Nevndarskjøl fíggjarnevndin 2001

6 Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslógini um serligt avgjald á brenniolju

Skjal C

wpe1.jpg (3207 bytes)

 

 Tórshavn, 29-08-01
Jnr. 98-32-296
296-004 AMG.doc
Sigurd Poulsen

 Fyrireiking til fund í Fíggjarnevnd løgtingsins

  1. Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum
  2. Uppskot til løgtingslóg um fyribils úrgildissetan av løgtingslóg um serligt gjald av brenniolju
  3. Oljuavgjaldið verður strika, men lata Samhaldsfasta tað sum svarar til 0,50 kr/litur ella 0,8% eyka av lønarútgjaldingunum í inngjaldi.

Mett verður um hesi trý uppskotini. a) Hvussu verður útgjaldið úr AMG ávirkað, b) hvussu verður búskapurin ávirkaður.

Nakrar fortreytir eru settar upp í talvuni á seinastu síðu.

a) Hvussu verður útgjaldið úr AMG ávirkað

    Fýra alternativ roknistykki eru gjørd:

    Alternativ 1: Grunnurin fær ikki nýggjar inntøkur. Renta 6% p.a.
    Talið av pensjonistum økist úr 5.440 í 2001 upp í 8.300 í 2028. Eisini verður kravt at útgjaldið í minsta lagi skal vaksa við inflatiónini. Inflatiónin er sett til 4% í 2001 og 2002. Árini eftir 2002 er hon sett til 3% p.a.. Hesar fortreytir eru tær somu í øllum alternativum, og hava stóra ávirkan á útgjaldið. Vóru hesi krøv ikki sett, kundi byrjunarútgjaldið verið hægri.

    Settu krøvini loyva einum útgjaldi í 2002 uppá 645 kr pr mánað ella 7.738 kr pr ár til hvønn móttakara. Hetta er ein vøkstur uppá 4% í mun til 2001. Síðan er vøksturin settur til 4% p.a. fram til 2010 og hareftir til 3,8%.

    Alternativ 2: Hækka inngjald til grunnin við 1% av lønarútgjaldingum. (Spurningur 3 omanfyri). Renta 6% p.a.
    Útgjaldið í 2002 kann verða hækkað við 75% sammett við 2001 í staðin fyri 4% í Alternativi 1. Árini aftaná hækkar útgjaldið við sama prosenti sum í Alternativi 1.

    Útgjaldið pr móttakara verður:

    Ár

    kr pr mð

    kr pr ár

    2002

    1.085

    13.020

    2028

    2.881

    34.567

    Alternativ 3: Kapitalinnskot uppá 800 mkr verður latið grunninum (Spurningur 2 omanfyri). Renta 6% p.a.
    Útgjaldið í 2002 kann verða hækkað við 75% sammett við 2001 í staðin fyri 4% í Alternativi 1. Árini aftaná hækkar útgjaldið við 0,5%-stigum minni enn í alternativi 1 og 2.

    Útgjaldið pr móttakara verður:

    Ár

    kr pr mð

    kr pr ár

    2002

    1.085

    13.020

    2028

    2.432

    29.188

    Alternativ 4: Kapitalinnskot uppá 800 mkr verður latið grunninum (Spurningur 2 omanfyri). Renta 7% p.a.
    Útgjaldið í 2002 kann verða hækkað við 75% sammett við 2001 í staðin fyri 4% í Alternativi 1. Árini aftaná hækkar útgjaldið við 0,2%-stigum meiri enn í alternativi 1 og 2.
    Tann hægra renta uppá 1% p.a. gevur vøkstur í útgjaldinum sum er 0,5% sammett við alternativ 3.

    Útgjaldið pr móttakara verður:

    Ár

    kr pr mð

    kr pr ár

    2002

    1.085

    13.020

    2028

    2.900

    34.799

b) hvussu verður búskapurin ávirkaður

Spurningur 1: ávirkan av kapitalinnskoti í AMG

Við fortreytunum, sum eru brúktar í roknidømunum, verður eftirspurningurin stimbraður við 30 mkr í 2002. Rentan pr ár av 800 mkr verður 48 mkr við 6% í rentu og 56 mkr við 7%. Skal pensjónsgjaldið verða inflatiónstryggjað, kann útgjaldið í 2002 ikki økjast við meira enn 30 mkr.

Spurningur 2: ávirkan av at avtaka oljuavgjaldið í 2002

Eftirspurningurin verður stimbraður við 65 mkr í 2002.

Spurningur 3: ávirkan av at taka av oljuavgjaldið og hækka inngjaldið í AMG

Eftirspurningurin verður stimbraður við 20 mkr í 2002. Oljuavgjaldið verður lækkað við 65 mkr og inngjaldið í AMG verður hækkað við 45 mkr.

---0---

Sum støðan er í búskapinum er tað ikki ráðiligt at stimbra eftirspurningin yvirhøvur. Úrslitið gerst lættliga fastognar og onnur inflatión, sum verður ring at fáa burtur aftur seinni, tí at serstakliga fastar lønir eru truplar at lækka aftur.

 

1. Uppskot um oljuavgjald
Mortan Simonsen, Fíggjarmálastýrið:
Oljuavgjaldið mett at geva í 2001

65

mkr
Avgjald pr litur

0,8

kr/l
Søla litrar

81,25

mió litrar
Lækking av oljuavgjaldinum:
til 0 oyru/litur

0

kr/l
Provenutap

65

mkr
til 50 oyru pr litur

0,5

kr/l
Provenutap

-19,5

mkr
Provenu 2002

45,5

mkr
Inngjald til AMG 2002

45,5

mkr
2. Uppskot um 800 mkr í AMG
Kapitaløking

800

mkr
Avkast

6

%
Árligt avkast

48

mkr
Árliga útgjaldið økist í miðal pr ár

48

mkr
Avkast

7

%
Árligt avkast

56

mkr
Árliga útgjaldið økist í miðal pr ár

56

mkr