Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 2002

95  Uppskot til  løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)

Skjal D

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Gunnleiv Dalsgarð
Sendt: 15. apríl 2003 09.21
Til: thurid@logting.fo
Emne: Viðv. Arbeiðsskaðatryggingarlógini 

Føroya Løgting
att.: Trivnaðarnevndin

Í telduposti dagfestur 25. mars 2003, hava vit fingið løgtingsmál nr. 95/2002: Uppskot um broytta Arbeiðsskaðatryggingarlóg til ummælis.

Starvsmannafelagið hevur viðgjørt uppskotið og sum heild hava vit ikki nakra viðmerking til uppskotið, men tó vilja vit gera vart við, at vit ikki halda tað vera nøktandi, at landið hevur valt at verða sjálvtryggja, sjálvt um viðmerkingarnar siga, at tann tryggjaði hevur krav um somu veitingar og rættindir, sum ein tryggjaður hevur, har ábyrgdarvandin er latin einum tryggingarfelag.

Ivin tekur seg upp, um landið ella stovnar í ringasta føri skulu leggja stórar upphæddir á borðið, men sum ongin peningur er tøkur til. Her kann eisini koma at verða talan um stórar upphæddir og sum uppskotið eisini sigur, er torført at meta um hesar útreiðslur.

Vit fara at heita á Trivnaðarnevndina, at taka hendan spurning til gjølla viðgerð og "tryggja", at starvsfólk sum arbeiða hjá landinum undir ongum umstøðum koma at svíða fyri, at landið ikki - eftir okkara hugsan - tryggjar starvsfólk síni í eini beinleiðis tryggingarskipan (felag), - ein sjálvstrygging er ørkymlandi og kannska ivasom!

Vinarliga
f.v.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður