Nevndarskjøl rættarnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 16/2000

Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum)


Skjal A

Fra: Sjúrður Rasmussen
Sendt: 29. november 2000 16.25
Til: 'Vibeke Larsen'
Emne: Løgtingsmál nr. 16/2000: Uppsk. t. ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum)

 

Í løgtingsmáli nr. 16/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (fyrningarreglur og styrktar reglur í móti kynsligum ágangi í móti børnum og ungum) hevur Katrin Dahl Jacobsen, løgtingsmaður, sett fram eitt ríkislógartilmælisuppskot um at seta í gildi fyri Føroyar lov nr. 441 af 31. maj 2000 om ændring af straffeloven og retsplejeloven (Forældelse, styrket indsats mod seksuelt misbrug af børn og unge samt IT- efterforskning).

Uppskotið er at finna á www.logting.fo - tingmál - vanlig tingmál - 16.

1. viðgerð var 28. november 2000, og vísti viðgerðin, at breið undirtøka er fyri uppskotinum í Løgtinginum.

Rættarnevndin fer hósdagin 14. desember 2000 at viðgera málið. Fyri hendan fundin fer nevndin at biðja ríkisumboðið um at útvega frá løgmálaráðnum eina skrivliga tekniska viðmerking til uppsetingina av uppskotinum til kgl. fyriskipan.

 

V.h.

Sjúrður Rasmussen
Rættarnevndarskrivari