Nevndarskjøl vinnunevndin 2001

49  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði

Skjal F

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Kristina Samuelsen
Sendt: 18. mars 2003 17.06
Til: 'hdl@post.olivant.fo'
Emne: Fundur við vinnunevnd løgtingsins

Herman Lindberg

Sum nevnt í telefonini havi eg avtalað við Kristian Stórhamar, at umboð fyri NCC koma á ein fund við vinnunevndina tórsdagin 20. mars kl. 10.00.

Spurningarnir frá nevndini eru viðvíkjandi tveimum málum.

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð kundi nevndin hugsað sær at fingið eina meting av muninum í kostnaði, trygd, og góðsku millum eina ætlan, ið fevnir um eina linjuføring, ið svarar til, at komið verður upp við bensinstøðina leirvíksmegin (eg haldi, at hendan linjuføring varð kallað alt. IV), í mun til verandi ætlan, við einum styttri tunli umframt einum tunli undir Leirvíks bygd.

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði kundi nevndin hugsað sær at fingið eitt sindur meira at vita um, hvørji møgulig model fyri gjaldstreytir kundu hugsast at komið upp á tal, um NCC átók sær at gera ein tunnil millum Øravík og Hov, og hvat meirkostnaðurin av slíkum loysnum vildi verðið.

Vónandi eru spurningarnir rímiliga greiðir, um ikki, vil eg fegin royna, so vítt møguligt, at útgreina teir nærri.

V.h.
Kristina Samuelsen
vinnunevndarskrivari