Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 2000

Fiskimálastýrið

Aðalskrivstovan

Tórshavn, tann 22. november 2000
J.nr.: 20000342-15 / 140
Viðgjørt: KPM/KM
Tygara skriv: 7.13.20000003 ks/td

Løgtingið
Landsstýrismálanevndin
Postboks 208
110 Tórshavn. 

 

Víst verður til skriv tykkara, dagfest hin 15. november 2000, viðvíkjandi málinum um tunfiskaloyvir.

Landsstýrismálanevndin hevur enn einaferð í omanfyrinevnda máli spurt undirritaða, um útlendsk skip, fyri at fáa royndarloyvi veruliga hava rindað samsýning til viðkomandi, sum hevur havt tilsøgn um royndarloyvi, og í so føri, um landsstýrismaðurin tekur undir við hesum.

Við hesum skal verða víst á, at undirritaði hevur ikki sama persónliga kunnleika um tey viðurskifti, sum undanfarna landsstýrið hevði. Landsstýrismaðurin hevur tí bert tann møguleika at svara soleiðis, sum málsviðgerðin í stýrinum er farin fram og fer tí enn einaferð at vísa til svarið uppá sama spurning undir pkt. 2 í skrivi, dagsett hin 1. nov. 2000, har stýrið boðar frá, at stýrið undir málsviðgerðini ongan faktuellan kunnleika hevði um møgulig peningalig viðurskifti. Lagt kann verða aftrat, at sami fyrispurningur er svaraður í løgtingsmái nr. 100 – 23/1999 viðvíkjandi tunfiskaloyvum, sí svarskriv dagsett 1. mars 2000, okkara j.nr. 20000342-3/140 undir pkt 7.

Spurningurin um hugsan landsstýrismansins er svaraður politiskt og um hvør politisk ætlan er sett fyri royndarveiðu í føroyskum sjógvi framyvir.

Eg haldi meg við hesum at hava svarað spurninginum.

Hvat viðvíkur eini ávísari umsókn kann bert verða víst til svarið dagsett hin 1. nov. 2000, pkt. 4, og endurtaka, at eingin ávísur persónur fekk tilsøgn um nakað royndarloyvi, men at hesi vóru bert latin feløgum, sum kundu vísa á samstarv við japansk skip, sum í seinasta umfari fingu royndarloyvini útskrivað í navninum hjá tí einstaka skipinum

Vinarlig heilsan

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður 

/ Kaj P. Mortensen
aðalstjóri

 


Yviri við Strond 17 - 19 • Postsmoga 347 • 110 Tórshavn
Telefon 35 30 30 • Telefax 35 30 35
E-mail: fisk@fisk.fl.fo