Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 2002

65  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Skjal D

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Birta Biskopstø [mailto:tsbirbi@tollskatt.fo]
Sendt: 19. mars 2003 10.53
Til: 'Sjúrður Rasmussen'
Emne: SV:  

Viðmerkingar til løgtingsmál 65/2002

Tá hugt verður eftir viðmerkingunum til lógaruppskotið, týkist tað sum at tann, sum hevur skrivað uppskotið, er av tí fatan, at rentuinntøkur og rentuútreiðslur verða viðgjørdar eftir somu lóg, og at tað tí bert er nettorentan (rentuinntøkan eftir at rentuútreiðslur er frádrignar), sum verða skattað. Hetta er tó ikki rætt, tað er bert rentuinntøkan, sum hevur verið viðgjørd eftir rentuskattalógini, (nú kapitalviningsskattalógin, fekk virknað frá 16. november 2001).

Tað kann tó eisini sýnast sum um, at ætlanini er, at tað er reintuinntøkan frádrigin skattin av hesi rentuinntøku, sum skal verða partur av inntøkugrundarlagnum, sum pensjónin verðar lækkað eftir. Mett verður ikki, um hetta er ætlanin, at endamálið er nátt við, at broyta "verður" til "er".

Niðurstøðan er, at mett verður ikki, at lógaruppskotið førir við sær nakra broyting í verandi inntøkugrundarlagið.

Broytingar eru hendar við nýggju kapitalvinningsskattalógini. Eftir rentuskattalógini vóru tað bert rentuinntøkur frá føroyskum peningastovnum v.m., ið vóru fevndar av lógini. Kapitalvinningsskattalógin fevnir bæði um rentuinntøku frá føroyskum peningastovnum og alla aðra rentuinntøku, umframt aðrar kapitalvinningsinntøkur.

Vinarliga
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
Lógardeildin

Birta Biskopstø Rúna F. Guttesen