4 Uppskot til samtyktar um at seta pening í grunn til hækkan av pensjónum
Skjal A
Tórshavn, 29-08-01
Jnr. 98-32-296
296-004 AMG.doc
Sigurd Poulsen
Fyrireiking til fund í Fíggjarnevnd løgtingsins
Mett verður um hesi trý uppskotini. a) Hvussu verður útgjaldið úr AMG ávirkað, b) hvussu verður búskapurin ávirkaður.
Nakrar fortreytir eru settar upp í talvuni á seinastu síðu.
a) Hvussu verður útgjaldið úr AMG ávirkað
Fýra alternativ roknistykki eru gjørd:
Alternativ 1: Grunnurin fær ikki nýggjar inntøkur. Renta 6% p.a.
Talið av pensjonistum økist úr 5.440 í 2001 upp í 8.300 í 2028. Eisini verður
kravt at útgjaldið í minsta lagi skal vaksa við inflatiónini. Inflatiónin er sett
til 4% í 2001 og 2002. Árini eftir 2002 er hon sett til 3% p.a.. Hesar fortreytir eru
tær somu í øllum alternativum, og hava stóra ávirkan á útgjaldið. Vóru hesi krøv
ikki sett, kundi byrjunarútgjaldið verið hægri.
Settu krøvini loyva einum útgjaldi í 2002 uppá 645 kr pr mánað ella 7.738 kr pr ár til hvønn móttakara. Hetta er ein vøkstur uppá 4% í mun til 2001. Síðan er vøksturin settur til 4% p.a. fram til 2010 og hareftir til 3,8%.
Alternativ 2: Hækka inngjald til grunnin við 1% av lønarútgjaldingum.
(Spurningur 3 omanfyri). Renta 6% p.a.
Útgjaldið í 2002 kann verða hækkað við 75% sammett við 2001 í staðin fyri 4%
í Alternativi 1. Árini aftaná hækkar útgjaldið við sama prosenti sum í Alternativi
1.
Útgjaldið pr móttakara verður:
Ár | kr pr mð |
kr pr ár |
2002 | 1.085 |
13.020 |
2028 | 2.881 |
34.567 |
Alternativ 3: Kapitalinnskot uppá 800 mkr verður latið grunninum
(Spurningur 2 omanfyri). Renta 6% p.a.
Útgjaldið í 2002 kann verða hækkað við 75% sammett við 2001 í staðin fyri 4%
í Alternativi 1. Árini aftaná hækkar útgjaldið við 0,5%-stigum minni enn í
alternativi 1 og 2.
Útgjaldið pr móttakara verður:
Ár | kr pr mð |
kr pr ár |
2002 | 1.085 |
13.020 |
2028 | 2.432 |
29.188 |
Alternativ 4: Kapitalinnskot uppá 800 mkr verður latið grunninum
(Spurningur 2 omanfyri). Renta 7% p.a.
Útgjaldið í 2002 kann verða hækkað við 75% sammett við 2001 í staðin fyri 4%
í Alternativi 1. Árini aftaná hækkar útgjaldið við 0,2%-stigum meiri enn í
alternativi 1 og 2.
Tann hægra renta uppá 1% p.a. gevur vøkstur í útgjaldinum sum er 0,5% sammett við
alternativ 3.
Útgjaldið pr móttakara verður:
Ár | kr pr mð |
kr pr ár |
2002 | 1.085 |
13.020 |
2028 | 2.900 |
34.799 |
b) hvussu verður búskapurin ávirkaður
Spurningur 1: ávirkan av kapitalinnskoti í AMG
Við fortreytunum, sum eru brúktar í roknidømunum, verður eftirspurningurin stimbraður við 30 mkr í 2002. Rentan pr ár av 800 mkr verður 48 mkr við 6% í rentu og 56 mkr við 7%. Skal pensjónsgjaldið verða inflatiónstryggjað, kann útgjaldið í 2002 ikki økjast við meira enn 30 mkr.
Spurningur 2: ávirkan av at avtaka oljuavgjaldið í 2002
Eftirspurningurin verður stimbraður við 65 mkr í 2002.
Spurningur 3: ávirkan av at taka av oljuavgjaldið og hækka inngjaldið í AMG
Eftirspurningurin verður stimbraður við 20 mkr í 2002. Oljuavgjaldið verður lækkað við 65 mkr og inngjaldið í AMG verður hækkað við 45 mkr.
---0---
Sum støðan er í búskapinum er tað ikki ráðiligt at stimbra eftirspurningin yvirhøvur. Úrslitið gerst lættliga fastognar og onnur inflatión, sum verður ring at fáa burtur aftur seinni, tí at serstakliga fastar lønir eru truplar at lækka aftur.
1. Uppskot um oljuavgjald | |||
Mortan Simonsen, Fíggjarmálastýrið: | |||
Oljuavgjaldið mett at geva í 2001 | 65 |
mkr | |
Avgjald pr litur | 0,8 |
kr/l | |
Søla litrar | 81,25 |
mió litrar | |
Lækking av oljuavgjaldinum: | |||
til 0 oyru/litur | 0 |
kr/l | |
Provenutap | 65 |
mkr | |
til 50 oyru pr litur | 0,5 |
kr/l | |
Provenutap | -19,5 |
mkr | |
Provenu 2002 | 45,5 |
mkr | |
Inngjald til AMG 2002 | 45,5 |
mkr | |
2. Uppskot um 800 mkr í AMG | |||
Kapitaløking | 800 |
mkr | |
Avkast | 6 |
% | |
Árligt avkast | 48 |
mkr | |
Árliga útgjaldið økist í miðal pr ár | 48 |
mkr | |
Avkast | 7 |
% | |
Árligt avkast | 56 |
mkr | |
Árliga útgjaldið økist í miðal pr ár | 56 |
mkr | |