Nevndarskjøl uttanlandsnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 41 og 42/2000

Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tilrædelse af Schengen-konventionen"
og
Uppskot til ríkislógartilmæli  um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"


Skjal F og B

LØGTINGIÐ - Uttanlandsnevndin
______________________________________________________________

21. februar 2001
j. nr. lm. nr. 41 og 42/2000
(at tilskila í svari)

 

Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður
undir Glaðsheyggi 3
Postboks 12
110 Tórshavn

 

Viðvíkjandi løgtingsmálunum nr. 41 og 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen" og Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"

Sambært avtalu verða spurningarnir, ið nevndarlimir í uttanlandsnevndini ynskja at fáa svaraðar á fundinum 27. februar kl. 10.00, hervið sendir tygum til kunningar. Møguliga hava nevndarlimir eisini aðrir spurningar, ið teir ynskja at fáa svaraðar á fundinum.

Spurningarnir eru hesir:

Sambært uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengen-konventionen", er bert talan um og heimild fyri at seta ásetingarnar í IV parti í Schengen-konventiónini í gildi fyri Føroyar. Hóast hetta, eru fleiri tilvísingar til aðrar partar av Schengen-konvemtiónini í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven". Sum dømi kann nevnast, at Útlendingalógin § 38 m.a. vísir til art. 6 í schengen-konventiónini, hóast ríkislógartilmæli um ígildilsetan av schengen-konventiónini fyri Føroyar bert snýr seg um kap. IV, tvs. art. 92 ff. Nevndin kundi hugsað sær eina frágreiðing um, hvussu hetta hongur saman?

Í viðmerkingunum frá landsstýrinum til uppskotið verður ført fram, at "løgreglur úr øðrum londum fáa eisini ávísar heimildir at jagstra brotsmenn inni í hinum limalondunum". Nevndin ynskir í hesum sambandi at fáa at vita, heilt konkret, hvørjar heimildir løgreglur úr øðrum londum fáa í Føroyum. Nevndin ynskir eisini at fáa upplýst, um tað hevur nakran týdning, at ásetingarnar um hesi viðurskifti eru at finna í schengen-konventiónini kap. III, og ikki í kap. IV.

Schengen-sáttmálin setir nøkur mørk fyri, hvat kann skrásetast í SIS-skipanini. Nevndin kundi hugsað sær at vita innan fyri hesi mørk, hvat veruliga verður skrásett, og um t.d. allar upplýsingar, ið danska løgreglan í dag hevur um t.d. føroyingar, og sum liggja innan fyri mørkini í Schengen-konventiónini, verða lagdar inn í SIS-skipanina.

Á alnótini hevur nevndin funnið eina redigeraða versión av "Sirene-manualen". Viðlagt er avrit av hesum tilfari. Á síðu 18, í seinasta reglubroti, undir yvirskriftini "Artikel 99 – Grund nr. 7 – Grund nr. 9" stendur skrivað, at "Såfremt den målrettede kontrol ikke er tilladt i henhold til den nationale lovgivning, indhentes på passende måde alle eller dele af oplysningerne, uden at personens opmærksomhed henledes herpå." Og í seinasta reglubroti á síðu 19 stendur skrivað nakað samsvarandi. Nevndin ynskir at fáa upplýst, um danski løgmálaráðharrin veit um og tekur undir við hesum. Eisini verður spurt, um hetta er í tráð við rættartrygdina hjá borgaranum.

Biðið verður um, at nevndin eisini fær skrivligt svar upp á spurningarnar. 

Vinarliga  

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari 

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo