Nevndarskjøl vinnunevndin 2001

112  Uppskot til  løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

Skjal A

-----Oprindelig meddelelse-----

Fra: Kristina Samuelsen
Sendt: 15. apríl 2003 10.46
Til: alfredo@post.olivant.fo; else-old@post.olivant.fo; hedin-z@post.olivant.fo; hoyh@post.olivant.fo; kaj@farex.com; skopunko@post.olivant.fo; torbjorn@post.olivant.fo
Emne: VS: Spurningar frá vinnunevndini

Til tykkara kunnleika havi eg sent hesar spurningar til fiskimálaráðið viðv. uppskotinum til Ll. um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

Kristina

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Kristina Samuelsen
Sendt: 14. apríl 2003 15.40
Til: 'katrinam@fisk.fo'
Emne: Spurningar frá vinnunevndini

Hey Katrina

Eg havi avtalað við Hanna Thomsen, at hann roynir at gera nevndini eina talvu við dømum, ið kunnu lýsa avleiðingarnar av § 4, stk. 4 í uppsk. til Ll. um mánaðarligan minstaforvinning til útróðarmenn.

Hann kundi tó ikki svara mær upp á ein annan spurning, ið nevndin ynskti at fáa svaraðan, so eg fari at biðja teg um at beina hann á rætta stað soleiðis, at nevndin kann fáa svar á avtalaða fundinum týsdagin 22. apríl.

Tað, sum nevndin ynskir at vita, er, hvussu mótrokningin smb. § 4, stk. 3 av lógartryggjaðum A-inntøkum og skattafríum almannaveitingum verður samskipað við mótrokning í arbeiðsloysisstuðli hjá arbeiðsloysisskipanini, mótrokning í inntøkureguleraðum veitingum eftir almannapensjónslógini, tørvsmetingina hjá Almannastovuni í sambandi við veitingar eftir forsorgarlógini og aðrar líknandi lógarásettar mótrokningar, etc.

Eg fekk ikki fatur á tær í telefonini. Um hetta er ov ógreitt, so sig mær frá.

Heilsan Kristina