Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 2000

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

21. september 2000
j. nr. 7.13-200000037ks/td

Fiskimálastýrið
Att.: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Yviri við Strond 17-19
Postsmoga 87
FO-110 Tórshavn

Viðvíkjandi málinum um tunfiskaloyvir, tygara j. nr. 20000342-9/140

Á fundi í landsstýrismálanevndini tann 13. september 2000 varð gjørt av at taka omanfyrinevnda mál upp til viðgerðar. Vísandi til § 6, stk. 1, í starvsskipan nevndarinnar, verða tygum tí biðin um ummæli í málinum, serliga við atliti til spurningin um, hví Fiskimálastýrið metir seg at hava virkað innan karmar lógarinnar. Hjálagt er avrit av starvsskipanini.

Í sambandi við viðgerðina av málinum ynskir landsstýrismálanevndin eisini at fáa svarað hesum spurningum:

Til kunningar verður lagt við upprit frá skrivaranum hjá landsstýrismálanevndini, dagfest 8. september 2000, ið viðger spurningin, um tað er í samsvari við galdandi lóggávu at selja/umseta tilsøgnir um royndarloyvir.

Svarfreistin er sett til 9. oktober 2000. 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari