Nevndarskjøl uttanlandsnevndin 2000

 Løgmansskrivstovan Uttanlandsdeildin

INNANHÝSIS

 Tórshavn, tann 11-09-00
J.nr.:
Viðgjørt: SI

Upprit um trygdarmál og føroyskt fullveldi 

 

Trygdarmál Føroya við yvirtøku av fullveldinum (við ella uttan altjóðarættarligum felagsskapi við Danmark) 

 

Fyritreytir, ið støða má takast út frá:

  1. Sum er hevur Danmark allan myndugleika viðvíkjandi trygdar- og verjumálum á føroyskum øki. Danmark er limur í NATO og limaskapur Danmarkar fevnir um Føroyar.
  2. Føroyar fara ikki at taka stig, ið órógva trygdarbygnaðin í Norðurhøvum. Tað merkir m.a., at roknast kann við, at radar- og samskiftisstøðin á Sornfelli og í Mjørkadali (hereftir Mjørkadalsstøðin) verður verandi í fleiri ár frameftir.
  3. Føroyskur trygdarpolitikkur og føroyskar trygdarskipanir skulu, møguliga í samstarvi við eitt ella fleiri grannalond, kunna varðveita og verja serlig føroysk áhugamál innan fylgjandi uppgávuøki:

Til 1.
Tað, at Danmark hevur fullveldi yvir Føroyum, og harvið allan trygdarpolitiska og verjumálsliga myndugleikan, hevur við sær, at landsstýrið eigur at viðgera hesi mál í samráðingunum við donsku stjórnina um fullveldi. Hesum slepst ikki undan, ikki minst við atliti at punkti 2 omanfyri.

Til 2.
Finnast má fram til eina skipan fyri, hvussu virksemið á Mjørkadalsstøðini kann halda fram. Mjørkadalsstøðin hevur ikki bert verjumálsligan týdning. Hon hevur eisini týdning fyri sivilu loftferðsluna yvir Føroyum. Orsakað av sera ófullfíggjaða kunning frá viðkomandi donskum myndugleikum, ber ikki til at útiloka, at støðin eisini kann hava annan týdning.

Støðin er ein radar- og samskiftisstøð undir bretsku loftverjuskipanini, og er partur av einum NATO-kervi, ið gongur frá bretsku oyggjunum yvir Føroyar, Ísland og Grønland til Norðuramerika. Danska verjan rekur støðina, hóast hon er samrunnin (integreraður) partur av eini bretskari skipan. Landafrøðiligi veruleikin (og bretskar geopolitiskar raðfestingar) gera, at sjálv skipanin er bretsk, meðan politiskar danskar raðfestingar (serstakliga fullveldishevd) eru orsøk til, at sjálv støðin verður rikin av donsku verjuni.

Meðan støðin hernaðarliga er partur av eini bretskari skipan, er hennara virksemi á sivila loftferðsluøkinum undirskipað tí íslendska loftferðslumyndugleikanum, av tí, at føroyska loftrúmið sambært ásetingum hjá ICAO er partur av íslendska loftrúminum. Tískil veitir Mjørkadalsstøðin eisini eina ávisa trygd fyri øll tey mongu sivilu flogfør, ið dagliga flúgva yvir føroyskum øki.

Til 3.
Viðvíkjandi skaða- og vanlukkutilbúgving í breiðari merking, er arbeiðið at skipa eina føroyska tilbúgvingarætlan byrjað. Hetta verður samskipað í Vinnumálastýrinum.

Sambært ráðgeving uttaneftir, hevur føroyskt fullveldi við sær, at Føroyar fáa tørv á fylgjandi:

Samstarv um verju landsins og annað trygdarsamstarv

Neyðugt verður at gera avtalur um verju landsins og um annað samstarv á trygdarøkinum. Her skal skiljast ímillum veruligar sáttmálar á hægsta stigi um verju, sum vit kunnu nevna sáttmálar um verjusamstarv, og aðrar avtalur á nærri tilskilaðum økjum. Hesar seinnu kunnu vera á stjórnarstigi, men kunnu eisini vera á lægri stigi og verða meira ella minni formligar – vit kunnu nevna hesar umsitingaravtalur.

Valkostir hjá Føroyum viðv. sáttmálum um verjusamstarv:

  1. Føroyar gera semju við NATO um verju landsins – Partnership for Peace.
  2. Føroyar gerast limur í NATO.
  3. Sáttmálin við Danmark fevnir eisini um verjumál.
  4. Føroyar gera verjusáttmála við Bretland.
  5. Føroyar gera verjusáttmála við USA.

Møguleikarnir 3, 4 og 5 kunnu samskipast við antin 1 ella 2. Ein slík kombinering av samstarvi hevði merkt, at Føroyar fóru at vera partur í einum multilateralum (fleirtjóða) samstarvi, samstundis sum Føroyar høvdu bilateralt (tvítjóða) samstarv við ávíst land.

Tá ið vit skulu meta um møguleikarnar fyri trygdarpolitiskum og verjumálsligum samstarvi, kann verða staðfest, at NATO-londini ikki eru fegin um tvítjóða trygdarveitan. Tað er tó ov tíðliga longu nú at útiloka henda møguleika heilt.

Vituliga eru bert tvey lond, ið kunnu veita okkum tvítjóða trygd, nevniliga antin Bretland ella USA. Tað merkir, at einhvør sáttmáli við Danmark viðvíkjandi verju av føroyskum øki má hava eitt aftanfyriliggjandi grundarlag, fyri at hava veruligt trúvirði – altso, at Danmark í veruleikanum umboðar NATO. Hugsa vit okkum, at einar sjálvstøðugar Føroyar fara at gera verjuavtalu við Danmark, verður hetta tískil fyrst og fremst av politiskum ávum – ikki fyri á mest einfaldan og skynsaman hátt at tryggja trygdaráhugamál landsins.

Kunnugt er, at bretska sjóverjan uttan mun til, hvør hevur fullveldi yvir Føroyum, sær Føroyar sum part av tí bretska økinum, sum teir hava skyldu til at verja. Av geopolitiskum ávum broytist hetta ikki, um Føroyar gerast fullveldisríki. Tískil er í veruleikanum eitt slag av ósagdari trygdarváttan altíð til staðar. Hetta eiga føroyskir myndugleikar at verða greiðir um, tá ið mett verður um trygdarvandan.

Tískil er alternativ 3 omanfyri ikki eitt veruliga sjálvstøðugt alternativ, men kan vera ein praktiskur máti at halda fram við verandi mynstur, um vilji er til tess. Hetta kann vera eitt evni at taka upp við donsku stjórnina í fullveldissamráðingunum. Í øllum førum skal spurningurin um donsku verjuna í Føroyum viðgerast, tí antin skal hennara hjávera her halda fram, ella ikki. Í báðum førum eru viðurskifti, sum tað er ynskiligt at fáa semju um.

Felagsskapurin fyri Friði

Grundað á ta ráðgeving, landsstýrið hevur fingið frá útlendskum serfrøðingum, er tað ein nærliggjandi loysn, at Føroyar gerast partur í tí samstarvi, sum NATO hevur fyriskipað í Partnership for Peace (PfP) – Felagsskapinum fyri Friði. Hetta kann vera eitt stig á vegnum til veruligan NATO-limaskap, men kann eisini síggjast sum ein meiri varandi loysn. Nevndu serfrøðingar hava nevnt, at landsstýrið ikki kann rokna fyri víst, at Føroyar fáa veruligan limaskap, og í øllum førum ikki fyrr enn eftir 5-10, møguliga 15 árum.

Serstakliga verða tvinnir trupulleikar nevndir í sambandi við, um NATO vil taka upp Føroyar sum lim. Í fyrra lagi, at tað longu eru so nógv søkjaralond, ið eru í bíðirøðini at fáa limaskap, og at tað tískil valla er hugsandi, at NATO kann taka Føroyar framum øll hini. Í øðrum lagi, at Føroyar hava so lítlan áhuga sum limaland, serstakliga av tí, at Føroyar tá høvdu fingið ávísan avgerðarrætt í týdningarmiklum NATO-spurningum (í grundregluni høvdu Føroyar sum fullgildur NATO-limur fingið vetorætt mótvegis øllum hinum limalondunum).

Ímóti hesum kann verða hildið, at NATO kortini longu er í føroyskum øki, og at verjutrygdarváttanin í grein 5 í NATO-sáttmálanum longu fevnir um tað øki, har Føroyar liggja. Tískil hevur tað ongan eyka kostnað við sær fyri NATO, um Føroyar gerast limaland. Hesin spurningur kann helst bert verða greiddur í møguligum samráðingum við NATO, um Føroyar skuldu søkt um limaskap.

Sum nevnt, skuldi góðir møguleiki verið hjá Føroyum at verið við í PfP-samstarvinum. Um so verður, kann tað verða ynskiligt harafturat at gera avtalur við eitt ella fleiri lond um ymiskt ítøkiligt samstarv innan nærri greinaði øki:

Í einum PfP-samstarvi fáast virðismiklar royndir viðvíkjandi framkomnari og skynsamari skipan og menning av starvsfólki, stovnum og mannagongdum innan trygdar- og tilbúgvingarøkið í Føroyum.

Við føroyskum fullveldi eru fylgjandi møguleikar viðv. Mjørkadalsstøðini:

  1. Landsstýrið yvirtekur støðina, og føroyingar reka hana sjálvir í samstarvi við NATO (helst framhaldandi sum partur av bretsku loftverjuskipanini). Tað merkir, at føroyskur myndugleiki í framtíðini yvirtekur tann leiklut, sum í dag er hjá donskum myndugleika (Færøernes Kommando), Bretlandi ella USA.
  2. Danmark heldur fram at reka støðina í somu skipan, men nú sambært sáttmála við Føroyar.
  3. Bretland rekur støðina, sambært sáttmála við Føroyar.
  4. USA rekur støðina, sambært sáttmála við Føroyar.

Tað er skilligt, at fleiri ymsir mátar kunnu verða at sameina sáttmála um verjusamstarv við ítøkiligum samstarvi viðvíkjandi Mjørkadalsstøðini. Ov drúgført verður her at gjøgnumganga allar møguleikarnar, men víst verður til talvuna niðanfyri.

Krossing av møguleikum viðv. verjusáttmála og Mjørkadalsstøðini (X, har møguleiki er).

 

A: Før. støð

B: DK støð

C: UK støð

D: USA støð

1. Føroyar limur í NATO

X

X

X

X

2. Føroyar partur í PfP

X

X

X

X

3. Før. sáttmála v/ USA

     

X

4. Før. sáttmála v/ Bretland

X

 

X

 

5. Før. sáttmála v/ Danmark

 

X

   

Samráðingar við Danmark

Ognarspurningar.
Í samráðingunum um fullveldi verður neyðugt at avklára ognarviðurskiftini – hvør eigur jørð, bygningar og útgerð á Mjørkadalsstøðini? Hetta eru spurningar, ið landsstýrið eigur at seta donsku stjórnini, og fáa hana at greiða frá.

Rakstur av Mjørkadalsstøðini.
Hvør skal reka støðina eftir, at Føroyar hava fingið fullveldi? Danmark? Um danir vilja sleppa burturúr hesum skyldum, má onnur loysn finnast – skulu Føroyar yvirtaka? Um Føroyar yvirtaka skyldurnar at reka støðina, verður neyðugt við einari skiftisskipan viðv. útbúgving o.ø. til tess, at føroysk starvsfólk kunnu verða sett við so hvørt, til vit hava nóg mikið av útbúnum fólki á økinum. Samstundis verður neyðugt at menna eina veruliga miðfyrisiting av trygdarmálum, við mannagongdum á slíkum støði, sum NATO krevur av sínum samstarvsfeløgum.

Onnur tiltøk

Um landsstýrið vil tryggja sær, at londini kring okkum kenna seg trygg, samstundis sum Føroyum verða tryggjaðar skynsamar avtalar viðvíkjandi trygd innan tey omanfyri nevndu øki, eigur landsstýrið at halda fram við at melda greitt út alment og í ymsum øðrum samanhangum, hvat landsstýrið ætlar viðvíkjandi trygdarmálum. Við hesum sum grundarlagi, kann landsstýrið eisini hava samtalur á óformligum støði við øll grannalond okkara.

Ein greið útmelding frá landsstýrinum kann verða, at landsstýrið umhugsar at søkja um NATO-limaskap beint, sum fullveldið er staðfest og, at landsstýrið sum eitt fyrsta stig ynskir, at Føroyar verða tiknar við í samstarvinum Partnership for Peace (Felagsskapurin fyri Friði).

Harafturat eigur landsstýrið at melda greitt út, at einar sjálvstøðugar Føroyar fara at søkja um limaskap í ST, OSCE, Evroparáðnum og møguliga í WEU (WEU - Vesturevropiska Verjusamgongan hevur tó minni týdning).

Føroyar í frælsum felagsskapi við Danmark – men uttan fullveldi

At enda ein viðmerking um støðuna, um Føroyar koma í frælsan felagsskap við Danmark, við egnari grundlóg, men uttan fullveldi.

  1. Á verjuøkinum verður alt sum higartil. Danmark fyrisitur og rekur økið.
  2. Danmark hevur framvegis verjumál Føroya um hendur, men Føroyar kunnu hava allan løgverjumyndugleikan á sjónum, sum verður útinntur av Vaktar- og Bjargingartænastuni. Hetta merkir, at danska sjóverjan undir Føroyum bert uppiheldur danska fullveldið á Føroyskum øki, umframt at røkja reint hernaðarligar uppgávur. Hóast tað ikki er púra víst, kann kortini roknast við, at danska sjóverjan í slíkari skipan vil vera til reiðar at veita føroysku V&B hjálp eftir áheitan.
  3. Hetta hevur somu trupulleikar við sær sum higartil – nevniliga, at trupult er hjá føroyskum myndugleikum at fylgja við í hernaðarliga virkseminum í og kring Føroyar. Fyri ikki at tala um, at Føroyar hava lítlan og ongan myndugleika – formliga ongan myndugleika – at ávirka slíkt virksemi. Onga ábyrgd at hava kann bæði vera vansi og fyrimunur, tó bert vansi, um ætlanin er at hava innlit og ávirkan.