Mál tingsetan 2001 - Eftirkanning stuðulsfólkaøkið

J.nr. 7.13-200100052

 

Skjal 2 

-----Oprindelig meddelelse-----

Fra: Sjúrður Rasmussen
Sendt: 30. august 2001 08.52
Til: 'spg@ahs.fo'
Cc: 'has@ahs.fo'
Emne: Lógagrundarlagið undir stuðulsfólkaskipanini

Á landsstýrismálanevndarfundi 29. august 2001 hevði landsstýrismálanevndin til viðgerðar spurningin um lógagrundarlagið undir stuðulsfólkaøkinum.

Nevndin samtykti at heita á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um at greiða frá, um hann er av teirri áskoðan, at nakar partur av stuðulsfólkaøkinum er, sum ikki hevur neyðugu lógaheimildina, eitt nú í barnaforsorgarlógini § 22, forsorgarlógini § 17 ella reglunum í almannapensjónslógini um persónliga viðbót. 

Sjúrður Rasmussen
skrivari hjá landsstýrismálanevndini