Nevndarskjøl vinnunevndin 2002

113  Uppskot til  løgtingslóg um um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Skjal G

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Heðin Weihe [mailto:hedin@fisk.fo]
Sendt: 28. apríl 2003 13.08
Til: Kris@logting.fo
Cc: Jacob Vestergaard; Kaj P. Mortensen; Andras Kristiansen
Emne: Vinnunevndin 

Hey Kristina,

Henrik Old ringdi her viðvíkjandi tí parti av uppskoti landsstýrismansins, sum snýr seg um at broyta § 31, stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hetta var í sambandi við skrivan av áliti.

Í høvuðsheitum verður tað í almennu viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum sagt, hvat hugsanin er at gera viðvíkjandi bólki 5. Ætlanin er ikki at avtaka skipanina við fiskiloyvum, men at gera skipanina smidligari. Landsstýrismaðurin kann tó ikki í løtuni siga nágreiniliga hvat kemur at standa í kunngerðini.

Eg fái ikki komi hesum nærri beint nú, men kann formaðurin í Vinnunevndini altíð seta seg í samband við landsstýrismannin.

Heðin Weihe