Nevndarskjøl uttanlandsnevndin 2002

42  Uppskot til  løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum

Skjal C

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Kristina Samuelsen
Sendt: 14. januar 2003 08.41
Til: 'Sigmundur Ísfeld'
Emne: SV: Spurningar til løgtingsmál nr. 42/2002

Hey Sigmund

Danska lógin er eisini broytt í juli 2002 (LOV nr. 228 af 23/04/2002). Tá varð ein nýggjur kap. 2a (§ 6a) settur inn í lógina. Tað varð serliga hesa broytingina hugsað varð um við spurninginum um, hvønn relevans broytingar í donsku lógini hava fyri okkum.

Kristina

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Sigmundur Ísfeld [mailto:sii@tinganes.fo]
Sendt: 13. januar 2003 23.22
Til: 'Kristina Samuelsen'
Cc: _Journalin
Emne: SV: Spurningar til løgtingsmál nr. 42/2002

Uttanlandsnevnd Løgtingsins
Stílað: Kristina Samuelsen, nevndarskrivari

Góða Kristina,

Eg eri harmur um, at tað ikki eydnaðist mær at svara fyrr enn nú. Til tínar spurningar havi eg hetta at siga:

1. Løgmálaráðið er farið undir at endurskoða vápnalógina, og verður sum skilst eisini hugsað um bann fyri evnafrøðiligum vápnum í tí sambandi.
Annars er tað ikki okkara fatan, at onnur lóggáva krevur broyting orsakað av uppskotinum til Løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum

2. Viðv. broytingum í donsku lógini á økinum, hevur Løgmansskrivstovan ongar viðmerkingar, uttan hesar: Við broytingini í donsku lógini er tað ikki longur donsku toll- og skattamyndugleikarnir, men vinnumálaráðið, ið sambært grein 5 er myndugleikin, ið fyritøkur eftir áheitan skulu lata upplýsingar til, meðan tað sum kunnugt í uppskotinum til løgtingslóg á økinum sambært grein 5 framvegis er talan um Toll- og skattstovuna. Tað er ein spurningur um eitt val. Av tí, at Toll- og skattstova Føroya undir verandi skipan verður mett at vera best før fyri at hava yvirlit yvir hvørji evni, ið verða innflutt og, hvagar tey fara í samfelagnum, verður hildið, at skil er í at leggja henda myndugleika til Toll- og skattstovuna. Vit hava í Løgmansskrivstovuni ikki førleika at meta um tað praktiska í hesum, og hava tískil eisini latið Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið fáa høvi at gera viðmerkingar til lógaruppskotið, og tey hava tikið undir við uppskotinum, uttan at skjóta upp broyting av ásetingum um myndugleikarnar í teim ymsu greinunum í uppskotinum.

Vinarliga
Sigmundur Ísfeld
Løgmansskrivstovan, Uttanríkisdeildin

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Kristina Samuelsen [mailto:kris@logting.fo]
Sendt: 17. desember 2002 15.45
Til: 'sii@tinganes.fo'; 'vmr@vmr.fo'; 'ruj@tinganes.fo'
Emne: Spurningar til løgtingsmál nr. 42/2002

Á fundi í uttanlandsnevndini í dag varð viðgerð av løgtingsmáli nr. 42/2002: Uppskot til løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.

Umrøtt varð, um tørvur er á øðrum lógarbroytingum, t.d. í vápnalógini, fyri at ásetingarnar í sáttmálanum skulu fáa løgfrøðiligt virki í Føroyum. Eisini varð spurningurin viðgjørdur, hví danir hava gjørt av at broyta sína annars samsvarandi lóg, og um tørvur er fyri, at vit eisini taka hædd fyri somu atlitum, sum broytingarnar í Danmark hvíla á.

Gjørt varð av at heita á Løgmansskrivstovuna, Løgmálaráðið, Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiligu Starvsstovana, um at kanna hesar spurningar, og svara nevndini skjótast gjørligt.

Eisini varð gjørt av at spyrja hesi somu, hvat finst av slíkum evnum í Føroyum, eisini í minni nøgdum og hvar, t.e. hvørjar fyritøkur, talan er um.

Spurningar til Løgmansskrivstovuna verða smb. avtalu við Sigmund Isfeld sendir til hansara. Spurningar til Heilsufrøðilugu Starvsstovuna verða sendir umvegis Vinnumálaráðið, við áheitan um, at uttanlandsnevndini verður útvegað svar.

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari