Nevndarskjøl uttanlandsnevndin 2000

41 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse av Schengen-konventionen" og
42 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"


Skjal ávikavist  L og G

 

Avleiðingarnar av, at Løgtingið samtykkir løgtingsmálini nr. 41 og 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" og Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"

Undir viðgerðini av løgtingsmálunum nr. 41 og 42 hava løgfrøðilig ivamál stungið seg upp, um heimildargrundarlagið fyri løgtingsmálinum nr. 42, ið er uppskotið til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".

Umsiting Løgtingsins og Innanríkismálaráðið eru ikki samd um, hvørt "Lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", avmarkar heimildina til beinleiðis at seta Schengen-konvensjónina í gildi fyri Føroyar til bert at fevna um IV part í konvensjónini, ið snýr seg um felags skrásetingarskipanina. Umsiting Løgtingsins førir fram, at hendan avmarking fyriliggur, meðan Innanríkismálaráðið ikki sær nakra avmarking í heimildini.

Nøkur einmælt niðurstøða sæst ikki at kunna fáast upp á hendan løgfrøðiliga tvídrátt, men ósemja er ikki um, at formliga ábyrgdin liggur hjá innanríkismálaráðnum, um tað veruliga er so, at "Lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" avmarkar heimildina til beinleiðis at seta Schengen-konvensjónina í gildi fyri Føroyar, og broytingarnar í útlendingalógini hóast hetta verða settar í gildi fyri Føroyar í verandi líki.

Limir í uttanlandsnevndini hava tó ført fram, at teir eru í ivi um, hvørjar avleiðingarnar verða, um teir mæla til, og Løgtingið hereftir samtykkir hesi bæði uppskot. Teir hava tí biðið umsiting Løgtingsins um at gera nevndini eitt upprit, ið viðger hendan spurningin.

Er talan bert um ein løgfrøðiligan iva, og verður Løgtingið kunnað um hendan iva, samstundis sum mælt verður til, at ein møguligur trupulleiki verður loystur, áðrenn lógirnar verða kunngjørdar fyri Føroyar, so eru ongar avleiðingar av, at uttanlandsnevndin mælir til, og Løgtingið hereftir samtykkir hesi bæði uppskot.

Er talan hinvegin eisini um ein politiskan iva, eigur uttanlandsnevndin at gera Løgtinginum greitt, hvat Løgtingið veruliga samtykkir, um hesi bæði løgtingsmálini verða samtykt.

Áskoðanin hjá Innanríkismálaráðnum, Løgmálaráðnum og Forsætismálaráðnum er, at "Lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" ikki inniheldur avmarkingar fyri, hvørjar ásetingar í Schengen-konvensjónini kunnu setast beinleiðis í gildi fyri Føroyar. Tað má tí væntast, at tað er soleiðis, lógin fer at verða umsitin mótvegis Føroyum, og Løgtingið má tí vera til reiðar at taka undir við hesum, um Løgtingið velur at taka undir við hesum løgtingsmálinum.

Á sama hátt, sum broytingarnar í útlendingalógini við fyriliggjandi ríkislógartilmæli beinleiðis seta artiklar í Schengen-konvensjónini í gildi fyri Føroyar, skulu framtíðar lógarbroytingar, ið seta møguligar arðar artiklar í Schengen-konvensjónini beinleiðis í gildi fyri Føroyar, sjálvsagt setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, og eigur Løgtingið frammanundan hesum at fáa møguleika til, í hvørjum einstøkum føri, at koma við síni áskoðan til spurningin.

Uttanlandsnevndin og Løgtingið mugu við grundarlagi í hesum taka støðu til, hvør politiska áskoðan teirra er viðvíkjandi ígildissetanini av Schengen-konvensjónini fyri Føroyar.

16. mars 2001

Kristina Samuelsen, løgfr.