From: John Rajani [jor@tinganes.fo]
Sent: 10. november 2005 13.15
To: Løgtingið; Høgni Joensen
Cc: Marjun Hanusardóttir; Jórun Skylv Ludvig
Subject: VS: Grein 2, svar uppá fyrispurningar

Attachments: SkannaSkjal.tif; SkannaSkjal1.tif

Sendi tykkum smb. avtalu eina eitt sindur broytta útgávu av svari okkara til fíggjarnevndina.

 

Vinarliga

 

John

 

 

 

 

2.11.1.      Fyrisiting

 

Spurningur                                                                                                    

11.1.02. Løgmansskrivstovan (Rakstrarj.)                                                         

1 normering afturat – til hvat ??

 

Svar

Talan er ikki um eina normering afturat, men um eina hækking uppá 0,4 starv. Økingin kemur av at onkur er farin niður í tíð meðan onkur er farin upp í tíð. Ein lítil feilur er í starvsfólkayvirlitinum, har lønarparturin fer úr 8,4 mió. kr. til 9,0. Rætta talið eigur at verða úr 8,7 til 9,0.   

 

Spurningur

Hvat kostar uttanlandsdeildin ?? – eigur hon ikki at síggjast í samband við 2.13  ?

 

Svar

Gangi út frá, at spurningurin gongur uppá at lýsa, hvat uttanríkisviðurskifti kosta á LMS. Starvsfólk, ið nærum burturav arbeiða við uttanríkismálum, eru knýtt at uttanríkisdeildini. Lønarkostnaðurin til hesa deil er umleið  4 mió kr.. Harafturat arbeiða fleiri fólk á LMS  meira ella minni beinleiðis við uttanríkismálum. Samlaða lønarupphæddin til uttanríkismál á LMS verður tí mett at vera væl omanfyri hetta.

 

 

Spurningur

11.1.12. Viðlíkahald (Rakstrarj.)                                                                         

11.1.21. Umbygging í Tinganesi (Løguj.)                                                            

Rættarnevndin mælir til at lækka hesa konto til Mkr. 3 – hvat er viðmerkingin ?

 

Svar

Fíggjarnevndin hevur mælt  løgmanni til at gera eina heildarætlan fyri viðlíkahald og umbygging í Tinganesi. Hendan heildarætlan er  nú  gjørd . Sambært hesi ætlan er fíggjartørvurin 8,3 mió. kr. í 2006. Biðið varð um hesa upphædd fyri 2006, men landsstýrið samdist um at  lækka játtanina til 5 mió. kr. Um játtanin verður skorin til 3 mió. kr. verða arbeiðini forskotin samsvarandi.  Harafturat vita vit ikki nágreiniliga, hvat kosnaðurin verður til at innrætta kjallaran í Skansapakkhúsinum. At skerja játtanina verður  tí mett at vera óheppið.

 

Spurningur

Ber til at fáa eitt eintak av ”heildarætlanin”  ?

 

Svar

Heildarætlanin er hjáløgd.

 

Spurningur

Tá hoyvík verður innrætta, hvar verður so fornminnissavnið ? – hvar eru pengar settir av til tað ?

 

Svar

Eitt álit um Løgmanssetur verður væntandi liðugt síðst í november. Í álitinum verður spurningurin um,  hvar Fornminnisavnið skal húsast viðgjørdur. Mælt verður til at taka málið um íløgur í hesum sambandi upp,  tá eitt ítøkiligt uppskot til loysn fyriliggur.

 

Spurningur

11.1.40. Grundlógarnevndin (Rakstrarj.)

hevur løgmaður fingið tilmæli sum er ásett í §2 í ll nr. 77 frá 6. mai 2003 um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.  ??

 

Svar

Ja

 

Spurningur

Hevur løgmaður ætlanir um at broyta samsýningarreglurnar til løgtinggrannskðarar sum ásett í ll nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskaðan av landsroknskapinum v.m.  ?

 

Svar

Veit ikki um hesin spurningur er komin rætt fyri. Samsýningarreglur til løgtingsgrannskoðarnar er mál fyri formansskapin á tingið.

 

 

2.13.1.      Viðskiftastovur

          

Spurningur

13.1.04. Norðurbryggjan í Keypmannahavn                                                      

Hvat gjalda hini londini  ?  yvirlit fyri seinni árini verður ynskt

 

Svar

Hini londini Grønland, Danmark ogÍsland hava higartil goldið 500.000 kr. um ári síðani síðani Norðubryggjuni varð liðug í 2002.  Føoya  Landsstýri rindaði 500.000 kr fyri 2003 og 2004, men lækkaði gjaldið til 300.000 kr fyri 2005. Men fyri at fáa nakað av javnvág í við hini londini gjørdu vit ta avtalu, at upp til 200.000 kr kundu rindast frá Mentamálaráðnum til serstøk mentanar  tiltøk við fult og heilt føroyskum innihaldi og eftir umsókn.

 

 

Spurningur

hvat verður hesir pengar nýttir til ?

 

Svar

Peningurin inngongur í raksturin hjá Norðurbryggjuni, harí parturin um felags vestnorðurlendsk mentanarlig og samfelagslig tiltøk er ein týdningmikil partur. Fíggjarnevndin kannfáa ársfrágreiðing grunsins, um hon ynskir tað. 

 

Spurningur

Hvussu leingi er ætlan at hesin stuðul skla halda fram ?

 

Svar

Londini Danmark, Ísland og Grønland hava verið sera jalig mótvegis at rinda ávísan stuðul til grunnin, til tessat grunnurin kann fáast at virka til fulnar uttan at fáa stórar fíggjarligar trupulleikar.  Næsti fundur í nevndini fyri grunnin verður 28. november. Tá er ætlanin  at taka spurningin upp av nýggjum. 

 

 

 2.13.2.      Samstarv

 

Spurningur

13.2.04. Altjóða samstarv                                                                                 

Hvat fæst burturúr hesum samstarvi – frágreiðing

 

Svar

Luttøka  Føroya í altjóða samstarvi, sum stendur á rakstrarstaði 2.13.2.04 í fíggjarlógaruppskotinum  2006, fevnir um The Northern Periphery Scotland (UK), Svøríki og Finnland, EBS-londini Noreg og Ísland umframt Grønland Fyri ES-lond og Noreg fevna bert partar av londunum um samstarvið.

 

Framskygnið í samstarvinum ber í sær, at fólkini í evropiska norðurjaðarinum tryggja burðadygg vælferðarsamfeløg, og umsita mentanartilfeingið og náttúrutilfeingið skilagott.

 

Samstarvið hevur tríggar høvuðstættir:

 

1.       Samskifti.

Flutning, undirstøðukervi og atgongd til KT-samfelagið

2.       Burðardygga menning

Náttúra og náttúrutilfeingi troytt burðardygt

3.       Samfelagsmenning í víðari merking

 

Luttøka í hesum samstarvi (NPP) letur upp fyri, at vinnulív og almennir stovnar kunnu verða partar av stórum verkætlanum, størri enn teimum, ið kunnu fremjast her á landi. Fyri lutfalsliga lítlan pening ber til at vera við í víðfevnandi altjóða samstarvi, við í stórum kervi og fáa lut í vitan, ið annars ikki stendur okkum í boði.

Serligan týdning hevur slíkt altjóða samstarv fyri okkara ungu, sum á henda hátt fáa eitt forum, har tey kunnu venja seg við altjóða samstarv.

 

Verkætlanir vit eru við í:

 

Northern Maritime Corridor – Verkætlan um umhvørvisflutning og -trygd

Verkætlan fevnir um flutning á landi og út á sjógv – frá Murmansk og til Suðurnoreg – so at hann ber minni dálking í tonsum/km. í sær. Verkætlanin fevnir eisini um trygd á sjónum. Arbeitt verður við at skipa ávísar geirar fram við norsku strondini og út í altjóða sjógv, soleiðis at farmurin er avgerandi fyri, hvar skip sigla. Verður forboð sett fyri at flyta olju úr Barentshavinum í norskt sjóøki, kann tað ávirka okkum, so hesin flutningur kann verða á okkara leiðum.

 

PICIDU – Alheimsteldukervi fyri ung

Verkætlan fyri ung, sum miðar ímóti at venja ung at samskifta um allan heimin uttan at flyta úr stað.

 

Rural Business woman – Vinnulívskervi fyri kvinnur

Kervi fyri kvinnur, ið eru virknar í vinnulívinum í fámentum økjum.

 

Sagas and Storytelling – Verkætlan fyri ferðavinnuna

Verkætlan er væl dámd í ferðavinnuni og úrslitini verða longu brúkt í londunum.

 

Our life as elderly – Verkætlan um eldrarøkt

Føroysk íkomin verkætlan um eldrarøkt. Í hesum felagsskapi ber til at samanbera, útvega hvør øðrum kunnleika  og finna bestu arbeiðshættir í eldrarøkt .