Løgtingsfíggjarlóg 2003

J.nr. 7.01-20020006 Skriv fíggjarlógin 2003
Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1/2002


Skjal D

Soljóðandi skriv hevur fíggjarnevndin tann 11. oktober 2002 sent til:

1) Vinnunevndina
2) Trivnaðarnevndina
3) Mentanarnevndina
4) Uttanlandsnevndina
5) Rættarnevndina
6) Landsstýrismálanevndina

 

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1/2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003

Vísandi á § 24, stk. 3 í tingskipanini biður fíggjarnevndin hervið 1)-2)-3)-4)-5)-6) um at ummæla

1) § 5. Fiskivinna, § 6. Vinnumál og § 9. Oljumál
2) § 11. Familju- og heilsumál og § 12. Almannamál
3) § 7. Útbúgving og gransking
4) § 2. Løgmansfyrisitingin v.m.: Uttanlandsmál og § 14. Løgmál: Uttanlandsmál og konto 14.11.1.01. Sjálvstýrisfyrisitingin
5) § 2. Løgmansfyrisiting v.m.: Felagsútreiðslur og landsstýrið og § 14. Løgmál, undantikið Uttanlandsmál og konto 14.11.1.01. Sjálvstýrisfyrisitingin
6)
§ 1 Løgtingi, konto 1.10.1.03. Løgtingsarbeiði (Rakstrarjáttan), undirkonto 22. Eftirlitsuppgávur tingsins,

og senda sítt ummæli til fíggjarnevndina í seinasta lagi fríggjadagin 25. oktober 2002.

N. v. 

Marius Rein
skrivari