Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 112/2000

Uppskot til  løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu

 

Skjal B

 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: sun@ahs.fo [mailto:sun@ahs.fo]
Sendt: 3. apríl 2001 15.08
Til: sjuras@logting.fo
Emne: Dagtilhald Nes-Runavík 

Sjúrður her hevur tú uppskotið við teimum broytingum ið við ynskja afturat.

Broytingarnar eru:

  1. Í § 1 er umlætting komin afturat.
  2. Í § 3, stk. 2 er saman við upptøkunevndini komið afturat.
  3. § 3, stk. 3 er nýtt.
  4. Undir almennu viðmerkingunum er avsnittið um fíggjarligar avleiðingar hjá kommununum broytt alt sum tað er.
  5. Undir serligum viðmerkingum er § 1 umlætting komið inn, undir § 3 er upptøkunevndin komin inn og undir § 4 er pedagogisk tilfar komið inn..

Heilsan Súsanna 

Uppskot

til

løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu

Henda lóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu er givin út sbrt. § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 1. Endamálið við royndarskipanini er at skipa eitt dagtilhald fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu, har ansing, viðgerð og ummlætting verður samantvinnað, samstundis sum møguleikarnir fyri stimbran og mennan av stuðulsarbeiðnum verður roynt.
Stk. 2. Hóast stk. 1, kunnu eisini børn úr øðrum kommunum eftir avtalu við Nes og Runavíkar kommunu luttaka í virkseminum í dagtilhaldinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir ein leiðara av dagtilhaldinum, hvørs setningur verður at samskipa virksemi á dagtilhaldinum.

§ 2. Royndartiltakið verður fyriskipað undir Almannastovuni.

§ 3. Treytin fyri luttøku í virkseminum á dagtilhaldinum er, at stuðulsfólk er játtað til viðkomandi yvir almannalóggávuna, og at pláss er á dagtilhaldinum.
Stk. 2. Leiðarin av dagtilhaldinum ger av saman við upptøkunevndini, um pláss er ella ikki.
Stk. 3. Upptøkunevnd verður sett við umboðum frá Almannastovuni og luttakandi kommunum.

§ 4. Útreiðslurnar til royndarskipanina verða býttar soleiðis, at samskiparin verður goldin av landskassanum, meðan tann dagligi raksturin verður goldin av luttakandi kommunum og foreldrunum.
Stk. 2. Foreldragjaldið kann tó ikki fara upp um tað, sum er ásett í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
Stk. 3. Stuðlarnir á dagtilhaldinum verða játtaðir yvir almannalóggávuna.

§ 5. Avgerðir tiknar eftir hesari lóg kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2002.