Nevndarskjøl rættarnevndin 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 5/2000

Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

 

Skjal A

Løgmansskrivstovan Løgdeildin

Tórshavn, tann 26. september 2000
J.Nr.: 554-0001/2000 / 11
Viðgjørt: HIH

 

 

Rættarnevndin
Erling Jalsgøta 6
Boks 208
110 Tórshavn

 

 

 

Viðvíkjandi: Løgtingsmáli nr 5/2000 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

Vísandi til fund við Rættarnevndina í dag 26. september heitir løgmaður við hesum á rættarnevndina um at broyta orðingina í punkt 13 í oman fyri nevnda lógaruppskoti soleiðis:

§ 29, stk. 2, verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Val sambært hesi lóg fer tó fyrstu ferð fram týsdagin 21. november 2000."

 

Viðmerkingar:

Sambært broytingaruppskotinum átti valið at verið týsdagin 14. november 2000, men freistin fyri at lýsa valið er 6 vikur, og hevði freistin sostatt verið týsdagin 3. oktober 2000. Hetta er ov stutt skotbrá at fáa broytingaruppskotið samtykt, tí verður mælt til, at valdagurin sum eitt undantak verður eina viku seinni.

 

  

Anfinn Kallsberg
løgmaður