Nevndarskjøl rættarnevndin 2000

 

103 Uppskot til  løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

 

Skjal F

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Sjúrður Rasmussen
Sendt: 15. mars 2001 16.06
Til: 'Høgni Hoydal'
Cc: 'Runi Joensen'; 'Demmus Hentze'
Emne: Løgtingsmál 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Á rættarnevndarfundi 15. mars 2001 viðgjørdi rættarnevndin løgtingsmál 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Nevndin samtykti at spyrja landsstýrismannin um at fáa avrit av álitinum, sum lá til grund fyri uppskotinum. Nevndin gjørdi eisini av at spyrja landsstýrismannin, um hann kundi skipa fyri, at fólk, sum høvdu gjørt uppskotið, hósdagin 29. mars 2000 millum kl. 9.30 - 12.00 greiddu nevndini frá, hvat uppskotið snýr seg um, heruppií eina samanbering við ta lóggávu, sum er í gildi í dag.

Sjúrður Rasmussen
Rættarnevndarskrivari