Eykajáttanarskjal tingsetan 2000 - Føroya Sjómansskúli

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

Aðalstýrið

 

Løgtingsins Fíggjarnevnd
Løgtingsskrivstovan
100 Tórshavn

Dagfesting: 31. oktober 2000
Skrátal: 21201
Máltal: 000344/18/BW

Stílað: Finnboga Arge, fíggjarnevndarformanni

 

Fíggjarnevndarskjal

  1. Inngangur
  2. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum søkir við hesum fíggjarnevndina um at fáa hækka játtanina til høvuðskonto 7.23.6.01. Føroya sjómansskúli (Rakstrarjáttan) við kr. 471.000.

  3. Málsfrágreiðing
  4. Ætlanin var, at næmingar á Føroya sjómansskúla skuldu í kravda venjing við nýggja vaktarskipinum Brimli, men av tí at ógreitt er, um Brimil verður settur í sigling til tíðina, er eisini óvissa um næmingarnar á sjómansskúlanum fáa kravdu venjingina, áðrenn próvtøkan byrjar. Um so er, at sjómansskúlanæmingarnir ikki fáa kravdu venjingina, fáa teir ikki prógv, og sleppa sostatt heldur ikki til arbeiðis eftir lokna skúlagongd.

    Gjørt verður vart við at sigling í heyst ikki er við á játtanini til Føroya sjómansskúla fyri 2000.

    Nú Brimil er seinkaðar, verður neyðugt hjá Undirvísingar- og mentamálastýrinum at leiga annað skip fyri Brimil. Leigukostnaður verður umleið kr. 25.000 um dagin, og skipið skal brúkast í 15 dagar.

    Av tí at skipini, ið eru tøk til slíka sigling, liggja í Danmørk, noyðast næmingarnir at ferðast til Danmarkar, kostnaður kr. 3.000 fyri hvønn. Talan er um 30 næmingar og tveir lærarar, íalt 32 menn.

    Kostnaður íalt kr. 471.000.

     

    Sundurgreinað ætlan

    Tús. kr.

    J+EYJ

    EYJ 2

    J+EYJ 2

    Nettoútreiðslujáttan

    8.055

    471

    8.526

    Útreiðslur

    8.615

    471

    9.086

    Inntøkur

    560

    -

    560

    20. Vanligt virksemi

    Nettoútreiðsla

    8.055

    471

    8.526

    Útreiðslur

    8.055

    471

    8.526

    11. Lønir v.m.

    6.388

    -

    6.388

    14. Keyp av vørum og tænastum

    980

    96

    1.076

    15. Keyp av útbúnaði, netto

    102

    -

    102

    16. Leiga, viðlíkahald og skattur

    585

    375

    960

    21. Inntøkufíggjað virksemi

    Nettoútreiðsla

    0

    -

    0

    Útreiðslur

    560

    -

    560

    11. Lønir v.m.

    413

    -

    413

    14. Keyp av vørum og tænastum

    147

    -

    147

    Inntøkur

    560

    -

    560

    21. Søla av vørum og tænastum

    560

    -

    560

  5. Grundgeving fyri framløgu
  6. Málið hevur skund, tí sjómansskúlanæmingarnir mugu byrja siglingina í seinasta lagi 4. november 2000 fyri at sleppa til próvtøku.

  7. Uppskotið
    Vísandi til omanfyri standandi, verður søkt um hækkan av játtanini til høvuðskonto 7.23.6.01. Føroya sjómansskúli soleiðis, at á eykafíggjarlógini verður fylgjandi tikið við:

§ 7.

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking
7.23.6.01. Føroya sjómansskúli (Rakstrarjáttan)

J+EYJ

8.055

EYJ 2

471

 

  1. Tilsøgn frá Fíggjarmálastýrinum
    Fíggjarmálastýrið hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send Fíggjarnevndini, av tí at málið hevur skund.

Váttað:

Karsten Hansen
landsstýrismaður

/PeturAlberg Lamhauge
fíggjarmálastjóri

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

 Torbjørn Jacobsen
landsstýrismaður

/ Petur Petersen
aðalstjóri

Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn · Heimasíða: http://www.umms.fo
Tel: +298 35 50 50 • Faks: +298 35 50 55 • E-mail: umms@umms.fo