Nevndarskjøl rættarnevndin 2002

102  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)

Skjal A

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Eyðbjørn Larsen [mailto:eydbjorn@lmr.fo]
Sendt: 3. mars 2003 12.06
Til: sjuras@logting.fo
Emne: VS: Alment innlit 

 

Broytingin kann sum so gott standa í lógini um alment innlit. Her skal tó havast í huga, at henda lóg er galdandi í øllum málum um alment innlit, meðan broytingin í kommunustýrislógini einans viðvíkur teim innanhýsis skjølunum hjá kommununum, sum verða latin Løgmálaráðnum eftir § 48, sbr. § 53, stk. 1 í kommunustýrislógini.

Spurningurin er tí, um tað ikki er betri at regulera kommunalu skjølini í kommunustýrislógini heldur enn í almennu lógini. Leitar tú í lógini um alment innlit sæst eisini, at innanhýsis skjøl sum meginregla ikki koma undir innlit. Lógarbroytingin um tað serliga føri, har innanhýsis skjøl verða send eftirlitsmyndugleikanum í málum, sum ikki snúgva seg um innlit í nevndu skjøl, viðvíkur sum nevnt einans kommunalum viðurskiftum og man neyvan koma ofta fyri í praksis. Hetta talar fyri, at ásetingin verður sett í kommunustýrislóginia.

Skal lógini um alment innlit broytast, má ein broyting fyrireiðkast á annan og meiri grundleggjandi hátt enn í ítøkiliga førinum. Hetta talar eisini fyri at seta broytingina í kommunustýrislógina.

 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Hilmar Høgenni
Sendt: 3. mars 2003 10.32
Til: Eyðbjørn Larsen
Emne: VS: Alment innlit 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Sjúrður Rasmussen [mailto:sjuras@logting.fo]
Sendt: 3. mars 2003 10.23
Til: Hilmar Høgenni
Emne: Alment innlit

Eg hugsaði um eitt um títt uppskot um broyting um kommunustýrislógina.

Hevur tú umhugsað at § 48 stk. 2 heldur skuldi verið gjørd sum eitt ískoyti til lógina um alment innlit § 7 nr. 3.

Hetta tí, at tá ið tú søkir um alment innlit, so leitar tú í reglunum í lógini um alment innlit, og ikki í kommunustýrislógini.

Heilsan
Sjúrður