Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 2000

Fiskimálastýrið

Aðalskrivstovan

Tórshavn, tann 01. november 2000
J.nr.: 20000342-13 / 140
Viðgjørt: AK-HW/KM
Tygara skriv: 7.13.20000003 ks/td

Løgtingið
Landsstýrismálanevndin
Postboks 208
110 Tórshavn. 

 

Víst verður til skriv tykkara frá 21. september 2000 (tykkara j. nr. 7.13-200000037ks/td), í sambandi við, at landsstýrismálanevndin hevur gjørt av at taka spurningin um tunfiskaloyvir til viðgerðar.

Landsstýrismaðurin verður biðin um ummæli í málinum við serligum atliti at spurninginum, hví Fiskimálastýrið metir seg at hava virkað innan karmar lógarinnar.

Undan hesum skrivi tykkara er spurningurin um tunfiskiskap í føroyskum sjógvi, herundir loyvini, viðgjørdur á løgtingi grundað á munnligar og skrivligar fyrispurningar frá løgtingsmonnum og í brævaskifti millum landsstýrismálanevndina og Fiskimálastýrið. Fiskimálastýrið hevur í viðgerðini greitt frá teimum viðurskiftum, sum hava gjørt seg galdandi og hevur lýst málið.

Tá biðið verður um ummæli við denti á, um Fiskimálastýrið metir seg hava virkað innan karmar lógarinnar, skal verða víst á :

§ 20. Fiskirannsóknarstovan hevur loyvi at fremja vísindaligar fiskirannsóknir, við egnum ella leigaðum fiskiførum, uttan mun til reglurnar í hesi lóg.

Stk. 2. Royndarfiskiskapur krevur serstakt loyvi frá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir fyri royndarfiskiskapi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann uttan mun til galdandi avmarkingar í vinnuliga fiskiskapinum annars, loyva fiskiskapi sum liður í einari undirvísingar- og/ella menningarætlan.

§ 23. Hóast forboðnum í § 10, stk. 5 móti at fiskifør, sum eru undir fremmandum flaggi, og ríkisborgarar, sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, reka vinnuligan fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin loyva tílíkan fiskiskap sambært sínámillum fiskivinnuavtalum við onnur lond.

Stk. 2. Hóast kravið um, at bert fiskifør úr londum, sum Føroyar hava sínámillum fiskivinnuavtalu við, kunnu fáa loyvi at reka fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá hesi reglu, um tað tænir royndarendamálum ella er liður í royndum at menna nýggja veiði ella fiskavirking.

Fiskiskapurin hevur verið skipaður sum royndarfiskiskapur við tí endamáli at leggja lunnar undir føroyskan fiskiskap eftir tunfiski.

Landsstýrismálanevndin setir umframt áheitanini um ummæli fram 4 beinleiðis spurningar. Svarini hjá Fiskimálastýrinum til hesar spurningar eru :

1. spurningur:
Leiðin, sum tunfiskur hevur verið fingin í føroyskum sjógvi, er avmarkað. Samstundis er greitt, at tunfiskaskipini seta reiðskapin um eina sera víða leið. Fiskimálastýrið hevði tí fyri eyga tey fyrstu árini ikki at lata ov nógv loyvi. Avgjørt var at fara varliga til verka. Heldur kundi tal av loyvum økjast, so hvørt sum størri vitan fekst um fiskiskap og útbreiðslu. Við støði í hesi fatan vórðu ikki allar umsóknir gingnar á møti.

Tá farið var at viðgera umsóknirnar frá føroyskum skipum, mátti støða takast til, hvørjar umsóknir skuldu játtast, tí mett varð ikki, at tað var grundarlag fyri at lata øllum umsøkjararunum loyvi. Her verður víst til, at tað var mett, ikki at verða pláss á fiskileiðunum fyri meiri enn einum avmarkaðum tali av skipum.

Áðrenn tilsøgnir um royndarloyvi til tunfiskiskap vórðu latnar, varð skipað fyri samtalum. Grundað á hesar samtalur og metingar annars, varð støða tikin til, hvørjar umsóknir vórðu gingnar á møti. Teir umsøkjarar, sum vórðu mettir best fyri at kunna seta ætlanirnar í verk, fingu tilsøgn um royndarloyvi.

2. spurningur:
Fiskimálastýrið hevur í málsviðgerðini ongan faktuellan kunnleika fingið til møgulig peningalig viðurskifti millum føroysku feløgini og teir japansku samstarvspartarnar. Aftaná at málið varð reist í tinginum, sum fyrispurningur til landsstýrismannin og í tí almenna kjakinum í kjalarvørrinum av orðaskiftinum á tingi, sýnist tað sum um, at tey útlendsku feløgini hava rindað føroysku samstarvsfeløgunum samsýning. Tá spurt verður um hugsan landsstýrismansins um hetta, verður hetta skilt sum ein politiskur spurningur, og politiskt hevur landsstýrismaðurin avgjørt, at um tað verður loyvt japanskum skipum at royndarfiska eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, verður skipanin broytt.

3. spurningur:
Fiskimálastýrið hevur upprunaliga latið tilsøgnir um royndarloyvi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi til feløg, sum hava søkt um at kunna fara í samstarv við útlendsk/japansk feløg/skip. Ein av grundgevingunum fyri at lata loyvini á henda hátt var, at hetta borgaði fyri, at vitanin um tunfiskiskapin og marknaðarviðurskiftini lá eftir hjá vinnuni. Við støði í hesum skuldi grundarlagið fyri sjálvstøðugari føroyskari tunfiskaveiði verið betur.

4. spurningur:
Spurt verður um, hvør grundgevingin hjá landsstýrismanninum var fyri ikki at lata eitt starv innan landsumsitingina hjá einum av umsøkjarunum fáa avgerandi týdning, tá støða skuldi takast til, um viðkomandi skuldi fáa tilsøgn um royndarloyvi. Spurningurin tykist vera ógreitt orðaður, tí royndarloyvi vórðu bert latin føroyskt skrásettum feløgum, og ongin einstaklingur hevur fingið royndarloyvi.

Vinarlig heilsan 

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður 

/ Kaj P. Mortensen
aðalstjóri

 


Yviri við Strond 17 - 19 • Postsmoga 347 • 110 Tórshavn
Telefon 35 30 30 • Telefax 35 30 35
E-mail: fisk@fisk.fl.fo