Nevndarskjøl rættarnevndin 2002

72  Uppskot til  ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn

Skjal F

Notat við viðmerkingum til skriv, dagfest 18.03.2003, frá justitsministeriets lovafdeling um løgtingsmál nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn

Rættarnevndin sendi hin 6. mars 2003 Justitsministeriet uppskotið til ummælis.

Í svarskrivi 18.03.2003 svarar Justitsministeriet, at der efter Justitsministeriets opfattelse ikke er hjemmel til at sætte den ændring af lov om forældremyndighed og samvær, som er sket ved lov nr. 416 af 10. juli 1997, i kraft for Færøerne, uden samtidig at sætte hele loven om forældremyndighed og samvær i kraft.

§ 37 í lógini sigur, at lógin, og harvið eisini broytingarlógin, kann setast í gildi fyri Føroyar við teim "afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger". T.v.s byrjanarstøðið er, at lógin skal setast í gildi í tí líki, hon er galdandi í Danmark, men at frávik kunnu gerast grundað á tey serligu føroysku viðurkskiftini. Hvat eru serlig føroysk viðurskifti ella ikki, kann tulkast trongt ella vítt.

Tað framgongur ikki av svarinum frá Justitsministeriet, um komið verður fram til niðurstøðuna, tí at man hevur ta hugsan, at ein lóg ikki kann setast partvíst í gildi uttan serliga lógaheimild, ella tí, at man meinar, at tað at seta partvíst í gildi ikki er grundað á tey atlit, sum lógarheimildin krevur, nevniliga orsakað av viðurskiftum, sum "de særlige færøske forhold tilsiger".

Rímiligast tykist tó í slíkari tulking at lata tulkingina í hendi á politikarum og ikki løgfrøðingum. Tað er jú ein politisk meting av, hvat ið eru serligar føroyskar umstøður og ikki. Man kann siga, at serliga føroyskar umstøður fyriliggja í hesum máli. Støðan í Føroyum er nevniliga tann, at man er klárur at seta í gildi reglur um forboð fyri likamligari revsing í móti børnum alt fyri eitt, men at serlig føroysk viðurskifti gera, at man ynskir gjøllari kanningar av føroysku umstøðunum, áðrenn man fer í holt við at gera nýggjar foreldramyndugleikareglur í Føroyum.

Dømi eru í praksis um partvísa gildisseting av lógum við somu lógarheimild sum í ítøkiligu lógini:

1.
Í § 517 í lov nr 170 af 16. marts 1994, sølov, er ásett, at "Loven gælder ikke for Grønland og Færøerne, men kan ved kongelig anordning sættes i kraft for disse landsdele med de afvigelser, som de særlige færøske og grønlandske forhold tilsiger"

Við anordning nr. 305 af 7. mai 1997 om ikrafttræden på Færøerne af dele af søloven verður ikki øll lógin sett í gildi, men bert kapittul 10, 10a, 10b, 12 og 20 og §§ 502, 514, 515, 516, 517 og 518.

2.
Í § 130 í lov nr. 1072 af 20. december 1995 om værdipapirhandel m.v. er ásett, at "Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan med undtagelse af §§ 105-115, § 123 og § 125 ved kongelig anordning sættes i kraft for disse landsdele med de afvigelser, som de særlige færøske og grønlandske forhold tilsiger".

Við anordning nr 552 af 28 juni 1997 om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v. verður ikki øll lógin sett í gildi, bara kapitel 24 í lógini verður sett í gildi fyri Føroyar. Sama við anordning nr. 209 af 19. marts 1997 om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.

Men rættarnevndin fær sum so einki gjørt við tulkingarspurningin. Justitsministeriet er tað ministerium, sum skal taka stig til at seta lógina í gildi við kgl. fyriskipan, og teir hava tí endaliga rættin at tulka lóggávuna.

Rættarnevndin fær tí helst ikki gjørt annað við málið enn at boða tinginum frá, at Justitsministeriet metir, at uppskotið til kgl. fyriskipan ikki letur seg gjøgnumføra av lógatekniskum grundum, og at nevndin tí mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Á skrivstovu Løgtingsins

21. mars 2003

Sjúrður Rasmussen
Rættarnevndarskrivari