Nevndarskjøl uttanlandsnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 41 og 42/2000

Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tilrædelse af Schengen-konventionen"
og
Uppskot til ríkislógartilmæli  um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"


Skjal H og D

 

Viðvíkjandi heimildargrundarlagnum fyri uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"

Formaðurin í uttanlandsnevndini hevur heitt á umsiting Løgtingsins um at gera nevndini eitt upprit, ið viðger spurningin, um heimildargrundarlagið fyri uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".

§§ 5 og 2 í lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen eru soljóðandi:
"§ 5. Loven gælder ikke for Grønland og Færøerne, men kan for så vidt angår § 2 ved kongelig anordning sættes i kraft også for disse landsdele."
"§ 2. Bestemmelserne i konventionens afsnit IV (Schengen-informationssystemet) gælder her i landet.
Stk. 2. Rigspolitichefen er den centrale myndighed efter konventionens artikel 108, stk. 1.
Stk. 3. Registertilsynet er tilsynsmyndighed efter konventionens artikel 114 og 128."

§ 66 í útlendingalógini, jbr. lovbekendtgørelse nr. 600 af 23. juni 2000, er soljóðandi:
"§ 66. Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan ved kongelig anordning helt eller delvis sættes i kraft for disse landsdele med de afvigelser, som de særlige færøske eller grønlandske forhold tilsiger."

§ 66 gevur sostatt innanríkismálaráðnum heimild til at seta broyttu ásetingarnar í útlendingalógini í gildi fyri Føroyar við teimum frávikum, ið tey serføroysku viðurskiftini leggja upp til. Hetta skal gerast við kongligari fyriskipan, ið er at sammeta við kunngerð.

Tá fyrisitingin við lóg fær heimild til at áseta reglur við kunngerð/kongligari fyriskipan, er tað eingin ivi um, at hesar skulu virða tær ásetingar, ið eru í heimildarlógini, umframt aðrar ásetingar í galdandi lóggávu, ið kunnu hava týdning.

Útlendingalógin, ið er heimildarlóg fyri uppskotinum til ríkislógartilmælinum um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven", setir ikki beinleiðis avmarkingar fyri, hvørjir partar av broyttu ásetingunum í útlendingalógini kunnu setast í gildi fyri Føroyar, men vísir á, at atlit eiga at verða tikin til serføroysk viðurskifti.

Spurningurin er so, hvat er at meta sum serføroysk viðurskifti?

Hetta eru viðurskifti, ið í stóran mun mugu byggja á eina meting hjá myndugleikanum, ið fær heimildina til at áseta reglur í kunngerð/við kongligari fyriskipan, men í tann mun, lóggevari heilt ella lutvíst hevur tikið støðu til hendan spurningin, mugu atlit takast fyri hesum.

Í § 5 í "lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" er ásett, at § 2, og harvið "Bestemmelserne i konventionens afsnit IV (Schengen-informationssystemet)", kann setast í gildi fyri Føroyar.

Lógin um "Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" er fyrst og fremst ein lóg, ið tekur støðu til, um Schengen-konvensjónin kann "ratifiserast", tvs. um Fólkatingið vil binda seg til at halda ásetingarnar í hesi avtalu. Lógin ger av, at Schengen-konvensjónin skal vera bindandi fyri Danmark, men ikki fyri Føroyar og Grønland, og inniber, at Fólkatingið átekur sær eina skyldu at broyta galdandi lóggávu í Danmark (men ikki í Føroyum og Grønlandi) í tann mun, tað er neyðugt fyri at halda avtaluna. Harumframt ásetir lógin m.a. eisini, at ásetingarnar í IV parti í konvensjónini beinleiðis skulu verða galdandi lóg í Danmark, og eisini kunnu setast í gildi í Grønlandi og Føroyum.

Við lógini um "Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" hevur Fólkatingið tikið eina almenna støðu til spurningin, um ásetingarnar í Schengen-konvensjónini skulu verða bindandi og galdandi fyri Føroyar, og er niðurstøðan tann, at Schengen-konvensjónin ikki skal verða bindandi fyri Føroyar og bert kann verða sett í gildi fyri Føroyar, hvat viðvíkur IV parti í konvensjónini. Um nakað annað ikki beinleiðis framgongur av aðrari nýggjari lóggávu, má hetta tí skiljast sum ein almenn avmarking fyri, hvørjar ásetingar í Schengen-konvensjónini kunnu setast í gildi fyri Føroyar.

Tá ein fólkatingslóg hereftir gevur heimild til, at hon kann verða sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, uttan at serstakt er viðmerkt um, at hetta skal síggjast sum eitt undantak til ásetingina í § 5 í "lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", so má heimildin til eina og hvørja tíð verða avmarkað soleiðis, at í øllum førum ásetingar, ið beinleiðis seta aðrar ásetingar enn tær í IV parti í Schengen-konvensjónini í gildi í Danmark, ikki kunnu verða settar í gildi fyri Føroyar.

"Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven" § 38, stk. 1, ásetir t.d., at "Ved grænsen til et land, der ikke er tilsluttet Schengen-konventionen, skal ind- og udrejsekontrol på Færøerne finde sted i medfør af Schengen-konventionens artikel 6". IV partur av Schengen-konvensjónini snýr seg um art. 92ff. Heimild er sostatt ikki til at seta t.d. art. 6 í gildi fyri Føroyar. Fleiri aðrar ásetingar eru í "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven", ið beinleiðis seta aðrar ásetingar í Schengen-konvensjónini í gildi fyri Føroyar, enn tær í IV parti.

Um ynski í Føroyum er at taka undir við uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven", verður tí mælt til, at gjørt verður eitt uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" soleiðis, at neyðugu avmarkingarnar verða tiknar burtur.

9. mars 2001 

Kristina Samuelsen, løgfr.