Nevndarskjøl rættarnevndin 2000

 

103 Uppskot til  løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

 

Skjal I

wpe1.jpg (2020 bytes)     Løgmansskrivstovan Løgdeildin

 

Løgtingið
Rættarnevndin
Erling Jalsgøta 6
100 Tórshavn

Tórshavn, tann 06-04-01
J.Nr.: 509-0002/2000
Viðgjørt: IE

 

 

 

BORIÐ BRÆV

 

 

Viðv.: Løgtingsmál nr. 103/2000 Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Í sambandi við fundin í rættarnevndini tann 2. apríl 2001, er landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá í høvuðsheitum, hvørjar kunngerðir ætlanin er at gera í sambandi við heimildarásetingina í § 32 um fráboðanarskyldu.

Sum áður nevnt varð hildið, at tá nýggj lóggáva skal gerast á einum øki, sum er so tekniskt og trupult, og har broytingar tíðugt fara fram, er rættast at byrja frá grundini og lata lógina roynast eina tíð og so seinni seta nágreiniligari reglur í verk, so hvørt sum tørvur er á tí.

Útgangsstøði í uppskotinum er, at allar viðgerðir, sum lógin fevnir um skulu fráboðast dátueftirlitinum og at loyvi krevst til alla viðgerð av viðkvomum upplýsingum og flutning av upplýsingum til útlond.

Sjálvsagt skal endaliga úrslitið av lógini ikki vera, at øll viðgerð skal fráboðast dátueftirlitinum, og kunngerðir skulu tí útgreina hetta nærri.

Orsøkin til at hetta skal gerast í kunngerð og ikki í sjálvum lógartekstinum er, at mett verður at tílík teknisk øki, har tørvur ofta er á broytingum, eru betur egnað til at regulera við kunngerðum enn við lóg. Hetta er vanlig mannagongd eisini í lógunum, vit hava nýtt sum fyridømi.

Í arbeiðinum at tillaga lógina til okkara viðurskifti, fer dátueftirlitið at hava ein týðandi leiklut, av tí at dátueftirlitið við síni vitan og royndum verður nærmasti myndugleiki at ráðgeva um tørvin á reglum og um frávik frá reglunum.

Bæði í Danmark og í Noregi eru kunngerðir gjørdar um at avmarka fráboðanarskylduna, okkara reglur koma at líkjast hesum. Reglan um at avmarka fráboðanarskylduna verður ein tann fyrsta, sum skal nýtast, til dømis kann nevnast, at ætlanin er at avmarka fráboðanarskylduna, tá tað almenna viðgerð upplýsingar, sum ikki eru viðkvæmar.

Í Danmark eru tvær kunngerðir gjørdar, sum gera frávik frá fráboðanarskylduni fyri ymiskar viðgerðir.

Nevnast kann t.d. viðgerð fyri tað almenna av upplýsingum, sum ikki eru trúnaðarupplýsingar og ávís viðgerð av upplýsingum í sambandi við fyrisiting av viðskiftafólki. Kunngerðirnar eru hjálagdar.

Í Noregi er gjørd ein høvuðskunngerð "personopplysningsforskriften" sum er hjáløgd. Á síðu 37 og 38 eru nevndar nakrar viðgerðir, sum ikki skulu fráboðast.

Sjálvt um ein viðgerð ikki skal faboðast, skal hon sjálvandi lúka tær materiellu treytirnar, sum eru í lógini annars.

Landsstýrismaðurin vil fegin koma á fundin í rættarnevndini tann 19. apríl 2001, har løgtingsmál 103/2000 er á skránni, at greiða frá sínum sjónarmiðum viðvíkjandi flutningi av upplýsingum til útlond, gildiskomudegnum og ríkislógartilmælinum.

  

Vegna Høgna Hoydal, landsstýrismann

Ingunn Eiriksdóttir
fulltrúi

Skjøl:

Forskrift til personopplysningsloven
Undtagelser fra pligten til anmeldelse i den offentlige forvaltning (Bek. nr. 529 af 15. juni 2000)