Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 28/2000

26  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um Húsalánsgrunn o.a.

Skjal B

HÚSALÁNSGRUNNURIN

Almanna- og heilsumálastýrið
Fyrisitingardeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn

10. nov. 2000

Viðv.: J.Nr.: 0.27-9901619/13 Uppskotið til broyting í lógini um Húsalánsgrunnin o.a.

Landstýrismaðurin hevur avgjørt at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum áleggur Húsalánsgrunninum at bera útreiðslurnar til stuðulslán til bjálving av húsum hjá pensionistum og orkusparandi tiltøk. Tískil er eingin peningur settur av til Bjálvingarstuðulslánsgrunnin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001.

Húsalánsgrunnurin eigur pening á bók, og er hetta helst orsøkin til lógaruppskotið. Tað skal tó her viðmerkjast, at Húsalánsgrunnurin hevur avsett peningin til alternativa íbúðarbygging og til útlán til sethúsabygging og keyp.

Tað er ikki í rakstrarætlan grunsins avsettur peningur til Bjálvingarstuðulslánsgrunnin, og verður uppskot landsstýrismannsins samtykt í tinginum, er neyðugt at endurskoðað íløguætlan grunsins.

Sum kunnugt fær Bjálvingarstuðulslánsgrunnurrin uml. 120 umsóknir, svarandi til 9-10 mió, kr. um árið.

Húsalánsgrunnurin hevur tøkan pening kr. 90 mió. Herav er játtað fígging til stóra íløguætlan í Klaksvík.

Ætlanir eru frammi um íbúðarbygging í Tórshavnar kommunu, eldrasambýlisbygging í Svínoyar kommunu, eldrasambýli í Leirvík v.m. umframt at Húsalánsgrunnurin fær nógvar umsóknir um lán til sethúsafígging.

Skal Húsalánsgrunnurin yvirtaka skyldurnar hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum uml. kr. 10 mió. um árið, verður møguliga neyðugt at sleppa ætlanunum um fígging av alternativari íbúðabygging og eldrasambýlum v.m..

Stjørn grunsins heldur tað verða uppá sítt pláss at gera vart við, at eftir grunsins meting, er lógaruppskotið ein løtusparing á fíggjarløgtingslógini, og at Húsalánsgrunnurin eftir 4-5 árum má hava játtan á fíggjarløgtingslógini, tí ongin tøkur peningur er í grunninum.

Við heilsan
Húsalánsgrunnurin
Jóannes Dalsgarð
Páll Poulsen

Viðlagt hesum brævi  er Bræv frá Almanna- og heilsumálastýrinum, fyrisitingardeildini til Húsalánsgrunnin, dagfest 6. november 2000, j.nr. 0.27-9901619/13, sum her verður endugivið í avskrift:

Viðv. uppskoti til broyting í lógini til Húsalánsgrunnin

Landsstýrismaðurin hevur avgjørt at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum áleggur Húsalánsgrunninum at bera útreiðslurnar til stuðulslán til bjálving av húsum hjá pensjónistum og orkusparandi tiltøk. Tískil er eingin peningur settur av til Bjálvingarstuðulslánsgrunnin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001.

Av tí at samlaða endurskoðaða lógaruppskotið um Húsalánsgrunnin neyvan verður lagt fyri tingið fyrr enn seinni í hesi tingsetuni, er ætlanin at leggja hjáhefta uppskot fyri tingið nú til tess at tryggja, at pensjónistar framhaldandi kunnu fáa hesi lán við ársbyrjan 2001.

Húsalánsgrunnurin verður vinarliga biðin um at gera viðmerkingar til uppskotið og lata Almanna- og heilsumálastýrinum hesar í seinasta lagi 13. november 2000.

Almanna- og heilsumálastýrið
sign. Jóhanna Arge
fulltrúi