Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

18.07.2000
j. nr. 7.13-200000036ks/td

 

  1. Edmund Joensen, løgtingsmaður, 450 Oyri
  2. Kristian Magnussen, løgtingsmaður, Dungagøta 13, 100 Tórshavn
  3. Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, 350 Vestmanna

Viðvíkjandi málinum um tunfiskaloyvir

Við skrivið, dagfest 2. juni 2000, heitti landsstýrismálanevndin á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at svara ávísum spurningum, umframt um at geva nevndini fult innlit í øll skjøl í málinum, herundir í og viðvíkjandi teimum einstøku umsóknunum/loyunum. Tann 5. juli 2000 hevur landsstýrismálanevndin fingið svar frá landsstýrismanninum.

Støða skal nú takast til, um landsstýrismálanevndin vil taka málið upp til viðgerðar og sostatt biðja landsstýrismannin um ummæli í málinum.

Ein gjøgnumgongd av skjølunum í málinum leggur upp til, at hendan støðan verður tikin við grundarlagi í eini umrøðu av trimum spurningum.

Fyrsti spurningurin er, um líkskaparsetningurin er fylgdur, tá avgerð varð tikin um, hvør skuldi hava tilsøgn um royndarloyvi eftir tuni?

Viðmerking: Tað er einki, sum týðir uppá, at líkskaparsetningurin ikki er fylgdur, men hinvegin so eru tað umsøkjarar, ið ikki hava fingið tilsøgn um royndarloyvi, og ítøkiligar grundgevingar fyriliggja ikki fyri hesum. Almenna grundgevingin, sum er, at tey, sum hava søkt fyrst, hava fingið loyvi fyrsta árið og framhaldandi seinnu árini í tann mun, tey hava brúkt loyvini, heldur ikki í øllum førum.

Næsti spurningurin er, um heimild er fyri at "umseta" tilsøgnir um royndarloyvi eftir tuni, ella um landsstýrismaðurin átti at havt lagt upp til eina politiska støðutakan til hendan spurningin, t.v.s. lógarbroytingar?

Viðmerking: Tilsøgnir um royndarloyvi eftir tuni eru latnar við heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hendan lógin hevur serligar ásetingar um umseting av fiskidøgum, men ongar ásetingar um "umseting" av tilsøgnum um royndarloyvi. Í fleiri av umsóknunum um royndarloyvi til útlendsk skip leggja føroysku umsøkjararnir upp til, at tilsøgnin skal nýtast til at fíggja íløgukostnaðin til at útvega føroysk skip. Av upplýsingunum í málinum kann tó ikki verða staðfest, um tilsøgninar um royndarloyvi veruliga hava verið "seldar". Tað er heldur ikki upplýst, hví landsstýrið hevur valt at nýta føroyskar millummenn.

Triði spurningurin er, um starvsfólk hjá tí almenna hava misnýtt sína vitan til egnan vinning?

Viðmerking: Tað er ivasamt, hvar markið gongur millum at nýta og misnýta ta vitan, sum ein ognar sær í sambandi við eitt ávíst starv. Talan er ikki um upplýsingar, ið eru í trúnaði, og ongar almennar reglur eru á økinum. Sambært upplýsingum í málinum hevur spurningurin verið umrøddur í sambandi við umsóknina.

Samanumtikið so benda upplýsingarnar í málinum ikki á, at nakað skeivt er gjørt, men hinvegin kundu møguliga verðið settir nakrir spurningar afturat. Í so føri eiga hesir spurningar helst at verða settir í sambandi við áheitan um ummæli í málinum grundað á, at landsstýrismálanevndin hevur gjørt av at taka málið upp til viðgerðar.

Viðvíkjandi 1. spurninginum kundi landsstýrismaðurin verðið biðin um tær ítøkiligu grundgevingarnar fyri at nokta nøkrum av umsøkjarunum tilsøgn um royndarloyvi eftir tuni.

Viðvíkjandi 2. spurninginum kundi landsstýrismaðurin verðið biðin um at upplýsa, um útlendsk skip veruliga hava rindað samsýning fyri at fáa royndarloyvi til viðkomandi, sum hevur havt tilsøgn um royndarloyvi og í so føri, um landsstýrismaðurin tekur undir við hesum. Eisini kundi verðið spurt um, hví landsstýrið hevur valt at nýta føroyskar millummenn.

Viðvíkjandi 3. spurninginum kundi verðið spurt, hvat grundgevingin hjá landsstýrismanninum var fyri ikki at lata starvið hjá umsøkjaranum fáa avgerandi týdning, tá støða skuldi takast til, um viðkomandi skuldi fáa tilsøgn um royndarloyvi.

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari