Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 2002

97  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening

Skjal A

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Thurid Debes
Sendt: 20. mars 2003 10.34
Til: 'Føroya Arbeiðarafelag'; 'Føroya Fiskimannafelag'; 'Føroya Arbeiðsgevarafelag';'Føroya Handverkarafelag'; 'Havnar Arbeiðsmannafelag'; 'Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag'
Cc: Sjúrður Rasmussen
Emne: lm.nr. 97/2002: Uppskot til ll. um br. í ll. um dagpening

Trivnaðarnevndin hevur á fundi 19. mars 2003 viðgjørt løgtingsmál nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening.

Avgjørt varð at biðja Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Handverkarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag um nýtt ummæli í málinum, samstundis sum feløgunum verður givið høvi til at koma á fund við trivnaðarnevndina, um ynski verður sett fram um tað.

Av tí, at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ikki hevur teldupostadressu, verður hesin teldupostur sendur teimum í faxi.

Vinaliga

Sjúrður Rasmussen
Skrivari