Nevndarskjøl rættarnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 45/2000

Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.

 

Skjal D

Matrikulstovan

Rúni Joensen,

Vit tosaðu saman í telefonini um teir spurningar, sum kunna stinga seg upp,um so verður, at tinglýsingin kemur á føroyskar hendur. Vit tosaðu eisini um, at Matrikulstovan skuldi finna ein datakønan at hjálpa sær við hesum spurningum. Eisini varð tosað um kostnað, og hvat tíð tað fór at taka.

Tann datakøni er Eyðjólfur Gislason. Vit eru á fundi við hann komin til hesa niðurstøðu.

Talan kann vera um fleiri møguleikar aftaná, at edv-datagrunnurin, sum liggur í Danmark, er fluttur til Føroya:

  1. Tinglýsingin arbeiðir óbroytt við teimum forritum, sum eru gjørd av dønum til donsku skipanina
  2. Tinglýsingin fær álagt av Landsstýrinum at síggja til, at data (eigarar, veðseting, servituttir) eisini eru í einum formati, sum til ber hjá øðrum at lesa elektroniskt (Access, Oracle)
  3. Danska skipanin verður slept, og dataini verða konverterað yvir í kenda, trygga databasu (eitt nú oracle).

Ad 1: Nógv bendir á, at tann danska skipanin hongur saman í eini størri heild við stórari datakraft og stórum maskinum. Um so er, ber ikki til at taka data heim uttan eisini at fáa hesi tungu forritini við, og møguliga eisini maskinkraftina (Mainframe).

Ad 2: Her er sama viðmerking, sum til 1, men nú hevði verið lættari at samskift við Tinglýsingina.

Ad. 3: Her kundi hugsast, at tinglýsingardataini verða flutt úr tí donsku skipanini og løgd í eina viðurkenda og trygga databasu. Somuleiðis verða matrikuldataini løgd í somu databasu. Fasadan mótvegis brúkaranum verður, sum higartil í matriklinum, access og hesi forrit eru longu gjørd og roynd.

Tann tunga danska loysnin er helst orsakað av, at har eru fleiri tinglýsingar og so, at teir hava valt at sleppa tí analogu tingbókini. Tað ger skipanina væl meira fløkta (kompliseraða), m.a. tí allar broytingar skulu dokumenterast elektroniskt.

Matrikulstovan hevur valt at varðveita pappírsmatrikulin soleiðis, at tá ein eigindómur verður broyttur, verður tað nýggja blaðið útskrivað og sett í matrikulbókina, meðan tað gamla blaðið verður standandi og stemplað sum savnlagt við dato og signaturi hjá tí, ið broytt hevur.

Við hjálp frá datakønum eigur tað ikki at vera nakar trupulleiki at fáa tingbók og matrikul út á internetið.

Samanumtikið kann sigast, at vit vita alt ov lítið um, hvussu tingbókin á edv er skipað. Tí er neyðugt við størri innliti, men leysliga mett halda vit, at loysningur 3 vildi tikið undir 8 mðr. og kostad undir ½ mill.

Vinarliga

Bjarni Hansen