Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 2000

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

15. november 2000
j. nr. 7.13-2000000311ks/td

Fiskimálastýrið
Att.: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Yviri við Strond 17-19
Postsmoga 87
FO-110 Tórshavn

Viðvíkjandi málinum um tunfiskaloyvir, tygara j. nr. 20000342-9/140

Landsstýrismálanevndin hevur á fundi tann 15. november 2000 viðgjørt skriv tygara, dagfest 1. november 2000, ið inniheldur ummæli tygara til landsstýrismálanevndina í omanfyrinevnda máli og svar upp á ávísar spurningar, ið landsstýrismálanevndin hevur sett tygum.

Landsstýrismálanevndin hevur m.a. biðið tygum upplýst, um útlendsk skip fyri at fáa royndarloyvi veruliga hava rindað samsýning til viðkomandi, sum hevur havt tilsøgn um royndarloyvi, og í so føri um tygum taka undir við hesum.

Í svari tygara er ikki upplýst (váttað ella avsannað), um hendan samsýningin veruliga hevur verið rindað. Landsstýrismálanevndin vil tí enn eina ferð heita á tygum um at fáa hesar upplýsingar til vega.

Tygum føra eisini fram, at tá spurt verður um hugsan landsstýrismansins um hetta, so verður hetta skilt sum ein politiskur spurningur. Landsstýrismálanevndin skal í hesum sambandi viðmerkja, at hetta ikki er ein politiskur spurningur. Spurningurin er íkomin, við tað at tað av tilfarinum, ið tygum hava sent landsstýrismálanevndini, framgongur, at hesin møguleikin hevur verið nevndur í umsóknartikfarinum frá fleiri umsøkjarum, og ikki sæst at vera afturvístur av landsstýrinum. Landsstýrismálanevndin kundi eisini hugsa sær at fingið at vita, um tygum umhugsa at taka nøkur stig í sambandi við hetta mál, um tað veruliga er so, at tilsøgnir um royndarloyvi hava verið seldar.

Viðvíkjandi spurninginum hjá landsstýrismálanevndini, um grundgevingina fyri ikki at lata eitt starv innan landsumsitingina hjá einum av umsøkjarunum fáa avgerandi týdning, tá støða skuldi takast til, um viðkomandi skuldi fáa tilsøgn um royndarloyvi, siga tygum, at spurningurin tykist vera ógreitt orðaður, tí royndarloyvi vórðu bara latin føroyskt skrásettum feløgum, og eingin einstaklingur hevur fingið royndarloyvi.

Í hesum sambandi skal landsstýrismálanevndin viðmerkja, at tað av skjalatilfarinum, ið tygum hava sent nevndini, framgongur, at spurningurin hevur verið viðgjørdur í landsstýrinum í sambandi við ávísa umsókn, og at landsstýrismálanevndin tí kundi hugsað sær at fingið at vita, hvør niðurstøða varð gjørd í hesum sambandi.

Svarfreistin er sett til 24. november 2000.  

Kristina Samuelsen

nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo