Nevndarskjøl rættarnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 45/2000

Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.

 

Skjal A

 

Stutt notat um tinglýsingargjøld v.m. til nýtslu í løgtingsmáli nr. 45/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.

 

Lógásettu gjøldini, sum hava tilknýti til tinglýsing, eru ½ % gjald og serlig ómaksgøld fyri avgreiðsluna.

Í Fr. af 08.02.1810 hvorved i Danmark og Norge med underliggende lande indtil videre påbydes en afgift af ejendommes værdi, hver gang disse overdrages til nye ejere v.m., som ændret ved A. nr. 468 af 08.11. 1921, er í § 1 ásett, at af "alle faste ejendomme såvel kiøbsted-, som landeiendommes værdie skal svares en afgift af ½ procent, hver gang de ved Kiøb og Salg, ved Gavebrev, eller paa hvilken som helst anden lovlig Maade overdrages til nye Eier" Gjaldið er sbr. § 2 ásett til ½ % av virðinum. Í § 7 er ásett, at avgjaldið skal greiðast, áðrenn tinglesast kann. Gjaldið er farið í ríkiskassan.

Í løgtingslóg nr. 76 frá 17.05.1994 um tinglýsingargjøld v.m. er í § 1 ásett, at fyri hvørja ítøkiliga tinglýsing verður at rinda eitt gjald, sum er 100 kr., og í § 6, at kr. 50 verða at rinda fyri hvørja váttaða útskrift. Gjaldið fer sbr. lógini § 7 nú í ríkiskassan.

Spurningurin, ein kann seta sær, er, hvørt hesi gjøld eru ein skattur, ella tey eru eitt ómaksgjald fyri ein ómak, sum ein statsstovnur ger sær. Í heimastýrislógini, lista A, er málsøki, sum eitur

"6. Beinleiðis og óbeinleiðis skattur. Harundir hoyra eisini stempulgjøld, gjald av totalisatorspæli, gjald av serligum føroyskum happadrátti, meðan gjald fyri avgreiðslu, so sum skiftigjøld, rættarsportlar, tinglesingargjøld fara til tann, ið ber útreiðslurnar av avvarðandi stovni."

Hetta málsøkið varð yvirtikið við løgtingssamtykt 13. mai 1948.

Lesa vit hesa grein í heimastýrislógini, so verður í roynd og veru sagt, at skulu skattir og avgjøld krevjast inn í Føroyum, so skal innkomni peningurin krevjast inn sbr. løgtingslóg. Tað er neyvan nakað formliga til hindurs fyri, at innkravdi peningurin sbr. løgtingslóg fer í ríkiskassan. Men grundtankin aftan fyri pkt. 6 í lista A er helst, at skal peningur krevjast inn til ríkiskassan, so skal gerast ein meting av, hvørjar útreiðslur viðkomandi stovnur hevur havt av avvarðandi málsøki og ómaksgjald krevjast upp fyri hetta, sbr. ríkislóg ella løgtingslóg, soleiðis at ríkiskassin kann fáa tann pening innaftur, sum hann hevur havt í útreiðslu fyri at røkja viðkomandi tænastu.

Byrjunarstøðið fyri einum kjaki um, hvussu nógvan pening, landskassin skal krevja inn fyri tinglýsingargjøld v.m., má tí verða, at ein neyv uppgerð fæst fyri, hvussu nógvan pening, ríkiskassin árliga brúkar upp á tinglýsingarskipanina. Hereftir má ein politisk meting gerast av, hvussu henda útreiðsla skal líknast á tey, sum brúka skipanina, og sum samsvarar við kostnaðin av teirri ítøkiligu tænastuni, sum nú einaferð er veitt teimum.

Annar møguleiki er, at líka verður lagt í slíka uppgerð. Kravd verða bara inn sum vanligur skattur ymisk gjøld í samband við tinglýsing, sum fara í landskassan. Løgtingið setir so tinglýsingarskipanina á fíggjarlógina við eini útreiðslu, sum er neyðug fyri at halda skipanini uppi. Í hesum føri fær landskassin ein skattamøguleika afturat til at halda samlaða landshúsarhaldinum uppi.

Sbr. ríkisumboðnum eru innkomnar í ríkiskassan 1999 fyri ½ % gjald og fyri tinglýsingargjald sbr. 1994 lógini kr. 3.576.685.

Ilt er at fáa nakað ítøkiligt at vita um útreiðslurnar av tinglýsingarskipanini, men sorinskrivarin upplýsir í skrivi 13. desember 2000, at lønarútreiðslurnar eru kr. 1.180.000 fyri tinglýsingarstarvsfólkini. Ein fulltrúi er partvís til hjálpar, sum hann ikki dugir at meta um, hvussu nógv av orkuni, hann nýtir til hetta arbeiðið. Vit kunnu gita, at hann brúkar fyri 200.000 kr. av orku sínari til tinglýsingina. Súsanna Danielsen, frv. leiðari av lønardeildini í landsstýrinum, upplýsir, at høgt sett verður vanliga roknað við, at ein landsstovnur brúkar umleið 30 % av lønarhaldsútreiðslunum til skrivstovuhald. Hetta merkir at tinglýsingarskipanin tilsamans kostar góðar 1,8 milliónir krónur .

Ríkiskassin fær tí umleið 1,7 milliónir kr. árliga ov nógv í kassan, sum í roynd og veru er skattur, og sum tí av røttum hoyra heima í landskassanum.

Heldur ikki er verandi skipan kostnaðargrundað. Arbeiðið hjá tinglýsingini at fáa skeyti og veðbrøv í eini neystagrund við virðið upp á 100.000 kr. er nærum hitt sama, sum fyri ein ovurstóran virkisbygning upp á kannska 100 milliónir kr. Men gjaldið er ikki eitt kostnaðargjald, men eitt virðisgjald og tí í roynd og veru ein skattur.

Ítøkiliga uppskotið til broyting í tinglýsingargjaldslógini tekur ikki støði í teimum viðurskiftum, sum nevnd eru omanfyri. Har verða ikki gjørdar justeringar í hinum gjøldunum, sum uppkravd verða, og sum longu eru ov høgt sett. Eisini er uppskotna skipanin beinleiðis kostnaðarøvug. Kemur ein borgari á tinglýsingarskrivstovuna og harvið gevur starvsfólkunum eitt størri arbeiði, enn um hann sat við hús og hugdi á internetinum, so sleppur hann ókeypis.

Harumframt verða beinleiðis skeivar upplýsingar1) givnar í viðmerkingunum til uppskotið. Viðmerkingarnar byggja uppá at skipanin ikki er ein internetskipan, sum hon skal verða sbr. tinglýsingarlógini § 50 c, stk. 1, men ein intranetskipan, sum krevur serligt íbindingarloyvi, og sum kostar ein ikki lógaheimilaðan kostnaða. Harumframt verður ikki tikið hædd fyri tí veruleika, at til ber at krevja gjøld inn við kontantgjaldi sbr. serligari internetskipan.

Rættarnevndarlimirnir mugu tí meta um, hvørt uppskot landsstýrisins yvirhøvur kann verða grundarlag fyri einum kjaki um broytingar í tinglýsingargjaldsskipanini, og um ikki tað var rættari, at landsstýrið tók spurningin til umhugsingar av nýggjum og legði nýtt uppskot fyri løgtingið.

 

 

Á skrivstovu løgtingsins

4. januar 2001

Sjúrður Rasmussen, løgfr.

 

 

1) Rættari var helst at brúkt orðið "misvísandi"