Nevndarskjøl mentanarnevndin 2002

38  Uppskot til  løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum

Skjal D

 

Notat um uppskotið til løgtingslóg um sjúkrarøktarfrøðingaútbúgving lm 38/2002

 

Hjálagt er samanskriving av uppskotinum til løgtingslóg um sjúkrarøktarfrøðingaútbúgving í tí líki, tað er samtykt við 2. viðgerð.

Í hesum er grein, sum gongur í móti málsbýtinum í heimastýrislógini, nevniliga § 3, stk. 2. Hon gevur nevniliga rættarkrav á einum ikki yvirtiknum málsøki, tí hon lóggevur um viðurkskifti á heilsumálsøkinum. Einki er til hindurs fyri at gera slíkt við løgtingslóg, men so má heilsumálsøkið formliga yvirtakast, og tað kann gerast einsíðugt við løgtingslóg, tí at hetta mál stendur á lista A. Sama er við § 7, seinna liði, tó nú á øvugtan hátt ,við tað at danskir myndugleikar fáa heimildir á yvirtiknum málsøki. § 18, stk. 1 hongur uppi í § 3, stk. 2.

Formaðurin í trivnaðarnevndini er ikki samd í hesum sjónarmiðum, og tí geri eg ikki broytingaruppskot hesum viðvíkjandi til 3. viðgerð, men bert broytingaruppskot , har nakrir tilvísingarfeilir verða rættaðir.

Á skrivstovu løgtingsins

19. desember 2002

Sjúrður Rasmussen

 

Orðingin av uppskotinum
til Løgtingslóg  um
útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum

soleiðis sum tað er samtykt við 2. viðgerð 18.12.2002

 

Kapittul 1
Endamál o. a.

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, sum gevur rætt til Bachelor heitið.

§ 2. Útbúgvingin hevur m.a. til endamáls,

  1. at tey lesandi eftir lokna útbúgving gerast før fyri at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar,
  2. at tey lesandi gerast før fyri at virka í einum tvørfakligum samstarvi, og
  3. at tey lesandi vinna sær neyðugar fakligar førleikar innan ástøðiliga og kliniska sjúkrarøktarkunnleikan í samsvari við samfelagsligu, vísindaligu og tøknifrøðiligu menningina og tørvin hjá brúkaranum á sjúkrarøkt.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um endamálið við útbúgvingini.

§ 3. Útbúgvingin skal skipast soleiðis, at hon lúkar tær útbúgvingartreytir, sum settar verða í ES-londunum fyri løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur/sjúkrasystir.
Stk. 2. Eftir lokna útbúgving hava tey lesandi rætt til løggilding.

Kapittul 2
Útbúgvingarskipan

§ 4. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at sínámillum ávirkan verður millum kliniska og ástøðiliga undirvísing í einari samanhangandi útbúgvingartilgongd.
Stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin er ásett at vara 4 ár og er býtt sundur í lestrarhálvur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um tørvur er á tí, broyta útbúgvingartíðina.

§ 5. Til tess at tryggja vísindaliga støðið fyri bachelor-útbúgvingini, verður henda framd í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Kapittul 3
Atgongd til útbúgvingina

§ 6. Atgongd til útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing er treytað av, at umsøkjari

  1. í minsta lagi hevur students-, HF- ella líknandi prógv ella
  2. hevur aðrar royndir og/ella útbúgvingar, ið kunna sammetast við krøvini í nr. 1.

Stk. 2. Rektari skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.
Stk. 3. Lesandi við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum kunnu verða frítikin fyri partar av útbúgvingini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um upptøku til útbúgvingina.

Kapittul 4
Innihald

§ 7. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingina, m.a. um innihald, lestrarskipan, próvtøku, kærur um próvtøku, dygdarmenning, eftirmeting, rættindi og skyldur teirra lesandi, sbr. lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne.

§ 8. Skúlin skal við støði í teimum reglum, sum ásettar eru, gera eina lesiætlan, sum neyvt lýsir innihald o.a. í útbúgvingini. Lesiætlanin skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Skúlin eigur at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja lesiætlanina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini.


Kapittul 5
Skúlaskipan o. a.

§ 9. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.

§ 10. Kliniska undirvísingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av skúlanum.

§ 11. Útreiðslurnar av ástøðiligu og klinisku undirvísingini verða goldnar úr landskassanum.
Stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin er ókeypis fyri tey lesandi.
Stk. 3. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, víðariútbúgving, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 4. Skúlin veitir lesandi ráð, vegleiðing og fakliga hjálp eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 12. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi leiðslu skúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann broyta leiðslubygnaðin, um útbúgvingin verður skipað saman við øðrum skúla ella stovni, sbr. § 2.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv til leiðslu og lærarar.

§ 13. Rektarin hevur ta námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av útbúgvingini sambært galdandi ásetingum.

Kapittul 6
Ráðsskipan

§ 14. Landsstýrismaðurin setir eitt ráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger og gevur ráð í øllum málum um sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina sambært teimum heimildum, tí eru givnar eftir § 16, stk. 6.
Stk. 2. Ráðið hevur eisini til uppgávu at ráðgeva skúlanum.

§ 15. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein tiltakslimur valdur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu hava fakligt innlit í tey viðurskifti, sum sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin fevnir um.
Stk. 4. Umframt ráðslimirnar taka rektarin, deildarleiðarin fyri sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina og eitt umboð frá Mentamálaráðnum lut í fundum ráðsins.
Stk. 5. Ráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.
Stk. 6. Gjøllari reglur viðvíkjandi ráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum.

Kapittul 7
Kærur

§ 16. Avgerðir, sum skúlin tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at tann, sum kærir, hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti tala fyri tí.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kærumøguleikarnar.

§ 17. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 17 kann leggjast til kærunevnd.

Kapittul 8
Gildissetan o.a.

§ 18. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tó kemur § 4, stk. 2 í gildi samstundis sum lov for Færøerne om ændring af lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne, kemur í gildi.
Stk. 2. Lógin hevur virknað fyri lesandi, sum fara undir útbúgvingina eftir 1. februar 2003.
Stk. 3. § 2, stk. 4-6 í lov om sygeplejersker, sbr. Lovbekendtgørelse nr. 276 af 26. apríl 1989, verður sett úr gildi.
Stk. 4. Reglurnar í bekendtgørelse nr. 653 af 17. juli 1992 for Færøerne om sygeplejerskeuddannelse eru tó galdandi fyri lesandi, sum eru byrjað sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina áðrenn 1. februar 2003.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum. Ískoytisútbúgvingin gevur sama førleika og rættindi sum útbúgvingin eftir hesi lóg.  

Broytingaruppskot

til 3. viðgerð av

løgtingsmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum

 

  1. Í § 12 stk. 2 verður "§ 2 " broytt til "§ 5".
  2. Í § 14 stk. 1 verður "§ 16, stk. 6" broytt til "§ 15, stk. 6"
  3. Í § 17 verður "§ 17" broytt til "§ 16"
  4. Í § 18 stk. 1 verður "§ 4, stk. 2" broytt til "§ 3, stk. 2"