From: Bjarni Wilhelm [bjarni@mmr.fo] Sent: 1. desember 2005 17.17 To: Høgni Joensen Cc: Petur Petersen; Jógvan á Lakjuni Subject: Nýtsla á konto nr.: 7.23.1.07 Ymiskar útreiðslur, stovns nummar 114620 Attachments: Skúlaforskipan.htm Góði Høgni Vísandi til fyrispurningar tínar í gjár, so kunnu vit upplýsa, at 1) Alt síðani nýggj studentaskúlaskipan var sett í gildi í 1996 hevur verið arbeitt við at útvega eina hóskandi skúlafyrisitingarskipan. Fleiri forkanningar eru gjørdar. Í tíðarskeiðnum 1999 – 2002 var samstarv gjørt við íslendska fyritøku um víðari menning av einum skúlafyrisitingarforriti, kallað ”Axel”. Axel framleidd ymisk forrit, sum MMR nýtir, m.a. próvtøkuforrit. Men tíverri steðgaði hetta samstarv m.a. tí at íslendska fyritøkan fór á húsargang. Síðani eru nýggjar forkanningar gjørdar, og samstarv tikið upp við aðra íslendska teldufyritøku og íslendska Menntamálaráðuneytið, og er peningur nýttur til at umseta eina íslendska kravfesting til einari skúlafyrisitingarskipan, sum íslendska Menntamálaráðuneytið hevur latið gjørt. Hetta er sama skipan, ið íslendska undirvísingarmálaráðið brúkar. Í løtuni verður eitt útbjóðingarumfar fyrireika millum føroyskar teldufyritøkur at gera eitt skúlafyrisitingarforrit. Hetta skal gerast í samstarvi við íslendsku teldufyritøkuna. Tað ber ikki til í løtuni neyvt at siga, hvussu nógv kostnaðurin verður av hesi verkætlan, men væntandi verður tað umleið 3 mio. kr. yvir tvey trý ár. Hjálagda skjal vísir nýtsluna seinastu árini til økið. Í hesum sambandi kann verða upplýst, at upphæddirnar einstøku árini hava m.a. verið nýtt til · í 1999 varð m.a. settur ein verkætlanarleiðari og eitt próvtøkuforrit forrita · í 2000 verkætlanarleiðari og kanning av øðrum forriti · í 2001 – 2002 umseting av íslenskari kravfesting og kanning av krøvum o.a. til skipanina í Føroyum · í 2003 – 2004 ger av endarligi kravfesting, kanning av hóskandi forritum o.a. 2) Tað er ikki so lætt at seta eitt starvsfólkayvirlit upp yvir hesa játtanina. Játtanin hevur í 2005 verður nýtt til : Pisarættarir í Føroyum, Pisarættarir í DK, ymist arbeiði í samband við PISA verkætlanina so sum umseting. Fríkeypan av arbeiðsorku í samband við at ein lønarforskipan var tikin í Havn. Játtanin rindar eisini ymiskar samsýningar so sum nevndarsamsýningar – Ítróttarpolitikknevndin - Loftmiðlanevndin - KT-nevnd Fólkaskúlans - Umseting viðvíkjandi EBG-kapping. Annars verður víst til svar Mentamálaráðsins, dagf. 11. november 2005, til Fíggjarnevndina. Vinarliga / Best Regards Bjarni Wilhelm Mentamálaráðið ': +298 35 50 50 · Fax.: +298 35 50 55 ': Direct.: +298 35 50 22 mailto:bjarni@mmr.fo www.mmr.fo