Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 28/2000

26  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um Húsalánsgrunn o.a.

Skjal A

HÚSALÁNSGRUNNURIN

Almanna- og heilsumálastýrið
Fíggjardeildin
Eirargarður 2
110 Tórshavn

9. Juni 2000

Viðv.: Fíggjarløgtingslógini fyri ár 2001

Vísandi til skriv Almanna- og heilsumálastýrisins dagf. 11. mai 2000 J.nr. 0,31- 2000280/40 verður komið aftur til fíggjartørv fyri grunnannar fyri ár 2000, og ætlanir fyri árini 2001 til 2003:

8.21.6.07. Bjálvingarstuðulslánsgrunnin
8.22.1.01. Rentustudningur til samansparing til sethúsabygging o.a.
8.22.1.05. Íbúðagrunnin

Virðiliga
Húsalánsgrunnurin 

Jóannes Dalsgarð
stjóri

Páll Poulsen
fíggjarleiðari

Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin

8.21.6.07. Bjálvingar- og orkusparingarstuðul, hús hjá pensjonistum

Bjálvingar- og orkustudningur verður givin pensjonistum sum eitt lán, ið er rentu- og avdráttarfrítt. Hesin stuðul verður givin eftir løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997. Upphæddin ein kann fáa er upp til kr. 80.000 til bjálvingartiltøk og upp til kr. 30.000 til orkusparandi tiltøk íroknað fyri mvg.

Tilsøgn verður ikki givin fyrr enn metingamenn grunsins hava verið á staðnum og sett upp eina kostnaðarætlan eftir tørvi.

 

Bjálvingarstuðulslán:
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fær árliga ímeðal 117 umsóknir um bjálvingarstuðulslán.
Hetta svarar til ein stuðulstørv uppá 9.3 mió. kr. árliga.

Orkusparandi tiltøk:
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin hevur yvirtikið umsitingina av fíggjarligum ískoyti til orkusparandi tiltøk frá Almannastovuni. Mett verður at grunnurin árliga fer at fáa uml. 70 umsóknir um slík orkusparingarstuðulslán.
Hetta svarar til ein stuðulstørv uppá uml. 2 mió. kr. árliga.

Húsalánsgrunnurin um- og fyrisitir Bjálvingarstuðulslánsgrunnin, men hevur Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin egnan roknskap.

Hall av um- og fyrisiting av bjálvingarstuðulslánsgrunninum er uml. 300 tús. kr. árliga.

Støðan, sum er:

     

kr.

Innistandandi peningur tann 31/5-2000    

7.468.359

 

tal

kr.

 
Játtaðar umsóknir Bjálving (ikki útgoldið)

52

3.581.350

 
Játtaðar umsóknir Orkusparing (ikki útgoldið)

39

607.863

4.189.213

       
Tøkur peningur    

3.279.146

       
Skrásettar óviðgjørdar lániumsóknir, til bjálving

101

7.204.520

 
Skrásettar óviðgjørdar lániumsóknir, orkusparing

6

150.000

 
Mett tilgongd, nýggjar bjálvingarlánsumsóknir afturat í 2000

60

4.800.000

12.154.520

     

-8.875.374

Fíggjarlógarjáttan 2000    

2.500.000

       
Fíggjartørvur    

-6.375.374

       
Skuld pr. 31/5-2000      
Millumrokningar við Húsalánsgrunnin    

1.685.808

       
Fíggjartørvur    

-8.061.182

       
Mettar umsóknir ár 2001, til bjálvingarstuðulslán

117

9.360.000

 

Fíggjarløgtingslógin, sundurgreinaður stuðul til Bjálvingarstuðulslánsgrunnin

tús. kr.

2000

2001

2002

2003

 

játtað

tørvur

ætlan

ætlan

01. Bjálvingarstuðul        
Útreiðslur        
52. Stuðul til einstaklingar

500.000

17.421.182

9.360.000

9.360.000

         
02. Orkusparingarstuðul        
Útreiðslur        
52. Stuðul til einstaklingar

2.000.000

2.000.000

2.000.000

2.000.000

Íbúðarmál

Rentustudningur til samansparing til sethúsabygging o.a.

8.22.1. Ymiskar útreiðslur

8.22.1.01 Rentustudningur til húsabygging (Lógarbundin játtan)

Sambært løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um rentustudning til samansparing til húsabygging, verða latin 3% um árið í rentustudningi til samansparing ið er ætlað til sethúsa- íbúðabygging ella keyp, ella til at keypa grundstyggi til sethús- ella íbúðabygging.
Innskot kann í mesta lagi vera kr. 30.000 í einum kalendaraári. Rentustudningur verður veittur í longsta lagi í 8 ár.

Húsalánsgrunnurin hevur allar konti og stovningarár inn á grunsins EDV-kerv. Sostatt hevur grunnurin fult innlit og eftirlit við hesum konti.
Í fyrra hálvárinum av 2000 eru fleiri nýggjar konti stovnaðar og innsetingarnar tilsvarnadi øktar. Sostatt má roknast við at rentustuðulin fyri 2001 og árini frameftir økist.

Hagtøl frá sethúsasamansparingini tann 7. juni 2000

Tað eru 802 konti í skipanini, innistandandi í peningastovnum við tils. 34.619.600 kr.
av hesum fáa:  
485 konti rentustuðul 18.019.970 kr.
317 konti fáa ikki rentustuðul 16.599.630 kr.
Roknaður rentustuðul fyri ár 2000 við óbroyttari støðu 540.600 kr.

Um- og fyrisitingarútreiðslur av skipanini eru ikki tiknar við, tá henda ikki hevur sjálvstøðugan roknskap.

 Fíggjarløgtingslógin, sundurgreinaður stuðul til rentustudning til samansparing til sethúsabygging

tús. kr.

2000

2001

2002

2003

 

játtað

ætlan

ætlan

ætlan

-01. Rentustudningur        
Útreiðslur        
52. Stuðul til einstaklingar

300.000

550.000

550.000

550.000

Íbúðarmál

8.22.1.05 Íbúðagrunnurin

Sambært løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Íbúðagrunnin, kann grunnurin veita í láni 20% av útveganarvirðinum. Stovnsfæ Íbúðagrunsins er tann peningur, sum játtaður verður á fíggjarløgtingslógini.

Viðvíkjandi tí ætlaðu íbúðabyggingini, sum Íbúðagrunnurin skal verða við til at fíggja, er neyðugt at grunnurin fær árliga stovnsfæ á fíggjarløgtingslógini.

Húsalánsgrunnurin um- og fyrisitir Íbúðagrunnin, men hevur Íbúðagrunnurin egnan roknskap.

Ætlað íbúðabygging:

2000

 

2001

 

2002

 

2003

               
Inniogn

10.200.000

 

6.100.000

 

3.900.000

 

2.000.000

               
Verkætlan í Vági, mett lán

-800.000

 

0

 

0

 

0

Verkætlan í Klaksvík, mett lán

0

 

-2.200.000

 

-2.200.000

 

-2.200.000

Verkætlan í Klaksvík, eginpen.

-1.800.000

 

0

 

0

 

0

Verkætlan í Tórshavn, eginpen.

-1.500.000

 

-300.000

 

0

 

0

Verkætlan í Tórshavn, mett lán

0

 

-3.200.000

 

-3.200.000

 

-3.200.000

Avsett til nýggjar verkætl. eginpen.

0

 

-1.500.000

 

-1.500.000

 

-1.500.000

Avsett til nýggjar verkætl. mett lán

0

 

-2.000.000

 

-2.000.000

 

-2.000.000

               
Fíggjartørvur

6.100.000

 

-3.100.000

 

-5.000.000

 

-6.900.000

Ætlað fíggjarlógarjáttan

0

 

7.000.000

 

7.000.000

 

7.000.000

               
At flyta til næsta ár

6.100.000

 

3.900.000

 

2.000.000

 

100.000

Um- og fyrisitingarútreiðslurnar av Íbúðagrunninum eru uml. 300 tús. kr. árliga.

Fíggjarløgtingslógin, sundurgreinað stovnsfæ til Íbúðagrunnin

tús. Kr.

2000

2001

2002

2003

 

Játtað

ætlan

ætlan

ætlan

01. Stuðul til Íbúðagrunnin        
Útreiðslur        
55. Stovnsfæ til annað virksemi

0

7.000.000

7.000.000

7.000.000