Eykajáttanarskjal tingsetan 2000 - Strandfaraskip Landsins

Vinnumálastýrið Aðalskrivstovan

 Tórshavn, tann 17-11-00
J.nr.: 200000757

Løgtingsins fíggjarnevnd
Løgtingsskrivstovan
100 Tórshavn

 Stílað: Finnboga Arge, fíggjarnevndarformanni

 

Fíggjarnevndarskjal

 

A. Inngangur.

Undirritaði landsstýrismaður í samferðslumálum søkir við hesum fíggjarnevndina um bráðfeingis eykajáttan til høvuðskonto 6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka) til leigu av ferju til farleiðina Leivík – Klaksvík, og "framskundaða umvæling" av Dúgvuni, svarandi til eina meirútreiðslu fyri landskassan uppá 1,4 mió. kr. í fíggjarárinum 2000.

B. Málsfrágreiðing.

Dúgvan fekk so mikið stóran skaða í óhappi 13.11. 2000, at hon ikki kann røkja rutusambandið um Leirvíksfjørð. Dúgvan skal umvælast, og verður hon ikki klár at seta í sigling aftur fyrr enn 6. desember 2000.

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Strandfaraskip Landsins at leiga eitt hóskandi skip til farleiðina hetta tíðarskeið. Strandfaraskip Landsins hevur funnið hóskandi skip til endamálið M/F Ane Læsø, sum er 60 metrar long, 15 metrar breið, og tekur 389 ferðafólk og 34 bilar.

Reiðaríið sum eigur skipið vil hava svar skjótast tilber, helst hetta vikuskiftið, so málið hevur stóran skund.

Útreiðslurnar býta seg soleiðis: Leiguútreiðslur 700.000 kr., framskundað umvæling av Dúgvuni 500.000 kr., lønir 100.000 kr., og óvæntaðar útreiðslur 100.000 kr.

Uppgerð av nettotølum

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 3

J+EYJ 3

Inntøkur

72.070

-

72.070

Felags fyrisiting

800

-

800

Oyggjaleiðir

40.000

-

40.000

Bygdaleiðir

17.300

-

17.300

Farmaflutningur á landi

13.970

-

13.970

Játtan (inkl. Eykajáttan)*

59.200

1.400

60.600

Útreiðslur

131.270

1.400

132.670

Felags fyrisiting

16.110

-

16.110

Oyggjaleiðir

72.450

1.400

73.850

Bygdaleiðir

27.020

-

27.020

Farmaflutningur á landi

15.690

-

15.690

Uttanlandaflutningur

-

-

Rentur og avskrivingar

-

-

Nettotal

0

0

 Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ

EYJ 3

J+EYJ 3

Nettoútreiðslujáttan

59.200

1.400

60.600

Útreiðslur

131.270

-

131.270

Inntøkur

72.070

-

72.070

Vanligt virksemi
Útreiðslur

131.270

1.400

132.670

11. Lønir v.m.

51.740

100

51.840

14. Keyp av vørum og tænastum

55.160

800

55.960

15. Keyp av útbúnaði, netto

850

-

850

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

21.670

500

22.170

31. Útvegan av anleggi

1.850

-

1.850

Inntøkur

72.070

-

72.070

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

72.070

-

72.070

C. Grundgeving fyri framløgu.

Málið hevur skund, tí tað er bráneyðugt at fáa regluligt samband aftur um Leirvíksfjørð.

Uppskotið

Vísandi til omanfyri standandi, verður søkt um hækkan av játtanini til høvuðskonto 6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka), at á eykafíggjarlógini verður fylgjandi tikið við:

    § 6.

    B. Játtan

    Útreiðslur

    Inntøkur

    6.38.2. Samferðsla

    6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

    J+EYJ

    59.200

    -

    EYJ 3

    1.400

    -

E. Tilsøgn frá Fíggjarmálastýrinum

Fíggjarmálastýrið hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send Fíggjarnevndini, av tí at málið hevur skund.

Váttað:

Karsten Hansen
landsstýrismaður

/ Petur Alberg Lamhauge
fíggjarmálastjóri

Vinnumálastýrið

Bjarni Djurholm
landsstýrismaður

/ Arne Poulsen
aðalstjóri