Landsstýrismálanevndin - Pedagogfelagið

 

Skjal 2

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin

Tórshavn, tann 05.12.2001
J.nr. 7.13-20010092 sr/ás

Føroya Pedagogfelag
Postrúm 318
FO100-Tórshavn

 

Í skrivi 30. november 2001 hevur Føroya Pedagogfelag sent Landsstýrismálanevndini kæru um, at Fíggjarmálastýrið hevur brotið avtalu frá 6. november 2001 millum Fíggjarmálastýrið, Kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og Føroya Pedagogfelag.

Landsstýrismálanevndin samtykti á fundi 4. december 2001 ikki at taka málið til viðgerðar í nevndini, sbr. starvsskipanini § 5, stk. 1, nr. 3, tí at málið viðvíkur einum møguligum broti, sum ikki hvílir á almennum rættarligum grundarlagi, men á privatrættarligum grundarlagi.  

N.v.

Sjúrður Rasmussen
nevndarskrivari