Svøríkis- og Danmarkarferð 2001

Frágreiðing um vitjanina hjá mentanarnevnd Løgtingsins í Svøríki og Danmark í døgunum 22.-27. september 2001

 

Um ferðina

Á løgtingsfíggjarlógini er vanliga árliga settur av peningur til, at tvær løgtingsnevndir kunnu fara á kunningarferð uttanlands. Flestu nevndir høvdu á sumri 2001 verið uttanlands eftir hesi skipan. Tvær manglaðu tó í, rættarnevndin og mentanarnevndin. Formaðurin í mentanarnevndini, Jógvan á Lakjuni, og formaðurin í rættarnevndini, Helena Dam á Neystabø, gjørdu sínámillum av, at mentanarnevndin skuldi fara á heysti 2001 og rættarnevndin á vári 2002.

Mentanarnevndin hevði so nakrar fundir, 13. og 18. juni og 10. september 2001, har umrøtt varð, hvar nevndin skuldi fara á ferð, og hvat ið kanningarevnið skuldi verða.

Niðurstøða nevndarinnar var, at farast skuldi til Svøríkis at kunna seg um útbúgving av fólkaskúlalærarum í Svøríki við serligum atliti til útbúgving og eftirútbúgving í kunningartøkni. Somuleiðis samtykti nevndin at kanna í Keypmannahavn, hvussu danir leggja til rættis skúlagongdina hjá børnum við serligum tørvi, í og uttanfyri skúlaaldur, og hvørjar ætlanir eru fyri framman hesum viðvíkjandi.

Skrivari nevndarinnar setti seg 25. juni 2001 í samband við donsku sendistovuna í Stokkhólm . Har tók Otto Schepelern, minister, sær av málinum og sendi um mánaðarskiftið august/september 2001 nevndini eitt uppskot til skrá fyri dagarnar 24. og 25. september 2001. Eisini bar hann so í bandi, at nevndin fekk høvi til at hitta umboð fyri svensk–føroyska felagið í Stokkhólm 23. september. Skrivarin setti seg eisini í samband við Petur Petersen, aðalastjóra í Mentamálastýrinum, sum heitti á Henrik Nepper-Christensen, aðalstjóra í danska kenslumálaráðnum, um at leggja skrá fyri vitjanina í Danmark til rættis. Samsvarandi hesum sendi Jens Frederik Kragholm, koordinator "særlige behov", nevndini uppskot til skrá fyri vitjanini.

Áðrenn fráferð vóru partar av nevndini á kunningarfundi 17. september 2001 á Føroya Læraraskúla og á Sernámsdeplinum.

Orsøkin til, at ferðin var løgd við fráferð leygardag, var, at ferðaprísurin í vikuskiftinum er bara ein 1/3 av tí prísi, sum goldin verður, um fráferð og heimkoma er ein yrkadag.

Ferðaskráin er hjáløgd.

Luttakandi mentanarnevndarlimirnir á ferðini vóru Jógvan á Lakjuni (fólkafl.) nevndarformaður, Katrin Dahl Jakobsen (jvfl.), næstformaður, Heðin Mortensen (sbfl.), Finnur Helmsdal (tjvfl.), Páll á Reynatúgvu (tjvf.), varamaður, og Rúna Sivertsen (fólkafl.) varamaður. Umframt luttók Sjúrður Rasmussen, nevndarskrivari, á ferðini.

Leygardagin seinnapart 22. september kl. 9.15 møttust á farstøðini í Havn Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal og Sjúrður Rasmussen. Rúna Sivertsen og Jógvan á Lakjuni komu afturat ferðalagnum í Vágum. Heðin Mortensen og Katrin Dahl Jakobsen komu afturat ferðalagnum í Stokkhólm ávikavist sunnudagin 23. september á middegi og mánadagin 24. tíðliga á morgni.

Ferðalagið helt á vestur í Vágar, haðani farið var til Keypmannahavnar kl. 11.45, har flúgvarin lendi klokkan 14.45. Beinleiðis var farið víðari við flogfari til Stokkhólm klokkan 15.30 og lendi flogfarið á Arlanda flogvøllinum klokkan 16.40.

Av Arlanda var farið við toki inn í miðbýin og hagan á First Amaranten hotel á Kungsholmen, har ferðalagið gisti.


Stockholmstúrur

Sunnudagin 2. september kl. 13.30 kom Nanna Hermansson frá samfelagnum Føroyar–Svøríki á hotellið. Hon er hálv íslendsk og hálv svensk og arbeidir á kulturforvaltningen í kommununi. Hon dugir feilfrítt føroyskt og hevur arbeitt í Føroyum á Fornminnissavninum. Hon hevur skrivað eina ph.d. ritgerð við heitinum "Nólsoy – En faröisk bygd i omvandling" sum kom út í 1976.

Hon greiddi fyrst við kortmyndum frá søguni hjá Stokkhólm, og aftaná gekk ferðalagið ein fýra tímar langan túr gjøgnum gamla Stan, og dugdi hon sera væl at greiða frá. Gingið var framvið ráðhúsinum í býnum, framvið kongsborgini og í gamla býarpartin. Nevndin vitjaði eisini í Svartbrødraklostrets kallare, sum var endurfunnin fyri ikki so nógvum árum síðan, og í Vindragarlagets Harbarge.

wpe1.jpg (47017 bytes)

wpe3.jpg (33473 bytes)

wpe4.jpg (39774 bytes)

wpe5.jpg (33738 bytes)

wpe6.jpg (29386 bytes)

wpe7.jpg (34147 bytes)

wpe8.jpg (32754 bytes)

Klokkan seks var farið til ein gamlan villa við havnina, Villa Bergshyddan, sum kommunan eigur, og sum verður útlænt rithøvundum og øðrum fyri styttri tíðarskeið at arbeiða í. Har bjóðaði kulturforvaltningen í Stockholm nevndini saman við umboðum fyri samfelagið Føroyar-Svøríki døgurða. Til staðar vóru umframt Nannu Hermansson, maður hennara Peter Ottosson, Sören og Gunnlög Hallgren, Ove Granum og Gunnel Wallén.

wpe9.jpg (46392 bytes)

wpeB.jpg (45552 bytes)

wpeC.jpg (44061 bytes)

wpeE.jpg (44312 bytes)

Frágreiðsla frá stjórnarumsitingini

Klokkan 9.00 fór nevndin í regeringskanceliet í Stokkhólm, har delegationen for IT i skolan heldur til. ITIS er statsliga skipanin at stuðla undir nýtsluna av kunningartøkni í skúlaverkinum. Har greiddu Christina Johansson, informatør og Søren Thornell, skúlakunningartøknisstjóri í Linkøping frá um ITIS, og hvussu skipanin var framd í verki.

Á middegi bjóðaði danski sendiharrin í Stokkhólm, Bent Haakonsen og konan Kirsten Haakonsen nevndini ein bita á donsku sendistovuni.

wpeD.jpg (33371 bytes)

wpeF.jpg (35133 bytes)

wpe10.jpg (30968 bytes)

wpe11.jpg (32209 bytes)

Klokkan 13.30. greiddi Lars-Erik Bjessmo, universitetslektari, og Ulla Karlsson, universitsadjunktur, frá, hvønn lut læraraútbuigvingin hevði í ITIS ætlanini.

Klokkan 14.30 kom Gunnel Brolin, pedagogiklärare, og greiddi frá nýggju svensku læraraútbúgvingini. Grundtankin í henni er, at pedagogútbúgvingin og læraraútbúgvin hava felags grundútbúgving,  og serútbúgvingarnar verða so yvirútbúgvingar. Miðið er, at málið skal stýra skúlunum frameftir, ikki reglur, sum siga, nær ið lesast skal hvat.

Farið var av høvuðsjarnbreytarstøðini í Stokkhólm við toki til Linköping klokkan gott 15.35


Linköping

Klokkan gott 17 kom ferðalagið til Linköping, har skúlakunningartøknisstjórin, Søren Thornell, tók ímóti nevndini. Koyrt var til First Hotel Linkoping, har nevndin gisti.

Um kvøldið var gingið í gjøgnum frilandsmuseet Gamla Linkoping.   Brita Molander, assistentur vísti nevndini skúlasavn og eitt arbeiðaraheim. Eisini var høvi at fara inn í handilin á staðnum at keypa.

Seinni um kvøldið bjóðaði Søren Thornell og konan Liselotte nevndini heim til húsa til nátturða.

Týsmorgunin 25. september var farið til ráðhúsið í Linköping har Eva Joelsson, borgarstjóri, tók ímóti og greiddi frá kommuni.

wpe8.jpg (33797 bytes)

Síðan varð greitt frá kunningartøknisvirkseminum í kommuni, ITIS í Linkoping. Søren Thornell

wpe7.jpg (22966 bytes)

greiddi frá um "IT-satsninger inom utbildningsområdet i Linkopings kommun", Peter Johannesson greiddi frá um fungerandi KT- infrastruktur, Britt-Marie Borén greiddi frá Kompetensudvikling av 1000 larare i arbetslag, eksempel på utveklingsarbeten og Anne Hederén greiddi frá "teman til stod for skolan at anvanda IT som ett larandets verktyg."

Á middegi bjóðaði borgarstjórin nevndini ein bita.

wpe6.jpg (23330 bytes)

Seinnapartin vórðu tveir skúlar vitjaðir. Tallboda skola , har Tomas Carlsson, skúlastjóri, og  Ann-Cathrine.Hedman-Thulin, tekstillærari, tóku ímóti

wpe9.jpg (33243 bytes)

wpeB.jpg (28840 bytes)

wpeC.jpg (34373 bytes)

wpeE.jpg (33076 bytes)

og Berzeliusskolan har Anne Hederén, bókavørður, tók ímóti.                                                                                     

wpe3.jpg (28608 bytes)

wpe4.jpg (35658 bytes)

 

Klokkan gott 16 varð farið við toki úr Linköping til Keypmannahavnar um Oyrasundsbrúnna, har komið var til høvuðsjarnbreytarstøðina klokkan gott 19.45.

Gist varð á hotel Ansgar í Keypmannahavn.

 

Í Danmark um serstovnar

Klokkan 10 varð vitjað á Kirkebæksskolen í Vallensbæk. Birgitte Amdissen, skúlastjóri, greiddi frá tí nýggja skúlanum og vísti bygningin. Hon greiddi frá, at skúlin var spildurnýggjur. Tey vóru flutt í hann 1. august. Upptøkuøkið var alt Københavns amt, men ikki Københavns kommune, sum er at rokna sum eitt sjálvstøðugt amt. 51 børn eru á skúlanum. Flestu børnini hava cerebral parese, einki mál og sita í koyristóli. Har vóru lutfalsliga nógv børn, sum høvdu fremmandan uppruna, 8 í tali. Tveir lærarar og ein pedagogmedhjálpari eru í hvørjum flokki, sum er upp á seks næmingar. Børnini eru illa fyri. Síðan skúlaársbyrjan í ár vóru tvey børn deyð. Børnini ganga 10 ár í skúlanum. Afturat skúlanum er knýtt frítíðarheim. Kostnaðurin at reka skúlan var 12 mió. krónur árliga. Neyvari upplýsingar um skúlan eru at finna á heimasíðuni hjá Kirkebæksskolen

Klokkan 11.30 varð vitja á Grantofteskolen har Jan Møller, skúlastjóri, tók í móti nevndini saman við Birgitte Sørensen, deildarleiðara fyri amtsskúlaflokkunum. Skúlin er vanligur fólkaskúli, har partar av skúlanum eru serliga innrættaður til børn við serligum tørvi. Neyvari upplýsingar um skúlan eru at finna á heimasíðuni hjá Grantofteskolen

Aftaná middag varð farið í Undervisningsministeriet, sum bjóðaði nevndini ein bita. Erik Thorsen, settur skrivstovustjóri, tók ímóti saman við Ole Hansen, udviklingskonsulent. Teir greiddu nevndini frá um serundirvísing, specialpedagogiskan stuðul og um útviklingsprogrammið KVIS.

 

Fráferð og heimkoma

Klokkan 8.00, 27. september fóru nevndarlimir av Hotel Ansgar til flogvøllin í Kastrup Haðani vit fóru við Mærsk Air klokkan 9.40 og vóru í Vágum klokkan 11.00.