Nevndarskjøl fíggjarnevndin 2000

56 Uppskot til  løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli

Skjal A

 

 

 

Føroya Løgting og
Løgtingsins fíggjarnevnd

Viðmerkingar til løgtingsmál nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um bólking o.a. fyri skiparar og manningar á vaktar- og bjargingarskipinum Brimli.

1. Spurningurin um lóggevandi vald og útinnandi vald.

Felag okkara mótmælir, at Løgtingið leggur seg út í sáttmálaviðurskifti hjá fakfeløgunum, og serliga átalavuverd er slík uppílegging, tá einki semingsuppskot liggur á borðinum, og at Løgtingið sostatt fyri fyrstu ferð í fakfelagssøgu okkara veruliga fer inn at lóggeva um sáttmálaviðurskifti, tí áður hevur Løgtingið virt samráðingarrættin, soleiðis at tingið bert í undantaksføri hevur lagt seg út í samráðingartrætur, og tá bert við at gera semingsuppskot til lóg.

Løgtingslimirnir skulu eisini hava í huga, at annar sáttmálaparturin í hesum føri er Fíggjarmálastýrið.

Sum kunnugt er tað ein meginregla í øllum demokratiskum samfeløgum, at lóggevandi vald, dømandi vald og útinnandi vald skal vera greitt atskilt.

Um Løgtingið sum lóggevandi vald fer inn at lóggeva um viðurskifti, sum ein fyrisitingarmynduleiki, nevniliga Fíggjarmálastýrið eigur at taka sær av, so er hetta eftir okkara tykki eitt greitt brot á grundleggjandi regluna um trýbýti av valdinum í samfelag okkara. Serliga greitt er hetta, tá talan ikki bert er um at gera eitt konkret semingsuppskot til lóg, men at Løgtingið eftir áheitan frá einum fyrisitingarmyndu-leika tekur á seg uppgávuna, við lóg at áseta reglur um lønar-og setanartreytir, sum øll eru samd um at sami fyrisitingarmynduleiki ikki bert hevur rætt, men eisini skyldu at gera. Lógaruppskotið, sum leggur upp til, at ein nevnd skal áseta hesi lønar-og setanarviðurskifti, ger onga broyting í tí veruleika, at tað framvegis er Løgtingið, sum eftir lógaruppskotinum skal loysa hetta mál vegna Fíggjarmálastýrið.

Tað at Fíggjarmálastýrið ikki hevur víst vilja ella evni at fáa í lag sáttmála við felag okkara, er ikki haldgóð grundgeving fyri at Løgtingið leggur seg út í henda spurning, og vit ivast ikki í, at vit hava flest øll fakfeløg í landinum aftan fyri okkum, tá vit siga at føroyska fakfelagsrørslan ikki fer at lata sær slíka uppílegging linda.

2. Kann Fíggjarmálastýrið og Løgtingið fara inn í galdandi sáttmála?

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at tá talan er um limir okkara, so fara tær sømdir, sum eftir ætlan skulu verða galdandi fyri manningina á Brimli, ikki eisini at galda manningina á Tjaldrinum, soleiðis sum støðan t.d. er hjá maskinmonnunum.

Grundgevingin hjá landsstýrismanninum er, at til ber ikki at fara inn í galdandi sáttmála fyri Tjaldrið mitt í einum sáttmálaskeiði.

Um hetta er rætt, so stríður nevnda lógaruppskot móti tí sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, tí sambært uppskotinum til orðing av § 1, so er ætlanin júst at fara inn í "sáttmálan millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um lønir v.m. hjá manningunum á vaktar- og bjargingarskipinum, dagfest 14. september 1999."

Eisini verður í uppskotinum til § 3 sagt "… tær sáttmálaásetingar, sum nevndar eru í § 1…".

Vit halda at Løgtingið eigur at taka orðini hjá landsstýrismanninum til eftirtektar, tí eingin ivi er um, at tað sum hetta lógaruppskot leggur upp til er júst, at fara inn í galdandi sáttmála mitt í sáttmálaskeiðnum, ein sáttmála, ið einki hevur vit hetta málið at gera, tí her er talan um ein nýggjan sáttmála fyri Brimil.

3. Kann Fíggjarmálastýrið og Løgtingið gera mun á borgarum landsins ?

Hinvegin skulu vit eisini gera vart við, at ein meginregla í allari almennari fyrisiting er, at borgarar landsins skulu viðgerast eins, og tá Fíggjarmálastýrið hevur góðkent, at ávísir partar av manninini á Tjaldrinum skulu hava betri sømdir enn verandi sáttmáli gevur teimum, so er tað brot á regluna um líka viðgerð av borgarum landsins, um landsstýrismaðurin noktar okkara limum somu batar.

Sama grundregla er galdandi fyri lóggávuvald okkara, soleiðis at til ber ikki at geva ávísum borgarum serliga sømdir ella frátaka hesum borgarum sømdir, sum aðrir borgarar hava, uttan so at hetta er sakliga grundað.

Um Løgtingið fer inn at lóggeva um sáttmálavuiðurskiftini hjá limum okkara, sum starvast hjá Vaktar og Bjargingartænastuni, so krevja vit at Løgtingið tryggjar, at hesir limir okkara ikki fáa verri sømdir enn veitt er øðrum manningarbólkum sum hava fingið avtalu um, at limir teirra umborð á Tjaldrinum skulu hava sama setanar-grundarlag sum manningin á M/S Brimli.

Um tað mótsatta verður gjørt, kann hetta ikki skiljast sum annað enn hevndaratsókn fyri at FSN ikki vil góðtaka ta niðurgering, sum Fíggjarmálastýrið vil gera móti skiparum og stýrimonnum a Vaktar og Bjargingartænastuni.

Vit skulu gera vart við, at um Løgtingið leggur seg út í nevndu lønar- og setanar-viðurskifti hjá limum okkara uttan at tryggja, at hesir limir ikki verða við skerdan lut, so fer hetta uttan iva at skapa veruligan ruðuleika á arbeiðsmarknaðinum. Hesar við-merkingar okkara skulu ikki takast sum nøkur hóttan, men vit meta tað er skylda okkara at gera vart við tað missnøgd, sum vit vita er, ikki bert millum limir okkara, men innan førsoysku arbeiðararørsluna sum heild, um framferðarháttin hjá Fíggjarmálastýrinum. 

4. Lógtingslógin um sjómenn

Sum løgtingslimunum óivað er kunnugt, so er í greinunum 3 og 44 í sjómanslógini ásett, at reiðarin skal síggja til, at skrivlig avtala verður gjørd við sjómannin/skiparan um setanartreytirnar.

Um Løgtingið tekur hetta mál til realitetsviðgerðar, so fremur tingið í veruleikanum brot á nevndu lógargrein, tí so sleppur reiðarin undan at gera nakra avtalu/sáttmála um setanartreyturnar hjá manningini og skiparanaum.

Vit vænta ikki at tingið sjálvt fer at lóggeva ímóti verandi lóggávu. 

5. Samráðingarrættur okkara

Vit skulu eisini gera vart við, at tað er ásett í skrivligari avtalu við Fíggjarmálastýrið, at felag okkara hevur samráðingarrættin fyri stýrimenn og skiparar hjá m.a. Vaktar og Bjargingartænastuni.

Vit vænta, at lógtingslimirnir virða henda samráðingarrætt okkara, og vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at hesin samráðingarrættur okkara verður avtikin við lóg.

6. Samandráttur

Samanumtikið skulu vit endurtaka, at vit ikki eru í iva um, at løgfrøðiliga er sera ivasamt um Løgtingið yvirhøvur hevur rætt at leggja seg út í hesa trætu millum Fíggjarmálastýrið og felag okkara.

Um løgtingið kortini fer inn at lóggeva á hesum øki, so er tað heilt avgerandi, at Løgtingið ikki bert letur tað upp í hendurnar á einum ella øðrum tilvildarligum ástøðumanni at áseta lønar- og setanartreytirnar hjá limum okkara, men at Løgtingið í sjálvari lógini tryggjar, at limir okkara ikki verða við skerdan lut, í mun til aðrar manningarbólkar, tá talan er hvat setanargrundarlag verður galdandi fyri Tjaldrið, tí hetta hevur Fíggjarmálastýrið nú gjørt til ein part av málinum.

Tórshavn, 19.02.2001

Føroya Skipara- og Navigatørfelag 

Ellintur Abrahamsen