður brúkt til ávís projektir t.d. til Fornminnissavnið til skanning av gomlum myndum og til størri eingangskeyp, t.d. útskiftan av bili, menning av telduumhvørvi o.t.

 

7.24.1.22 Filmseftirlitið. Upplýsast kann, at arbeiðsbólkur er við at verða settur at undurskoða uppgávuna. Arbeiðssetningurin er :

 

1. Gerast skal ein stutt almen lýsing og útgreining av núverandi  støðu í Føroyum viðvíkjandi Filmseftirlitinum.

 

2. Gerast skal ein útgreining av, hvussu virksemið hjá líknandi myndugleikum í grannalondunum er skipað og lagt til rættis, og hvørjar uppgávur hesi røkja.

 

3. Við støði í 1) og 2) at gera ítøkilig uppskot og útgreiningar av virkseminum og uppgávunum, sum arbeiðsbólkurin metir, at Filmseftirlitið í framtíðini eigur at leggja seg eftir røkja. Harumframt , hvat fyri broytingar krevjast, fyri at røkja eitt umskipa virksemið.

 

4. Gera eina kostnaðarmeting av lógarbroytingini.

 

Vinarliga / Best Regards

Bjarni Wilhelm

Mentamálaráðið
'+298 35 50 50 · Fax.: +298 35 50 55
'Direct.: +298 35 50 22
mailto:bjarni@mmr.fo       www.mmr.fo